Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 66 - 4. apríl 2003 Nr. 66 - 4. apríl 2003 5 Veitslukvøld á Tvøroyri fyri Guðruni Jacobsen Í kvøld fara bæði Suður Bio og Tvøroyrar Klubbi at vísa finaluna í Stjerne for en aften á hvør sínum stórskíggja . Føroya Bjór og Restorffs bjóða okkurt afturvið STJERNE FOR EN AFTEN Áki Bertholdsen Tað er ikki bara fótbóltur sum megnar at savna før- oysku tjóðina. Tað hevur Guðrun Jacob- sen á Tvøroyri eisini klárað, nú hon er komin í finaluna í stóru, donsku sangkapp- ingini, “Stjerne for en aften”. Og sum tey flestu longu vita, verður finalan í hesi sangkappingini í kvøld. Og hetta verður eitt tiltak, sum tvørafólk ikki lata fara afturvið borðinum uttan víðari. Á Tvøroyri ætla tey sær nevniliga at skipa fyri hugnakvøldi í sambandi við finaluna. Tiltakið verður í Klubb- anum, har bæði Klubbin og Suðurbio fara at vísa sjálva finaluna á hvør sínum stórskíggja. Tiltakið er alment og har kunnu øll, sum hava áhuga, koma saman hugna sær saman við øðrum ímeðan finalan er. Men samstundis verður gjørt vart við at av tí at tiltakið er í klubbanum, er aldursmarkið 18 ár. Men tey, sum koma, vera ikki við turran munn, tí tá ið finalan er liðug, fara bæði Restorffs og Føroya Bjór at bjóða fólki okkurt leskiligt afturvið. Tey, sum heldur vilja hava okkurt heitt, kunnu fáa kaffi ella te. Tað fer eisini at bera til at fáa eisini okkurt undir tonnina afturvið. Foreldur Guðruna, Gitte og Ási, verða eisini hjá- stødd í klubbahúsinum hetta kvøldið, har tey fara at vera saman við gest-unum. Men kvøldið efndar ikki, tá ið finalan er liðug, tí seinni um kvøldið verður dansur í klubbanum. Guðrun hevur møguleikan Àsi Jacobsen, pápi Guðr- una, dylir ikki fyri, at spenningurin er øgiligur uppundir finaluna. Men hann heldur avgjørt, at hon hevur ein møguleika. – Eg haldi, at øll, sum eru komin í finaluna, hava møguleika at vinna. Tey eru seks í finaluna og tey duga øll avbera væl at syngja. Men sum tað sær út frammaundan, verður tað gjørt til, at slagið kemur mest at standa ímillum Guðruna og Tarek. Tey hava heilt hvør sín stíl, Guðrun syngur ein friðaligan sang, men tað er nógv meiri lív í, tá ið Tarek syngur. So veldst um, hvat fellur betur í oyruni á teimum, sum lurta. Men Ási heldur avgjørt, at tað kunnu eisini onnur gera seg galdandi, eitt nú heldur hann, at ein, ið nevnist Jacob, saktans kann gera seg galdandi. Yvirhøvur heldur Ási, at tað kunnu verða teir smáu marginaliarnir, sum gera av, hvør vinnur ella ikki. Eitt lítið kiks hjá onkrum, kann beina fyri dreymin- um, so lítið skal til at tað koppar hvønn veg tað skal vera, sigur heldur Ási Jacobsen. Í kvøld fer alt Føroya land at fylgja við, hvussu tað gongst Guðruni Jacobsen í sangkappingini, Stjerne for en aften. Á Tvøroyri verður finalan víst á tveimum stórskíggjum í klubbanum og í Suðurbio Tað er greitt, at kemur virkið í Vági, har Suðurlaks er, at standa tomt leingi, seta vit okkurt í verk fyri at fáa gongd á virkið aftur, sigur stjórin á Fiskavirking VÁGUR Áki Bertholdsen – Virkið í Vági, har laksavirkið heldur til, fer ikki at standa tómt leingi. Sum øll onnur, harmast eisini Meinhard Jacobsen støðuna, sum Suðurlaks er komið í og hann vónar, at ein loysn verður funnin. Men hann sigur, at tað er púra greitt, at eydnast tað ikki at lata laksavirkið upp- aftur, fer Fiskavirking undir okkurt slag av virksemi í Vági. – Tað er greitt, at kemur virkið í Vági at standa tomt í longri tí, fer Fiskavirking at lata tað uppaftur, sigur hann. Hann sigur at enn er vón- leyst at siga nakað um, hvat slag av virksemið talan kann verða um at leggja á virkinum í Vági. – So mugu vit kanna eftir, hvørjir møguleikar eru, sigur hann. Sostatt veit hann ikki, hvussu nógv arbeiðspláss talan kann vera um. – Men í ringasta føri verður talan um at arbeiða botnfisk, tí uppaftur verður virkið latið, sigur Meinhard Jacobsen. Mugu fáa arbeiðsfrið Hetta sama hevur stjórin í