Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 66 - 4. apríl 2003 Nr. 66 - 4. apríl 2003 3 Nyggj djóralæknaviðtala í Havn TÍÐINDASKRIV Ein nýggj djóralæknavið- tala verður nú í Havn. Lars Mohr Nielsen, djóralækni hevur í Stoffalág 31 latið upp djóralæknuviðtalu. Hann fer at hava viðtalu fyri landbúnaðinum og hevur herumframt latið upp praksis við atliti til at við- gera onnur djór, ið gerst ein alsamt størri partur av arbeiðinum hjá djóralækn- um. Lars fer at lutaka í vaktarskipanum, eftir tí nýggju avtaluni millum Landsdjóralæknan og priv- atpraksiserandi djóralækn- ar. Lars Mohr Nielsen er út- búgvin djóralækni frá Landbúnaðarháskúlanum í Keypmannahavn í 1990. Eftið lokið prógv arbeiddi hann eitt ár á Fiskasjúku- deildin hjá Landsdjóra- læknanum. Arbeiddi síðani 2 1/2 ár í praksis ymsa staðini í Jyl- landi. Kom eftir hetta heimaft- ur, var aftur á Fiskasjúka- deildini og síðani í uml. 3 ár hjá Djóralæknatanastuni. Lars fór hereftir í undir- vísingar og granskingar- starv á Klinisk Institutî á Landbúnaðarháskúlanum og var hann her í 2 1/2 ár. Tey seinastu árini hevur hann starvast á Dansk Vet- erinerinstitut og m.a. luttikið í tí stóru kanningini av smittandi sjúkum í Før- oyum íð Landsdjóralæknin hevur sett í verk seinastu árini. Hevur í hesum tíðar- skeiðið verið avloysari á djóraklinikk uttanfyri Keypmannahavn og í Før- oyum. Og fyri einum hálv- um ári síðani luttikið í ar- beiðnum til varðveitan av tí serstaka føroyska rossa- slagnum. Áhugað eru vælkomin at seta seg í samband við Lars Mohr Nielsen á tlf. 311041 ella 511041. Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara Åge Olsen Trongisvágur andaðist og bleiv jarðaður. Takk fyri vitjanir, heilsanir, gávur, blómur og kransar. Takk til Jósvein Bech, prest, kirkjutænarar og sangarar. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til jarðarferðina. Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Anna, Egil, Annika og Jan æifylla sambært Jan Televarpið er nú byrj- að at senda í Klaksvík, og hóast Klaksvík má sigast, at vera ein parabolbýur burt- urav, so blivu rættu- liga nógvir móttak- arar frá Televarpinum seldir í Klaksvík týs- dagin TELEVARPIÐ Solby A. Eliasen Klaksvík: Televarpið hevði køtilboð upp á sínar mót- takarar týsmorgunin 1. apríl, tá tað byrjaði at senda í Klaksvík. Undirtøkan var avbera góð, og einir 85 ella 90 móttakarar vórðu seldir í teimum trimum sølubúð- unum, har teir vóru at fáa. Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum, men tað má metast at vera avbera gott, tí so gott sum hvørt hús í Klaksvík hevur parabol- skipan. Men tað letur sostatt til, at klaksvíkingar og norð- oyingar annars eru við at troyttast av teimum stóru tallerkunum, sum mugu hanga ella standa uttanfyri teirra hús, um tey skulu síggja annað enn Sjónvarp Føroya. Tað sást á sølutøl- unum hjá Televarpinum henda dagin. Pól Sundsskarð, leiðari í Telebúðini í Klaksvík, sum var ein av trimum sølu- búðum týsdagin, er púra ovfarin av undirtøkuni. – Tað var ikki væntandi, at undirtøkan fór at vera so góð í einum parabolbýi, sum Klaksvík er, men tað frøast vit so sanniliga um, sigur hann. Tá Televarpið av fyrstan tíð byrjaði at senda í høv- uðsstaðnum, rendi tey seg í eina ørgrynnu av byrjunar- trupulleikum, men tað hev- ur ikki verið nakar trupul- leiki í Klaksvík. – Fólk hava frá fyrstan tíð fingið at vita, at um tey vilja síggja Televarpið, so mugu tey keypa eina nýggja antennu, og tað hevur óivað gjørt sítt til, at ongin klaga er komin hesar fyrstu dagarnar, heldur Pól Sundsskarð. Hann heldur fram, at viðskiftafólk fingu kassan kláran heim við. Tað vil siga, at tey innlósu allar rásirnar í sølubúðini, áðrenn fólk fingu kassan heim við. So tað einasta teimum nýttist at gera, var at seta antennuna upp og so stikkið í, so kundu tey síggja Televarpið. Spurdur um, hví hann heldur, at undirtøkan var so góð, sigur Pól, at tað kann væl vera, at fólk eru við at troyttast av parabolunum, og fleiri at teimum kunnu eisini vera nógv slitinir nú, tí tað eru nú vorðin nøkur ár síðani, at parabol sást á so gott sum hvørjum húsa- veggi í Klaksvík. Um góða undirtøkan hjá Televarpinum fer at halda fram, tað fer at síggjast teir komandi dagarnar. Parabolbýur tók væl ímóti Televarpinum Klaksvík er ein parabolbýur burturav, og tað ljóðaði ofta, áðrenn Televarpið kom norðurum, at tað fór at verða til fánýtis, men tey orðini vórðu gjørd til skammar týsdagin, fyrsta dagin hjá Televarpinum í Klaksvík Mynd: Jan Müller C M Y K 3 2 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo