Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. desember 1991síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= lond sum Feroyar mugu grulva fyri at fáa loyvi at koma upp í part. Hóast norðmenn óivað hava mest sær sjálvum at takka fyri nýggja lág- marksseluprísin fyri laks í EF, so hevði í hvussu so er ikki borið til hjá lítla Noreg at ásett ein ávísan minstaprís á t.d. alumini- um úr Týsklandi við tí grundgeving at tað var ódýrari enn tað norska. — Fyri ikki at tala um, um vit kravdu ásett ein minstaprís uppá Cadbury sukurlátu, tí hon var ódýr- ari enn feroyska Solitude. Próvgrundirnar fyri imaskap í EF sýna, at EF ikki verður roknað sum nakað »gott« í sjálvum sær — heldur er tað rædsl- an fyri at verða útistongd- ur frå ti sonevndu »menn- ingini«, id fær folk/lond at vilja krúpa inn undir EF- veingirnar. EF-limaskap- ur er sjálvandi góður sum búskaparligur virkismúli móti teimum, ið standa uttanfyri EF, men hevur av somu grund bert á- huga, júst tí at onkur stendur uttanfyri — og bert so leingi onkur ger tað. Stremba EF's er tí jåst tad øvugta av ti heimsfelagsskapi okkum so harðliga tørvar i dag, fyri at kunna byta til- feingi heimsins meira rættvist = menniskjanna millum. Ja, i roynd og veru er EF tjóðarsjálv- sekni av ringasta (fyri ikki at siga »fulasta«) slagi, bert í sterri mát. Hetta er júst tað sum Sambands- flokkurin, líka síðani hann var stovnaður, hevur barst sum úlvur á skóg í- móti. Tí undrar tað í hvussu so er meg, at — av øllum — hesin flokkur sum tann einasti í landin- um sigur seg vilja atkveða fyri limaskapi í EF. Kappingarkriggj. Frå land- til bråkarahertøku Kappingarsamfelagið skapar vinnarar og tapar- ar. Í dag eru tapararnir við yvirlutan, skulu vit døma eftir húsagangslýs- ingunum og teimum nongu, ið eru uttan ar- Men tíðirnar í Vestur- eiminum hava búskapar- ga verið eins tungar og yngri áður — t.d. fyri 70/ SO árum síðani og aftur yri 50/60 árum síðani. iðar ferðirnar var or- skin søgd at vera til :ingistrot, og leysnin var Meiri land íLebens- raum), landnám, fleiri hjå- Úrslitið var tveir heimsbardagar. Men tá hoyrdi tú hóast alt brest- irnar frá bumbunum og Kotunum, og tú visti á leið hvar vandin var sterstur. Kappingarkríggið í dag er ljóðleyst og figgindin at siga Osjonligur — tú varn- ond. Nr. 235 — 17. desember 1991 ast hann ikki, fyrr enn pantifútin stendur í dur- unum. Landnáms-hugsan- in er slept, hóast hon kanska í ávísan mun er býtt um við »havnåm« (t.d. havøkini kring Rokk- in, Jan Mayen, Bjarn- oynna, Hopen, Svalbard 0.s.fr.), men meðan fisk- urin er vápnaleysur, høvdu blámenn hóast alt spjót og ervar at verja seg við. Tilfeingið, ið kríggjast verður um í dag, er brúk- arin. Tað eru vit — tú og eg ella kanska rættari Jagt: Tann partur av okk- um, ið hava og vinna pen- ing. Vápnini eru fremst av øllum fjelmiðlarnir, hesar andaligu maskinbyrsur, ið nærum dagin á tamp og dag undan degi hamra og duka í okkum, hvat vit skulu eta og drekka, hvussu vit skulu búgva, sita, sova, ganga, koyra 0.s.fr., ja, eisini hvussu og hvat vit skulu hugsa, so vit at enda verða vovin fest inn í eitt brúkara- mynstur, ið vit íkki megna at slíta okkum úr. — Roynir onkur tað kort- ini, verður hann útihýstur av samfelagnum. Avleiðingarnar Tað bert fáur tykist at hugsa um er, at hetta okk- ara