Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 1991síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 237 — 19. desember 1991 uptøkur av. Eg vænt, tað verðurein sera vakurfilmur um meniskju, náttúru, mentan vistfrødiliga fyrilit og alt møguligt annað. - Súluveiðan var eina- standandi at uppliva. Súlan spælir ein stóran leiklut í filminum. Eg kann upp áein máta siga, at súlan er or- skin til at siga søguna, sum annars snýrseg um Mykines og mykinesfólk, sigur Ulla. Vælvild Hon er sera takksom fyri tí vælvild, henni møtti, tá hon fór undir at gera filmin. Hesu ferð hevði hon tann fyrimunin, at hon kudi leggja fyri í Mikynesi við at vísa teimum Gásadalsfilm- in. - Upp á tann mátan fekk eg sagt, hvgr eg var, og hvat eg vil, sigur Ulla, sum letur væl at måttøkuni hon fekk. Bæði rá mykinesfólki og fólki við tilknýti til Myki- nes. Danska sjóverjan var eisini so beinasom at koma við einum gummibáti í sambandi við eina upptøku. Her kann leggjast aftrat, at flestu teirra, sum hava ummælt Gåsadalsfilmin, hava tikið fram, at fi Imurin avspeglar álitið, fólkini, sum filmurin er um, hava á filmsleikstjóranum. Og tað vil aftur siga, at hon góð- tekur tær treytir, sum fókini liva undir. Áðrenn farið var undir nakrar upptøkur tosaði hon alt igjøgnum við myki- nesfólk, hvat skuldi við, og hvat tey skulda lata liggja. Tey eru nógv í filminum, og hvør spælir sín leiklut. Eingin romantikkur - Vónandi verður hetta ein filmur, sum Føroyar kunnu fáa gleði av framyvir. Mykines er ein bygd og eitt samfelag í broyting. Ment- anarsøguliga er gott at fáa nakað av tí gamla varðveitt á filmi. Eingin må kortini skilja meg so, at eg fati for- tíðina við romantiskum eygum. Okkurt var betri fyrr, men tað var sanniliga ikki stuttligt í Mykinesi, t.d. tá tuberklarnir gingu, og Neptun gekk burtur við tí úrsliti, at meginparturin av mannfólkinum í bygdini fórst, sigur Ulla. Seinastu filmsupptøkur- nar vórðu gjørdar í august månadi. Sidan hevur hon arbeitt vid at fyrireika at klippa filmin. Tað er eisini stórarbeiði. Drúgt at klippa Aftaná nýggjár fara tey at klippa. Tað tekur minst tríggjar mánaðir at klippa, tí tað arbeiðið má gerast væl. Ulla sigur, at hon leggur stóran dent á klippiarbeiði, og hetta arbeiðið kundi ikki byrja fyrr, tí í Danmark eru bara heilt fáir góðir klipp- arar, og fyrr enn eftir nýggj- ar kundi hon ikki fáa nakran teirra at arbeiða við hesum filminum. Tað kostar nógv at gera slíkar filmar. Vanligi kostn- aðurin fyri at gera dok- umentarfilm sum teir hjá Statens Filmcentral er nú umleið 35.000 krónur fyri minuttin. So dýrt er tað at gera allar góðar sjónvarps- sendingar og allar doku- mentarfilmar, sigur Ulla. Sjálvt við hesum prísinum verður eingin, sum ger film, ríkur, sigur Ulla, sum sjálv ikki færserliga høga løn. Hon stríðist enn við at fáa fígging úl henda filmin. Nakað restar í. Størsta part- in hevur Statens Filmcen- tral latið, síðan norður- lendski films- og sjnvarps- grunnurin, og á triðja lássi liggur eitt finnskt fram- leiðslufelag, Kinotuoanto Oy. Síðan koma Mentanar- grunnur Føroya Løgtings, Jélamerkjagrunnurin, Før- oya Sparikassi, Fossbanki, Norðurlandahúsið, Dansk- Færøsk Kulturfond og At- lantic Airwais, sum hevur stuðlað við at lata teimum ferðaseðlar og flutning av frakt bíliga. Ætlanin var at fáa 300.000 krónur til filmin úr Føroyum. Higartil hevur hon fingið 200.000 krónur, men hon ætlar at gera eina roynd aftrat. - Nú skal hetta ikki vera nakað harmaljóð, men eg loyvi mær kortini at nevna, at vit framvegis skylda nógvar pengar fyri Gása- dalsfilmin. 