Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. desember 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 233 — 13. desember 1991 LM EIR $53% Vit fáa nú føroyskt heimsatlas Feroyar ikki longur Í einum horni á Danmarkar-kortinum Hvussu londini skulu eita á føroyskum er ikki tann størsti trupul- leikin, men heldur hvussu Sovjetsamveldið sær úr í morgin Tað er einki skil á heims- kortinum longur, tók onkur til. Múrar falla, landamørk verða flutt og onnur hvørva, landspartar verða Sjålvstødug lond, og aftur onnur lond hvgrva sum dogg fyri sól. Niels Petersen á Skúla- bókagrunninum hevur als einki ímóti toybilinum eystanfyri. Hann hevur heldur einki ímóti, at Berlinmúrurin fall, men nú kundi hann hugsað sær, at teir høgu harrar eystanfyri skjótt gera sær greitt hvussu Sovjettsamveldið fer at síggja út framyvir. Orsgkin til, at Niels Pet- ersen kundi hugsa sær greiðar linjur á landakort- inum er, at hann, saman við ødrum, nú situr og leggur seinastu hond á eitt føroyskt heimsatlas, sum helst ikki skuldi verið ov gamalt, áðrenn tað kemur út. Skemtandi sigur hann, at hann kundi havt hug at givið Gorbatjov freist til eina ferð í januar at finna út av, hvussu Sovjetsam- veldið fer at síggja út framyvir, ti tá skuldi før- oyska heimsatlasið verið komið so mikið væl á- leiðis, at tað kann fara til prentingar, skal tað vera tøkt til komandi skúlaár sum ætlani er. , Børvísi atlas Føroyska heimsatlasið verdur heilt ødrvisi enn tey, vid higartil eru von vid. Føroyar vera ikki longur at finna i ovasta høgra homi å Danmarkar- kortinum, líkað so lítið sum Ísland í ovasta vinstra horni á kortinum yvir Skandinaviu. Niels Petersen sigur, at nýggja atlasið skal vísa heimin út frá Føroyum. Á teimum fyrstu mongu síðunum hava vit Føroyar í stødd 1:100.000. Tað vil siga fýra ferðir so stórar sum á vanliga Føroyakort- inum. Sum eitt dømi nevnir hann, at á tveimum A4 síðum hava við Suður- oynna og Lítlu Dímun, so har verður pláss fyri mongum stadamøvnum. Try heilt nyggj kort eru zisini við. Hesi eru eitt jardfrødisligt kort, sum Johs. Rasmussen, jardfrød- ingar hevur gjørt, tvey botnkort, sum vísa grunnar og havleiðir kring Førooy- ar, og eitt geodetiskt kort fyri hvørja oyggj. Grannalond okkara fáa eisini nógv stórri pláss enn tey fáa í teimum vanligu atlasunum vit kenna. Føroysk nøvn Sum vera man, eru eisini øll landanøvn latin í før- oyskan biina. I åvisum før- um utlendsk nøvn i før- oyskri stavseting, so sum Irak ístaðni fyri Iraq. Litavia, sum tað vanliga hevur verið rópt, fer at eita Litava, danska oyggin Fyn eitur Fjón og sjógvurin millum Ongland og Frak- land eitur Ermasund. Hvers mans ogn Eftir øllum at dóma verður nýggja føroyska Vit hava SALTSILD í spannum við uml. 50 góðum avhøvd- Nú verða Føroyar ikki bert at finna í ovasta høgra horni á Danmarkar- kortinum. Kortini av Føroyum verða fýra ferðir so stór sum á vanliga Foroya- kortinum við mongum staðarnóvnum. Eisini verða fýra serlig kort um Føroyar í atlasinum Mynd: Kalmar heimsatlasið meira enn til skúlabrúks, men heldur hvors mans ogn. Tí her eru upplýsingar og nøvn, sum valeyst hava áhuga hjá flest øllum. Niels Petersen sigur, at ætlanin er at prenta 5000 eintøk í fyrsta umfari Prísurin er ikki av gjørðu: enn, men so mikið kann hann síga, at øll skulu hava ráð at ogna sær eitt for- oyskt heimsatlas tor.- aðum sildum fyri 150,-/spannuna. Minni nøgd verður eisini seld. Ásmund Bærendsen Tlf. 71296 - 800 Tveroyri