brúkaramynstur er at- voldin til eðrumegin: At 1,5 milliardir menniskju liva á hungursmarkinum harav triðingurin eru bein- leiðis heilsubrekað, 1,4 milliardir hava ikki reint vatn, 600 milliónir eru ar- beiðsleys og hvert ár doyggja 40/50.000 bern í hungri (tvs. líka nógv sum alt okkara samfelag). Og hinumegin: At um dálk- ingin, eitringing og geisl- ingin av luft, jorð og vatni saman við oyðingini av frumskógunum og eðrum lívsneyðugum tilfeingi heimsins heldur áfram sum higartil, so er vandi fyri at longu um 40—50 ár er valla livandi á jerðini (»Our Common Future«, »Worldwatch«, FAO). Kommunistiski planbu- skapurin er (var) i veru- leikanum bygdur upp i kapping vid Vesturheim- in. Munurin er bert, at i kommunistlondunum er utgangsstødid marknadar- einkarrætturin (innara marknaðin), meðan hesin einkarrættur sum nevnt er aðalmálið — gularåtin — ið marknaðarbúskapur- in strembar fram ímóti, men vónandi ongantíð eydnast at rekka heilt. Kommunistlandanna lut- ur av eitringini og dálk- ingini av lívhválvinum (biosferuni) er upp á seg nógv størri enn lutur Vesturheimsins, men gev- ur okkum samstundis eina mynd av, hvat vit kunnu vænta okkum jú nærri marknaðarbúskap- urin nærkast sínum aðal- máli, nærkast gularótini. Tey ríku marknaðarlondini Vit royna sjálvandi at selja okkara fiskaverur har vit fáa sum mest fyri tær. og verður tá talan um serliga hesar — hver sær meira og minni avbyrgdu marknaðir: Lond Fólkatal USA/Canada 300 mill. EF 320 mill. Arabaralondini 340 mill. Japan 120 mill. Her mugu vit gera okk- um púra greitt, at jú nærri vit knýta okkum at einum av hesum marknaðunum te. EF — jú størri verður búskaparliga fjar- steðan (gjeld/tollur kemur ímillum) til hinar markn- aðirnar. Í dag er okkara hevuðs- marknaður EF og hyggja vit einans eftir útflutnins- virðinum sum hann er júst nú, so er kanska rætt at siga — men bert út frá ein- um letuvinnings sjónar- miði — at tað búskapar- liga »lønar« seg fyri okk- um at gerast limur í EF. Nú finnast jú onnur virði enn tey búskaparligu, og eg skal her heldur ikki gera nakrar metanir um hvussu leingi vit høvdu kunnað dansað rundan um gullkálvin um vit komu í EF. Heldur vil eg royna at nærkast tí spurn- ingi, tú í dag — av góðum grundum? — ongantíð sær settan: Hvønn tydning hevur tað fyri EF at Noreg, Ísland, Føroyar og Grøn- land gerast limir i hesum felagsskapi? Vit kunnu byrja vid okk- ara egna landi. Vid »havbønum« eru Føroyar umleid 275.000 km? til støddar, t.v.s. eins stórar og t.d. Italia (60 mill. íb.) ella uml. 4 ferðir so stórar sum Benelux- londini (25 mill. íb.). Har- næst telist okkara havbø- ur millum teir reinastu í heiminum, feskvatnið í okkara áum, lekjum og vetnum er yvirhevur eisini so reint, at tað kann drekkast beinleiðis, og luftin er enn sunn og frísk. Í EF-londunum er stór- ur partur av jerðini longu um at verða útpínd, skóg- irnir eru nógva staðni doyggjandi, luftin ósunn og feskvatnið í åunum og vøtnunum so dálkað, at tú ert i vanda fyri at verda eitraður um tú drekkur tað beinleiðis. Havbgur okkara fram- leiðir árliga uml. 300/ 350 milliónir tons av »hav- grasi<! (Plantu-plankton). Hevdu vit t.d. kunna havt seyð gangandi á hesum »bøi«, vildu vit kunna framleitt o.u. 30 milliardir Síða 15 kg. av seydakjøti árliga, ið svarar til o.u. 1.000 milli- ardir