Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 66 - 4. apríl 2003 Nr. 66 - 4. apríl 2003 11 Í einum sunnum fólkaræði vil tað kanska altíð vera ein ávísur spenningur millum pressu og teir flokkar ella persónar, ið sita við politiskum valdi i einum fólkaræði. Pressan er sum so ofta søgd at vera "fjórða statsvaldið" í einum fólkaræðiligum sam- felag. Pressan hevur í hesum høpi til aðaluppgávu at ansa eftir, at makthavararnir halda seg til tær skrivaðu og óskrivaðu lógir, ið eru støðið undir demokratiinum. Hetta kann geva spenningar, men ger pressan sían skyldu og virða politikkararnir demokratisku spælireglurnar er hesin spenningurin ein partur av demokratisku skipanini. Í einaræðis- samfeløgum er sum kunnugt øðrvísi. Har er pressa eitt amboð sum einræðisharrin ella einaræðis- flokkurin nýtir í kúganini av fólkinum. Føroyar eru enn eitt demokratiskt samfelag, har pressan eigur at hava ein virknan leiklut at ansa eftir, at politikkarar og politiskir flokkar halda seg innan tær skrivaðu og óskrivaðu lógir, sum galda fyri demokratiið. Henda leiklut halda vit, at føroyska pressan tekur í størsta álvara. Føroyska pressan hevur dugað væl at halda eina javnvág í síni aðaluppgávu at ansa eftir politisku umsitingini, fylgja við á tingi og í almennninginum og at skapa orðaskifti um politiskar spurningar. Samanbera vit okkum við pressuna í t.d. USA, Bretlandi ella bara í Danmark, so kunnu vit uttan víðari sláa fast, at føroyska pressan ikki fer harðliga fram móti politiskum flokkum ella politikkarum, tá hesir bera seg at á ein hátt, ið ikki samsvarar við góða demo- kratiska siðvenju og ella tá hesi bróta fólkaræðisins skrivaðu og óskrivaðu lógir. Hinvegin roynir pressan støðugt undir umstøðum, ið ikki altíð eru eins lættar, at gera sína skyldu sum "fjórða statsvaldið". Hetta, at pressan ger sína skyldu, áttu øll at fegnast um, men so er ikki. Seinastu árini hevur eitt nýtt rák gjørt seg galdandi, har ávísur flokkur og ávísir politikkarar hava víst eitt støðugt vaksandi argilsi yvir, at pressan ger sína skyldu. Tíðindafólk verða niðurgjørd, og forðingar verða lagdar teimum í vegin, tá ið tey royna at gera sína skyldu sum tíðindafólk. Tað síðsta er, at tíðindafólk verða beinleiðis hótt! Hetta kann ein frí og óheft pressa ikki góðtaka! Alt hetta er eitt tekin um, at nakað er galið í politisku skipanini. Hetta er tekin um, at tey, ið sita við politiska valdinum hava ilt í opinleik- anum. Tey vilja ikki hava gjønumskygni! Her skulu ikki setast alt ov nógvir spurningar. Undir hesum umstøðum hevur pressan bert eitt at gera, nevniliga at halda á við at ansa væl eftir teimum, ið hava politiskt vald, at leggja teirra avgerðir undir lupp og seta hesar avgerðir undir eitt støðugt orðaskifti. Gongdin hesi seinastu árini og hendingarnar her uppá tað síðsta vísa, at hetta er altumráðandi, um eini frælsari pressu skal verða lív laga her á landi. Uttan eina frælsa, óhefta og atfinningarsama pressu er øll tala um demokrati og frælsi tóm og uttan endamál DAGSINS MEINING Sosialurin Pressa og politikkur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Andras Miðskarð Tað eru norðoyatingmenn í samgongu, ið hava ábyrgdina av, at leirvíks- fjarðarleiðin nú verður skerd Tá ið ein hugsar um, hvussu leikur fer