týsdagur 10. desember 1991síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Ummæli av
Jógvan Ísaksen
Jógvan Isaksen:
Brennivargurin
Foroya Lærarafelag 1991
Jógvan Isaksen
Tað koma ikki nógvar
dygdarbøkur út á tøroy sk-
um. Eitt er at vit ikki eiga so
nógv fólk, sum halda seg til
at skriva skaldskap. Vit
hava uppaftur færri forløg,
sum duga og tora at sálda
frá, hvat vert er at geva út.
Nógv geva eisini út á egn-
um forlagi, og øll duga ikki
líka væl at síggja sínar egnu
veikleikar.
Eru tað fáar skaldsøgur
sum koma út, so er uppaftur
longri ímilum ungdóms-
bøkurnar. Tær fægstu ung-
démsbøkurmar á føroysk-
um siga ungdóminum nak-
að. Mær kemur bara úl hugs
ungdómsbekur, sum há-
lova bygdarlivinum, ið
verður sett upp móti tí
minni góða býarlívinum við
bilum, dålking og ødrum
illum.
Men nú hevur Jógvan
Isaksen skrivað eina ung-
dómsbók, har høvudsper-
sónarnir eru ung í Havnini í
dag. Ung sum tey nú eina-
ferð eru við sínum vanum
og óvanum. Ein ungdóms-
bók frí fyri fordøming og
moralprædiku.
Tað er eyðsæð, at Jógvan
við hesi bókini eins og við
bókini
bókaummæli
Einki uppgjørt
"Blíð er summamått á Før-
oyalandi" hevur sett sær fyri
at skriva eina spennandi
bók. Hann vil royna síni
evni at byggja upp spenn-
ing. Og tað dugir hann
avbera væl. Søgan er so
spennandi, at tå kanst ikki
leggja hana frå tær, fyrr enn
hon er liðug. Jógvan Isak-
sen man sjálvur hava lisið
nógvar kriminalsøgur, so
væl tað liggur fyri hjá hon-
um at gera søguna spenn-
andi.
Ikki ber til at greida frå
søgugongdini, ti hon er
sjålv meiningin vid at lesa
bókina. Men í stuttum kann
sigast, at bókin snýr seg um
fýra ung, sum seta sær fyri
at fanga ein brennivarg.
Hvussu hugsandi søgan er,
hevur einki at siga.
Umframt spenningin
haldi eg eina styrkina við
bókini vera - sum eg byrjaði
við - at vit hoyra um býar-
ungdóm. Tey eru í skúla,
men úr skúlanum frætta vit
bara um beistagerðir móti
lærara uttan pedagogisk
evni og innistongdum ynski
um at buka. Kanska minnist
Jógvan ella hann hevur
hoyrt um onkran tílíkan?
Hesi ungu eru ikki nakrir
einglar. Tey eru heilt van-
lig, eta chips og drekka
kola, lurta eftir tónleiki
0.s.v. Men væl duga tey at
"Brennivargurin"
eftir
nýta hugflogið, ið beinir tey
á rætta leið.
Tey vaksnu verða heldur
ikki gjørd betri enn tey eru í
veruleikanum. Ein av
mammunum ballastoftaum
vikuskiftini við sínum
starvsfeløgum, og ein pápi
kemur skítfullur heim út
móti morgni. Tað er ikki
hvør føroysk nýggj bók,
sum gevur rúm fyri slíkum
veruleikum. p
Eg haldi meg eisini duga
at siggja, at JOgvan Isaksen
provokerar eitt sindur måls-
liga við hesi bókini. Hann
letur tey nýta orð, ið ikki eru
vanlig á prenti. Og eiðirnir
eru nógvir, soleiðis sum
nógv fólk hava tann óvana
at nýta í dagligari talu.
Vidhvørt riggar henda mál-
nytsla í bókini, men í stød-
um kenst hon ónatúrlig, og
tað er serliga fremst í bók-
ini. Men kanska var tað eg
sum lesari, ið vandist til.
Sjálvandi er henda søgan
ikki lýtaleys. T.d. krepti eg
tærnar, tá bygdardrongurin
kvødur og talar kvæðasak-
ina, og byarbørnini so arga
henn fyri hetta og kalla
hann bygdarfrell. At arga
og rópa bygdarfrell er ikki
óvanligt. Hitt er í so fjákut
eftir mínum tykki. Ein
bygdardrongur mundi í
veruleikanum gjørt tað
øvugta, speirikið kvæðini,
fyri ikki at víkja burtur frá
býarmentanini. Hatta hevur
tó ongan tydning fyri søg-
una.
Tað er stuttligt, at onkur,
sum Jógvan Isaksen, roynir
at koma við nýggjum og
skriva um nútíðina. Tí hava
vit brúk fyri, tí í Føroyum
eru mest sum ov nógv fólk,
ið bara líta aftur um bak. Vit
hava bæði á palli og í skrift
fingið nógv at vita um tíðina
aftur í hina øldina. Tað ber
ikki til at skúgva til viks, at
vit liva í 90-árunum, ið ikki
kunnu bíða at verða við-
gjørd, til tey einaferð verða
søga. Samtíðin má eisini
lýsast. Tað roynir Jógvan
Ísaksen í hvussu er at gera
við hesi bókini.
Inngangur mín um vant-
andi krgv til dygd í føroysk-
um skaldsøgum skal ikki
skiljast sum atfinning móti
hesi bókini. Tvórturímóti
vil eg bara vísa á, hvussu
langt er ímillum nakað nýtt í
føroyskum skaldskapi. He
er nakað nýtt. ;
Randi Jacobsen
Nr. 230 — 10. desember 1997
sum byrjar í
Sosialinum ll
Leygardagin 14. des.
— um eina viku
sóknast vit eftir dlaðseljarum
Við blaðsglu ber til at vinna sær fitt av
peningi — serliga meðan bingo er í
blaðnum.
Nýtið møguleikan — ringið til okkara
beinanvegin, Tlf. 118 20.
BINGO
verður í
Samljóð í Skopun
mikukveldið 11. des., kl. 19.
Nógvir góðir vinningar.
Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag
Seytjan
gávu-uppskot
75,00
79,00
79,00
79,00
52,00
110,00
69,00
69,00
79,00
69,00
Brúsi og Túgvu-Karin
Baldur í Berjaríki
Sólareggið
Tongul
Amanda! (160 s.)
Dagur í viku
Albin djóraverður
Silpus er ástarsjúkur
Bernini í Vættrabyrgi
Hatt-húsið 70,00
Flekk-bøkur 48,00 og 75,00
100 tey fyrstu orðini 48,00
Mín fyrsta djórabók 52,00
Drylurin hjå Viggo 59,00
Svenskar stuttsøgur 2 78,00
Stóra orðabókin 86,00
NYLENDI