Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2003síða 20

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 65 - 3. apríl 2003 Nr. 65 - 3. apríl 2003 39 Al-Anon í Vágum Fundur fyri avvarðandi hjá alkoholikarum er hvørt týs- kvøld kl. 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu lækna- miðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnu- dag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mán- aðinum – opin fundur kl. 15. AA í Vági AA fundir verða í Undirhús- inum onsdag og leygardag kl. 19.00. Blái Krossur – Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur – Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losj- uni á Eiði annaðhvørt týskvøld kl. 20. Meira fæst at vita á tlf. 315575. ACA (Adult children anonymous). Fundur fyri tilkomin, ið eru uppvaksin í alkoholiskum ella dysfunktionellum familjum er hvørt leygarkvøld kl. 20.00- 21.30 í Reinsaríinum, Tórsgøta 5, Tórshavn. www.aca-danmark.dk. E-mail: acafaroeislands@hotmail.com Opin roykfríur fundur fyri øll áhugaði er hvønn sunnudag kl. 16.00-17.00, í Mariu- kirkjuni, Varðagøta 16. Náttarravnarnir í Tórshavn Tín stuðul ger mun! Blív lim- ur ella gang ein royndartúr. Ringið Carl 215570, Guðrið 220019, Hans Jákup 217818, Tone 261165, Ella 316261, Arni 222552. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hós- kvøld eftir avtalu. Føroya Heimavirkisfelag Postboks 1209 - 110 Tórs- havn. Teldupostur: fhf@craft.fo Heimasíða: www.craft.fo Samband við felagið fæst við at ringja tlf. 22 95 83. Umsóknarbløð til Heima- virkisleguna í Danmark í summar kunnu fáast við at venda sær til felagið. LFÚ-skrivstovan hevur opið mánadag og mikudag millum kl. 12 og 16 og týsdag kl. 16-18. LFÚ-ráðgevingin hevur opið týsdag og hósdag frá kl. 16-18. LISA Frá 24. februar er skrivstovan hjá Listafólkasambandið Føroya í Pætursarstovu opin soleiðis: mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag frá kl. 9-12, týsdag er opið frá kl. 18.30- 20.30. Limir eru vælkomnir inn á gólvið. Tlf. 320197. teldupostur: lisa@lisa heimasíða: www.lisa.fo Lymfødemfelagið Box 2113, FO 165 Argir Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð. Samband fæst við felagið á tlf. 448454, Fía í Túni, ella tlf. 313424, Arnhild Johannesen. Amnesty International, Føroya deild Tinghúsvegur 18, 4. hædd Tlf. 315816 Skrivstovan er opin mánadag frá kl. 13.00-17.00 og mikudag frá kl. 9.30-17.30. Heimasíðan: www.amnesty.fo Teldupost: Amnesty-Amnesty.fo Føroyskir fiskimenn uttanlands tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiski- menn í Canada, Svøríki, Dan- mark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Parkinsonfelagið MBF-húsið, Íslandsvegur 10C Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband fæst við felagið hjá Tórhild, e-mail: torhildm@post.olivant.fo Hildebjørg, tlf. 313897, e-mail: jwimport@post.olivant.fo Nakað av bókum eru til láns hjá felagnum. Giktafelag Føroya Íslandsvegur 10 C FO-100 Tórshavn T-post: gikt@gikt.fo www.gikt.com Skrivstovan: Tlf. 31 02 37 Opið: týs- og hósdag kl. 11.00-14.00. Fibromyalgibólkurin: Opið mánadag kl. 11.00-13.00. Foreldraumboð: Nicolina Højgaard, heilsusystur tlf. 31 47 50 Ungdómsumboð: Sára Tummassardóttir tlf. 37 31 06. MÁF (Meginfelag Áhugaleikara Føroya) heldur til í húsum Hans Andrias Djurhuusar undir Pisuvarða 2, Tórshavn Tlf. 315624 og 315688, Faks 315924, e-mail: maf@maf.fo og maf@post.olivant.fo Heimasíða: www.maf.fo Opið er: má. og tý. kl. 10-15, mi. kl. 13-18, hó. og fr. kl. 10-15. Endamál felagsins er at stuðla áhugaleiklist og menna hesa mentunargrein í Føroyum. Formaður: Hilmar Joensen, Nólsoy. Listarligur ráðgevi: Birita Mohr. Dagl. leiðari: Malan Matras Joensen. Heilafelagið, MBF-húsið Íslandsvegur 10C tlf./fax 321520 Telefontíð hvønn týsdag kl. 18.00-20.00. MBF – Meginfelag teirra brekaðu Skrivstovan er opin allar gerandisdagar millum kl. 09.00 og 16.00. Íslandsvegur 10C, FO-100 Tórshavn. Tlf. 317373. Fartlf. 