Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. desember 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i 0 Nr. 230 — 10. desember 1997 i Nyggj skipan vid plast-kortum beinleiðis Beinleiðis tele-samband millum handlar og peningastovnar fer at gera flytingar ómaksleysari og hava alstóra sparing við sær fyri peningastovnarnar Eina ferð í fyrru helvt í komandi ári fer peninga- umfarið at gerast uppaftur ósjónligari enn higartil. Sambært desember-út- gávuni hjá danska blaðn- um Kort-information verða 300 tele-terminalar settir upp í føroyskum handlum i næstum. Dekningur? Tele-terminalarnir avloysa plastkort-sleðurnar, sum vit kenna frá størru handl- unum. Við teleskipanini er beinleiðis samband mill- um handilin og peinga- stovnararnar. Handilin tastar upphæddina inn, tú tastar loynitalið inn, og er kortið ikki sperrað, so er flytingin frá tær til hand- ilin endaliga avgreidd, tå tå hevur skrivad undir not- ina frå kassanum. Greiðari Fyrimunurin framum ta primitivu sleðuna er, at handilin straks fær at vita, um tú hevur nóg mikið á bók fyri keypið. Harum- lramt sleppur handilin undan at savna seðlarnar og telja saman øll tey kort- avgreiddu keypini, tá kass- in skal gerast upp; tey verða talda saman við at trýsta á ein knøtt og flyt- ingin avgreidd í einum, tá handilin letur aftur. Danska blaðið skrivar, at terminal-skipanin er sera væl egnað til smáhandlar- nar í Føroyum, tí talið av keypum er lutfalsliga lítið. Stór sparing Tað eru føroysku peninga- stovnarnir í felag, sum samráðast við PBS, ið er samtøkan av donskum peningastovnum, um at seta skipanina i verk i Før- oyum. Tele-terminalarnir fara at hava við sær stóra sparing í peningastovnun- um. Sleðurnar hava longu syrgt fyri, at peningaum- farið fer ígjógnum seks lið færri enn við kontant- gjaldi. Nú flytingin verður av- greidd straks og tað longu við avgreiðsluna er greitt, um dekningur er, verður sparingin uppaftur stórri. ówh Nýggja tele-skipanin er enn eitt stig á leiðini ímóti "peningaleysa' samfelagnum. av allar! VØru frå | dag Tlf. 47900 Glyvrar HOU MP 23 ár #0 Í —