krónur ella meira, t.v.s. 20 mill. kr. pr. i búgva pr. år. Kanska ganga 50 år, kanska 200 ár áðrenn vit hava lært okkum hvussu vit skulu fáa veruliga nyttu av hesum ómetaliga stóra lívrunna tilfeingi, men tað er so har tek til okkara eftirkomarar sam- an við tí, ið undirgrundin enn fjalir. Nýtist mær at siga meira? — EF vil sjálvandi himmalsfegið hava lond sum Feroyar, Grenland, Ísland og Noreg við teirra ómetaliga ríku »havbø- um« og undirgrundum í sín fevning. Treytin fyri hegu livikorini í EF-lond- unum er júst framhald- andi vekstur stórídnaðar- ins, men fyri at kunna halda áfram tervar honum steðugt vaksandi negdir av eins væl lívrunnum sum ólívrunnum ráverum, og hvar frá skal so hetta tilfeingi koma? Higartil hevur ídnaðurin í ein stóran mun fingið sín- ar ráverur úr menningar- londunum, lutvíst í býti við vápn, men horvna kommunisthóttanin, vaksandi fólkatalið, hung- ursneyð og kanska eina- mest av øllum: Broytta tilvitskan hjå hesum få- tæku fólkunum, hevur trýst fram krev um sjálv- bjargni av øllum neyð- synjarverum, og minking av útflutninginum av ótil- virkaðari ráveru. »Heilatrusturin« i Brux- elles er pinliga væl vitandi um hesar depru framtíðar- vánir stórídnaðarins, men látast sjálvandi sum alt stendur væl til, tí sum er liggur veruliga skrædlið kanska 6—10 ár fram í tíð- ini, og til ta tíð vil nýtt til- feingi úr Norðurlondunum og Eysturlondunum vera tekt, so veksturin kann halda á fram enn nøkur år. Eitt mark er fyri allan vøkstur Allur stórídnaður grundar sín vekstur og menning á langfreistaðar ætlanir, ofta 20—40 ár ella longur fram í tíðina, og politikar- arnir mugu fylgja somu kós, skal teimum vera lív lagað sum politikarar. Yvirhevur er tað henda kós stórídnaðarins, ið tey seinastu 40 árini hevur skapt ta vælferðarsamfe- lag, vit her í Vesturheim- inum hava livað í. Men seinastu árini hevur tað byrjað at sansað meira og meira at: Årligi figgjarligi vøksturin er minkadur og arbeiðsloysi hevur verið vaksandi. Náttúran hev- ur svarað aftur: Greðin er ikki longur í vekstri, men tverturímóti í minking nógva staðni, og jerðini tervar steðugt meiri tæð- ingin ikki verða ov ógvis- lig. Hin vegin skapar vaksandi tæðingin stórar umhvervistrupulleikar. Í havinum er tað ikki mætari: Eystursjógvurin og stórur partur av Norð- sjónum eru longu so dálk- aðir og eitraðir av ídnað- inum og landbúnaðinum, at har er longu farið út um nærum øll mørk. Í Norður- Atlantshavinum hevur dálkingin enn ikki skapt veruligar trupulleikar, men hin vegin vita vit, at her eru flest allir teir van- ligu fiskastovnarnir (tosk- ur, hýsa, seiur, sild og makrelur) meira og minni niðurfiskaðir, ella á mark inum at verða tað. Lív- runna tilfeingið í hesum havinum er tó ómetaliga ríkt og avbjóðingarnar eins stórar. — Loysunar- orðini her eru: Vilji, sjálvs- álit, hugflog og eitt sindur av teknifreði. Meðan politikararnir í Vesturheiminum tey sein- astu 10—15 árini hava verið noyddir at slakað fyri stødugt fleiri av krev- unm frá teimum vaksandi umhvervis- og náttúru- verndarrerslunum, hava politikararnir í kommun- istisku londunum ikki nýtst at tikið somu fyrilit — politikararnir her vóru jú samstundis »idnadar- bossar«, so her er oyðing- in, dálkingin og eitringin av lívhválvinum yvir- hevur nógv verri. Planbúskapur, markn- aðarbúskapur