fiskavirking váttað fyri Johan Dahl, løgtingsmanni og vinnulívsmanni. Johan Dahl tók í gjára- morgunin stig til ein fund við stjóran á Fiskavirking um støðuna í Vági og fyri at vita, hvussu landið liggur og, hvørjir møguleikar eru. Bæði sum løgtingsmaður og sum vinnulívsmaður er hann áhugaður í at vita, hvørji útlitini eru fyri virkinum í Vági, tí støðan hjá Suðurlaks ávirkar støð- una hjá øllum pørtum. – Á fundinum við meg váttaði Meinhard Jacobsen at virkið í Vági kemur ikki at standa tomt leingi. – Men stjórin á Fiska- virking gjørdi eisini greitt, at hann fór at bíða eftir, hvat hendi við Suðurlaks og fyrrenn tað er greitt, hvat hendir við Suðurlaks, tekur Fiskavirking ikki onnur stig í málinum. Johan Dahl sigur, at stjór- in á Fiskavirking gjørdi púra greitt, at hann er sinn- aður at geva Suðurlaks ar- beiðsfrið til at royna at finna eina loysn, so at virk- semið á virkinum kann halda fram. – Men miseydnast tað, fer Fiskavirking ikki at sleppa vágbingum upp á fjall tí so tað sjálvt at fáa okkurt slag av virksemið aftur á virkið, fekk eg at vita frá stjóranum á Fiska- virking. Johan Dahl vísir á, at støðan i Vági er ógvuliga fløkt og tað, sum er mest umráðandi nú, er, at allir partar fáa arbeiðsfrið til at finna eina loysn. – Men tað ræður eisini um at geva tol, tí støðan er trupul at tað tekur tíð at finna loysnir, sigur Johan Dahl. Og hann ivast ikki í, at onkur loysn verður funn- in. Hava ikki koyrt Hera Hjelm á dyr Annars avsannar Meinhard Jacobsen at Fiskavirking hevur koyrt Hera Hjelm út av virkinum í Vági og hev- ur kravt lyklarnar aftur Stjórin á Fiskavirking heldur, at okkurt av tí, sum stóð í greinini í Sosialin um mikudagin, kundi mis- skjiljast og at tað tí er neyð- ugt at útgreina støðuna eitt sindur. – Tá ið sagt verður at vit hava fingið lyklarnar til virkið frá Hera Hjelm, skal tað ikki uppfatast soleiðis sum um at vit hava tikið lyklarnar frá honum og koyrt hann út, tí tað hava vit ikki gjørt, sigur Meinhard Jacobsen. Tað ljóðaði annars í Vági, at Fiskavirking hevði tikið lyklarnar frá Hera Hjelm. Tí spurdu vit stjóran, Mein- hard Jacobsen, um tað var nakað hald í tí og hann vátt- aði at fiskavirking hevði fingið lyklarnar, tí Heri Hjelm ikki kláraði sínar skyldur. Fyri at nágreina tað, hann segði við Sosialin miku- dagin, sigur Meinhard Jacobsen nú, at tað var Heri Hjelm sjálvur, sum handaði Fiskavirking lyklarnar aft- ur, tí hann megnaði ikki at svara sínar leiguskyldur og tí at hann metti støðuna at vera so vónleysa at hann helt tað vera rættast at lata lyklarnar innaftur. – Tað var ikki Fiskavirk- ing, sum kravdi at fáa lykl- arnar, leggur hann dent á Fiskavirking sleppur ikki vágbingum upp á fjall Fiskavirking ger onki, fyrrenn tað er greitt, hvat hendir við Suðurlaks, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri. Hann avsannar eisini, at Fiskavirking hevur tikið lyklarnar frá Hera Hjelm TÍÐINDASKRIV frá Kelduni Aftur í ár verður páska- stevna hildin inni á Skála. Páskastevnan byrjar skír- isdag 17 apríl og og endar 2 páskadag 21 apríl. Tað er samkoman Keld- an Skálafirði, sum skipar fyri stevnuni. Eins og undanfarin ár verður nógv ymiskt á skránni. Talarar verða m.a Enevald Flåten frá Levende Ord úr Noregi, og Erik Bedsvaag, norskur evangelistur í Kenya. Enevald Flåten er sam- komuleiðari á Levende Ord í Bergen, sum í nógv ár hevur havt stóran vøkst- ur. Í dag stendur hann, sum ein sera sterkur íblástur til samkomulívið, bæði í Noregi, Skandinavia og aðra- staðni. Enevald hevur áður vitjað í Føroyum. Tað hevur altíð verið sera spennandi at hoyra hann og sæð hvussu Harrin hevur brúkt hann í tæn- astuni. Erik og Hilda Bedsvaag eru trúboðarar í Kenya. Tey eru fødd og uppvaksin í Noreg. Tey hava tænt Harranum sum familja í meir enn 20 ár. Seínastu 12 árini hava tey verið trúboðarar í Afrika og hava tey verið við í einum arbeiði, sum hevur borið nógvan ávøkst. Tey hava eina sterka evangeliska