Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 20. desember 1991síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Kristiligu kunnu nú gjalda rokningar Ein samd figgjarnevnd, saman við einum stórum meirilita í tinginum, hava nú loysn trætumálið um hver partur hevur rætt til pengarnar til politiska upplýsing hjá Kristi liga Fólkaflokkinum. N i RKTIS1 KaIOKK Danir p r f reningurin, sum av settur er á liggjarløgini ul poliuska upplýsing verður eftir umsókn býttur millum politisku flokkarnar, ið aftan á hvort løgtingsval eru umboðaðir á tingi Býtt verður í mun til atkvødutali hjå hvørjum flokkinum Soleidis hevur verid, men einki hevur verið sagt um hvussu verða skal, um tingmenn taka seg úr einum flokki. Nú skoytti figgjarnevndin uppí, at tekur íngmaður seg úr einum fílokki í tingsetuni, skal upphæddin bytast i mun til ungmannatalið treytað av, at partarnir í flokkinum hava gjørt upp og framleggja roknskapin. Hetta hava teir nú gjørt. Tordur Niclasen Sigur, at málið er avgreitt, og hann hevur bundið seg til at rinda helmingin av teimum rokningum, sum kom- nar eru til flokkin áðr- enn hann fór burturúr. Hetta eru samstundin góð tíðindini fyri tey, sum hava eitthvert peningaliga til góða hjá Kristiliga Fólka- flokkinm. tór.- = Byradslimir í Klaksvík unnu fáa vingsilsbøtur |, Landsstýrið eigur nú næsta útspæl í samband við byggimálið um handils- virkið Skemmuna. Sum við søgdu frå í blaðnum í gjár, sýtti ein meiriliti í Klaksvíkar Bý- ráð fyri aðru ferð handils- virkinum Skemmuni byggiloyvi á einum gki við Borðoyavík. Eftir at býráðið sýtti Skemmuni byggiloyvi fyrstu ferð, kærdi Skemm- an avgerðina til lands- stýrið, sum álegði býráð- num at geva byggiloyvi. Hetta gjørdi landsstýrið av, ti býráðið onga heimild hevði at sýta fyri byggi- loyvinum. | Men tað hevur so ein meiriluuin í býráðnum i Klaksvík kortini gjørt, og tí liggur málið aftur hjá landsstýrinum. Á hesum sama býráðs- fundinum varð eisini sam- tykt at broyta byggisam- tykuina fyri nevnda øki, so ikki longur er loyvt at byggja handilsbygningar har. z SN sosialurin Hi Nr. 238 = 20. desember 199 1 Tvingsilsbøtur Hetta ber ikki til, siga keldur i landsstyrinum. Sagt verdur, at er ein um- sókn um byggiloyvi fyrst komin inn til bygging å einum øki, sum loyvir viðkomandi bygging, skal byggiloyvi gevast. Tá ber ikki til at broyta byggis- amtyktina. Tað landsstýrið nú helst fer at gera er, at áleggja býráðnum í Klaksvík at geva Skemmuni byggi- loyvi. Ger býráðið tað ikki kortini, kann landsstýrið áleggja hvørjum einstøk- um byrådslimi, sum at- kvøddi fyri at sýta Skemmuni byggiloyvi, tvingsilsbøtur. Hesar eru ikki so småar, hava vit skilt. Hetta kann landsstýrið gera sambært grein 42 stk. 2. Har stendur millum annað, at hevur eitt býráð gjørt brot á galdandi lóg, ella sleppur sær undan at gera sínar skyldur, kann landsstýrið áleggja teimum einstóku býráðslimunum tvingsilsbøtur. I rættin Tað er eisini ein annar møguleiki sambært grein 42. Hendan møguleika finna við í 3. petti har stendur, at landsstýrið kann um neyðugt við rættarmáli gera persónliga ábyrgd galdandi ímóti teimum einstøku býráðs- limunum. Her verður serliga hugsað um endur- gjaldskrav móti komm- ununi, og tað hon annars hevur av eyka útreiðslum. Krevur endurgjald Jákup á Dul Jacobsen, stjóri í Skemmuni sigur, at tey hava enn ikki tikid støðu til hvat næsta útspæl hjá teimum skal vera. Hann sigur tó, at byggi- ætlaninar í Klaksvík hava kostað nakað, millum annað til tekningar, og tí fer Skemman at krevja endurgjald frá Klaksvíkar Kommunu, fær handilin ikki byggiloyvi. tór.- = ú— á tvang Mikukvøldid samtykti tingið eitt uppskot frá Tordi Niclasen um at ngvn ikki longur skulu verða kunngjørd í samband við tvingsilssølur. Løgtingsmadurin vísti á, at tvingsilssølurnar bert økjast í tali, og mangan liggja persónligir sorgarleik- in aftan fyri hesar Í tvingsilslýsingunum verður sagt frá matrikul- nummari, bústaði og navni á persónum, og tað held- ur úngmaðurin vera óneyðugt. Hann mælti til, at navnið verður strikað. vur hann nú fingið viðhald í frá tinginun nenn atkvøddu fyri uppskotinun Hesun tå 17 ung Sleppa vit undan ECU-inum? Á 7 ECU-urin kemur, men kemur hann eisini til Føroya? Hava føroyingar trygd fyri at kunna verda uttanfyri felags cusopeisku gjaldoyrisskipanina um Danmark fer upp i skipanina? Hendan fyrispurning hevur tingmadurin Tordur Niclasen sett Atla Dam, løgmanni. Tordur Niclasen Spyr eisini, um svarid verdur nei, hvørji neydug politisk stig vit so kunnu taka fyri at verda uttan fyri skipanina. Tordur Niclasen vísir á, at EF londini eru samd um eima felags gjaldoyrisskipan við peningaeindini ECU, men Danmark hevur tíkið tað fyrivarni, at Spurningurin skal fara út til fólkaatkvgðu áðrenn endalig stóða verður tikin. Tá Føroyar eru ein partur av donsku gjaldoyris- skipanini, er spurningurin um hvgrja ávirkan ein møgulig donsk luttøka í eini felags europeiskari gjaldoyrisskipan kemur at hava fyri Føroyar, sigur Tordur Niclasen. Tingmaðurin spyr eisini hvørjar møguligar avleið- ingar tað kann hugsast at fáa fyri samskiftinum milum Føroyar og Danmark, at vit verða hildin uttan fyri gjaldoyrisskipania. tór.-