leygardagur 14. desember 1991síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 234 — 14. desember 1991 |
Gøtu kommuna
Vit hava helst arbeidsloysi
--Men tað velst um hvussu
ein sær uppá tað. Í summar
var eitt nú rættuliga nógv
arbeiði á Harrenga og nú er
slakari. Eg veit ikki um
timalønt hava fingið fulla
ársinntóku, sigur Páll Greg-
ersen, bygdaráðsformaður í
Gøtu
Gøturnar hava verid ein
idnadarmiddepil i Eystur-
oynni og tað eru tær enn,
hóast vánaligu tíðirnar.
Har er eitt stórt arbeiðs-
pláss, og tað er
fiskavirkid og síðan eru
fleiri smærri.
--Tað er púra greitt, at
tíðirnar eru broyttar. Í
1988 hevði kommunan
eina inntøku uppá 17
milliónir krónur. Í ár hava
vit umleið 13 milliónir,
harav fáa vit 12 milliónir
í skatti, sigur Páll Greg-
ersen.
--Men eg haldi, at tað
er eitt sindur ringt hjá
okkum at tosa um
arbeiðsloysi. Til tíðir er
arbeiðsloysi i Gøtu, men
eg haldi ikki at vit eru
ringast fyri í landinum,
sigur Páll Gregersen.
Skriva tit nógvar
váttanir til almannastov-
una um at fólk ikki kunnu
fáa arbeiði?
--Jú, vit skriva nakrar,
er einki arbeiði at fáa, so
hevur fólk rætt til hesa
váttan, sigur Páll Greg-
ersen.
--Í summar var rættu-
liga nógv arbeiði á fiska-
virkinum. Munurin nú og
fyrr er, at fyrr høvdu vit
eini 40 fólk til at arbeiða
eina fiskanggd, nú hava
vit eini 70, Og hetta førir
við sær at tað er skjótari
at arbeiða undan og sostatt
færri dagar, sigur Páll
Gregersen.
Skattaprosentið í gøtu
verður tað sama, 16.5
Síða 11
prosent, kirkjuskatturin
0,65 prosent og barna-
frádrátturin 2600 krónur.
Umframt
verður arbeitt á Klædna-
virkinum, Aulo-plast, El-
fiskavirkið
Í Gøtu hevur verið
talvuvirkinum, smiðjuni. nógvur ídnaður. Tað
Tøtingarvirkid liggur stilt er tað enn, men
í løtuni. vánaligu búskaparligu
tíðirnar hava eisini
jústinus Á
merkt Gøtu
Anna Júrgen:Fuglur
blái, fostursonur
irokesa.
Týðing: Steingrímur
Weihe
Útgevari: Forlagið
Tjørn:
Kápumynd: Málning-
ur eftir Heðin Kambs-
dal ”
Lag til skjaldur: Jon-
hard Kliasen
Kostnadur: 220 kr.
"Fuglur blái, fosturson-
urirokesa" eitur ein týdd
skaldsøga, sum nú er
komin út á føroyskum,
týdd úr týskum.
Hetta er ein sidsøgulig
skaldsøga. Høvundurin
er Anna Júrgen. Steir-
grimur Weihe hevur tytt.
Bókin fekk tysku
barnabókavirðislýnina
og er endurprentað
mangar ferðir, síðan hon
kom út fyrstu ferð í
Sidsøgulig
skaldsøga
1950. Bókin er eisini
týdd ul nógv mál og er
sostatt kend víða hvar.
Høvundurin lýsir bók-
ina soleiðis á permuni:
I krignum, sum brast á
í Norðuramerika í 1755
millun — fraklendingar
og onglendingar, varð
hin níggju-ára gamli
Georg tikin fangi av
indíánum og vaks so upp
hjá irokesa-høvdingi-
num Bjørn Lítla og konu
hansara Middagssól.
Her fær hann navnið
Fuglur Blái og livir sum
indíáni. Hetta er heilt
annað liv enn tað, hann
er vanur við sum sonur
eini ensk niðursetuhjún.
Og tað er so ógvuliga
spennandi at liva saman
við indiånunum. So
nógv sum er gðrvísi, so
nógv sum ger hann ov-
farnan.
Tá ið kríggið endar,
verður hann latin leysur,
men taðertungtat venda
aftur ul gamla heim sítt,
sum er vorðið honum
fremmant. Hann leingist
aftur ul indiånararnar.
Ein spennandi skald-
søga, sum hugtekur ung
og eldri.
Ein sidsøguli skald-
søga, sum hegnisliga
sigur okkum frå livi
FUGLUR BLÅ!
indiånanna i gerandis-
degnum og veitslulag og
teirra = inniligu guðs-
trúgv.
sátt
fótafet flakka um fúnaða grind
á brúgu millum óbygdar oyggjar
krúpandi kenslur um steinrunna synd
lívsóttans orkulind
kýtandi kætið tá krubban er tóm
deymur av dreymhvitum døgum
forfedrar fevnast við vegamót
vík ikki frá mær, mín slóð!
har undir mánanum hond undir kinn
samstiltust sálanna streingir
sangurin setti tær røring í sinn
spakfor tú loyvdi mær inn
trilvandi tónar við heimsendagátt
dryppandi háhúsveggir
umgyrða eymleikans andadrátt
kenni teg aftur í nátt
frælsisfræ næla í grýtutu grund
laðast upp loyndarfull løding
kívsvirðið liggur í líðandi stund
loftandi framtíð í føding
Kári P '90