264839. Faks: 310813. t-postur: mbf@post.olivant.fo Heimasíða: www.mbf.fo Alzheimerfelagið Tórsbyrgi 16 100 Tórshavn Heimasíða: www.alzheimer.fo t-postur: sigmo@post.olivant.fo Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband fæst við felagið á tlf. 313102. Demenslinjan er telefonráð- geving í øllum viðvíkjandi demens. Tlf. 313102 svarar týsdag kl. 18–20. Sinnisbati Íslandsvegur 10 C, 100 Tórshavn tlf. 322544 · Fax 310813 T-postur: sinnbati@post.olivant.fo Skrivstovan er opin mikudag frá kl. 16.00-18.00. Fyrsta mikudag í mánaðinum er opið til kl. 19.30. Tú ert vælkomin at ringja og spyrja um alt, sum hevur við sinnistrupulleikar at gera á tlf. 322544. Javni Skrivstovan er opin týsdag til fríggjadag kl. 10.00-14.00. Adr.: Hoydalsvegur 40, 3. hædd. Tlf. 314827 – fax 310557 Teldupostur: javni@post.olivant.fo Heimasíðan www. javni.fo Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 10.00 til kl. 15.00. Tlf. 31.7597, fartlf. 22.2381, skrivitlf. 31.6929 fax 31.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant.fo heimasíðan: www.deaf.fo Cøliakifelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst við at ringja til onkran av nevndarlimun- um: Annegreta tlf. 448664 Beinta tlf. 310574 Henning tlf. 314783. Føroya Felag Móti Krabbameini Grønlandsvegur 58, Tórshavn Telefontíð mánadag til fríggjadag frá kl. 13-15. Tlf. 317959. Teldupost: ffk@post.olivant.fo www.ffk.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Ís- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 313978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 319793, Mari Johannesen. Nýrafelagið Postsmoga 1063 110 Tórshavn. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband fæst við felagið á e-mail: thomsen1@post.olivant.fo Tlf. 315928, Odny Tlf. 315786, Karin Elisa Tlf. 444796, Hallbjørg Felagið Føroyar-Kuba P. O. Box 2055, 165 Argir. Tlf./fax 312098 · Teldupostur: far_cuba@hotmail.com Viðtala eftir avtalu. Føroya Astma/Allergifelag MBF-húsið, Íslandsvegur 10c, Tlf./fax 311419. Upplatingartíðirnar eru: hvønn hósdag kl. 16.30- 18.00. Føroyingafelagið í Odense hevur opið hvørt fríggjakvøld frá kl. 20. Tú finnur okkum á Rugårdsvej 21 (kjallarin), 5000 Odense C. Tlf.: 25395563 Teldupostur: ffo@post.gs www.ffo.subnet.dk Føroyingafelagið í Esbjerg Danmarksgade 25, 6700 Esbjerg, tlf. 75132747 Opið hvørt mánakvøld kl. 19–22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn. Føroyingafelagið við fjørðin Jægerspris. Vit hava ymisk tiltøk nakrar ferðir um árið. Kundi tú hugsað tær at vita meira um felagið, ella lokalt, so ring til Fríði tlf. 47317438 Gudni tlf. 47387748. Føroyskt felag í Ballerup Ryttergården, Pederstrup 2750 Ballerup Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark Vesterbrogade 17A 1620 København V Tlf. 33239980 Fax: 33239234 Teldupostur: fo.raadgivning@get2net.dk Hjálp og vegleiðing í sosial- um, persónligum og lestrar- ligum spurningum. Føroyingafelagið í Aalborg Lille kongens gade 10B, tlf. 98 13 63 30 email: alaborg@alaborg.dk Álaborg er opið soleiðis: Fríggjadag 17-19 og Leygar- kvøld 23-03. Álakórið venur mikukvøld kl. 19.30 Annars verða tiltøk hjá felagnum lýst í Túnatos og á heimasíðuni www.alaborg.dk Føroyingafelagið Vesturskin, Bergen Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upplýs- ingar við at venda sær til Elsebeth Reines, tlf. 55229049. