Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 235 — 17. desember 1991 ítróttur Flogbóltur: Spenningur Í mansdeildini hava trý lið, Fleyr, ÍF og Mjølnir oll 9 stig fyri 5 dystir. ÍF og Fleyr hava tapt sínar dystir móti hverjum eðr- um, meðan Mjelnir hevur tapt fyri ÍF. Fleyr og Mjelnir hava ikki leikt enn. Hjá kvinnunum er Mjelnir best fyri. Tær hava vunnið allar sínar dystir. Vit hava í dag stuttar frásagnir um dystirnar millum Fleyr og ÍF meist- aradeildin menn. Í fríggja- dagsblaðnum ætla vit at siga frá kvinnudystinum millum Fleyr og Mjølnir og dystinum í mansdeild- ini millum Falk og LÍF. Dystirnir, ið eru eftir í ár eru hesir: Leyg. 21/12 Falkur-Fleyr, meist. menn Leyg. 21/12 Falkur-Fleyr, meist. kvinnur Sunn. 22/12 ÍF-Mjelnir, meist. menn Flogbóltur Meistarad. menn: Leikdagur: Sunnudagur 5. okt. 1991 Leikstaður: Kambsdalur Lið: IF—Fleyr 2—3 Settúrslit: (15—12) (8—14) 11—15) (15—13) (12—15) Leiktíð: 109 min ÍF Suni Hansen, Odd Eliasen, Alvur Hansen, Beinir Kristiansen, Bjarni Joensen, Bogi Lervig, Ólavur Ellings- gaard, Jan O. S. Holm Fleyr: Jákup W. Sivertsen, Hanug Joensen, Sveinur Poulsen, Eli Hegnesen, Pauli Hansen, Tummas Óli Mortensen, Jan Hentze, John Lindberg, Kári Magnussen 1. dómari: Jens A. Winther, Falkur 2. dómari: Alex Hentze, Falkur. Skrivari: Randi Larsen Fleyr vann fyrra topp- dystin í meistaradeildini hjá monnum á Kambsdali seinasta sunnukveld móti IF. Teir uml. 90 áskoðar- arnir sóu ein spennandi dyst, sum Fleyr vann 3—2 eftir fimm drúgv sett. Fleyr var betra liðið. | Teir hevdu betri álops- spæl og vóru tað Jan Hentze, Hanus Joensen og Eli Hegnesen, sum gjørdu mest um seg i álopinum. Blokadan og uppbakn- ingurin á gólvinum hjá Fleyr vóru sera góð. Og tá ÍF hevði trupult við at fáa álopsspælið at ganga, so tryggjaði Fleyr sær ein sigur í fyrsta av fýra dystum millum hesi bæði liðini hetta kappingarárið. Rættvísari hevði nokk verið 3—1, tí ÍF slapp alt ov lætt inn aftur í dystin í fjórða setti, tá Fleyr var á odda bæði 7—0 og 13—6, men tapti 13—15. Ein fult uppiborin sigur til Fleyr. Flogbóltur Meistarad. menn: Leikdagur: Leygardagur 14. des. 1991 Leikstaður: Gundadalshellin Lið: Fleyr—ÍF 2—3 Settúrslit: (15—10) (12—15) (12—15) (15—12) (12—15) Leiktíð: 119 min. Fleyr: - Jákup W. Sivertsen, Hanus Joensen, Sveinur Poulsen, Eli Hegnesen, Pauli Hansen, Tummas Óli Mortensen, Jan Hentze, John Lindberg, Kári Magnussen IF: Suni Hansen, Odd Eliasen, Álvur Hansen, Símin Lassa- berg, Beinir Kristiansen, Bjarni Joensen, Bogi Lervig, Kenneth Neshamar, Ólavur Ellingsgaard 1. dómari: Jón Kári Frede- riksen, Mjelnir 2. dómari: Jóannes Poulsen, Mjølnir Skrivari: Gry Patursson Bert eina viku eftir fyrsta dyst millum IF og Fleyr hittust lidini aftur, hesa- ferd i Havn. Og tann dyst- urin var einki aftanfyri tann fyrra á Kambsdali. Tó vann ÍF seinna