fríggjadagur 4. apríl 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 66 - 4. apríl 2003
Nr. 66 - 4. apríl 2003
9
Lands-
rætturin
legði hálvt
ár omaná
Landsrætturin
herdi dómin yvir
ein 48 ára gamlan
mann, sum bank-
aði makan við ein-
um hamara um
nýggjársleitið.
Dómararnir góvu
manninum 15
mánaðir fyri harð-
skapin
HAMARAMÁLIÐ
Ingi Rasmussen
Ein 48 ára gamal maður
fekk tann 28. januar í ár
dóm í Føroya rætti fyri
at hava bankað eina
konu so illa við einum
hamara, at tað stóð um
lív.
Føroya rættur metti
hendingina til níggju
mánaðir, hóast hann við
vilja hevði hamrað ham-
aran fleiri ferðir beint
íhøvdið á kvinnuni, sum
hann livdi saman við.
Maðurin rakti millum
annað kvinnuna í tinn-
ingina, og læknarnir
søgdu hana vera stutt frá
deyðanum.
Dómurin vakti ans, og
nógv hildu hann vera alt
ov
linan.
Eitt
nú
Kvinnuhúsið gjørdi vart
við, at tað heldur var
harðskapsmaðurin, sum
varð vardur, enn offrið.
Linda
Hesselberg,
ákæri, royndi eisini at
fáa mannin dømdan fyri
drápsroynd, men til fá-
nýtis.
Ákæruvaldið
royndi kortini málið við
Landsrættin, tí harð-
skapurin varð so grovur.
Og Landsrætturin gav
ákæruvaldinum viðhald.
Mikudagin herdu teir
tríggir landsrættardóm-
ararnir dómin og løgdu
eitt hálvt ár omaná. So-
statt skal maðurin sita í
fongsli í eitt ár og tríggj-
ar mánaðir. Tann 48 ára
gamli maðurin hevur
sitið í varðhaldi síðan
30. desember í fjør, tá
hann varð tikin fyri at
hava bankað kvinnuna.
Sostatt skal hevur hann
eitt ár eftir av dóminum
at sita.
Linda Hesselberg er
nøgd við dómin, tí so-
leiðis ger samfelagið
greitt, at tað ikki góð-
tekur harðskap, hóast
fólk liva saman.
Talan er ikki um eina
kæru til løgmann, og
tí er ikki vist, at løg-
maður ger nakað við
grovu skuldsetingar-
nar hjá SvF ímóti Páll
á Reynatúgvu, lands-
stýrismanni. Men løg-
maður hevur merkt
sær ógvusligu skuld-
setingarnar hjá
sjónvarpsstjóranum
HÓTTAN
Ingi Rasmussen
– Eg kenni onki annað til
málið, enn tað, sum eg havi
lisið á forsíðuni í Dimmma-
lætting. Eg havi sjálvandi
lisið tað, sum sjónvarps-
stjórin sigur, og sjálvandi
tosi eg við landsstýrismann-
in, tá eg síggi sovorðið. Men
hetta er ikki eitt mál, sum er
reist hjá mær, og tí fái eg illa
gjørt meira við tað.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, er fáorðaður um
grovu
ákærurnar,
sum
Sjónvarp Føroya hevur sett
fram ímóti Páll á Reyna-
túgvu, landsstýrismanni.
Mikkjal Helmsdal sjón-
varpsstjóri førir fram í
brævinum til Høgna Hoy-
dal, formann Tjóðveldis-
floksins, at landsstýrismað-
urin hevur hótt tíðindafólk í
eini roynd at tøla tíðina-
flutninginum.
Løgmaður er stjóri hjá
Páll á Reynatúgvu og skal
syrgja fyri, at hann uppførir
seg eftir reglunum. Men
løgmaður ivast í, um hetta
er eitt mál fyri hann. Ikki
enn í øllum førum.
– Brævið hevur greiða
adressu til floksformannin,
og tað verður undirstrikað,
at hetta ikki er ein kæra. Tí
er hetta ikki eitt mál, sum
løgmaður hevur ábyrgdina
av, sum nú er, sigur Anfinn
Kallsberg løgmaður, ið
kortini viðgongur, at hann
hevur ávísa skyldu at halda
eitt vakið eygað við, hvat
gongur fyri seg.
Hetta er eitt mál millum
fjølmiðilin og valdsharran,
og spurningurin er tí, um
viðurskiftini teirra millum
eru skalað. Anfinn Kalls-
berg er varin við at fara út í
tað kjakið.
– Pressan hevur átikið
sær at vera fjórða statsvald-
ið, so eg skal ansa mær at
vevja meg út í tann spurn-
ingin. Men tað er greitt, at
tað ofta veldst um eygað,
sum sær, og oyrini, sum
hoyra. Eg skal viðganga, at
eg ikki altíð eri samdur við
tað, sum kemur fram í
pressuni,
sigur
Anfinn
Kallsberg uttan at tosa um
ítøkiliga málið.
Løgmaður fylgir við frá síðulinjuni
Fólk føldu seg pressað
persónliga, og tí var
markið varð nátt fyri,
hvat pressan toldi.
