fríggjadagur 4. apríl 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 66 - 4. apríl 2003
Nr. 66 - 4. apríl 2003
7
Verður einki gjørt, fer allur
rækjuflotin av knóranum
- Í altjóða sjógvi eru
altjóða fyritreytir
galdandi. Sum nú er,
hava vit ongan møgu-
leika at kappast við
aðrar, sigur skiparin á
Arctic Viking, Bjarni
Petersen
RÆKJUFLOTIN
Vilmund Jacobsen
Allur rækjuflotin liggur í
andaleypi og teir, sum eiga
skipini, vita sær eingi liv-
andi ráð, nú allur flotin
stendur til at fara av knór-
anum. Tvey skip eru longu
farin, Ocean Pride, sum er
seldur til Kanada og Kapp-
in, sum Rækjuvirkið á Oyri
hevur keypt. Tvey onnur
føroysk rækjuskip fiska
undir fremmandum flaggi.
Føroyski rækjuskipaflot-
in telir í løtuni 8 skip undir
føroyskum flaggi, og tey
standa øll – uttan undantak
- til at fara av knóranum,
um einki verður gjørt frá
politiskari síðu til tess at
varðveita skipini í flot-
anum.
Reinur valuti
Ofta verður spurt, hvat
loysir seg at varðveita
samfelagsliga, og hvat ikki
loysir seg. Lítið man tó vera
at ivast í, at føroyska sam-
felagið verður fátækari, tá
ið rækjuflotin er seldur øðr-
um – ella er flaggaður út.
Bjarni Petersen, skipari á
Arctic Viking, sigur, at
rækjuflotin í miðal útflytir
fyri einar 250 milj. krónur
um árið.
- Samanbera vit hetta við
tað, sum flakatrolararnir út-
flyta fyri, er talið hjá flaka-
trolarunum einar 50 milj.
krónur hægri.
Rækjuskiparin vísir á, at
øll kvotan hjá flakatrolar-
unum verður goldin við
fiski undan Føroyum, men
soleiðis er ikki við rækjun-
um, sum verða veiddar í
altjóða sjógvi.
- Føroyar lata 155.000
tons av svartkjafti fyri
veiðirættindini hjá flaka-
trolarunum og nótaflotan-
um, tá ið hesi skip veiða
uttanfyri 200 fjórðinga
fiskimarkið. Hesi skip fáa
tískil sína kvotu í útlendsk-
um sjógvi fyri "einki", tí
fiskur
undan
Føroyum
rindar kostnaðin. Hinvegin
noyðist rækjuflotin sjálvur
at gjalda, um teir vilja
vinna sær eykakvotur.
Bjarni sigur, at Føroyar
lata einki kilo av fiski, ei
heldur nakra krónu fyri tað,
sum rækjutrolararnir fiska
á Flemmish Kap og við
Svalbard.
- Hetta eru søgulig rætt-
indi, sum vit sjálvir hava
vunnið okkum, leggur hann
dent á.
Einastu rækjurnar, sum
fiskaðar verða fyri umbýt-
iskvotu, eru tey fáu tonsini,
sum rækjuskipini sleppa at
fiska undir Eysturgrøn-
landi.
- Men líkt er ikki til, at
nakar skilir hetta, tí ein
rækjutrolari fyri og annar
eftir fer á húsagang – uttan
at hugt verður eftir, hvat tað
er, sum hendir, og hvørjar
umstøðurnar hjá flotanum í
veruleikanum eru, sigur
Bjarni Petersen.
Undir FAS-skipan
Skiparin heldur, at rækju-
flotin hevur so stóran, sam-
felagsligan týdning, at eitt
hvørt átti at verið gjørt frá
almennari síðu, so vit ikki
missa øll hesi skipini av
hondum.
- Vit fiska í altjóða sjógvi
í kapping við skip, sum
fiska undir altjóða treytum.
Tí átti tað ikki at verið
órímiligt, at vit eisini
sluppu at kappast undir
somu treytum, sum hini
skipini.
Bjarni leggur dent á, at í
altjóða sjógvi, eru altjóða
treytir galdandi.
- Sleppa vit ikki at fiska
undir somu treytum, sum
hinir, hava vit heldur ongan
møguleika at kappast við
teir, sigur hann.
Skiparin á Arctic Viking
heldur tað tí vera so upp-
lagt, at føroyski rækju-
skipaflotin sleppur undir
eitt slag av eini FAS-skip-
an, eins og farmaskipini,
sum eisini kappast undir al-
tjóða treytum.
Felagið Rækjuskip hevur
borið hetta uppá mál yvir-
fyri landsins myndugleik-
um, men teir hava higartil
skotið seg inn undir, at
sleppa rækjuskipini undir
eina FAS-skipan, so fara
aðrir skipabólkar at krevja
tað sama.