dystin. Tveir tímar og fimm sett máttu til at finna ein vinnara, og hesaferð vóru fuglfirðingar teir drúgv- aru, blokadan og verju- leikurin virkaðu væl. Somuleiðis fingu teir meiri bit í álopið. Suni Hansea, Odd Eliasen og Símun Lassaberg vóru uttan iva teir, ið gjørdu mest um seg í álopinum. Í verjusteðu leiktu allir væl. Hjá Fleyr bar ikki til hendan dagin. Teir fingu ikki avslutningarnar í álopinum at verða líka av- gjørdar sum teir vanliga megna. Somuleiðis fang- aðu teir ov fá av lobbun- um frá ÍF í seinasta sett- inum. Enn einaferð ein spenn- andi og góður dystur mill- um Fleyr og ÍF, sum ÍF hesaferð vann. Judokapping Sunnudagin skipadi Judo- sambandid fyri Steypa- kapping fyri lid. Steypid er eitt ferdasteyp. Hetta varð aðru ferð, at skipað varð fyri hesari kapping og ikki kann sigast annað enn at luttekan var góð. Fyrsta árið vann Havn- ar Judofelag steypið hjá monnunum, og teir ætlaðu sær at varðveita tað hetta árið við, men tað varð við harðari kapping frá Sunda Judofelag og Klaksvíkar Judofelag. Úrslitið varð tað at Havnar Judofelag vann steypið, so um tað ikki skal ognast av Havnar Judofelag, mugu hini fe- legini klára at basa Havnar Judofelag næsta ár. Teir, ið mannaðu liðið hjá Havnar Judofelag vóru: Menn: Benny Ejdesgaard, Búgvi Poul- sen, Finn Hansen, Uni Petersen og Ingi å Tør- garði. Sunda Judofelag: Lenn- ard Hansen, Hergar Han- sen, Sam Wang, Johannus Johannesen og Høgni Vesturdal. Klaksvíkar Judofelag: Signar Langgaard, Brian Rygaard, Hans Edmund Josefsen, Birgir Christi- ansen og Essa Johanne sen. Hjå dreingjunum var spenningurin ikki so stórur hjá Sunda Judo- felag um teir fóru at vinna steypið aftur í ár, av tí at teir ikki kundu manna lið, so spenningurin var mill- um Havnar Judofelag og Klaksvíkar Judofelag. Úrslitið varð at Havnar Judofelag vann 40—10 og sostatt fór steypið í ár til Havnar Judofelag. Teir, ið mannaðu liðini hjá dreingjunum vóru, hjá Havnar Judofelag: Jens Jakobsen, Petur Borgarlíð Jan Max Andreasen og Rúni Eysturlíð. Hjá Klaksvíkar Judofe- lag: Luis Poulsen — Kalex Black og Jákup Mikalsen. um vikuskiftið Flogbóltsúrslit Úrslit frá landskappingini hetta vikuskiftið Meistaradeildin, kvinnur: Fleyr-Mjølnir Falkur-TB TB a-Dráttur Meistaradeilain, menn: Fleyr 1-IF Falkur-LIF I. deild, kvinnur: Fram-IF TB b-Mjølnir b 1. deild, menn: Fram-SI 2. deild, kvinnur: Falkur-Fossanes TB c-Dråttur 2. deild, menn: SI-Fram 3. deild, kvinnur: LIF-Fram d LIF-Fram b Blindastovnur Føroya hevur opið månadag— fríggjadag kl. 9—16. Telefonir: 18222 og 19288. Eyðkvæmislinjan svarar alt samdegrið á tif. 18820. Týsdagar kl. 16.00—18.00 fæst persånlig ráðgeving og serligir spurningar verða svar aðir. Manningin hjá Havnar Judofelag, ið vann kappingina. Standandi: Ingi á Tórgarði, Finn Hansen og Uni Petersen. Húkandi: Benny Eidesgaard og Búgvi Poulsen