mikudagur 11. desember 1991síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Keyp ikki
Eysturskúlan
Marita Petersen b
Skal Maskinskúlin húsast i Eysturskúlanum, so missa børn-
ini tær framúr góðu umstóður tey hava í dag. Hvussu
nógvir skúlar í Havn hava svimjihyl, málstovu, teldustovu,
stovu til livfrødi, evnafrødi, alisfróði, smíð, handarb., evn-
ing, sang, maskinlæru, kók osfr. Er tað kløkt at pilka við
hetta spyr Katrin D. Jakobsen, lærari í "Sjónarmið" í dag.
Teir seinastu dagarnar
hava fólk kjakast um
ymsar tættir í fólka-
skúlalógini. Landsstýris-
konan í skúlamálum
hevur fingið Lands-
skúlafyrisitingina at
skipa fyri fundi beint nú
og einki ilt um tað.
Tverturímóti — allur
bati betir, og gott er
tað, at eisini fólkaskúlin
verður tikin í ramasta
álvara.
Í hesum orðaskiftin-
um hevur valskúlin ver-
ið nógv umreddur.
Skúlafólk vita, at val-
skúlin er tær beru lótir,
men vildu fegin havt
hann at virka, soleiðis
sum hann er ætlaður til.
At upptekukrev til
hægri útbúgving hava
forðað, er sín sek. Men
eg eri ivaleys í, at ætla
vit at geva næmingun-
um valmeguleikar,
mugu vit hava umsteð-
ur til tess. Summi halda,
at skúlaeindirnar eru ov
smáar — her verður
hugsað um framhalds-
deild. Kanska er tað so.
Sama ger, valskúlin
krevur at hava góð
helisviðurskifti og at
hava góða útgerð.
Í Havn eru vit so
heppin at hava ein
skúla, sum skarar fram-
úr í so máta. Tað er
Eysturskúlin. Fleiri
skúlar í landinum eru í
so ringum standi, at teir
hevdu fingið »upphøgg-
ingarstuðul<, um tað bar
til. Eysturskúlanum
tervar ikki ábetur í ein-
um einasta króki.
Eg skilji ikki Maritu
Petersen, hvussu fegin
+
eg vildi. Ti samstundis
sum hon synist at hava
góðar ætlanir vid skúla-
lógini, roynir hon at
taka tær bestu umsteð-
urnar, havnarbernini
hava, undan teimum.
Dugir Marita Petersen
ikki at síggja teir møgu-
leikar, Eysturskúlin
rúmar, havandi val-
skúlan í huga? Tað má
sigast at vera tverrandi
hugflog bæði hjá seljara
og keypara, at sita við
sínum málseki og ikki
skeita hverki til høgru
ella vinstru. Spyrjið
heldur, hvussu tit fáa
framt tykkara góðu ætl-
anir! Men politikarum
líkt — mig alene vide.
Sum eg skilji á lag-
num, so var Maskinskúl-
in vorðin ein so stór
marra, at okkurt mátti
Nr. 231 — 11. desember 1991
5
SJÓNARMIÐ |
ske nú. Skal Maskin-
skúlin húsast í Eystur-
skúlanum, so missa
bernini tær framúr góðu
umsteður tey hava í
dag. Hvussu nógvir
skúlar í Havn hava
svimjihyl, málstovu,
teldustovu, stovu til lív-
freði, evnafreði, alis-
frødi, smíð, handarb.,
evning, sang, maskin-
læru, køk osfr. Er tad
kløkt at pilka vid hetta?
Ein uggi må tað tó
sigast at vera, at fólka-
skúlin hevur stórt pláss
í Maritusa hjarta. Tað
hevur hon sagt, og har
tað er hjartarúm, er eis-
in húsrúm. Men tað er
nú so, at ein skúli fær
valla húsast væl í berum
hjartarúmi. Vit síggja
heldur ikki so væl inn í
hennara hjarta, vit
síggja bara tað, sum
kemur út. Eg hugsi,
Marita Petersen mistók
seg, í teirri letu hon (ella
landsstýrið) tók >prin-
sippavgerðina<. Tí hvat
nú, um onkur onnur
kommuna kemur við
einum líknandi >tilboði<,
har onkur miðnámsút-
búgving kundi verið?
Allar kommunur eru í
fíggjarligari trongsteðu,
so tað er ikki óhugsandi.
Hevur landsstýrið ikki
líka so stóra moralska
skyldu at hjálpa Dánjal
av Rana, Heinesen í
Klaksvík, Hans Tausen
Olsen í Runavík ella
hvussu teir nú eita? Er
landsstýrið ikki tá
vorðið ein hóttan ímóti
fólkaskúlanum. Eitt
stýri, ið birtir upp undir
at gera næmingunum
Katrin D. Jakobsen,
lærari:- Er tað ikki
tvørrandi hugflog, tå
skúlamálaráðharrin
heldur Eysturskúlan
vera "eitt gott tilboð",
ein vora, kr. og fer-
metrar. Hví skal fólka-
skúlin altíð gjalda
gildið?
umsteðurnar so trongar,
at fólkaskúlalógin verð-
ur ein mátta, sum liggur
á valskúlatrappuni til
lærarar og myndugleik-
arar at turka rununa
undan skónum?