250 túsund í lónum og 30 túsund fyri lænta útgerð. Og tá hava vit sjálv ikki enn fingið løn, sigur Ulla. Og sleiðis er tað, sjálvt um filmurin hevur fingið heilt einastandandi mót- tóku, har hann hevur verið vístur. Filmurin hevur verið í nógvum londum, og Ulla hevurfingið fleiri virdisløn- ir fyri hann. Ahugin fyri filminum er framvegis stór- ur, og hvgrja viku kemur onkur áheitan um at fáa filmin. - Men eg verði ongantíð rík av hasum filminum, m.a. tí tað er torført at selja tílíkar filmar til sjónvarp í ðrum londum. Sjónvarps- stødirnar gera meira og meira sendingar í modul- um, tær eru amerikaniser- aðar, og tá hóskar ein tílíkur filmur ikki, sigur Ulla. Men hon heldur kortini at tilikir kreativir dokument- arfilmar, sum hon og fleiri onnur gera, hava framtíð. - Tað gongur meira og meira tann vegin í Norð- urlondum, bæði viðvíkj- andi sjónvarpi og filmum, at tað verður samarbeitt. Hetta er eitt nýtt rák, og tað við tí fyri eyga, at norður- lendski films- og sjónvarps- * grunnurin í Stokholm varð stovnaður. Tað sigur seg sjálv, at hetta er leiðin at ganga, tí norðurlond eru hvort í sínum lagi ov smátil at havaegna filmsfram- leiðslu. Norðurlond noyð- ast at finna upp á okkurt tílíktfyri ikki at verða rend um koll av amerikanska films- og sjónvarpsídnað- inum. Eisini innanfyri EF- karmar verður roynt at samarbeiða um filmar tvørt- ur um landamørk fyri at styrkja europeisku mentan- ini móti amerikansku åvirk- anini. Íslendskur áhugi Ulla varð í seinasta mánaði boðin at koma til Íslands á filmsstevnu við Gásadals- filmium. Hetta var ein stevna, har fleiri kreativir dokumentarfilmir = vórðu vísur við endamálinum at vekja áhugan í Íslandi fyri at gera tilikar filmar, ið ikki hava verið gjørdir seinastu nógvu árini í Íslandi. Filmurin fekk 6føra mót- tóku, og Ulla fekk fleiri spurningar um filmin. Hon helt tað vera stuttligt, tá ein íslendingur segði seg ikki fata, hví eingin íslendingur l Pr tókurnar eru € vakrar, og filmsliðið slapp at royna seg sun bjargarmenn Aftaná Ulla Rasmussen fingið klippara, og tá fara tey at klippa nýggja filmin. Tað fer at taka minst tríggjar mánaðir nýggjár hevur Boje hevði funnið uppá at siga slíka søgu, ti í Íslandi vóru minst 100 "Gásadalar". Íslendingar gera annars fleiri spælifilmar, sjálvt um landið setur fáar pengar av til filmsframleiðslu. Men íslendingar duga so væl at finna samstarvsfelagar í ødrum norðurlondum og longuri burtur, um tað skal vera, sigur Ulla. Og væl ber til at fara útum landamark at gera doku- mentarfilm. Dokumentar- filmurin er "international- ur", soleiðis at skilja at heilt nógv filsmfólk velja at fara í onnur lond at gera filmar, sigur Ulla. Vil læna myndir Aftur til Mykinesfilmin. Úlla Boje Rasmussen leitar eftir gomlum mynd- um at brúka í filminum. Hon kundi hugsað sær at lænt onkrar myndir, sum lýstu ræðuligu hendingina og tíðina, tá Neptun fór. Kanska eigur onkur mynd av Neptun. Eisini vildi hon fegin lænt myndir úr Myki- nesi frá 20- og 30-årunum, tá nógv fólk búðu í Myki- nesi. Tað kunnu vera mynd- ir uknar í sambandi við fiskiskap, myndir sum vísa, at har vóru fleiri handlar ella annars lýsa bygdar- lívið. Ulla sigur, at hon hevði verið sera takksom onkur kundi hjálpt myndum Li lar randi "OA FN be SO sod DAP