týsdagur 17. desember 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
t
Javnleikur millum
Mim og Klaksvík
Mimir og Klaksvíkar
Klubbi spældu javnleik í
billardkappingini seinasta
vikuskiftið. Úrslitið varð
9-9 og má sigast at vera
sjáldsamt i kapping.
Sjáldan enda dystir við
javnleiki. Taka vit so eyg-
uni, so hevði Klaksvíkar
Klubbi munin. Teir høvdu
umleið 10 eygu í meðal,
sum má sigast at vera
gott. Mimir heyði umleið
9 eygu í meðal. Besti
spælari var Heimir Ottos-
son við 5 stigum og 10,36 í
meðal. Næstur honum var
Niels Hansen úr Mimi við
4 stigum og 10,06 eygum.
Hinir báðir spælararnir úr
Klaksvík, Jan Poulsen og
Terji Sigurðsson, hevdu
9,60 og 9,37 eygu í meðal.
Tórur Strøm úr Mimi
hevði besta meðaltalið í
kappingini við 11,7
eygum. Tridi spælarin hjå
Mimi, Suni Selfoss, hevði
4,8 í meðal.
Hin dysturin í 2. deild
varð spældur í Vági
millum Vág 2 og Havnar
Klubba. Henda dystin
vunnu vágbingar við 12-6.
Besti maður í kappingini
var Hans Joensen úr Vágs
Klubba, sum vísti framúr
gott spæl.
Nr. 235 — 17. desember 199 I
Stødan i 2. deild er tann,
at vågbingar 1 liggja klárt
á odda, Mimir er nr. 2 og
Klaksvíkar Klubbi nr. 3.
Billa rd 1. deild:
Havnar Klubbi liggur
framvegis klårt å odda i
billardkappingini i |.
Eyðfinn
g René
Í essinum
deild. Seinasta vikuskiftið
vann Klubbin 12—6 á
Tveroyrar Klubba, Mimir
1 vann 14—4 á Klaksvíkar
Klubba og Marinusteðin
vann 16—2 á Mimir 2.
Við hesum úrslitinum
hálaði Mimir 1 tvey stig
inn á Havnar Klubba, sum
nú liggur 8 stig framman-
fyri. Í botninum er steðan
tann, at Klaksvíkar
Klubbi nú er ringastur við
22 stigum, tó bert tvey
stig aftanfyri Tveroyrar
Klubba.
Har vóru fleiri áhuga-
verd úrslit í kappingini. Í
dystunum í Havn vóru
teir báðir Eyðfinn Hansen
úr Mimi 1 og René Seren-
sen á Marinusteðini veru-
liga í essinum. Teir
spældu framúr gott bill-
ardspæl.
René Serensen skoraði
ikki færri enn 32 eygu í
meðal og ein einstakan
dyst uppá heili 944 eygu.
hetta er av tí besta vit
hava sæð her heima yvir-
hevur. Á liðnum hjá
Marinusteðini stóð Teddy
Petersen seg eisini væl við
15,5 eygum í meðal. Mim-
ir 2 hevði ein ringan dag.
Bestur var heldur óvænt-
að Nemus Djurhuus við
15,5 eygum, sum er eitt av
hansara bestu úrslitum.
I dystinum millum
Mimir 1 og Klaksvíkar
Klubba brillieraði Eyðfinn
Hansen. Hann spældi sína
bestu kapping nakrantíð
við ikki minni enn 27
eygum í meðal. Allir dyst-
irnir vóru omanfyri 500
eygu.
Jan Miller og Magni
Dalsgaard, sum báðir
taptu hver sín dyst móti
klaksvíkingum, høvdu
åvikavist 17,8 og 16,3 i
medal.
Tad hevur heldur ikki
gingið so væl i hond hjá ti
besta klaksvikinginum i
mong år, Sonhard Jo-
hannesen. Men hesaferð
gekst betur. Hóast Son-
hard bert vann ein dyst,
so hevði hann eitt sera
gott meðal upp á 23 eygu.
Besti dystur hansara var
uppá 564 og hann hevði
eisini besta umfarið upp á
154 eygu. Nýggi spælarin
á liðnum, Rani Hansen,
stóð seg sera væl. Hóast
hann tapti allar dystir, so
hevði hann 11,1 í meðal,
sum er sera gott, nú hetta
er fyrsta árið. Honum
kunnu vit vænta nakað av
í komandi kappingunum.
Tað er greitt, at klaks-
víkingar eru í niðurflyt-
ingarvanda í letuni. Skulu
teir sleppa undan at fara
niður í 2. deild, so mugu
allir spælararnir taka sær
um reiggj og vinna nakrar
dystir.
Havnar Klubbi tapti
seks stig á Tvøroyri.
Hetta vóru helst fýra stig
meia enn teir hevdu rokn-
að við. Men triði maðurin
á liðnum, og veikasta lið-
ið, Eli Zachariasen, sum
annars hevur klárað seg
framúr væl í kappingini
higartil, mátti niður við
flagginum í ellum trimum
dystum. Eirikur Nielsen
var bestur við 23,57 í
meðal, meðan Steingrím
Samuelsen hevði 23,23 í
meðal, tvey sera góð úr-
slit. Bestur hjá tvera-
monnum var Oddur
Dimon við 15,83 í meðal.
Billard 3. deild:
Góð úrslit
Tveir dystir hava verið í 3.
deild. Kaggin 1 vann á
Tvøroyrar Klubba við
14—4. Bestur var Jerleif
Næs við 15,6 eygum í
meðal, men næsti maður á
liðnum, Jens Christian
Hansen, hevði eisini eitt
framúr gott úrslit við 12,3
í meðal, sum má sigast at
vera hansara besta nakr-
antíð. Besti maður á lið-
num hjá tveramonnum
var Max Rasmussen við
8,9 í meðal.
Tórshell 1 vann 10—8 á
Mjerkadali. Her skoraði
besti maðurin hjá Tórshell
sítt besta úrslit í kapp-
ingini, 15,66 eygu í meðal,
sum er sera gott. Besti
maður hjá Mjørkadali var
Jens Jørgensen við 9,27
eygum.
Kappingarnar byrja aft-
ur i januar.