fríggjadagur 20. desember 1991síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 238 — 20. desember 1991
lesandi hava valrætt
Føroyingar kunnu ikki taka allar tær útbúgvingar, landið
hevur tørv á, i Foroyum. Fólk eru noydd uttanlands at
lesa. At taka valrættin frá teimum hesa tíðina, er at
ómynduggera ein stóran part av landsins borgarum.
Foroyar eru einasta land um okkara leiðir, sum ger tað
Meginfelag Feroyskra
Studenta (MFS) hevir síð-
ani 1987 ferð eftir ferð
heitt á løgtingid um at ar-
beiða fyri, at lesandi fer-
oyingar uttanlands fáa
valrætt til legtingið.
Fyrr í ár vendi MFS sær
so til landsstýrið við ein-
ari greiðari ætlan fyri,
hvussu hetta mál kundi
fremjast.
Ut frá hesum er nú eitt
lógaruppskot skrivað. Og
av tí at tað verða komm-
unurnar, sum koma at um-
sita skipanina, hava Fer-
oya Kommunufelag og
Tórshavnar Kommuna
fingið uppskotið til um-
mælis.
Í Sosialinum fríggja-
dagin verður sagt, at
Kommunufelagið einki
hevur ímóti uppskotinum.
Men tað hevur Tórshavn-
ar Kommuna. Fíggjar-
nevndin hevur vidgjørt
uppskotið, og einmælt
samtykt at ganga ímóti tí.
Poul Michelsen nevnir
tvær orsekir til hesa av-
gerð hjá nevndini. Í fyrsta
lagi er tað, tí >tey halda
seg ikki kunna síggja allar
avleiðingarnar av valrætt-
inum til útisetar. Tí ein
útiseti kann vera so
nógv<. Og í eðrum lagi
sigur hann, at >tað hevur
týdning, at fólk, sum hava
atkvødurætt í Føroyum,
kenna eitt sindur til tað
samfelag, tey skulu velja
umboð tila.
Hetta eru rímiligar
grundgevingar. Men tað
tykist, sum grundarlagið
undir teimum eru nakrar
grundleggjandi misskilj-
ingar.
Ikki »utisetar«
Til tað fyrsta er at siga, at
talan ongantíð hevur verið
um, at >„útisetar< skulu
hava valrætt. Hugsanin
er, at føroyingar, sum eitt
åvist tíðarskeið fara burt-
ur at utbugva seg, skulu
hava valrætt í Føroyum í
eitt ár út um ásettu út-
búgvingartíðina. Tvs. at
fert tú ikki heimaftur eftir
lokna útbúgving, ella
gerst tú hana ikki lidna
innan rímiliga tíð, missir
tú valrættin.
Hetta er í grundini eis-
ini svar til hina grundgev-
ingina hjá nevndini. Tí tað
munnu vera fá, sum eitt
nú taka eina útbúgving í
Danmark í eini 3—5 ár,
sum ikki kenna eitt sind-
ur til« Føroyar tey árini,
tey búgva niðri. við tí
samskifti vit hava í dag,
er tað at vera staddur utt-
anlands eitt stutt áramál
eingin forðing fyri at
fylgja við í tí, sum fyri-
ferst i Føroyum.
Ikki framíhjárættur
At geva lesandi uttan-
lands valrætt, snýr seg
ikki um at geva teimum
framíhjárættindi á nakran
hátt. Tað snýr seg um at
rætta eina sera órímiliga
skipan.
Grundgevingarnar,
MFS hevur ført fram i
hesum sambandi, eru hes-
ar:
— Feroyingar eru
noyddir at fara uttan-
lands at útbúgva seg.
— Lesandi uttanlands
eru í flestu ferum fult
skattskyldug i Føroyum.
— Vid at lata teimum
ferdaiskoyti, vidurkennir
logtingið, at tey lesandi
framvegis hoyra heima í
Føroym.