Er tað ikki tverrandi
hugflog, tá skúlamála-
ráðharrin heldur Eystur-
skúlan vera veitt gott
tilboða, ein vera, kr. og
fermetrar. Hví skal
fólkaskúlin altíð gjalda
gildið?
Katrin D. Jakobsen,
lærari
lan á A-landsliðið
16 ára gamli rituvík-
ingurin, sum herfyri
varð til venjing hjá
Sheffield Wednes-
day, er úttikin til A-
landsliðið, sum í
morgin fer til Eyst-
urríkis til eina inn-
andura fótbólts-
kapping í Linz.
Í morgin fara 18 mans
við Atlanuc Airways av-
stað til Eysturríkis, har A-
landsliðið skal vera við í
eini innadura fótbólts-
kapping saman við sjey
øðrum liðum.
Hini liðini eru FC Zii-
rich úr Sveits, Hajduk
Split úr Kroatia, Dynamo
Budweis úr Tjekkoslova-
kia, eysturriksku 1. deild-
arlidini FC Stahl Linz og
Vorwarts Steyr, umframt
Marco Polo Ried ur 2.
deild og Magdalena ur 3.
deild.
Ikki hvør sum helst
At hendan kapping ikki
verdur mannad vid hvørj-
um sum helst, ber vinnara-
listin frå sidstu årunum
bod um. I 1987 og 1988
vann Dynamo Kiev,
seinna árið saman við
Vorwarts Steyr, í 1989
Eintracht Frankfurt og í
tjór Spartak Moskva.
Kappingin er løgd so-
leiðis til rættis, at øll liðini
spæla ímóti hvørjum gðr-
um fríggjadagin og leygar-
dagin, meðan finaluumfar-
ið verður spælt sunnudag-
in.
Dystirnir verða spældir
á innandura vallum, ið eru
30 metrar breiðir og 60
metrar langir, og hver
dystur varir í tvær ferðir
15 minuttir. Spælt verður
við málmanni og fimm úti-
spælarum.
18 mans fara við
Føroyska manningin er
hendan: Jens Martin
Knudsen, NSI, Jan Dam,
HB, Mikkjal Danielsen,
MB, Todi Jónsson, KÍ,
Allan Mørkøre, KÍ, Jákup
Mikkelsen, KI, Kári
Reynheim, B36, Jan Allan
Miiller, VB, Jåkup Simun
Simonsen, B36, Gunnar
Mohr, HB, Øssur Hansen,
B68, Magni Jamskor, GI,
lan Højgaard, NSI og Kaj
Leo Johannesen, HB.
Annars eru við í ferða-
lagnum Páll Guðalugsson
venjari, Julian Eliasen, lið-
leiðari, John-Reid Skora-
líð, fysioterapeut og Jóan
Petur Davidsen, lækni.
Nýggir og »gamlir«
Við í føroyska hópinum
eru sum sæst >gamlir<
kenningar sum Gunnar
Mohr og Øssur Hansen.
Í summar varð Gunnar
ikki longur at finna í hóp-
inum til tan eina dystin,
og tá tóktist hann heldur
ikki vilja vera við meira,
men nú er hann so aftur í
hópinum. Øssur Hansen
hevur ikki verið við í A-
landsliðshópinum síðani
undan EM-undankapping-
ini, sum júst er liðug, men
nú er hann so eisini at
síggja í hópinum.
Aftrat teimum báðum er
so eisini ein spildurnýggj-
ur spælari komin á liðið.
Tað er tann bert 16 ára Ian
Højgaard úr Rituvík, sum
spælir við NSÍ. Hann
eigur tó sína >debut< til
góðar á 1. deildarliðnum í
Runavík, men er kortini
endaður í A-
landsliðshópinum.
Við góðum tekniskum
gávum roynist hann væl í
innandura fótbólti og var
herfyri við á liðnum, sum
vann eina kapping á Skála,
har m.a. tvinni lið frá
landsliðnum vóru við.
Fyrst landsliðið og
síðani til Onglands
8
Herfyri var hann niðri í
Onglandi og vandi saman
vid unglingunum hjå Shef-
field Wednesday, id m.a.
spældu venjingardyst móti
1. deildarliðnum.
Væl gekst hjá lani, ið
skjeyt og legði upp til mál
í teimum venjingardystun-
um, hann var við í. Men
sáttmáli kom eingin
burturúr, tí kravið var
annadhvørt, at hann hevði
arbeiðsloyvi — var búsit-
andi í felagsmarknaðinum
— ella at hann var ella
hevði verið á landsliði.
Tað sleppur hann so at
royna seg við nú. So verð-
ur spennandi at síggja,
hvat víðari hendir unga
rituvíkinginum, ið annars
er í ferð við at gera seg
lidnan við 10. flokk i
skúlanum í Runavík.
hj.