Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 1991síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Frá Landslæknanum: u"r Nr. 235 — 17. desember 1991 Saman um avbjóðingina Spurningurin um HIV/Eyðkvæmi meir! týdningarmikil nú enn nakrantíð Ougantíð áður hevur spurningurin um millum- tjóðasamstarv og fyri- byrgjandi virksemi havt sterri týdning enn nú. Mennisju ferðast alt meira kring heimin, og landamerk verða broytt ella kámast. Talið á HIV-smittaðum er í dag umleið 10 milli- ónir. Um 10 ár er talið helst ekt til 40 milliónir. Hvenn dag verða 5.000 fólk smittað. Eingin kann siga við vissu, hvussu skjót gongdin verður, men vit vita, at tað tekur drúgva tíð at broyta at- ferð hjá fólki og hugsunar- hátt viðvíkjandi HIV. Tað snýr seg ikki bert um at steðga eini farsót, men eis- ini um at ávirka fordómar og at byrgja fyri, at mis- munur verður gjørdur. Gongdin í heiminum er erkymlandi. Lága tilvitið um HIV saman við ekta sambandinum yvir landa- merk bróta slóð fyri skjót- ari spjaðing av smittu. Og Feroyar eru ikki av- byrgdar. Vit eru ein part- ur av heiminum, og heim- urin er ein partur av okk- um. At liva við smittu- vandanum er broytt til at leggja lítið í hann Í Sveríki vísir gongdin, at hóast hega kunnleika- stigið um HIV og tað stóra fyribyrgjandi virk- semi, ið har hevur verið, so er kortini ein órógvandi líkasæla viðvíkjandi smittuvandanum farin at gera um seg. Mong liva í folskum tryggleika og halda, at HIV ikki kann raka tey. Einki kann verða meira skeivt. Vand- in er ikki minkaður, og tamarhald er ikki fingið á steðuni. Hvenn dag verð- ur umleið eitt fólk staðfest smittað bæði í Danmark og í Sveríki. Framvegis eru nógvir samkyndir menn, men luturin av teimum, ið smittað verða við vanligari kynsligari samveru millum kvinnu og mann, ekist. Av teim- um verða nógv smittað uttanlanda. Ein annar stórur bólkur í Sveríki er innflytarar/flóttafólk, sum í dag fevnir um helm- ingin av nýfráboðaðum tilburðum. Vit eiga at virka meira sama um avbjóðingina Týdningarmikið er, at ungdómurin fær nóg mik- ið at vita um spurningin, eins og tað hevur serligan týdning at gera sum mest viðvíkjandi monnum, ið hava kynsligt samband við aðrar menn. Saman eiga kommunur, lands- stýrið og sjálvbodnar rerslur við eðrum at ar- beiða stødugt við hesum spurningi kring alt landið. Vandin við kynsligum sambandi uttanlanda eig- ur steðugt at verða havd- ur í huga. Og tað er ikki bert ein háttur at fáa hetta at eydnast, men heldur krevjast tveir. Vit eiga at fáa lív í kjakið um HIV/eyðkvæmi Í fyrsta lagi er neyðugt, at kjakið um hendan spurn- ing verður styrkt mun- andi í fjølmidlunum. Vit mugu royna at sleppa undan, at almenna kjakið fánar burtur. Vit mugu hækka medvitið enn meira. HIV snýr seg um nógv annað enn vandan fyri smittu. Í Sveríki fer áherðsla at verða løgd á kjak í fjøl- miðlunum grundað á frá- sagnir. Hetta ger boð- skapin lættari atkomulig- an, og fólk kunnu kenna seg samlík við persónar- nar í frásegnini. Á henda hátt slepst undan at lyfta peikifingrinum, ið kann fáa nógv at venda sær frá upplýsingini. Men miðlarnir eru sum nevnt bert eitt. Ikki er nóg mikið við teimum. Tað er tú — hin einstaki —, ið kann gera, at loysn fæst á vandamálinum Annar hátturin at náa málbólkarnar er við fólk- um, ið eldhugað eru fyri at loysa hetta vandamál. Tað er tú sjálv/sjálvur ymsastaðni í samfelag- num, ið prátar við menn- iskju. Tað er tú, ið hevur persónliga sambandið, ið einki annað kann setast í staðin fyri. Tí má tyngdin í arbeið- num liggja í samstarvi. Sjálvbodnir felagsskapir, skúlar, ungmannafelog, ítróttarfelog, tónleika- bólkar, sosial- og heilsu- verk mugu standa saman um avbjóðingina. Hetta hevur sterri týdning nú enn nakrantíð. Hegni Debes Joensen landslækni AAA AAA Stødan hjá okkum og aðrar staðir viðv. HIV/eyðkvæmi (AIDS) í dag Føroyar i Føroyum hava higartil 4 fólk fingið eyðkvæmi, og eru 2 teirra deyð. Í Feroyum hava 4 fólk fingið staðfest sjúkuna eyðkvæmi. 