hósdagur 12. desember 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 232 — 12. desember 1991 |
FAS-lógin
helst neyðug
Sjálvt um hetta er ein eitt sindur ótraditionell-
ur máti at loysa trupulleikarnar uppá, so er
nýggja FAS-lógin ein av teimum lógum, ið vit
verða noyddir at gjøgnumføra, sjálvt um tað
kanska býðir okkum ímóti skrivar Thomas Ara-
bo í "Sjónarmið" í dag.
Eitthvert samfelag og
einhver organisatión liv-
ir í samstarvi við eitt
ella annað umhvervi.
Broytingar í hesum um-
hvervi hava so ávirkan
aftur á bæði samfelag
og organisatiónir.
Soleiðis sum út sær í
dag, eru nógvar fløkjur
á europeiska meginland-
inum. Europa hevur
ongantíð verið so óróligt
síðan annan verðaldar-
bardaga, og tað er næst-
an ikki dagur, har ikki
okkurt mark verður
flutt ella verður burtur á
landakortinum.
Her fer eisini ein ann-
ar bardagi fram. Tað er
ein búskaparligur bar-
dagi. Hesin bardagi hev-
ur í nekur ár verið ímill-
um USA og Japan, og
millum triðja heimin og
ídnaðarlondini. Nú er so
vígvellurin fluttur
hendavegin, og hetta
gevur so ávirkan á okk-
ara pinkulítla samfelag.
Brotini av hesum kríggi
ganga nú so tætt, at tey
koma inn um tingsins
gátt, og vit síggja fleiri
og fleiri lógir, sum vit
mugu samtykkja undir
beinleiðis ella óbeinleiðis
trýsti frá útheiminum.
Demir um hetta eru
EEC-sáttmálin, nýggj
príslóg og nýggj toll-
skipan við umheimin og
nú Feroya altjóða skrá-
seting FAS. Lógir av
hesum slag stilla nýggj
krev til tann politiska
myndugleikan og hetta
hegtæraða ting, soleiðis
at viðgerðin av slíkum
lógum má hava ein
størri sjónarring enn
tær vånaligu lógirnar,
sum vit hava til viðgerð-
ar.
Tað kann vera eitt
sindur harmiligt at
síggja, at tann lógin,
GATT tolllógin, tá hon
var til 1. viðgerð, og all-
arhelst nú hon er til við-
gerðar í skattanevndini,
verður vidjørd sum ein
vanlig inntekulóg. Tos-
að verður um at vit
skulu hava so og so
nógv prosent upp á eina
finerplátu ella upp á eitt
tabletthylki, ella 0 pro-
sent upp á okkurt ann-
að. Hetta er synd, tí
nettup tann lógin er eitt
amboð í einum handils-
politikki, ið hetta landið
skal reka framyvir, og
átti at verið vidgjørd
sum eitt handilspolitiskt
mál og ikki eitt vanligt
tollmál.
Vónandi er tað onkur,
sum skrivar sær hetta
aftan fyri oyrað, so tá
nú lógin kemur til 2.
viðgerð verður mett
sum eitt handilspolitiskt
amboð, ið vit skulu nýta
framyvir.
Henda lóg, sum nú er
legd fram í tingið og er
til 1. viðgerðar, sokall-
aða FAS lógin, er ein
líknandi lóg.
Fyri nekrum árum síð-
ani vildu vit sagt, at
hetta her er ein rein
studningslóg til fer-
oysku farmavinnuna.
Út frá einum trongum
sjónarmiði, so er hetta
rætt. Hetta er ein
studningslóg, sum kem-
ur at kosta tí almenna,
kommunum og lands-
kassa umleið 20 mió. kr.
roknað í skattainntøkum
í hesum árinum.
Spurningurin kann so
vera: Hví innfera vit
hesa lógina? Hvat fær
samfelagið burturúr, og
hví verður hon annars
framlegd?
Orsekin til at henda
lóg nú verður framlegd
er í fyrstu atløgu at økja
kappingarferið hjá okk-
ara ferðamanna- og. .
farmaskipum, sum sigla
uttanlands. Í nógv ár
hava skip, sum sigla í
langfart, verið undir
harðari kapping frá
londum, ið hava sokallað
hentleikaflagg. Fleiri av
hesum londum eru kend
fyri at seta fá krev til
teirra skip viðvíkjandi
trygd, manning osfr. og
kunnu hesi soleiðis
verða rikin bíligari.
Europearar hava álíka-
væl verið kappingar-
ferir, tí teir hava sum
regul havt ein effektiv-
ari flota, men sum tíðin
er liðin er kappingarfyri-
munurin hjá europearum
vorðin minni og minni.
Út frá hesum hava
fleiri lond rundan um
okkum innfert skipanir,
sum eru álíkar hent-
leikafløggunum, men tó
við altjóða trygdar-
krevum. Hesi skip, sum
hava fingið betri for-
treytir, hava nú í eina
tíð siglt upp á Feroyar
og givið okkara flota
kapping. Eg kann
nevna, at >Winston
Churchill« sigldi síðsta
summar undir DIS-skip-
anini, og stórur partur
av tí íslendska farma-
flotanum, sum liggur
her við molan, siglur
undir hentleikaflaggi.
Nú skjóta vit so upp
eina líknandi skipan, so-
leiðis at reiðaríið fær
28% av skattainntøkuni
sum skattaafturbering.
