Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. desember 1991síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 237 — 19. desember 1991 og Ógvislig Nýggj skaldsoga eftir Jóanes Nielsen Jóanes Nielsen: Gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum. Mentunargrunnur Studentafelagsins 1991. kr. 178. »Gummistivlarnir ...« ferð fram fyri umleið 20 árum síðani, tá ið Fiskimanna- felagsformaðurin enn hevði forstavirnar EP og ein hvíthærdur sakferari úr Havn var uppi í fólkafylkingini ímóti EEC. Hevuðspersónur er Elias Herg, sjómað- ur og arbeiðsmaður, sum stríðist fyri at verkafólkið i heimbygdini sunnanfjørås skulu fáa betri kor. Elias fryktar hverki kvinnu ella mann, og tað eydnast hon- um og einum vinmanni at fáa eitt flaka- virki á fetur. Men meðan Elias aldrin sleppur tí proletariska medvitinum, so er tað so skjótt, at vinmaðurin, sum er settur at stjórna virkinum, fer at nevna seg stjóra og fær sær agentur. Erotikkur Tað smáborgarliga sníkir seg inn alla- staðni uttan hjá Eliasi og unnustini Tove. Tey bæði eru ektaði, og tað er ikki altíð lætt í eini uppgjerdari verð, men erotikkin hava tey so livandi í felag. Tey eru nær upprunanum, hava ikki flutt seg frá kjarnanum, og vita tí, hvat tað snýr seg um. Ein danskur verkfreðing- ur, sum kvinnurnar í bygdini fjeppast uppii, dumpar harafturímóti við brestin, tá ið hann skal standa royndina. Hann hevur fyri langari tíð síðani gloymt tann natúrliga partin av tilveruni. Annars er Jóanes Nielsen opinskáraður sum fáur, tá ið tað snýr seg um tann kynsliga partin av lívinum — og vakurorðaður. Stílurin er tættur, samansjóðaður, og tú fært tíðum hug at lesa umaftur, tí tú heldur teg ikki hava fingið alt við. Tað hevur tú ivaleyst heldur ikki í fyrstu syftu, men í aðru gerst følingin størri. Tað er kortini ikki so, at bókin er tung- lisin — málið er so púra raðið — men við- hvert er so nógv kroyst inn í karmarnar, at endurlesnaður kennist neyðugur. Myndamálið hjá høvundanum er ofta bæði nýtt og eyðsæð: >Hundar, líka so gamlir sum rekatre, lógu og slotaðu í sólskininum<. Myndina eigur Jóanes, men hon er so sjálvsegd og lýsandi, at vit ell halda okkum eiga lut í henni. Kanska er hetta besta prógvið um dygd? Skemt Tað verður tikið skemtiliga til meira enn einaferð og mangan av ødrum enn hovuðspersóninum. Her ger mammu- beiggin eina lýsing av føroysku kvinn- uni: »— Gev mær eina steik baðaða i Chanell no. 5, plagdi hann at siga. Ikki hesi eslini hjá okkum, sum ganga í tufl- um og niðurtraðkaðum gummiskóm. Damur vóru ikki til í landinum, segði hann. Annaðhvert luktaðu tær av ull ella roðslu. Slapp tú niður í trussurnar hjá einari, vóru tær fullar av metrikkum og breyðmolum. Sjálvt í songini lógu tær og bundu. Ein mátti smoykja seg inn millum noðini og stokkarnar. Og tá ið tað gekk av, sungu tær tolnar: Gud signi mítt fødiland, Føroyar«. Hverja hugsan hevuðspersónurin hev- ur um kvinnuna verður nortið við fleiri ferðir, og hon líkist ikki skemtilýsingini stórvegis. Verður nakað hálovað í skald- seguni, so eru tað kvinnan og barnið. Tey eru lívsins