leygardagur 7. desember 1991síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SI
Í
á
á
Nr. 229 — 7. desember 1991
BR S0Sialurin
bygdarfólkið í Nasaret, ið høvdu
Guðssonin sínamillum, men sum bert
sóu hatta spetaklið hjá Jósefi, sum
gekk og gjørdi seg upp?
Axel Tórgarð plagdi at siga, at vit
kunnu gera kristindómin so himm-
alskan at hann ikki verður til nakra
verðsins nyttu! Eg fari at siga, at vit
kunnu gera kristindómin so andalig-
an, at vit gloyma at tað finnst eitt lív-
áðrenn deyðan.
Vit gera kristindómin til ein spurn-
ing um ta sonnu læruna, og at hava
tær rettu meiningarnar — vit gera
kristindómin til ein spurning um
himmal og helviti, um frelsu og glat-
an, og so framvegis.
Sjálvandi eiga vit ikki at undir-
meta tað andaliga — sjálvandi er
kristindómur ikki hvat sum helst!
Sjálvandi hava vit rætt til at óttast
deyðan, og ta ókendu framtíðina, ella
at gleða okkum til fullkomuleikan á
himli. Vit eiga og kunnu onki krógva
fyri Gudi ella okkum sjálvum!
Men! Í meðan, so eru vit her — tað
er her at avbjóðingarnar eru! Spurn-
land.
My
ingurin er bara um vit eru vakin ella
ikki vakin? Um vit síggja deyð ting,
ella guddómligar lutir? Um vit halda
meðmenniskjuni vera eina plágu, vit
noyðast at liva við — ella um tey eru
ein guðgivin meguleiki?
Tað er sjálvandi vandi í hverjari
vælferð — tí hvar er markið millum
tað at vera vakin og til reiðar at tæna
sínum meðmenniskjum, og tað at
leggja seg út í viðurskifti, sum vit
onki hava við at gera? Tað eru nú
einaferð tey kor, vit menniskju liva
undir, at tað ikki altíð er so lætt at
skilja millum góðan, reinan kristnan
kærleika og vanligt forvitni. Men,
munurin liggur í orðinum kærleiki; í
fyribrigdinum kærleiki, sum í veru-
leikanum er lívsins grundlóg.
Um vit dýrka kærleikan, um vit
biðja okkum inn til Guds vilja, sum
er kærleikin, so átti tað at hjálpt okk-
um at sæð hann, tá hann er svangur,
tystur, ókunnigur, nakin, sjúkur ella
í fangahúsi.
meðmenniskjuni við kærleikans eyg
um, við Guds eygum, so halda vit
segði Guttormur í Múla, tá hann tiltikna
skaðadagin í 1733 hevði strítt seg undir
Í ti figgjarliga ódnarveðrinum, sum før-
oyska samfelagið nú er í, eru tað tíverri
mangir, sum ikki slíta upp land. Vit frætta
dagliga um fyritøkur, sum fara á húsagang
og skip sum verða seld á tvingsilssølu.
EDV er vorðið ein týðandi tåttur í føroyska
vinnulivinum. Viðurskiftini ímillum edv-
nýtara og veitara eru ein álitissak. Her
dugir ikki við skiftandi makkarum.
ein tryggur SK samstarvspartnari
Læra vit ikki at síggja
Síða 15
bara fram í tí tramansskapinum, sum
er um at beina fyri hesum knettinum;
sjálvsóknini, evundsjúuni, hatrinum,
illgitingunum, havisjúkuni og líka-
sæluni.
>Vakið tí, ti at tit vita hverki dagin
ella tíman!< Í veruleikanum er tað
ótrúliga spennandi at liva her í Vest-
manna, ella hvar vit nú hoyra heima
— tí vit eru reiðskapur Guds! Tað eru
vit, sum hava fingið tann heiður frá
Gudi sjálvum, at gera lívið hjá okk-
ara medmenniskjum liviligt! Hann
hevur opinberað kærleikan fyri okk-
um, fyri at vit skulu kunna elska og
virða alt tað, sum hann hevur skapt í
kærleika.
Kristindómur er hetta, at vit hava
fingið at vita, at vit eru í góðum
hondum — at onki kann skilja okkum
frá kærleika Guds! Men, kristindóm-
ur er eisini hetta, at síggja tað gud-
dómliga í tí, sum Gud hevur skapað
— livandi kristindómur tað er at
síggja skaparverkið við nýggjum
eygum — tað er at duga, ella rættari
sagt, at royna at takka, at undrast og
„NÚ LÍVIR GAMALT GROT!«
Brúkarin krevur trygd fyri rettum loysnum,
krevur eina landsumfatandi tekniska tæn-
astu, krevur fitt og fyrikomandi starvsfólk —
at elska.
At helvitið er til, tað er ongin ivi
um — hvar tað er, tað veit eg ikki.
Men tey flestu av okkum munnu
stundum hava kent okkum sum í hel-
viti, -og tað var, tå ongin útvegur
sást, tå ongin glotti var fyri stavn, og
tá vit sóu allar teir spiltu meguleikar-
nar í lívi okkara — til demis tá vit
gloymdu at geva okkara kæru eina
blómu meðan tey livdu!
Øll munnu vit eisini hava kent ein
farra av himmiríki, tá alt andaði av
kærleika, friði og samljóði — meðan
vit bíða eftir at sleppa til himmals,
kunnu vit nýta tíðina til at spjaða
himmalin á jerð, sum er kærleiki,
friður og samljóð — tí ein góð gerð er
dyggari prædika enn túsund orð!
>Vakið tí, tí at tit vita hverki dagin
ella tíman!< Tað er hetta, sum ger liv-
ið so spennandi — Gud kemur okkum
á meti hvenn dag, og avbjóðingarnar
og meguleikarnir eru túsundtals
hverjum ári, ongin dagur nýtist at
vera til fánýtis.
Gud signi okkum øll!
Amen!
og ikki minst trygd fyri at veitarin eisini er til
í morgin.
Com-Data er fyritokan, sum slóðaði fyri
edv-menningini í Føroyum í 80-árunum
og sum eisini verður tann tryggi sam-
starvspartnarin í 90-árunum.
Vit takka fyri samstarvið í hallandi árinum,
og vilja kýta okkum fyri enn betri samstarvi
í framtíðini, eins og vit ynskja nýggjum við-
i Jólatro Nordmanns og Reyðgrann
verða at fáa
„ frå í dag 7/12 FW Ísinkram Tlf. 41166
Heil- og småsøla
skiftafólki vælkomin á Com-Data.
+ COM-DATA p/F
Stórt rd