tænastu, sum Harrin hevur salvað tey við. Spennandi verður at hoyra og uppliva teirra tænastu og hvussu Harrin brúkar tey. Umframt hetta er Hilda lovsongsleiðari. Hon hev- ur skrivað fleiri sangir og givið fløgur út. Umframt hetta verða tiltøk fyri børn, har skip- að verður fyri barna- møtum samstundis sum kvøldmøtini eru. Her verður nógv ymiskt gjørt burturúr við m.a. drama, dansi og sangi. Ymiskar samkomur koma at leiða hvør sítt barnamøti. Tvey sera forvitnislig ungdómstiltøk verða eisini við á stevnuni, har m.a. sang- dansi- og drama- bólkar luttaka. Stórur dentur verður eisini lagdur á sang og lovsang. Hetta kemur eisini at seta sín dám á møtini. Leygarkvøldið verður eitt sokalla "syngið við" kvøld kl. 22.00. Hetta kvøldið er bæði fyri ung og eldri. Keldan leggur dent á, at páskastevnan er fyri øll, tí vóna vit, at so nógv fólk og samkomur sum tilber verða við. Undir stevnuni verður stórur dentur eisini lagdur á at biðja fyri fólkið til frelsu og grøðing. Mein- ingin er, at hin gleðiligi boðskapurin um frelsaran skal koma út til alt fólkið, so at menniskju kunnu uppliva Guds kærleika og kraft bæði til anda, sál og likam. Møguleiki verður at keypa sær okkurt til matna undir stevnuni, somuleiðis sum gisting er møgulig, bæði privat og á Runavíkar Sjómansheimi. Stevnan byrjar skírisdag 17. apríl kl. 18.00 og er til 2. páskadag 21. apríl. Lýst verður nærri um skránna til páska-stevnuna seinni. Páskastevnan 2003 í ítróttarhøllini á Skála Hetta er 9. ferðin, at páskamøtir verða hildin í ítróttarhøllini á Skála. Tað er sam- koman, Keldan í Skálafirði, ið skipar fyri hesum tiltaki, sum savnar um 1000 fólk til hvørt møti. Møtini á Skála verða hildin annaðhvørt ár FUNDIR OG TILTØK Rúna Sivertsen Páskamøtini á Skála er ivaleyst tað størsta andaliga tiltakið, sum verður á páskum. Tað er samkoman í Skálafirði, Keldan, sum skipar fyri hesum møtum. Fyrstu páskamøtini hjá Kelduni vóru í 1987. Møtini verða hildin ann- aðhvørt ár í Havn, og tá er tað samkoman í Hoyvík, sum skipar fyri. Brøðrasamkoman hevur eisini stór tiltøk av hesum slag, bæði í Klaksvík, Havn og í Suðuroy, men tey møtini eru vanliga um heystið og á hvítusunnu. Boðskapurin hin sami Sosialurin hevur tosað við ein av teimum, sum skipa fyri møtunum á Skála, Leif Høj, og spurt hann, hví so nógvar samkomur eru. - Allar samkomurnar hava sama boðskap og boða frelsu í Jesu Kristi blóði. Men mátarnir at boða henda boðskap eru so ymiskir, sigur hann. Leif sigur, at gleðiboð- skapurin um Jesus er ein gáva til menniskju og tey, sum bera hesa gávu, prýða hana á so ymiskar mátar. - Okkara møtir verða skipaði við nógvum lov- sangi. Eisini biðja vit fyri sjúkum á møtunum. Alt verður gjørt til at fremja frelsuboðskapin um Jesus, og ótaldir eru vitnis- burðirnir frá fólki, sum hava møtt Jesusi, sigur hann. Kend nøvn við Møtini verða sera fjøl- táttað, og nógv verður gjørt fyri børnini og tey ungu. Ungdómskvøld verður, har eisini onkur kendur tónleikabólkur kemur at spæla og syngja. Millum onnur verða Braquet og Crashwawe, sum onkur helst minnist frá Prix Føroyar. Eisini bólkurin, A2J, kemur at spæla. Navnið á bólkinum merkir, "bundin at Jesusi". Á sangløtuni, "syng við", koma fleiri kend nøvn inn- an andaliga føroyska tón- leikin at syngja fyri. - Vit hava ikki fingið svar frá øllum enn, men Heini Lutzen, Sigrid Sivertsen og Theodor (Teddy) Petersen verða í hvussu er við, sigur Leif Høj. Skipað verður fyri barna- møtum samstundis, sum møtini fyri tey vaksnu eru. Tí nýtist ongum at sita heima orsaka av, at børnini ikki orka at sita still undir møtunum. Tey, sum skipa fyri, hugsa ikki bara um anda- ligu føðina, men eisini ta føði, sum likamið krevur. Tí verður kafeteria í ítrótt- arhøllini opið, meðan møt- ini eru. Møtini hjá Kelduni byrja í ítróttarhøllini á Skála skírisdag og halda fram til 2. páskadag. Stórt páska- tiltak á Skála Enevald Flåten Erik og Hilda Bedsvaag C M Y K 5 4