ella norreni >blandingsbúskapur<? Sama hverja skipan vit vilja, og hvar vit snúgva okkum, so renna vit í dag hevdið ímóti. Samanumtikið Í gerandisdegnum verður tú ofta spurdur, um tú ert sosialistur (>vinstravend- ur«) ella liberalistur (»høgravendur«), ella tú verður beinleiðis skírdur at vera skjótt hetta skjótt hatta. Fyri meg er tað eins og gravað verður upp tvey hálvrotin lík (Karl Marx og Adam Smith). sum eg so skal velja millum. Hví skul vit partú grava upp gomul lík, og halda fast við tað, sum var — tað vanabundna? Tað er í dag vit liva, og tí mugu vit royna at gera okkum eina heildarmynd av tí, sum fyriferst kring okkum í dag, hvenn veg menningarlieðin tykist ganga, hver steða okkara er í hesari mynd, og hverjar møguleikar vit, við tí fólki ið her býr, og tí tilfeingi vit ráða yvir, hava at mennast í ellum hesum — eg mundi næst- an sagt: Hurlivasa. Hugsa vit einans í »pengum«, so er heimsins ríkasta tjóð í dag Japan, men eingin tjóð hevur í mun til fólkatalið so fá- tækt náttúrutilfeingi sum júst henda tjóð. Hin yegin so skilligt hevur vist å, at fyri = vinnulívið hevur náttúrutilfeingið lítið og einki at siga í mun til vit, skil og hugflog menniskj- unar, tá ell draga somu línu. Her hjá okkum hevur tað tey seinastu 10—15 árini sum kunnugt verið yvirhevur teir somu 8—10 mans, ið »vita best«, ið hava drigið línuna og á- framt »draga« og stýra vinnulívið og tí eisini førda politikkin í hesum landi. Úrslitið kenna vit Somu menn onkur teirra sigur tað beinleiðis, aðrir krógva sína hugsan — vilja at Feroyar skulu gerast limir í ET Sama hvat hver okkara heldur er best fyri sam- felagið, so skulu sjálvandi vit ell hava meguleikar at kenna okkum heima á hesum klettum. Men tað krevur aftur, at vit eðru- megin viðurkenna og virða at onnur kunnu hava eina heilt aðra fatan av lívsvirðum og lívs- dygdum enn vit sjálvi, og hinumegin: At egnu, trongskygdu áhugamál ella stuttfreistaðar vinn- ingsloysnir fyri samfelag- ið ikki eru avgerandi í okkara steðutakan til eitt fyri landið so grundleggj- andi týdningarmikið mál sum limaskapur í EF. Í mun til fólkatalið eiga vit eitt ómetaliga ríkt náttúrutilfeingi, ið endur- nýggjar seg sjálvt á hverj- um ári. Fólkið er vælút- búgvið, men tað verður stýrt við harðari hond, uttan veruliga at vita av tí, tí hendur teirra 8 - 10, ið »draga línuna< eru ósjónligar fyri tey allar flestu. Tær rekka tó alla staðni: — Har lógir verða smíðaðar, har sterv verða sett, har ílegur verða framdar, har peningur verður játtaður, har dómir verða sagdir, har kirkjur og samkomuhús verða bygd, ja, inn í barnagarð- arnar, skúlastovurnar, sjúkrahúsini, SEV, Landsverkfreðingin, landsstýrið osfr., osfr. Hesar ósjónligu hendur teirra, ið „vita best< góð- taka ikki eðrvisi hugsandi menniskju og nema ikki lærdóm frá annar manna vitan og royndum. >Sjálv- søkni« og >Makt zirnd< er teirra búmerki. Megna vit ikk: at slíta okkum leysar úr hesum køvandi, kálkaðu hondum og eggja fram íólksins sjålvsålit, hugflo=, handa- ligu og andaligu skapandi evni og ikki minst: Lívs- gleði og álit ti! lívið og medmenniskju ja, so megna vit heldur ikki at forða fyri at ríka náttúru- tilfeingi okkara verður handað Bruxelies, og hvussu tað verður umsitið frá hesum maktarinnar miðdepli, skuldi verið lætt at gitt. Tormóður Dahi