— Bæði grønlendingar
og danir varðveita val-
rættin heima, tá teir fara
uttanlands í útbúgvingar-
erindum. Feroyar eru ein-
asti partur av ríkinum,
sum tekur hendan rætt frá
teimum lesandi.
Umframt hetta kann
førast fram, at verandi
skipan helst er ein orsek
til, at fólk stundum ikki
venda heimaftur eftir
lokna útbugving, men
nýta hana uttanlands.
Valrætturin fer uttan iva
at knýta tey lesandi tætt-
ari at Feroyum, og tey
verða færri, ið ikki fara
heimaftur.
Tað, sum talar ímóti
broytingini, er, at tey les-
andi ikki eru undir fer-
oyskum lógum (undantik-
ið skattalógum), meðan
tey lesa. MFS er ikki í iva
um, at omanfyri nevndu
próvgrundir eiga at viga
meira enn hendan.
Bert ein
lógarbroyting. ..
Í vallógini stendur, at
»Valrætt til legtingið
hava tey, ið hava fylt 18
ár, hava heimarætt og
fastan bústað í Føroyum«.
Hetta vil MFS hava
broytt nakað soleiðis:
»Valrætt til legtingið
hava allir føroyingar, ið
hava fylt 18 ár. Sum før-
oyirgur verður roknaður
tann, ið hevur danskan
heimarætt og hoyrir
heima í Føroyum. Hoyr-
andi heima í Foroyum
verður roknaður:
a) Tann, ið hevur fastan
bústað í Føroyum
b) Tann, sum í útbúgu-
ingarørindum fyribils hev-
ur tikid bústað uttan fyri
Føroyar. Áðrenn hetta
skal viðkomandi hava búð
minst fýra år í Føroyum«.
Hildið verður at hetta er
nóg mikið, og at neyðugt
tískil ikki verður at broyta
stýrisskipanarlógina.
Politikarar
taka undir
Tað er við eðrum orðum
hverki trupult ella flokja-
sligt at fremja hetta mál.
Og alt talar fyri, at tað
eigur at gerast.
Og tað heldur ikki bara
MFS! Meðan arbeitt hev-
ur verið við málinum,
hava fleiri politikarar út-
talað seg um tað til
»Fjølnir«, limablaðið hjá
MFS. Og teir hava verið
sera positivir.
Anfinn Kallsberg: >Tað
er óivað skeivt, at fólk,
sum fara uttanlands at út-
búgva seg missa valrætt-
in«.
Marita Petersen: >Tað
verður ein styrki fyri
demokratiið og ein fyri-
munur fyri stýringina í
Feroyum, um lesandi utt-
anlands fáa atkveðurætt<.
Bjarni Djurho!m:
>Ynskið er rimiligt, og eg
eri fyri i fyrstu atløgu«.
Oli Breckmann: „Tað
hevði i grundini ikki verið
annað enn ein náttúrligur
partur av menningini, tá
hugsað verður um ta
gongd móti sterri sjálv-
stýri, verið hevur síðani
1948«.
Vanliga leggi eg ikki upp
i blaðskriving, men
oddagrein tykkara leyg-
ardagin 14. desember, ið
eg júst havi sæð, eigur
ikki at fara aftur við
borðinum uttan við-
merkingar.
Undir yvirskriftini
»Hvi leypa á leistum!«
verður = skrivað um
nýggju tolllógina, ið vit
sambært teirri avtalu,
vit samdust við EF um
tann 21. juni, skulu seta
í verk tann 1. januar
1992. Sama dag hevur
EF åtikid sær at seta
tær nýggju tollsemdir,
teir hava lovað okkum, í
gildi. Hin parturin av
umleggingini av fer-
oysku avgjeldunum,
meirvirðisgjaldið, kann
eftir avtaluni bíða til 1.
januar 1993.
Blaðið finst at manna-
gongdini í landsstýrin-
um og í umsitingini, og
tað stendur ikki til mín
at gera viðmerkingar til
tað. Tað, sum fær meg at
tala at, er tann hugburð-
ur, ið kemur til sjóndar í
greinini viðvíkjandi
sjálvum tí at halda
gjørdar millumlanda av-
talur.
