Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Miðvágs kommuna Noyðist at hækka prosentid Miðvágs kommuna verður noydd at hækka skattapro- sentið komandi ár; tað fer úr 18 og upp í 19 prosent. Barnafrádrátturin fer úr 1500 krónum og upp í 1800 krónur. Regin Poulsen, bygda- ráðsformaður, sigur, at eingin annar útvegur er. - Í 1990 var hallið tvær milliónir, og í ár verður tað vónandi javnvág, og kom- andi ár skal tað vera javn- vág, sigur bygdaráðsfor- maðurin. Hann sigur, at hevði skattaprsosentið verður tað sama, so hevði reiðilig millión mangla i, og tað hevði bara vundið upp á seg. - Tí kunnu vit tað sama gera bart nú, sigur Regin Poulsen. Í Miðvágs kommunu eru umleið 1000 íbúgvar, og skattagrundarlagið er um- leið 86 milliónir krónur, og tað er bert lítil minking í mun til verandi fíggjarætl- an. Skattainntgkan togar í 14 milliónir krónur. Atta milliónir fara árliga til rentur og avdráttir fyri tey lán, kommunan hevur tíkið til útbyggingar síðstu árini. Samlaða skuldin hjá kommununi er 48 milliónir krónur; kommunan eigur tríggjar milliónir á bók. Regin Poulsen sigur, at fyrstu árini verður einki størvegis at gera í komm- ununi, tí nógv er útbygt síðstu árini. Kommunan hevur beint lagt síðstu hond á nýtt, sóttreinsandi vatnverk. ówh Jóla kalendarin 91 J ólakalendarin heldur fram. Í dag lata vit upp 13. lúkuna. Fyri at vera við í tí endaliga lutakastinum um sjálvan hev- uðsvinningin, sum er eitt krov og tær tríggjar skemtibekurnar við tekning- unum hjá Óla Petersen, so skulu tit klippa lúkurnar út úr blødunum so hvert og líma tær á kalendaran, sum tit longu hava frá undanfarnu blødunum. < jø * næstum Búmerkjakapping Føroya Sparikassi — fólksins peningastovnur — umhugsar at skifta búmerki og bjóðar við hesum til almenna kapping um hugskot til nýtt búmerki. Í mong år va: eikin — sum ber boð um vøkstur, styrki og trygd — felags eyðkenni hjá sparikøssunum í nordurlondum, og Føroya Sparikassi tók hana til sín seinast í 1950'árunum. Síðani hava flest allir sparikassar rundan um okkum givið eikini nýggjan form ella hava skift eikina út við annað búmerki. Uppskotini til búmerki kunnu ímynda gomlu sparikassaeikina í nýggjum sniði, men annars er púra opið, hvat uppskotið ímyndar. Vit leggja dent á, at merkið skal vera einfalt og vakurt og gjarna lýsa virksemið hjá Føroya Sparikassa og geva ábending um ein peningastovn, sum hevur virkað í føroyska samfelagnum í skjótt 160 ár. Verða lítir nýttir, skal merkið eisini hóska í svart/hvítari útgávu. Til tey bestu uppskotini verða latnar kr. 20.000,- í '. virdisløn kr. 10.000,- í 2. virdisløn | kr. 5.000,- í 3. virdisløn Øll búsitandi í Føroyum og føroyingar uttanlands hava rætt at luttaka. Luttakari kann senda inn eitt ella tvey uppskot. Hvort uppskot skal teknast á eitt A4-ark og sendast inn-í afturlatnum brævbjálva uttan sendaraheiti, men einans við frámerki. Saman við úppskotinum skal liggja ein afturlatin brævbjálvi við sama frámerki á og við navni og bústaði hjá luttakaranum innaní. Serkøn nevnd velur ímillum innkomnu uppskotini tey try, ið fáa virdisløn. Leidslan skilar sær rætt til at avgera um eitt av uppskotunum — meguliga í broyttum líki — verður nýggja búmerkið hjá Føroya Sparikassa, ella um einki av uppskotunum verður nytt." Uppskot verða at senda Føroya Sparikassa, Marknadardeildin Postrúm 34, 110 Tórshavn í brævbjálva merktur „BÚMERKI“. Uppskotini skulu vera Foroya Sparikassa í hondum í seinasta lagi 24. febr. 1992, og í fyrru helvt av apríl 1992 verður úrslitið av kappingini almannakunngjørt. Nógv er útbygt í Mið- vági síðstu árini, og tað merkist eisini á lánibyrðuni. Hinvegin er vera ikki tær stóru útbyggingarnar at gera í = Nr. 237 — 19. desember 1991