leygardagur 7. desember 1991síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
fangahúsi.
Læra vit ikki at síggja menniskjuni við kærleikans eygum,
við Guds eygum, so halda vit bara fram í tí tramansskapinum,
sum er um at beina fyri hesum knøttinum, sjálvsóknini,
óvundssjúkuni, hatrinum, illgitingunum, havi-sjúkuni og
líkasæluni sigur Bergur Jacobsen, prestur í prædikkuni, sum
skuldi haldast í Vestmanna kirkju sunnudagin, men sum ikki
verður hildin, nú pápi hansara fer til jarðar henda dagin.
Sostalurin hevur fingið prædikkuna, sum vit prenta í
heilum líki.
Vestmanna, annan sunnudag í
advent 1991.
»Vakid ti, ti at tit vita hvorki dagin
ella timan!« (Mth. 15.13)
Liknilsi um hinar tiggju moyggjar-
nar kenna vit so sera væl — og tad
hevur mangan verið nýtt til at ræða
fólk inn í himmiríki, sum um tað nú
ber til at ræða fólk inn í himmiríki.
Hetta er eitt líknilsi, og í hesum
sambandi er vert at hava í huga, at
tað finnast í andaligum bókmentum
tvey sleg av líknilsum, og eru tey:
allegoriir, sum eru loynisegur, har
hvert orð, hver bókstavur hevur ein
duldan týdning — og bert tey, ið
hava serliga vitan, duga at tulka hes-
ar segurnar. Latum okkum sláa fast
beinanvegin, at Jesus nýtti aldrin
allegoriir, loynisegur.
Hitt slagið eru sonevnd parabolir
— tey hava nú onki við parabol-
antennur at gera, men parabolir, tað
eru líknilsir, sum í veruleikanum eru
smáar prædikur ella frásagnir, sum
verða nýttar til at greiða okkurt evni
— í parabolinum er ongin duld mein-
ing; parabolini eru so einfeld, at
hvert menniskja skilir tey. Og tað er
júst hetta slagið av líknilsum, Jesus
nýtti, tå hann var á jerð og lærdi
lærusveinarnar.
Hetta er umráðandi at hava í huga
— tí vit gera hesum líknilsinum um
tær tíggju moyggjarnar órætt, um
vit fara at grunda ov nógv um hvenn
smálut í frásagnini.
Boðskapurin í líknilsinum er sera
einfaldur: >Vakið tí, tí at tit vita
hverki dagin ella timan!«
Nú er tað rættuliga vanligt at seta
hetta líknilsi í samband við heimsins
enda — ella tá ið Jesus skal koma aft-
„ur; og onki ónt um tað. Men, hetta
líknilsið snýr seg ikki fyrst og fremst
um heimsins enda; um hin seinasta
dómin. Men, tað er ein áheitan til
okkum ell um at vera vakin til eina
og hverja tíð — tí hvenn dag kemur
Jesus til okkara í tervi næstans;
hvenn dag fáa vit avbjóðingar av øll-
um meguligum slagi, og tað er tá vit
skulu vera vakin, soleiðis at vit ikki
lata allar meguleikar fara afturvið
borðinum — tí tað er nú mangan so-
leiðis her í lívinum, at tað, sum er
farið er farið, gjørd gerð fær onga
vend, tað sum var ógjert, kann ikki
gerast aftur.
Verðsins enda og deyðan nýtast vit
ikki at hugsa so nógv um — vit hava
fingið loyvi til at líta á at vit eru í
góðum hondum. Hetta eru tey bestu
boð mannaættin nakrantíð hevur
fingið — hetta er sjálv kjarnan í
kristintrúnni, at vit ell, uttan at hava
tað uppiborið, eru í góðum hondum.
Men, meðan vit ikki eiga at hugsa
so nógv um heimsins enda, deyðan
og tað, ið kemur eftir deyðan, tí tað
liggur alt í Guds hond, so noyðast vit
at minna hvenn annan á, at tað finst
eitt lív áðrenn deyðan.
Tað finnst eitt lív áðrenn deyðan,
og tað er her vit eiga at vera vakin —
tað er her, í lívinum áðrenn deyðan,
at Jesus kemur okkum á meti í tervi
meðmenniskjans. Tað er her og nú, í
lívinum áðrenn deyðan, og vit hava
brúk fyri Gudi, Jesusi og Heilaga
andanum — og tað er nú, nú, at okk-
ara meðmenniskju hava brúk fyri
okkum.