- Eg haldi ikki, tað hevði
verið órímiligt, um vit
fingu eina lóg, sum sigur,
at tey skip, sum fiska í al-
tjóða sjógvi – og ikki av
umbýtiskvotu
–
kundu
sloppið undir eina FAS-
líknandi skipan.
Bjarni Petersen dugir ikki
at síggja nakran trupulleika
við hesum, nú vit framman-
undan hava eina lóg á
økinum.
- Men myndugleikarnir
lata bara oyruni aftur og eru
fullkomiliga passivir. Hetta
er óskiljandi, nú ein heil
vinna stendur til at fara fyri
bakka, sigur hann.
Í blaðnum leygardagin
venda vit aftur til støðuna
hjá rækjuflotanum.
Allur rækjuskipaflotin liggur
í andaleypi, men myndug-
leikarnir lata bara oyruni
aftur og eru fullkomiliga
passivir. - Hetta sigur Bjarni
Petersen, skipari á Arctic
Viking, sum mælir til, at ein
FAS-líknandi skipan verður
gjørd fyri rækjuflotan, sum
fiskar í altjóða sjógvi og ikki
av føroyskari umbýtiskvotu
Mathias Davidsen
hevur keypt handilin,
Hygg-Inn í Saltang-
ará, sum nú hevur
broytt navn til La-
famme, ið er franskt
og merkir "kvinna"
HANDIL
Vilmund Jacobsen
Í Runavíkar kommunu er
ríkt handilslív. Næstan
hvørt hús, sum er bygt við
høvuðsvegin, er samstund-
is bygt við handilsvindeyg-
um. Tó eru tað ikki øll,
sum búgva við vegin, ið
handla, men tey fægstu
útihýstu hesum møguleika,
tá ið tey lótu húsini byggja.
Av og á skifta handlar
eigara, og nýggj andlit eru
at síggja aftanfyri diskar-
nar.
6. mars keypti Mathias
Davidsen handilin, Hygg-
Inn í Saltangará, frá Dánial
Peturi og Duritu Hansen.
Hygg-Inn er klædna-
handil, sum hevur lagt seg
eftir at selja konufólka-
klæði.
Málbólkurin
er
vaksin fólk, ikki børn.
Handilin hevur røtur
heilt aftur til sekstiárini, tá
ið hann bar heitið, Klædna-
búðin.
Dánial Petur og Durita
hava átt Hygg-Inn í hálvt
triðja ár ella so.
Broytingar
Nýggi eigarin, Mathias
Davidsen, er el-innleggjari
og eigur eisini handlarnar,
El-tænastan og Tógv og
Stokkar, sum húsast undir
somu lon í Saltangará.
Á el-virkinum, sum eis-
ini ber heitið El-tænastan,
hevur Mathias 7 mans
aftrat sær.
Hann sigur, at handilin,
Hygg-Inn, verður rikin
sum higartil við konu-
fólkaklæðum, men bæði
navn og handilin innan
verða broytt.
- Hygg-Inn fer nú at eita
Lafamme, sum er franskt
og
merkir
"kvinna".
Nýggja skeltið er ikki
komið upp enn, men tað
verður væntandi fyrsta
dagin, sigur Mathias.
Hann sigur, at handilin
verður eisini broyttur inn-
an. Hølini verða "shinaði",
sum hann tekur til og sett í
nútímans stand. Øll ljós-
skipanin verður eisini sett
upp av nýggjum.
- Hetta verður alt gjørt so
við og við, og longu nú eru
onkrar broytingar framdar,
sigur Mathias Davidsen.
Handilin,
Lafamme,
hevur eitt rímiliga stórt úr-
val av klæðum til konufólk
– og er verdur at vitja.
Tvey konufólk arbeiða
hjá Lafamme hálva tíð.
Opið er vanligar dagar
frá kl. 10.00-17.30 og
leygardag frá kl. 10-14.
Hygg-Inn, kvinna!
Áttandi B á Giljanesi
hevur vunnið eina
internetkapping, sum
danskt tryggingar-
felag skrivaði út
millum allar áttandu
flokkarnar í danska
kongaríkinum
KAPPING
Edvard Joensen
Giljanesi: Tey eru best í
danska kongaríkinum, tá
ræður um vitan um fyrstu-
hjálp. Næmingarnir í átt-
anda B á Giljanesi.
Í mars mánað skrivaði
danska tryggingarfelagið
Tryg i Danmark út ein
kapping, har áttandu flokk-
arnir í danska kongarík-
inum kundu melda til.
Kappingin gekk út uppá, at
næmingarnir skuldu svara
spurningum um fyrstyhjálp
og hvussu teir høvdu borið
seg at, um teir komu á
staðið, har ein vanlukka var
hend.