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17A 1620 København V Telefonupplýsing: 33231586 Dagliga telefonin: 33231587 Fax 33231588 E-mail addressa: postur@faroehouse.dk Heimasíðan: www.faroehouse.dk Á heimasíðuni er skráin, smátíðindi, feløgini og links víða um. Kaffistovan er opin má.- frí. kl. 14 - 19 Bókasavnið um somu tíð. Føroyskur døgverðamatur, fløgur, bøkur og pløgg fáast til keyps. Vilt tú leiga ella skipa fyri tiltaki í húsinum, vendir tú tær til leiðaran. Føroyingar í Noregi E-mail:foroyar@norden.no Heimasíða: http://www.n- orden.no/foroyar Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við til- knýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48D 8000 Århus C Tel. 86 18 06 04 Teldupostur: aaarstova@hotmail.com Reglulig tiltøk: Café mánadag-hósdag kl. 16-18. Barr leygarkvøld kl. 22-03. MFS kontórtíð týsdag kl. 17- 18. Kórvening týskvøld kl. 19.30. Føroyskur barnaskúli ólíka vikur leygardag kl. 11-14. Sunnudagsskúli líkavikur sunnudag kl. 14.30. Vit hava eisini fótbólt, flog- bólt og badminton. Um hetta hevur tín áhuga kanst tú koma oman í Áarstovu, ella senda okkum ein teldupost og tú fært at vita hvar og nær vit venja. Tú ert altíð vælkomin í hølini hjá okkum, har tú kanst lesa tey føroysku bløðini, fáa ein ókeypis kaffimunn og møta øðrum føroyingum, sum eru í Århus. Føroyingafelagið í Svøríki Vit hava tiltøk nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Annu Westfahl á tlf. +46176269536 ella Innu Törnroos á tlf. +468853570. TILTØK Hósdagin 03.04.kl. 2200 Hósdagin 03.04.kl. 1900 – Seinasta sýning Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Hósdagin 03.04.kl. 2000 Hósdagin 03.04.kl. 2215 KOMANDI FILMUR Frumsýning Fríggjadagin 04.04. P BIO P KIOSKIN Heitt Pop-Corn - Coca Cola - Góðgæti - Fóm ís - o.m.a. HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Privatiseringin av Føroya Tele hevur týdning fyri Føroya Tele. Fyri okkum kann tað gera tað sama, hvør eigur ein kappingarneyta, sigur Bjarni Askham Bjarnason, stjóri fyri Kall FJARSKIFTI Heri á Rógvi Hjá Kall hava tey ikki so góðan hug at gera viðmerk- ingar til framtíðina hjá kappingarneytanum Føroya Tele. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, hevur sett ein arbeiðsbólk at kanna, hvussu virksemið hjá Før- oya Tele skal skipast í fram- tíðini við atliti at einari ein- skiljing. Men hetta er ikki eitt evni, ið fær Bjarna Askham Bjarnason, stjóra fyri Kall, at loypa fram við viðmerk- ingum. – Privatiseringin av Før- oya Tele hevur týdning fyri Føroya Tele. Fyri okkum kann tað gera tað sama, hvør eigur ein kappingar- neyta, sigur ein bersøgin Bjarni Askham Bjarnason. Vit fangaðu hann á veg niðan á Brúnaskarð, har hann eisini má taka eina hond í, tá ein nýggj GSM basisstøð skal setast upp. Sum er røkkur GSM kervið hjá Kall høvuðsstað- in og Skálafjørðin. Restina av landinum reikar Kall hjá Føroya Tele. Kall arbeiðir við at røkka størri part av landinum við teirra egna kervi. Men spurningin um, hvørt Føroya Tele í framtíð- ini eigur at verða skilt í ein kervis part og ein virkis part, vil Bjarni A. Bjarna- son ikki gera nakra við- merking til. – Eg havi mína meining um hatta, men hana fari eg ikki út í fjølmiðlarnar við, sigur Bjarni A. Bjarnason. Væl