her í Klaksvík viðvíkjandi leir- víksfjarðarleiðini, tá er sera lætt at finna teir seku í hesum føri. Tað eru sjálv- andi fólkafloksmennirnir, Jógvan við Keldu, Jákup Mikkelsen og Heini O. Heinesen. Hesir hava allir handlað rætt eftir teirra floks-ideo- logi; allir vildu velja teirra fullveldispolitikk, við at spara, fyri at vera loyalir yvir fyri teirra egnu sam- gongu, so teirra fíggjar- ætlan gav eitt lítið yvirskot. Óbrúkiligar loysnir Men nú nýggi strand- ferðslustjórin hevur sett sparingar í verk, fyri at halda ta játtan, sum stovn- inum varð álagt, vakna oman fyri nevndu vánalig- astu løgtingsumboð, við kaldan dreym. Teirra velj- arar bæði vinnulívsmenn og aðrir halda, at teirra loysnir eru óbrúkiligar, og kunnu als ikki góðtakast av okkum klaksvíkingum og norðingum. Mín vón er, at vit klaks- víkingar og norðingar, sum í hesum døgum ferðast um Leirvíksfjørð - og harvið hava sæð - hvat hesir tríggir løgtingsmenn hava at bjóða klaksvíkingum og norðing- um, nú geva teimum dura- fjóringin, sum okkara løgtingsumboð fyri Norð- oyggjar. Hesir menn eru onganlunda verdir at um- boða hetta stolta, vakra og góða fólk her norðuri. Dekan ovseint Nú er dekan ovseint at siga fólki frá um eyðmýking v.m., sum teir sjálvir eru orsøk til. Alt talar fyri, at hesir menn hava sovið í tímanum. Tí allir hesir løgtingsmenn handlaðu ímóti betri vitan. Teir vistu, at teirra atkvøða kom at raka leirvíksfjarðarleiðina, At fólkafloksmenn gingu við til hesar sparingar, skilir ein væl, tí teir hava ongan politikk at vísa á. Teir hugsa bara um teirra fólkatkvøður, sum hvurvu langt úti í mjørkanum. Teirra mál og mið er bert at vera við í eini óbrúkiligari samgongu. Meðan vit klaksvíkingar og norðingar bara mega vera offur fyri teirra vit- leysa politikki, og vera teirra kastibløka, sum vit uppliva nú um dagarnar, tá talan er um leirvíksfjarðar- leiðina. At Heini O. Heinesen so ósmæðin stingur okkum klaksvíkingar í ryggin, og letur seg brúka av fólka- floksmonnum, tað er at harmast yvir. Skipamál spøkir Eitt annað skipamál spøkir eisini fyri framman. Tað er málið við Jógvan S, sum eisini hevur okkara áhuga her í Norðoyggjum. Hesir somu politikarar, hava longu hótt við at siga samgonguna upp. Vit bíða spent eftir, hvat hendir. Best var, um hetta skipamál fekk eina virðiliga loysn, áðrenn samgonguslitið, sum helst verður skjótt. Eyðmýking av norðingum frá ávísum politikarum TÍÐINDASKRIV frá Samkomuni Rhema: Felagsmøtir fara at verða í vikuskiftinum við kenda danska prædikumanninum Jens Garnfeldt, ið til dag- ligt starvast sum samkomu- leiðari fyri samkomu í Keypmannahavn, nevnd Københavns Bibeltrænings Center. Eisini hevur henda samkoma ein bíbilskúla - har fleiri føroyingar hava gingið. Jens Garnfeldt hevur fleiri ferðir áður verið í Føroyum og havt sera góð møtir. Hansara prædiku- stílur er lættur og bein- rakin, við einum sera góð- um humor - ikki so at skilja, at hetta tekur nakað burtur av boðskapinum - heldur tvørtur ímóti. Eisini virka náðigávur Heilaga Andans í hansara tænastu - og eru tørvir tilstaðar, ja, so biður hann fyri fólki eisini til grøðing. Hann er ein nógv um- biðin talari runt um í Skandinaviu og aðrar staðir við. Aftan á møtini her í Føroyum, so fer hann til Íslands í somu ørindum. Nevnast