1 í 1989, 2 í 1990 og higartil í ár 1. 2 fólk eru deyð av sjúkuni. Umframt hesi 4 er kunn- leiki um 7 HIV-positiv fólk, sum í Feroyum hava fingið staðfest, at tey eru positiv. Av hesum tilsam- Talva 1 ans 11 fólkum eru 2 konu- fólk. Smittan er eftir ell- um at dema hend við kynsligum sambandi hjá ellum. Grønland i Grønlandi er i løtuni kunnleiki um 35 HIV- positiv folk — 24 mann- fólk og 11 kvinnur —, og eru av hesum 2 børn. Higartil hava 5 fólk fingið staðfest sjúkuna eyð- Talið á eyðkvæmissjúklingum í Danmark eftir kyni og vandaatferð Menn Kvinnur Fráboðaðir í Fráboðaðir í Smittuháttur november 91 Tils. november 91 Tils. Samkynt (homo- — seksuelt) samband 19 689 Misnýtsla av rús- eitri innanæðra 1 33 1 14 Samkynt samband ella vannytsla av rúseitri innanæðra 9 Faktorheilivágur til bleðara 19 Blóðflytan (trans- fusión) 7 9 Vanligt kynslig samband millum mann og kvinnu 2 70 25 Smitta frá móðir til barn í samband við feðing 5 4 Ókendur + i 1 21 1 Tilsamans 23 853 1 53 kvæmi. 3 fólk eru deyð av sjúkuni. 11 tilburðir av HIV-positivum eru higar- til staðfestir í 1991, og eru flestu teira smittað við vanligum kynsligum sam- bandi millum mann og kvinnu. Av teimum 11 til- burðunum vóru 5 konu- fólk. Ísland 30.9.1991 vóru tað 66 per- sónar í Íslandi, ið høvdu Talva 2 fingið ávíst HIV-andevni. Higartil í ár er smittan ávíst hjá 7 persónum. 4 nýggir tilburðir við eyð- kvæmi eru skrásettir í ár. Tilsamans hava 20 per- sónar í Íslandi fingið eyð- kvæmi, 17 menn og 3 kvinnur. Av teimum 66, ið hava fingið ávíst HIV- andevni, eru 56 mannfólk og 10 konufólk. 11 fólk eru higartil deyð av eyðkvæmi í Íslandi. Talið á eyðkvæmissjúklingum fráboðaðir 30.11.991 býttir sundur eftir bústaði Tíðleiki Amt | ———————ilburðir. pr 100.000 1. Keypmannahavnar kommuna 436 93.8 2. Frederiksberg kommuna 113 131.7 3. Keypmannahavnar amt 117 19.4 4. Frederiksborg amt 42 122 5. Roskilde amt 22 10.1 6. Vestur Sæland amt 18 6.3 7. Storstrøms amt 17 6.6 8. Bornholms amt 4 8.7 9. Fyns amt 21 4.6 10. Sudurjyllands amt 6 2.4 11. Ribe amt 5 2.3 12. Vejle amt 13 3.9 13. Ringkøbing amt 10 3.7 14. Århus amt 53 8.8 15. Viborg amt 4 1.7 16. Norðurjyllands amt 16 3.3 17. Annað amt 9 — Tilsamans 906 17.6 Danmark Í Danmark vóru pr. 30. november 1991 skrásettir 906 tilburðir við eyð- kvæmi, og av hesum vóru 24 fráboðaðir í november 1991. 572 vóru deyð av sjúkuni. Býtt upp eftir kyni og aldursbýti er steðan tann, ið talva 1 sýnir. Talið á eyðkvæmissjúk- lingum í Danmark pr. 30.11.91 býttir sundur eftir bústaði sæst á talvu 2. Í Danmark hava tey kunnleika um millum 3.000 og 3.500 fólk við HIV-andevni. Serken meta talið á fólki smittað við HIV í Danmark í dag Talva 3 Eyðkvæmistilburðir staðfestir til 30.6. ella 31.7.1991. Belgia 896 Finland 88 Frakland 15.434 Grikkaland 492 Håland 1799 Irland 205 Italia 9.792 Noreg 220 Portugal 676 Spania 9.112 Svørtki 587 Sveits 1.891 Stóra Bretland 4.758 Týskland 6.708 at liggja um 5—6 túsund, men stór óvissa er um hetta. Í løtuni verður um- leið 1 nýggjur HIV-posi- tivur persónur ávístur um dagin í Danmark. Onnur lond í Europa: Viðvíkjandi talinum á eyð- kvæmissjúklingum í nekr- um eðrum europeiskum londum verður víst til talvu 3. Smitta við vanligum kynsligum sam- bandi millum mann og kvinnu Í letuni eru 30% av øllum, ið fáa ávíst HIV-andevni í Danmark, fólk, ið eru smittað við vanligari kyns- ligari samveru millum mann og kvinnu, og er hetta tað sama sum ein nýggjur smittaður triðja hvenn dag. Talan er um eins nógvar kvinnur og menn, og er helmingurin av teimum smittaðu uttan- fyri Danmark. Hegni Debes Joensen landslækni 2. 8 oovsestrevevs0dverve vtu vor -Æysturríkir = … vent «SQ se 418 EIIIILAS