Tað sigur Mikkjal
Helmsdal, sjónvarps-
stjóri, sum ikki vildi
finna seg í hóttanun-
um frá Páll á Reyna-
túgvu landsstýris-
manni ímóti tíðinda-
fólkum á Degi og
viku
HÓTTAN
Ingi Rasmussen
Tíðindafólk skulu sjálvandi
tola bæði atfinningar og at
vera alment viðgjørd. Men
tá politikarar beinleiðis
venda sær persónliga til tín
og hótta við at heingja títt
privatlív út í fjølmiðlunum,
so er markið nátt.
Tað
sigur
Mikkjal
Helmsdal, stjóri í Sjónvarpi
Føroya, sum rættiliga er
komið í fokus, nú opið stríð
leikar á millum Tjóðveldis-
flokkin og almenna sjón-
varpið.
Tað snýr seg um Páll á
Reynatúgvu, landsstýris-
mann við almannamálum.
Eitt er, at hann hevur blak-
að eina tíðindakvinnu á dyr,
tí hon ikki hevði fingið
loyvi at koma inn í Al-
mannaráðið. Eitt annað er,
at hann beinleiðis hevur
hótt tíðingafólkini við at
heingja tey út.
Sambært brævinum, sum
Mikkjal Helmsdal hevur
sent Høgna Hoydal, floks-
formanni, hevur lands-
stýrismaðurin
sagt
seg
»kanna persónligar upplýs-
ingar um journalistar í
SvF«. Endamálið er, at
»næstu ferð tey hættaðu
sær at vera kritisk móti
Tjóðveldisflokkinum,
skuldi hann syrgja fyri at
almannakunngera so nógv-
ar persónligar og betentar
upplýsingar um tíðinda-
fólk, at tey blivu spilt út í
fjølmiðlunum.«
Páll á Reynatúgvu sjálv-
ur vil vera við, at tað var
sagt í skemti.
– Soleiðis var tað í øllum
førum ikki skilt av teimum
fólkunum, sum tað er sagt
við, er Mikkjal Helmsdal
skjótur at svara.
Ein avleggari
Talan er um eina álvarsliga
ákæru, har roynt verður at
forða sjónvarpinum at gera
sítt arbeiði, og tí kann tað
undra fólk, at tað ikki er til
løgmann, sjónvarpið hevur
vent sær, Hann er leiðari í
teirri skipan, sum sjón-
varpsfólk vera forðað at
arbeiða í, men SvF vil ikki
gera tað til eitt mál millum
skipanina og fjølmiðlarnar.
– Orsøkin er, at vit hildu,
at málið er ein avleggari av
tí, sum sjónvarpið hevði
ført fram um Tjóðveldis-
flokkin
(leikritamálið,
blðm.), og tí hildu vit, at
rætta adressan var at venda
sær til flokkin. Vit hildu
heldur ikki, at tað var okk-
ara uppgáva at skapa per-
sónsmál innanhýsis í sam-
gonguni, sigur Mikkjal
Helmsdal.
Men tað er júst tað, málið
er blivið. Av tí, at Dimma-
lætting hevur almanna-
kunngjørt brævið, er málið
vorðið eitt persónsmál, sum
løgmaður illa fær latið
eyguni aftur fyri. Og tað
bøtir neyvan um viðurskift-
ini við Tjóðveldisflokkin.
– Dimmalætting hevur
biðið um alment innlit, tí
teir søktu um tað. Eg havi
ikki
likið
brævið
til
Dimmalætting, og eg havi
heldur ikki biðið nakran
gjørt tað, sigur Mikkjal
Helmsdal.
Fyrstu ferð
Tað er ikki óvanligt, at
hvøss álop eru á fjølmiðla-
fólk. Tey eiga at tola eitt
sindur av hvørjum. Serliga
tey, ið sjálv hava sum vøru-
merki at vera ágangandi, og
kunnu ganga sínum »offr-
um« nær.
Mikkjal Helmsdal er
samdur, men hetta er eisini
fyrstu ferð, at hann bein-
leiðis hevur upplivað, at
fólk kenna seg hótt persón-
liga, og tí noyddist SvF at
taka stig til at fáa málið
avklárað.
– Eg havi ikki verið úti
fyri slíkum fyrr í mínari tíð.
Nógvur kritikkur hevur
heglað yvir stovnin og
einstaklingar. Men vit hava
ongantíð havt dømi um, at
farið er um tað markið, har
starvsfólk hava følt seg
pressað upp á sín persón.
Eg metti í øllum førum
málið ógvuliga álvarsligt,
og tí skrivaði eg brævið til
Tjóðveldisflokkin.
Vit
vildu markera, at har gong-
ur markið, sigur Mikkjal
Helmsdal.