kann eisini, at hann er nógv í Afrika og prædikar Guds Orð. Skráin hjá honum á hesum Føroya-túrinum sær soleiðis út: Fríggjakvøldið og leygarkvøldið møtir í Rhema - bæði kvøldini kl 20. Sunnumorgunin verður so møti í Filadelfia í Havn kl 11 og í Evangeliihúsin- um kl 18. Og sjálvandi eru øll hjartaliga vælkomin. Vikuskiftismøtir við Jens Garnfeldt VIÐMERKINGAR TÍÐINDASKRIV Javni bjóðar til almennan fund á Hotel Hafnia kom- andi leygardag í samband við ársaðalfundin. Heitið á fundinum verður "Tryggingarmøguleikar hjá fólki við menningartarni". Hetta er fyrstu fer at hesi tryggingartilboð verða bjóðað í Føroyum. Javni heitir á starvsfólk á bústovnum, sambýlum og avvaraðandi hjá børnum og vaksnum at koma á fundin at hoyra nærri greitt frá. Fyri Føroya Lívstrygging luttekur Bartal Kass, og umboðið fyri Tryggingarsambandið Før- oyar verður Hildubjørg Ell- ingsgaard. Eftirlønartrygging til fólk við menningartarni Fólk við menningartarni hava ikki havt somu møguleikar sum onnur at tekna sær tryggingar, ið tey so kunnu fáa útgoldnað, tá tey verða fólkapensionistar. Í vár tók Javni upp sam- ráðingar við Føroya Lívs- trygging, fyri at bøta um støðuna tá ið tey verða 67 ár, - ið er aldurin tá fólka- pensiónin verður útgoldin í Føroyum. Tey, ið ikki hava vart seg fyri hesum fáa so nátúrliga minni í pensión.. Hjá Føroya Lívstrygging fer nú at bera til at tekna tvey sløg av eftirlønarsam- ansparingum, fyri at hava nakað at standa ímóti við til ellisár. Veljast kann ímill- um kapitalsamansparing og lutaeftirløn. Upphæddin er á einum støði so ein og hvør kann verða við. Treytin fyri at fólk við menningartarni kunnu tekna hesar trygg- ingar er at viðkomandi er myndigur og er limur í Javna. Tilburðartrygging Í Danmark hevur nú í nøkur ár verið møguleiki at tekna vanlukkutrygging uttan mun til um umsøkjarin hevur brek ella ikki. Í Føroyum hevur trupul- leikin verið tann, at fólk við størri brekið og/ella við sálarligum breki ikki hava kunna teknað hesa trygg- ing. Javni hevur tí eisini havt samráðingar við Tryggingarfelagið Føroyar. Nú verður eisini her møguleiki at tekna til- burðartrygging fyri fólk við menningartarni. Tryggingin veitur end- urgjald fyri ein tilburð, sum er at skilja tilvildarligur, óvart bráðkomin uttaneftir, og hevur likamsskaða við sær, sum kann ávísast. Tryggingin fevnir eisini um omanfyri nevndu til- burðir, ið eru ein avleiðing av epileptiskum herðindum. Øll eru vælkomin á almenna fundin Almenni fundurin verður á Hotel Hafnia leygardagin 5. apríl 2003 kl. 14:00. Møguleiki verður at seta spurningar til umboðini frá Føroya Lívstrygging og Tryggingarfelagnum Før- oyar. Aðalfundurin Aftaná almenna fundin - kl. 15:30 verður aðalfundur á sama stað. Skráin verður samb. við- tøkurnar hjá felagnum. Vónandi møta limirnir fjølmentir til báðar fundir- nar. Nýggir tryggingarmøguleikar hjá fólki við menningartarni Heini O. Heinesen løgtingsmaður Henda nógva skrivingin um at leggja Dúgvina, er ikki annað enn, at lands- stýrismaðurin í sam- ferðslumálum ikki er førur fyri at umsita sítt málsøkið. Tað hevur al- tíð verið góður fólka- flokspolitikkur at pína strandferðsluna. Nú sita vit við úrslitinum av hesum politikki. Nú eru teir so farnir at tosa um at lata privatar røkja hesa sigling. Tað