fríggjadagur 13. desember 1991síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 233 — 13. desember 1991 |
Vórðu væl |
móttiknar |
Ferðaframsýningin hjá Titu Vinther og Guðrið
Poulsen læt mikudagin upp í Norðurlandahús-
inum
Ferðaframsýningin hjá Titu
Vinther av vovnari list og
hjá Gurðið Poulsen av
keramikki hevur verið víða.
Ætlanin var, at henda
framsýning, ið byrjaði í
Finnlandi, síðan skuldi til
Danmark og til Noregs.
Men av óvart fór framsýn-
ingin, tá hon hevði verið í
Finnlandi, ul Mozambique.
Og verri var, at tá framsýn-
ing so kom aftur til Dan-
markar, datt ein kassi á flog-
vellinum í Kastrup, og har
fór ein triðingur av verk-
unum hjá Guðrið í knús.
Framsýningin var kortini
bæði í Danmark og í Noregi
sum ætlað, sjálvt um verk-
ini vórðu blivin eitt sindur
færri í tali.
Guðrið hevur síðan gjørt
nøkur nýggj verk, sum eru
komin við á framsýningina.
Men tað er nakað heilt
annað enn tað, sum brotn-
aði, sigur hon.
Tær báðar hava áður havt
framsyning í Føroyum sam-
an. Men so fingu tær tað
hugskot at fara til Finnlands
at sýna fram síni verk, og
tær hildu, at tá tær kortini
fóru avstað, kundu tær tað
sama vitja onnur norður-
lond eisini. Hetta gav sam-
stundis møguleikan at fáa
stuðul úr Norðurlendska
Mentanargrunninum.
Henda ætlan teirra um at
fara til Finnlands gav aftur
Norðurlandahúsinum hug-
skotið at halda Føroyaviku í
Finnlandi. Og so varð alt tað
knýtt saman.
Guðrið og Tita lata væl at
måttøkuni, tær fingu í Finn-
landi og hinum londunum.
Tita, sum sjálv er av
finnskum uppruna, er sera
bilsin um, at finnar skuldu
vísa framsýningini slíkan
áhuga. Framsýningin varð
væl vitjað, og tær báðar
hildu tað vera serliga stutt-
ligt, at tað komu so nógvir
skúlaflokkar at vitja. Hetta
gav teimum høvi til at býta
út skrivligt tilfar og greiða
frá heimlandinum, sum
finnarnir kendu syndarliga
lítið til.
Í Danmark var framsýn-
ingin í Birkergd, sum er vin-
arbýur hjá Havnini, og síð-
an varð farið til tveir býir í
Noregi. Annar býurin var
Tysset, har Annika Hoydal
samstundis stóð fyri einum
William Heinesen-kvøldi.
Selt nógv
Tita og Guðrið lata væl at
måttøkuni, tær fingu alla-
staðni. Ummælini vóru góð,
men tíverri vóru tað ikki
listummælarar, sum skriv-
aðu. Tað gekk sum ein
reyður tráður igjøgnum øll
ummælini, at henda listin
onkursvegna var gðrvísi
enn listin í londunum, tær
vitjaðu.
Atmóttgkan var góð kann
prógvast við, at báðar hava
selt fleiri av verkunum,
kommunur, stovnar og
privatfólk í hinum norður-
londunum hava keypt frá
teimum.
Tita og Guðrið halda seg
hava fingið væl burturúr at
fara uttanlands at sýna
fram, m.a. tí tær komu í
samband við fleiri listafólk,
sum tær kundu tosa við um
t.d. fakligar spurningar.
Tær báðar halda tað vera
góða samanseting, at onnur
hevur vovna list og hin
keramikk.
Framsyningin hjå teim-
um i Norðurlandahúsinum
verdur ul 12. januar, og
opið er, tå Norðurlanda-
húsið er opið. Tad vil eisini
siga, at nakrar dagar um
jólini er afturlatid. Av ti at
tad er eitt sindur ógreitt lyst,
nær framsyningin læt upp,
verda tær bådar at hitta å
framsyningini í dag frå kl.
15 ul 17.
randi
008
Guðrið Poulsen og 1 ta
Vinther trívast væl í
samstarvi. Tað skilst á
lagnum, ai tær
umhugsa at halda fram
vid at arbeida saman
Umbyggingin
gevur ov lítið
Kanska beint fyri jól fær lands-
stýrið
starvsfólkunum
viðmerkingarnar frá
á Lands-
sjúkrahúsinum til ætlanina um
at umbyggja sjúkrahúsið
Í seinastu viku samlaðu
starvsbólkarnir á Lands-
sjúkrahúsinum træðrirnar.
Tey søgdu sína hugsan ul
uppskotid um at umbyggja
Landssjúkrahúsið og flyta
eitt sindur um innanhysis.
Langt áðrenn starvsfólk-
ini lótu ummæli sínum úr
hondum var greitt, ateingin
starvbólkur heldur tað vera
skilagott at umbyggja.
August G. Wang, for-
maður í læknaráðnum á
Landssjúkrahúsinum, sig-
ur, at allir starvsbólkartó
ikki hava mælt frá. Av góð-
um grundum, tí tað høvdu
ikki verið øll, sum høvdu
merkt nakad ul umbygging-
ina, L.v.s. at tey hvørki
høvdu fingið fyrimunur ella
verið verri fyri.
Tað eru tey, sum hava tað
stóðu, at sjúkrahúsið heldur
átti at verið útbygt enn
umbygt. Ein annar máti at
vera ímóti er at vísa á tað
meira ftøkiliga i sjálvum
uppskotinum um at byggja
um. Summi vísa á, at teirra
viðurskifu verða verri enn
nú, og sagt varð, at sjálv
umbyggingin hevði órógv-
að vanliga arbeiðið alt ov
nógv til, at tað var vert at
gera. Og eingin helt nakað
vera at vinna við at um-
byggja, sígur August G.
Wang.
Tá landsstýrið gekk frá
ætlanini um at útbyggja
Landssjúkrahúsið, = varð
heitt á leiðslubólkin við
arkitektinum sum eina
roynd at gera uppskot um,
hvussu sjúkrahúsið best
kundi umbyggjast.
- Royndin miseydnaðist,
tá starvsfólkini ikki taka
undir við uppskotinum, er
nidurstødan hjá August G.
Wang.
Viðmerkingarnar frá
starvsbólkunum skulu ein
umveg, áðrenn tær enda á
borðinum hjá Jóannesi Eid-
esgaard. Tærskulu fyrst um
sjúkrahússtjóran til stýrið
fyri Landssjúkrahúsið.
Stýrið hevur væntandi fund
beintfyri jól.
randi