Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. desember 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 231 — 11. desember 1991 Æðra- knútar Fyri nøkrum árum síðan byrjaði eg at fáa æðra- knútar. Hvørjum koma teir av? Fæst nøkur viðgerð ella nakar heilivágur móti æðraknútum? Er stórri vandi fyri blådtøppi, tá ein hevur æðraknútar? Húsmóðir Orsgkin til æðraknútar á beinunum, serliga legg- unum, er, at klaffur ella ventilur í æðrunum fer at leka. Hetta kemur av, at trýstið í ædrunum er vaks- andi, og tað kemur so av ymiskum orsøkum. Sjálvandi koma blóð- tøppar nokkso lættliga í hesum æðrum. Hetta er vanliga ikki nakar vandi í æðrunum, sum liggja beint innanfyri húðina. Men tað finnast æðrar longur inni í legginum, og tað er meira vandamikið, um blóð- tøppur kemur í hesar æðr- arnar. Hesir blóðtgppar koma t.d., um ein legst í songina og ikki rørir bein- ini nóg mikið. Nakar rættiligur heili- vágur móti æðraknútum er ikki til, men tað er gjørligt at spræna heilivág inn í hesar æðrar. Hetta ger, at blóðið storknar, og harvið kunnu æðraknútarnir fara burtur. Henda viðgerð var vanlig fyri fimti árum síðan og er nú afturbyrjað. Tann mest vanliga við- gerð í dag er, at øll æðrin verður hálað út, líka frá gklaknúti og til niðanfyri røramar. Nakar vandi? Eg eri ein 14 åra gomul genia, sum enn ikki havi verid vid mannfålki. Mánasjúkan hjá mær er enn ikki reglulig. Eg vil fegin spyrja, um tað er satt, at ikki er møguligt at blíva upp á vegin, tá mánasjúkan ikki er reglulig. Marner 14 ár Sum fjúrtan ára gomui genta er tað fyri neyðini, at tú ikki hevur verið vid mannfólki enn. Tað hevur Skriva til Marner, Postboks 76, 110 Tórshavn ongan skund. Ta0 kann vera vandi við at byrja kynsligt samband so tíðliga. Eg vil mæla til at bíða sum longst við tí, til ein er fullvaksin. Møguleikin fyri at gerast við barn er altíð ti! staðar, tá ein er komin í handa aldurin, sjálvt um mána- sjúkan ikki er komin í lag enn. So um tú hugsar um mannfólk, er umráðandi at nýta fyribyrgjandi evni í øllum fórum. Bæði fyri at sleppa undan at gerast við barn og at sleppa undan sjúkum, sum smitta við kynsligum sambandi - og tær eru nógvar. Marner Nær virkar spruttið? Eg hoyrdi ein mann siga, at hann tordi væl at hava bil við, tá hann fór í býin, sjálvt um hann drakk eitt sindur. Hann nýtti tað mannagongd í skundi at stoyta í seg, og so koyrdi hann beint heim. Er tað so, at alkoholið ikki kann mát- ast í blóðinum beinanveg- in? Um eg eitt kvøld havi drukkið stóra nøgd av brennivíni, heila fløsku kanska, nær eri eg so aftur koyriførur? Ein, sum ikki vil missa koyrikortið At gera soleiðis, sum tygum skriva, er púra vit- leyst. Tí bert at drekka eitt lítið sindur er nóg mikið til at missa tamarhaldið á bil- inum, og at stoyta í seg, beint áðrenn ein fer til hús, er púrasta úr vón og viti. Ikki bert kann tað mátast í blóðinum, men tygum kunnu gerast knappliga so mikið ávirkaður, at tygum verða fyri skaða. Nær tygum eru koyri- fórur aftur eftir at hava drukkið heila fløsku, er ilt at siga í tímatali. Tað veldst um, hvussu stórur tygum eru, hvussu tungur tygum er, og hvussu feitur tygum eru. Men 20-24 tímar vildi eg mælt til at bíðað við at farið í bil. Um tygum