er lætt at rokna út, hví tað nú nettupp skal verða Lorvíksleiðin, sum skal pínast. Her er jú ein feitur biti at ræna til nakrar ávísar svangar fólkafloksmenn. Líka leggja teir í fylgjurnar av hesum polittikki. Teir hava hótt manningina á Dúgvini við uppsøgnum alt síðani Vágatunnilin varð latin upp fyri ferðslu. Eg havi fleiri ferir sett Bjarna Djúr- holm, landsstýrismanni fyrispurning um hesar nógvu uppsøgnir á Dúgvini. Hetta hevur higartil gjørt, at hann ikki hevur torað at framt sína óndu ætlan. Eitt liggur í hvussi er rimmarfast, at tað ikki er nøkur sparing í, at leggja Dúgvina. Eg ætli mær ikki at stuðla samgonguna ein dag longur, um henda ætlan ikki verður slept beinavegin. Tá vit fara at hungra tann hestin, sum dregur tað tunga lessið í okkára vinnulívi her norðuri, man skjótt fara at tømast í kassunum suðri í Havn. Tað eru eisini onnur mál, sum gera, at hetta samstarv ikki kann halda fram. Her hugsi er serliga um tann politikk, sum fólkaflokkurin hev- ur ført í fiskivinnu- málum nú teir hava um- sitið hetta málsøkið til egnan fyrimun. Lógin um Vinnuligan fiskiskap er ikki annað enn ein býur í Kina í teirra verð. Teir eiga at gera sær púra greitt, at fiskivinn- an ikki er nakað sjálv- tøkuborð, nú teir eru farnir at selja útróðrar- flotan í heilsølu sum valagn. Samstarvið við Fólkaflokkin hongur í dag leysari luft Soleiðis kann sangskráin til konsertirnar hjá nýggja kórinum Tarira lýsast í stuttum. Komandi vikuskifti verða tvær kórkonsertir við einari skrá, ið spennir víða. Bæði í tíð, landafrøði og tónaseting. TÍÐINDASKRIV Á skránni eru 12 sangir og verk. Byrjað verður í Noregi við tveimum friðar- ligum og yndisligum verk- um. Lite Bane, ein barna- vísa og Peace I leave with you, ið kemur undir heitið kærleikssangur. Síðan koma tvey løg av Paula Hansen, ið sjálvur syngir við í kórinum. Speglingar við orðum eftir Róa Paturs- son og Kredda Tróndar, sum Mikkjal á Ryggi hevur umskrivað eftir yrking hjá Tróndi í Gøtu. Løgini eru ávikavist frá 2002 og 2001. Úr Íslandi hoyra vit lagið Smávinir Fagrir, ið ikki er ókennt í føroyska kórheim- inum. Tarira fer at syngja tríggj- ar sangir av Vagn Holmboe, við føroyskum teksti. Talan er um Gras, Náttarfriður og Heyst. Renesansutíðin er umboðað við tveimum verkum: Ave Verum Corpus eftir William Byrd (1543- 1623) og Crucifixus av Antonio Lotti (1667-1740). Kórleiðarin sjálvur hevur skrivað lagið til yrkingina hjá Karsten Hoydal: Sig mær, hví er foldin føgur. Seinasta verkið á skránni er En ny Himmel och en ny Jord eftir sviganum Sven- David Sandstrøm við teksti frá opinbáringini. Verkið er frá 1981 og tað hoyrist, at her verða gingnar nýggjar leiðir. Verkið byrjar róligt og einfalt. Men skjótt gerðast ræddirnar nógvar og tær líkasum sveima rundan um hvørja aðra. Endurtøkur og variatiónir mennast sum frá líður og sangurin veksur í styrki. Brádlig temposkift bróta verkið upp í partar. Verkið hevur ein heldur sjálvsaman enda við duldarfullum klangum. Tarira telir 18 sangarar og er stjórnað av Sunleif Rasmussen. Fyrra konsertin verður leygardagin 5. apríl í Fuglafjarðar Kirkju kl. 17. Tann seinra sunnudagin 6. apríl kl. 16 í skálanum í Kommunuskúlanum í Havn. Konsertirnar varða umleið ein tíma. Øðrvísi, forvitnislig og nýskapandi C M Y K 11 10