Marianna Simonsen, sum
er flokslærari hjá áttanda B
í
Miðvágs-
Sandavágs
Skúla, ið vanliga verður
nevndur Skúin á Giljanesi,
greiðir frá, at næmingarnir
hava gjørt alt arbeiðið
sjálvir. Skúlin hevur latið
teimum internetsamband í
stovuna, og so hava tey
klárað restina sjálv. Í felag,
leggur lærarin dent á.
Kappingin varð skipað
soleiðis, at næmingarnir
skuldu meldast til við hvør
sínum loyniorði, umframt
at flokkurin fekk eitt loyni-
orð. Kappingin byrjaði so
tann 24. mars og helt á til
tann 30. mars á miðnátt. Ta
tíðina kundu næmingarnir
so hvør í sínum lagi hyggja
at, um teir høvdu fingið
nakrar spurningar at svara
uppá.
Spurningarnir
komu
ógvuliga
spjaddir.
Til
dømis hevði onkur fingið
allar
sínar
spurningar,
áðrenn onnur fingu nakrar.
Onkru fekk tveir sama dag
o.s.fr.
– Men tey hava verið
ófør, greiðir Marianna,
flokslærari, frá. Og kapp-
ingarandin kom veruliga
fram eisini.
Onkuntíð hava tey í felag
sitið við telduna. Tann, sum
svara skuldi, tastaði inn,
meðan onnur sótu við bók
við síðuna av og svaraðu,
so skjótt kundi tastast. Tí
tað fór ein klokka í gongd,
fyrsta, sum latið varð upp,
og hon taldi, til afturlatið
var. Tann tíðin skuldi telja
við í útrokningini, tá úr-
slitið skuldi gerast upp.
Samlaða úrslitið varð so
funnið við, at hvør einstak-
ur næmingur varð skrá-
settur við sínum úrsliti. Tað
vil siga svarið og tíðin,
brúkt varð, og síðan var
meðaltalið fyri allan flokk-
in tikið.
Tá avtornaði, og úrslitið
varð kunngjørt á heima-
síðuni
www.redliv.dk,
hevði áttandi B á Giljanesi
flest stig av teimum 200
flokkunum, sum luttóku.
Flokkurin fær 25.000,-
krónur í høvuðsvinningi.
Eisini koma tveir danskir
fyrstuhjálparinstruktørar til
Føroya at geva teimum eitt
tveir daga skeið í fyrstu-
hjálp.
Eisini átandi A á Gilja-
nesi var við í kappingini, og
gjørdist hann nummar 18.
Felagið Vágar fer nú
at reka kunningar-
diskin á flogvøllinum,
eins og felagið eisini
fer at lýsa eftir fólki
til Kunningarstovuna
í Vágum
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Flogvøllurin: Kunningar-
diskurin á flogvøllinum
verður nú lagdur undir
Felagið Vágar, sum rekur
Kunningarstovuna í Vág-
um.
Felagið, sum hevur rikið
kunningardiskin seinastu
tíðina, gavst mánadagin, og
vandi var fyri, at diskurin
fór at lata aftur.
Nú hava so Statens Luft-
fartsvæsen
og
Felagið
Vágar í felag tikið seg sam-
an og reka diskin í felag til
eftir páskir. Triðja páska-
morgun tekur Kunning-ar-
stovan í Vágum yvir.
Terji Nielsen, kunningar-
leiðari í Vágum, sigur, at nú
verður farið at lýsa eftir
fólki til Kunningarstovuna
og kunningardiskin á flog-
vøllinum. Lýst verður eftir
tveimum fólkum. Hálvt-
annað starv verður á flog-
vøllinum, og eitt hálvt
verður á sjálvari Kunn-
ingarstovuni aftur at leið-
aranum sjálvum, sum fer at
halda til har.
Tað
eru
ferðasmiðir,
Ferðaráðið, Felgið Vágar
og onnur, sum hava tikið
seg saman og fíggjað kunn-
ingardiskin á flogvøllinum.
Terji Nielsen, kunning-
arleiðari, sigur, at áhuga og
vælvild hevur ikki skortað
uppá. Øll i vinnuni duga at
síggja tað avgjørt neyðuga í
at hava kunningardkiskin á
flogvøllinum.
Best í
konga-
ríkinum
Felagið Vágar yvirtekur kunningardiskin
Kunningardiskurin verður
yvirtikin av Felagnum
Vágum triðja páskadag. Til
ta tíð reka SLV og Felagið
Vágar diskin í flelag
Mynd: Edvard Joensen
8. B í Miðvágs Sandavágs Skúla vann fyrstuhjálparkappingina, sum danska tryggingarfelagið Tryg i Danmark skipaði fyri á
internetinum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Soleiðis sær heimasíðan út, sum hevur ligið til grund fyri
kappingini, sum næmingarnir á Giljanesi vunnu
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6