íkki vilja missa koyrikortið, mæli eg til at bíða við at fáa tygum ein lítlan, til tygum eru komin heim og hava sett bilin frá tygum. Marner Missi hárið Eg eri 25 ára gamal, og hárið er farið at tynnast Mær dámar einki at skula gerast skallutur so tíðliga Finnasi nøkur ráð móti hármissi? Eru nakrir ser- frødingar at fara til? F. Tað finst ongin heilivágur móti hármissi. Men hár- missur hjá mannfólki í hasum aldrinum er ógvu- liga vanligur. Um tygum hava nógv ímóti at missa hárið, mæli eg til at fara til húðarlækna, sum finst í Føroyum. Marner Proppur i oyranum Vidhvørt er tað so, at eg fái eins og propp í oyrað. Tað er eitt spakuligt ljóð, ið merkist sum proppur, men tað varar bara eina lítla løtu. Hevur hetta nakað uppá seg? Otto Oyrnaproppar eru rættliga vanligir hjá tilkomnum fólki, men at tað bert varar stutta løtu er vist sjáld- samt. Einastu rådini eru at fara til lækna og bidja hann hyggja inn i oyrna- gongdina. Ikki pilka sjålvr. Marner Ber ikki til Eg vakni ofta um náttina, tí tað er sum um eg skal kasta mær av vatninum. Men tå eg fari á wc, so er einki. Hvussu ber hetta til? 60 ára gamal Orsøkin til trupulleikar við at kasta sær av vatninum í 60 ára aldrinum er vanliga tað vit kalla trupulleikar við prostata. Tað er ein kertil, ið situr uttan um vatnrásina, beint undir blødruni, og tå menn eld- ast, fer hesin kertilin at vaksa, og harvið koma trupulleikarnir. Einastu ráð mini til tyg- ara eru at fara til lækna og fáa hetta kannað, tí at ganga við hálvfullari blødru er ikki gott fyri heilsuna - serliga ikki fyri nýruni. Síða 9 Trygd á Trivni Á. Fyrilestrar | 4 14 Trygd á Trivni — blaðið hjá Arbeiðseftirlitinum, er komið út. Í september mánaða í ár var Norðuratlantisk ráð- stevna um arbeiðsum- hvervið í fiskiídnaðinum í Íslandi, og tí er innihaldið í blaðnum um fiskivinn- una sum arbeiðspláss og hvussu betast kann um arbeiðsumhvervið. Arbeiðseftirlitið í Før oyum skipaði fyrstu ráð- stevnuna í Norðurlanda- húsinum í 1987, og tí var Arbeiðseftirlitið, við Eli Davidsen, stjóra á Arbeiðseftirlitinum, pro- jektleiðari fyri ráðstevn- uni í Reykjavík. Hvussu føroyska skipa aðrar fiskivinnutjóðir seg innan hesa vinnu og hverjar granskingar og kanningar eru farnar fram innan hetta ekið, síðan ráðstevn- an var í Feroyum? Hetta er fjølbroytt evni, sum varð umrett á ráð- stevnuni í Reykjavík, og sum blaðið Trygd á Trivni hevur tikið upp við fyrilestrum, samreðum o.g. Umboð fyri Feroya Ar- beiðarafelag og Arbeiðs gevarafelag og vinnu saman við starvsfólki Arbeiðseftirlitinum re lysingun folk deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu luttóku á ráðstevnuni og tey siga eisini sína hugs un framtidar fiskivinnu ar beiðsumhvervi í Fero} um Trygd og Trivni kemur út fýra ferðir árliga, men fæst ikki í blaðbúðunum Ahugað kunnu fáa blaðið við at venda sær til Ar- beiðseftirlitið ella við at tekna seg sum haldarar á Posthúsinum. Haldara- gjaldið er 100 krónur ár- liga blaðnum. sum byrjar í Sosialinum Leygardagin 14. des. —, um eina viku sóknast vit eftir blaðseljarum kring ALT LANDIÐ ! Við bladsølu ber til at vinna sær fitt av paningi — serliga meðan bingo er í Nýtið møguleikan — ringið til okkara beinanvegin, Tlf. 118 20. -.—. + -