Roknað er út, at nakað
kemur at liggja ímillum
— í hvussu so er eini 4%
— sum so landskassin
hevur eftir, og i einstøk-
um førum kemur lands-
kassin at behalda nakað
meira. Her er hugsað
serliga um teir út-
lendingar, sum verða
skattaðir við 42% av
þeiða minni enn hålvt ár
Síða 11
í Feroyum. Har verður
inntøkan hjá landi og
kommunum umleið 14%.
Eftirsum reiðara-
felagið sigur, so vil
hetta økja um kapp-
ingarferið hjá vinnuni,
og eftirsum tað ljóðar,
so kemur farmaflota-
vinnan hjá okkum at fáa
eina uppblómingartíð.
Hesum trúgvi eg nú
lítið, tí tey farmaskipa-
feløgini,s um sigla á
Feroyarutuni í dag,
hava klárað seg ógvu-
liga illa. Tey hava rikið
ein ógvuliga konserva-
tivan politikk, og tey
hava roynt tey seinastu
20 árini at bremsa øllum
nýggjum hugtekum inn-
an hesa vinnu. Eg kann
nevna tann fantastiska
hetzin, ið varð ferdur
ímóti uttanlandssigling-
ini hjá »Smyrli« i 1980,
og var tad ikki bara av
treiskni frå åvisum per-
sónum, sum vóru knýtt-
ir til »Smyril«, so var
>Norrena< ongantíð
komin og Smyril Line
ongantíð stovnsett, men
hetta hepnaðist væl, og
tað kom væl undan.
Eitt annað tiltak, sum
bleiv oyðiligt í byrjanini,
sum átti at havt livilík-
indi, var tiltakið við
>Líðartindi<, sum
Landshandilin átti. Tað
bleiv eisini steðgað av
konservativum aftur-
haldskreftum í hesum
landinum, sjálvt um tað
nokk var eitt tað mest
framskygda hugtakið,
sum vit hava sæð leingi.
Men lat okkum ikki
fara ov langt aftur í for-
tíðina, men royna at líta
frameftir og hyggja upp
á tað positiva, sum kann
koma burtur úr hesi lóg-
ini. Kappingarferið hjá
»Norrønu« verður sum
nevnt betrað, og tað er í.
um menn innan farma-
skipavinnuna nú taka
sær um reiggj, so kundi
tað meguliga hent, at
okkurt skip bleiv bygt á
føroyskum skipa-
smiðjum, og tað er sjálv-
andi mín vón, at so
verður.
Tað stóra, sum eg
síggi í hesum, er tó at
vit kunnu fáa nekur
skip frá útlandinum,
sum blivu skrásett
undir føroyskum flaggi.
Hesi skip fáa sum treyt
sambært hesi lóg, at
gjalda skatt í Feroyum.
Tey skulu stovnseta
felag — partafelag — og
tað er mítt ynski, at
henda lógin gav stoytin
til, at vit hækkaðu
minstamarkið fyri
einum partafelag frá
10.000 kr. upp í einar
300.000 til 500.000 kr.
So hevdu vit fingið tann
kapitalin til landið.
Harafturat kunnu vit
sambært hesi lógini
ávirka soleiðis, at okk-
ara ungdómur fær ar-
beiðspláss, soleiðis at
teir fáa fraktsiglingstíð.
Tað er nakað, sum
manglar, og so annars
at okkara sjófólk fær ar-
beiðspláss undir fer-
oyskum flaggi. Eg rokni
eisini við og vóni, at tá
útlendsk feløg koma at
arbeiða igjøgnum Fer-
oyar við sínum kapitali,
vil tað geva ein kapital-
tilfersil til samfelagið,
og vóni eisini, at tá teir
síggja okkara rentu-
skattaskipan, so vilja
teir lata nøkur oyru
standa her í Feroyum,
og vil hetta alt samalt
betra um umsteðurnar í
samfelagnum. Ávíst
skattagjald verður latið,
og um eitt rímiligt tal
av skipum kemur inn, so
at Dei, t - trúgvi eg, at tað eyga-
| sær sjálvum-positivt,-og> - ++ blikkiliga tapið, vit fáa - -
Tummas Arabo,
landsstýrismað-
ur: -Vit eru
noyddir at gjøg-
numføra FASS-
lógina, ti verða
trýstir av okkara
umgevilsum til
hetta
upp á eini 20 mi6., væl
kann vigast uppaftur,
soleiðis at vit, um tað
nú hepnast væl, fáa eina
nettoinnteku av hesi
lógini.
Í letuni hava vit eisini
umleið 300 mans sigl-
andi undir DIS-flaggi,
og hesin partur letur so
ongan skatt til samfe-
lagið. Henda nýggja
lógin kann geva okkum
ein meguleika fyri at
koma á tal við donsku
stjórnina, og so kunnu
vit síggja, um vit ikki
kundu fingið okkurt
oyra burtur úr hesum
parti av sjófólki, ið siglir
undir donsku skipanini.
Hetta er so ein tog,
sum eg rokni vid skal i
rættar- ella ídnaðar-
nevndina, og vóni eg
hon fær góða viðgerð.
Harafturat vóni eg eis-
ini, at vit gera nakað,
sum verður landi og
fólki at gagni, sjálvt um
hetta er ein eitt sindur
ótraditionellur máti at
loysa trupulleikarnar
uppá, so er tað sum eg
nevndi í byrjanini ein av
teimum lógum, ið vit
verða noyddir at gjegn-
umfera, sjálvt um tað
kanska býður okkum í-
móti. Vit eru noyddir at
gjøgnumføra hana, tí vit
verða trýstir av okkara
umgevilsum til hetta, og
er nú bara eftir at royna
at fáa nakað burtur úr
hesum, fólki og landi at
gagni.