ætlan. Exit Elias Elias Hørg er meginpartin av skaldsøg- uni okkara maður — nú og tá verður tó eitt rend gjert inn í aðrar persónar — og lesar fylgist við honum gjøgnum yvir- ferð og undirgang. Vit koma við honum heim í bygdina, vit eru hjá, tá ið vin- maðurin skjýtur seg, og vit fara við til Íslands og uppliva eina surrealistiska nátt í Reykjavík og arbeiðsdagarnar aftaná. Seinni eru vit aftur í Feroyum, flakavirkið er sett á stovn, men politik- arar og embætismenn uttan hugsjónir ráða, og Elias eins og moyrknar ella fúnar. Hann er bæði gleggur og kvikur, men dugir kanska ikki nóg væl at svika og laga seg eftir umsteðunum? Elias Herg má neyðturviliga hverva. Skaldsegan endar við einum epilogi, og her er sjónarhornið flutt upp í nútíð- ina. Elias Herg er ikki til longur, og í staðin trínur hevundin fram á pallin: »Eg var á veg til arbeiðis< og: >Hóast so nógv ár eru liðin, minnist eg enn«. Tað, hann minnist, er tá ið útróðrarmenninir í juni 1975 hersettu Havnarvág, og at Síða 21 > ge se p ; rr | istivlarmi u tær ein Øe" hann fær eitt handrit latið upp i hendur- nar. Handritið er ein lýsing av feroyska samfelagnum, og lesarin hevur rent seg í tað nakrar ferðir undir lesnaðinum, men kortini er tað rættiliga duldarfult. Skaldsøgan kvettir her, og vit fáa ikki meira at vita um hverki Tove, eg'ið ella handrit. Hóast fyrsta skaldsegan hjá Jóanesi Nielsen hevur hendan ómetaliga langa tittulin, eru tað ikki tey nógvu orðini, sum eyðkenna stílin hjá hevundanum. Hann er yrkjarin, poeturin, sum skrivar prosa. Jógvan Ísaksen Bókadeild Foroya Lærarafelags: Dickens á føroysk EUT ; „JÓLAÆVINTÝR „Eitt jólaævintýr< eftir Charles Dickens. Hetta er stytt útgáva, sum Bjørg Matras Jensen hevur týtt. Eitt jolaævintyr« er heimsgitin sega hjá frá- + 7 segumeistaranum Dick- #5 Evintýrið snýr seg p um .tann giriga og harð- hjartaða handilsmannin Scrooge, sum einki leggur jólini. Jólaljós og skín- indi barnaeygu gleða hann ikki. Men sjálva jóla- nátt fær hann vitjan av einum spekilsi, ið spáar honum ein ringan enda, broytir hann ikki lív sítt. Og tríggjar nætur á rað koma spekilsi til hansara: Fyrsta vísir honum hans- ara egna barndóm, annað heimið hjá illa plágaða Skrivstovumanni hansara, og triðja boðar frá, hvat fólk fara at siga, tá ið tey frætta, at hann er deyður Hetta kann tykjast ounniligt, men endin verð- ur góður — og mangur man hava kent veruleikan aftur í ævintýrinum, tí frásegumenn sum Dick- ens megna at spegla veru- leikan í ævintýrinum. „Eitt jolaævintyr« er 73 síður vid stívari kápu. E. O. Prent hevur staðið fyri prentgerðini, og bókin er prentað og innbundin á Einars Prent. »Eitt jóla- ævintýr< kostar bókabúðunum. Eisini er útkomin >Mín jólabók< við 18 segum og sálmi, sum førovingar og útlendingar hava skrivað. Greitt til prentingar hev- ur Alexandur Kristiansen, Anna Elisa Mikkelsen og Borghild Sjúrðarberg. Anni Arge Jacobsen hev- ur teknað forsíðu. Bókin kostar 60 kr. 105 kr. í Eyðkvæmislinjan svarar alt samdegrið á tif. 18820. Týsdagar kl. 16.00—18.00 fæst persóniig ráðgeving og serligir spurningar verða svar- aðir.