At fáa eina tolllóg at
virka 1. januar 1992
heldur blaðið vera „fyri
at eftirlíka nekrum for-
beinaðum embætis-
monnum í Brissel«, og
landsstýrið verður lagt
undir at vera so »undir-
brotligt<, bert tað andar
úr hanakjafti úr Brússel,
at teir so liggja skerflat-
ir og bebbaræddir«. Og
at enda: »So umráðandi
kann hetta ikki vera, at
hetta ikki kann útsetast
til t.d. 1. apríl komandi«.
Tað, ið blaðið ikki tyk-
ist hava ans fyri, er, at
tað at seta foroysku toll-
lógina í gildi tann 1.
januar 1992 ikki er ein
spurningur um »undir-
brotligheit« ella ræðslu
fyri EF. Tað er ein
spurningur um at sýna
vilja og hegni til at halda
avtalur, ið ein sjálvur við
fríum vilja hevur gjert.
Vilja vit feroyingar
verða tiknir fyri fult í
millumlanda samvinnu,
er fyrsta kravið at vit
taka okkum sjálvar í álv-
viðmerking
ara, og tað gera vit m.a.
við at vísa okkum sjálv-
um og eðrum, at vit
halda tær avtalur, vit
gera. Tað er tí alt annað
enn „ikki umrådandi«, at
vit halda lyfti okkara um
at seta tolllógina í gildi
dagstevndan dag, ikki
fyri EF's sakir, men fyri
okkara egna trúvirði.
Sæð úr mínum sjónar-
horni er tad tí harmiligt,
at tað ikki eydnaðist fer-
oysku myndugleikunum
at fáa tolllógina at virka
1. januar 1992. Tað er
bert ein lítil uggi, at tað
heldur ikki hevur gingið
ov væl í hond hjá EF, við
tí úrsliti, at tað miseydn-
aðist teimum at fáa ein-
stakar av teirra toll-
semdum til okkara at
virka sama dag. Við hes-
um fáu undantøkum
fara teirra tollsemdir
kortini at virka tann 1
januar 1992, hóast okk-
ara seinferi. Teir lata tað
um seg ganga. Teir hava
sjálvsagt ráð at vísa
bæði hásinni og tolsemi.
At njóta gott av hásinni
ella tolsemi annara kann
koma væl við onkuntíð,
men tað er nakað, ið vit
fyri = okkara trúvirði
skyld helst eiga at royna
at sleppa undan at fáa
brúk fyri at biðja um.
Tað átti málgagnið hjá
eini rerslu, ið ofta hevur
nýtt rakstrarrópið »ger
skyldu tína, og krev rætt
tin«, at verið millum tey
fyrstu at ásannað og
gjert vart við.
í Keypmannahavn
t 18. desember 1991
Arni Olafsson
A
Jákup Lindenskov:
>Tað, at vit eru einasti
partur av danska ríkinum,
sum ikki gevur lesandi
hesi rættindi, ger tað í
sjálvum sær rímiligt at
fáa tað framt«.
Atli Dom, legmaður,
hevur eisini alment seg
seg ganga inn fyri málin-
um.
Fyri sjálvt býráðið
Alt bendir also á, at po-
litiski viljin er til staðar —
bæði í samgonguni og
Kommunufelagnum. Tað
er bara fíggjarnevndin í
Tórshavnar Býráð, sum
sigur nei.
Men hetta nei er tíbetur
ikki endaliga svarið til
landsstýrið. | Uppskotið
skal eisini leggjast fyri
sjálvt býráðið til umreðu.
Og tá er at vóna, at bý-
ráðslimir fara at taka eina
aðra steðu.
Tí hetta snýr seg í veru-
leikanum ikki um annað,
enn at rætta ein eyðsædd-
an skeivleika.
Sjúrður Skaale