nøgdur Stjórin fyri Kall letur væl at gongdini hjá fyritøkuni fyri farna árið. Ársúrslitið vísti eitt undirskot áljóðandi 7,5 mió. kr. Men hetta er Bjarni Ask- ham Bjarnason, stjóri, væl nøgdur við. – Vit eru stak væl nøgdir við árið í fjør. Vit hava fingið ein størri marknað- arpart, enn vit høvdu rokn- að við, sigur Bjarni Ask- ham Bjarnason. Kall hevði ikki roknað við einum yvirskoti í fjør, og roknað verður heldur ikki við, at 2003 fer at geva eitt tal hinumegin null á niðastu linju. Tað er serliga gongdin á fastnetinum, sum Bjarna Askham Bjarnason og hini ellivu starvsfólkini hjá Kalli at smírast. Marknað- arparturin liggur omanfyri tjúgu prosent, og hetta ger, at hesin parturin av virk- seminum javnvigar. Men kostnaðurin av íløg- um, marknaðarføring og at hála fyritøkuna upp í ferð á marknaðinum ger, at Kall framvegis hevur eitt undir- skot. Samlaða undirskotið hjá Kalli frá virksemið byrjaði í 2000 hevur verið 19,2 milliónir. Góðar 35 milliónir vórðu settar í av fyrstan tíð, og eg- inpeningurin hjá felagnum liggur um sekstan milliónir, soleiðis at Kall er væl fyri, metir Bjarni A. Bjarnason. Í 2002 fór Kall undir GSM virksemi við prepaid Frælsi í dós. Í tíðindaskrivi skrivar Kall, at teirra marknaðarpartur her liggur um tíggju prosent. Í ár er Kall farið undir at bjóða GSM hald, og stjórin metir, at marknaðarparturin í skrivandi stund liggur um 13–14% av samlaða marknaðinum. – Nú skulu vit fáa rakst- urin at bera seg, sigur Bjarni A. Bjarnason, tá spurt verður eftir, hvørjar ætlanirnar eru fyri hetta ár- ið. Kall fer framhaldandi í ár at satsa upp á GSM og fast- net. Produktir sum eitt ADSL liggja eitt sindur longri burturi, metir stjórin. Størsti partaeigarin í Kalli er Framtaksgrunnur Før- oya. Eigarin kann gera tað sama fyri Kall So leikandi lætt. Nevndin í Kall fegnast um, at tað hevur higartil spælt væl av hjá felagnum. F.v Òli M. Hansen, formaður, Bjarni A. Bjarnason, stjóri, Jan Otto S. Holm, Halvor Stenvelin Snarvold, Kristian Davidsen og Oskar Magnusson Mynd: Jens Kristian Vang TÍÐINDASKRIV Komandi vikuskifti 4.–6. apríl koma væntandi nógvir gestir til Runavíkar komm- unu. Hetta er vikuskifti tá Føroya stórsta bústevna »Hús & Innbúgv« verður hildin í Ítróttarhøllini í Runavík, umframt í einum telti, sum er sett upp við síðuna av høllini. Umframt at vitja bústevnuna, hava gestirnir eisini møguleika at keypa inn allan leygar- dagin. Og tá tað er gjørt kann ferðin setast niður við at vitja forngripasavn og málningaframsýning. Langur leygardagur Handlarnir í Handilsmið- deplinum í Runavíkar Kommunu hava avgjørt at hava langan leygardag. Tað merkir at opið verður til kl. 17.00 leygardagin 5. apríl. Bygdasavnið Forni hevur opið. Møguleiki er hjá vitjandi á bygdasavninum Forna á Glyvrum at síggja eina ser- liga myndaframsýning hongur uppi í løtuni. Hetta eru myndir av ymiskum fiskaarbeiði bæði á sjógvi og landi. Haraftrat er tann fasta framsýningin, har ym- iskir fornlutir eru at síggja, so sum innbúgv, brúkslutir, amboð og mangt annað. Opið er leygardag og sunnudag frá kl. 16.00 til kl. 20.00. Málningaframsýning Í gamla handlinum á havnalagnum í Saltangará fara Ketty á Fríðriksmørk av Strondum og Dagmar Beder av Kambsdali at sýna fram málningar. Gamli handilin, ofta nevnd- ur Piddasa handil, hevur av og á verið karmur um líkn- andi tiltøk, og fara lista- kvinnurnar at hugna um og seta sín dám á. Opið er leygardag og sunnudag frá kl. 16.00 til 20.00. Fjølboytt vikuskifti í Runavík Piddasa handil C M Y K 39 38