Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. desember 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Landsstýrið hevur lagt uppskot til nýggja lóg um kavarar fyri tingið. Mynd: Kalmar Alivinnan setur kavarum sterri krøv Landsstýrið hevur gjørt uppskot til nýggja lóg um kavaravinnu, sum varð lagt fyri tingið herfyri. Neyvar reglur skulu setast um kavaraútgerð, um tryggleikan og um læknakanning hjá kavarum. Arbeiðsefurlitið, Vaktar- og Bjargingartænastan, Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu og Deildin fyri fiski- og aðrari vinnu hava fyrireika nýggju lógina. . Landsstýrið sigur, at kavaravinnan í Føroyum hevur fingið eitt broytt vinnumynstur, sum serliga innan alingina ger, at tað kann gerast neyðugt at kava niður um 25 metrar. Tá krevst, at serlig útgerð er tøk í landinum. Og hesa útgerð hevur Vaktar- og Bjargingartænastan nú fingið sær. tór.- Til Havnar fyri at verða statsgóðkendur Verður eitt uppskot frá landsstýrinum, um at broyta lógina um skrásettar grannskoðarar samtykt í unginum, verður lættari at gerast skrásettur- ella statsgóðkendur grannskoðara í Suðuroy Hetta hongur soleiðis saman, at ávísar treytir skulu lúkast áðrenn ein kann kalla seg skrásettan- ella statsgóðkendan grannskoðara. Hesar eru millum annað, at ein skal hava heimarætt í ríkinum, búgva í Føroyum, hava fylt 25 ár, ikki vera gjørdur Omyndugur, vera undir verju ella hava búgv sítt til trotabúgv. Hann skal eisini hava tikid neyðugu royndirnar, men haraftrat skal viðkomandi í minsta lagi í trý ár, eftir at hann hevur fylt 18 ár, hava útint alt vanligt bókhalds-, roknskapar- og grannskoðarar- abeiði hjá einum statsgóðkendum ella skrásettum grannskoðara. I Landsstýrið vísir á, at eingin statsgóðkendur ella skrásettur grannskoðari er í Suðuroy, og tí er ikki ørtigt hjá Emum yllir allar aðrar | 0 Sker iv Oynni og OK 1 KUK ti 0 jv 3 1 i d VOKTCHdUMI prani iðkomandi hevur havt grannskodaravirksemi sum hóvuðsyrki í minsta lagi Uggju ár lor.- TØLINI LUGVA -og ti heldur landsstýrið tað vera best at taka teir av. Allar útreiðslur skulu nú standa á fíggjarlógini, og gevur tað eina nógv betri mynd av hvussu til stendur, sigur landsstýrið Landsstýrið vil taka 67 av teimum tilsamans 92 grun- nunum av. 14 skulu fram- haldandi vera landskas- sagrunnar, og 11 halda fram sum sonevndir eks- ternir grunnar. Sum skilst hava stórir trupulleikar verið av grunnunum. Millum annað, at stórur partur av virksemi landskassans sást ikki á fíggjarlógini, ti ymiskt virksemi mangan varð fíggjað við lánum uttan um fíggjarlógina, eins og yvir játtanir hjá grunnum frá árunum frammanundan. Nýggja skipanin hjá landsstýrinum verður so- leiðis, at allar útreiðslur Skulu standa á fíggjar- lógini, uttan mun til um tær eru fíggjaðar við skatti, láni ella grunni. Tað hevur eisini verið so sum so við teimum peng- um, sum skulu eitast at hava staðið í teimum ymisku grunnunum. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur landstýrið millum annað, at einki samsvar er millum brutto- upphæddina í grunninum og peningaogn grunnsins. Stundum hevur landsstýrið ikki sett pening av, ið mótsvarar bruttoupphædd grunsins, stundum er pen- ingur fluttur yvir í lands- kassgjaldføri fyri at upp- viga hall á øðrum økjum, og uppaftur í gðrum fórum eru grunnarnir sjálvir yvir- trektir. Sostatt ljóða grunnarnir vanliga uppá eina upp- hædd, sum er fleiri ferðir stórri, enn tann fíggjar- orka, sum landskassin veruliga hevur, landsstýrið. sigur Lættari at stýra Landsstýrið heldur, at tað verður lættari at stýra tá færri grunnar eru, og har alt fíggjarligt virksemi stendur á fíggjarlógini. Haraftrat fer nýggja skip- anin at geva eina greiðari mynd av bæði rakstri og figgjarstødu landskassans. Hetta fer at geva bæði almenningi, politiskt vald- um umboðum og útlendsk- um lángevarum munandi betri kunnleika til gongd- ina í føroyskum búskapi enn frammanundan, sigur landsstýrið. tór.- Nú skal vera lættari at stýra hjá millum ødrum fíggjarmálaráðharranu m og formanninum í fíggjarneyndini. Mynd: Kalmar Nr. 233 — 13. desember 1991 Virkir og SEV skulu sleppa undan oljugjaldi Sambandsflokkurin hevur skotið upp, at eisini fiskavirkir, fiskamjølsvirkir og el- felagsskapurin SEV skulu sleppa undan at rinda oljugjald. Flokkurin førir fram, at ein av orsøkunum til, at landið er í kreppu er, at vinnulivid er ikki kappingarført. Hetta millum annað orsaka av oljugjaldinum, sum ger, at okkara virkir hava dýrari orkugjald enn tey í granna- løndunum. EF-sáttmálin ger, at okkara virkir skulu kappast enn meira við útlendsk, og ti heldur Sambandsflokkurin tað vera neyðugt at hjálpa hesum virkjum til bíligari orku. At SEV sleppur undan oljugjaldinum hevur við sær, at elprísurin lækkar hjá húsarhaldunum, sigur flokkurin. tór.- Færri veiðuloyvi Landsstýrið hevur lagt uppskot á ting um at samtyktin á NASCO ársfundinum verður tikin til eftirtektar. Samtyktin snýr seg um fiskiskapin eftir laksi á ytru føroysku land- leidini. Skipanin er í høvuds- heitum hin sama sum fyri i fjør og i år, men er nå bert galdandi fyri eitt år. Kvotan er óbroytt - 550 tons, men talið á veiðuloyvum er sett niður úr 26 í 15. Landsstýrið hevur eisini lagt uppskot á ting um at samtyktin á 13. NAFO-ársfundin- um, verður tíkin til eftirtektar. Fundurin vidgjørdi frågreiding- ina frå visindaliga ráð- num um fiskastovnar i útnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Fundurin samtykti veidutølini fyri næsta år. Føroyar fáa somu kvotu aftur komandi ár i Flemish Cap, sum er 900 tons av toski Haraftrat kvotu á eðr- um økjum upp á til samans 476 tons.