Man tað vera nakar okkara millum
í dag, sum ikki hevur roynt hetta, at
vit útsettu nakað: til dømis at vitja
ein góðan sjúkan vin. Vit hugsaðu
um tað í langar tíðir, vit ætlaðu
okkum hvønn dag. Men, so ein dagin,
so var tað ov seint — vit fingu deyðs-
boðini av vininum; og tað sum var ó-
gjørt, kundi ikki gerast umaftur.
Mong av okkum munnu halda, at
vit liva eitt rættuliga friðarligt, van-
ligt og alt annað enn hendingaríkt lív
— og kanska halda vit stundum, at
| vit ikki gera so stóra nyttu her á jorð-
Kærleikin er -
livsins grundlog
-Um vit dýrka kærleikan, um vit biðja okkum inn til Guds vilja,
sum er kærleikin, so átti tað at hjålpt okkum at sæð hann, tá
hann er svangur, tystur, ókunnigur, nakin, sjúkur ella í
Nr. 229 — 7. desember 1991
"Vit kunnu gera krist-
indómin so andaligan,
at vit gloyma, at tað
finnst eitt lív áðrenn
deyðan.
ini — og tað er sjálvandi ójavnt
(hvussu nógv kemur burtur úr hjá
teimum ymisku.
| Men, tann, sum hugsar soleiðis,
hevur í grundini heilt misskilt
kristindómin, og alt lívið — tí kristin-
dómurin, ella ein fruktin av kristin-
dóminum átti at verið at vit síggja
tingini við nýggjum eygum, at vit
síggja tingini við Guds og ævin-
leikans eygum.
Munurin millum ein gráan og keði-
ligan gerandisdag, har onki hendir,
og har ongar avbjóðingar tykjast at
vera — og so ein spennandi gerandis-
dag, ið er fullur av avbjóðingum,
liggur í hesum, um vit hava sálar-
eygu og oyru okkara opin, um vit eru
vakin ella um vit sova, tá lívið krevur
nakað av okkum.
Hugsa eina letu aftureftir til
prædikutextirnar til seinasta sunnu-
dagin í kirkjuárinum, og fyrsta
sunnudag í advent!
Í prædikutextinum til seinasta
sunnudagin í gamla kirkjuárinum
segði Jesus, at tað sum vit gera móti
einum av hansara minstu, tað gera
vit móti honum — soleiðis sum vit
fara við okkara meðmenniskjum, so-
leiðis fara vit eisini við Jesusi sjálv-
um.
Har vóru tey, sum hevdu sæð
hann, tá hann var nakin, tystur,
svangur ella í fangahúsi — og har
vóru onnur, sum ikki hevdu sæð
hann, tá hann var í somu steðu. Alt-
so, tað er ein spurningur um hvussu,
vit síggja tingini, um vit eru vakin
ella ikki!
Fara vit so til prædikutextin til
fyrsta sunnudag í advent í ár, so er
Jesus komin aftur til heimbygdina
Nasaret — hann var kanska vorðin
kendur, og fólk komu at hoyra hann
prædika. Tey undrast eisini yvir talu
hansara og vísu orð — men, so siga
tey: »Er hann ikki sonur Jósefs?< —
Við eðrum orðum, hvat billar: hann
sær inn? Hvat heldur hann seg vera,
at koma og læra okkum nakað?
Tey høvdu Guðssonin sínamillum!
Men, tey tveittu hann út og ætlaðu
at beina fyri honum. Guð var teirra
millum — maðurin, sum er orsekin til
at kirkjur standa um allan heim nú
tvey túsund ár seinni, tosaði bein-
leiðis við tey — men, tey sóu bert
hatta ókrútið hjá Jósefi, sum gekk
umkring og bilti sær inn at hann
kundi siga teimum nakað!
Tað er altíð ein spurningur um at
vera vakin, tí at vit kenna hverki
dagin ella tíman, tá tað verður brúk
fyri okkum! Tað er altíð brúk fyri
okkum, hvenn tann einasta dag —
men spurningurin er bara um vit eru
vakin ella ikki.
Spurningurin er um vit hava anda-
liga, guddómliga olju á lampum okk-
ara, soleiðis at vit duga at síggja
hann, tá hann er svangur, tystur,
ókunnigur, nakin, sjúkur ella í fanga-
húsi.
Spurningurin er um vit hava anda-
liga ella guddómliga olju á"lampum
okkara — ella um vit eru eins og