Markið varð nátt
Her til og ikki longur. Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri, helt tað vera neyðugt at markera, hvar markið gongur fyri, hvat pressan
í Føroyum tolir
Mynd: Jens K. Vang
Lars Mohr Nielsen, djóra-
lækni, hevur latið upp
nýggja djóralæknastovu í
Stoffalág 31 í Havn. Um-
framt at hava viðtalu fyri
landbúnaðin, hevur hann
eisini latið upp praksis við
tí fyri eyga at viðgera onnur
djór, ið gerst ein alsamt
størri partur av arbeiðinum
hjá djóralæknum. Eisini
kemur hann at luttaka í
vaktarskipanini
eftir
nýggju avtaluni millum
Landsdjóralæknan
og
djóralæknar
í
privatari
praksis. Lars er útbúgvin
djóralækni frá Landbún-
aðarháskúlanum í Keyp-
mannahavn í 1990. Eftir
lokið prógv arbeiddi hann
eitt ár á fiskasjúkudeildini
hjá Landsdjóralæknanum. Í
tvey og eitt hálvt ár ar-
beiddi hann sum djóra-
lækni í Jyllandi. Tá hann
kom heim aftur til Føroya,
arbeiddi hann í umleið trý
ár hjá Djóralæknatænastuni
í Havn. Eftir tað fór hann í
undirvísingar og gransk-
ingarstarv á Klinisk Institut
á Landbúnaðarháskúlanum
í Keypmannahavn. Tey
seinastu árini hevur hann
starvast á Dansk Veterinær-
institut og m.a. luttikið í tí
stóru kanningini av smitt-
andi sjúkum, ið Lands-
djóralæknin hevur sett í
verk í Føroyum. Í hesum
tíðarskeiði
hevur
hann
verið avloysari á eini
djóraklinikk
uttan
fyri
Keypmannahavn og í Før-
oyum. Eisini hevur hann
luttikið í arbeiðinum til
varðveitan av tí serstaka
føroyska rossinum. Tele-
fontíð og avtalur um vitjan
eru á telefon 311041 frá kl.
8.00 til 9.00.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
4. apríl. Ambrosius, deyður í 397. Biskupur í Milano,
verður nevndur sum ein av kirkjufedrunum.
Prógv á Húsarhaldsskúla Føroya
Eftir at hava gingið sjey mánaðar á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík, fingu hesir næmingarnir prógv handaði 22.
februar.
Fremst frá vinstru: Christina Isaksen Tórshavn, Durita Samuelsen Klaksvík, Kristina Laksafoss Klaksvík, Irdi Lenvig
Hansen Tórshavn, Gudny Helgadóttir Tórshavn, Jóna Zachariassen Eiði.
Í miðjuni frá vinstru: Jutta Hansen lærari, Gunhild Arge lærari, Paulina Eliasen lærari. Renata Joensen, Tórshavn.
Guðrun Clementsen, Tórshavn. Jastrid Asa Hammer, Eiði. Maria í Skorini Tórshavn, Maria Meinhardsdóttir Jacobsen
Søldarfjørður, Heidi Isaksen Klaksvík, Jóhanna Andreasen Klaksvík, Elisabeth Akursmørk lærari, Jóhanna á
Tjaldrafløtti leiðari.
Aftast frá vinstru: Henny Heinesen Klaksvík, Lusy Christiansen Klaksvík, Sólgerð á Kinn Strendur, Sunnvá Sørensen
Porkeri, Dania Sørensen Porkeri, Bára Joensen Klaksvík, Jóna Jacobsen Klaksvík og Karin Laksafoss Klaksvík.
Árni Frederiksen
55 ár
Hósdagin 3. apríl fylti Árni
Frederiksen lærari í Mið-
vági 55 ár. Árni er sonur
Edvard Fredriksen og Elsu
Margrethu, f. Ellefsen,
bæði úr Miðvági. Hann er
giftur við Marnu Dam av
Argjum. Árni tók lærara-
prógv á Haslev Seminar-
ium í 1972 og var lærari á
Ellemarkskolen í Køge frá
1973-75 og á Alkestrup-
skolen í Tureby frá 1975-
78. Síðan 1978 hevur hann
verið lærari við Miðvágs/
Sandavágs skúla.
Sanna R.
Danielsen 90 ár
Leygardagin 5. apríl verður
Sanna R. Danielsen, f.
Andreasen, vanliga nevnd
Sanna á Høvdanum á
Strondum 90 ár. Sanna
giftist í 1939 við Jóan Karl
Danielsen, á Fløtunum, eis-
ini av Strondum. Hjúna-
lagið vardi stutt, tí Jóan
Karl andaðist á útróðri 21.
november 1940, bert 28
ára gamal. Saman fingu tey
dóttrina Jóhannu, ið nú
starvast sum skrivari hjá
Havnar Handverkarafelag.
Sanna eigur 3 ommubørn,
7 langommubørn og eitt
oldurommubarn. Sanna er
best kend frá handlinum á
Høvdanum á Strondum,
har hon hevur arbeitt stóran
part av lívi sínum saman
við systrini, Bette. Seinastu
tíðina hevur hon búð á
Eysturoyar Røktar & Ellis-
heimi í Runavík, har føð-
ingardagurin eisini verður
hildin leygardagin 5. apríl
frá kl. 15-18.
Lars Mohr Nielsen, djóralækni
Nýggj djóralæknaviðtala í Havn
C
M
Y
K
9
8