Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 66 - 4. apríl 2003 Nr. 66 - 4. apríl 2003 13 UTTAN ÚR HEIMI So hvørt sum teir amerikansku her- menninir taka seg nærri og nærri Bag- dad, veksur vandin fyri, at irakar fara at nýta hópoyðingar- vápn KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen Í gjár vóru teir fremstu amerikansku hermenninir einans góðar 25 kilometrar frá irakska høvuðsstaðnum aftan á stór framstig gjára- náttina. Men hóast leiðararnir á amerikansku herstøðini í Qatar eru væl nøgdir við gongdina seinastu dagar- nar, ávara teir um, at tann ringasti parturin av kríg- num er eftir. Teir viðganga samstundis, at teir vita ikki, hvussu harða mótstøðu hermenninir kunnu vænta sær, og enn minni vita teir, hvussu mótstøðan verður. Men teir rokna við trimum møguleikum, sum hvør er verri enn annar. Tann fyrsti er vandin fyri, at irakar sum eina seinastu roynd fara at nýta hópoyð- ingarvápn ímóti ameri- kansku hermonnunum. Fregnartænastufrágreiðing ar hava fyrr sagt, at Saddam Hussein hevði teknað ein reyðan ring rundan um Bagdad, og at hann ætlar sær at nýta hópoyðingar- vápnini, koma amerikan- ararnir inn um ringin. Í gjár stóðu teir fremstu ameri- kansku herflotamenninir á sjálvum ringinum. Annar vandin er gøtu- bardagar í Bagdad millum irakar og amerikanarar. Royndir í søguni hava víst, at tílíkt kríggj kostar ovur- honds nógv mannalív, og hetta hevur fingið fólk at skýra Bagdad sum ein ann- an Stalingrad ella Grosnij. Tann triði vandin er, at irakskir og aðrir arabiskir sjálvmorðsbumbumenn fara at søkja at amerikanar- unum. Iraksku myndug- leikarnir hava sagt, at fleiri túsund arabarar eru komnir til landið, og amerikanarar siga seg hava tikið pale- stinar, sum vóru komnir úr Jordan, og sum vóru til reiðar at lata lív fyri Irak. - Tí kenna amerikanarar seg ikki tryggar enn - heldur ikki teir við borðið í Pentagon, sigur ein fyrr- verandi amerikanskur generalur. Grátandi hyggur Kazem Mohammed at deyðu børnum sín- um, meðan hann róp- ar av sorg og mátt- loysi. Eftir trimum sekundum misti hann alla familjuna KRÍGGJ Í IRAK Árni Joensen - Guð fer at vísa Amerika hevnd okkara, rópar Kazem Mohammed. Sambært tíðindastovuni Reuters hevur ein bumba frá einum amerikanskum flogfari júst tikið lívið av teimum seks børnunum hjá Kazem Mohammed, konu hansara, foreldrum hansara og trimum brøðrum hans- ara. Tey búðu í býnum Hillah 80 fjórðingar sunnan fyri Bagdad, sum amerikansk flogfør lupu á mánadagin. Stjórin á sjúkrahúsinum í býnum veit at siga, at 33 fólk doyðu, og at meiri enn 300 vórðu særd. Talsmað- urin hjá Reyða Krossi í Bagdad sigur, at fýra av hansara hjálparmonnum vóru í Hillah beint eftir álopið. Tað, sum teir sóu, var ræðuligt, sigur tals- maðurin. Kazem Mohammed vóru komin til Hillah úr býnum Nasiriyah, tí har vóru ógvusligir bardagar millum irakar og amerikanarar. Vesturlendskir tíðinda- menn, millum annað hjá bretsku BBC og Reuters, sum vóru í Hillah undir álopinum, siga, at tær amerikansku bumburnar brustu í íbúðarbýlinginum Nader har suðuri í býnum. - Í morgun hava teir bumbað Nadar-býlingin í Hillah. Nógvir irakar doyðu, teirra millum eitt pinkubarn, segði irakski kunningarmálaráðharrin Mohammed Aseed al- Sahaf, sum sjálvur er ætt- aður úr Hillah. Pinkubarnið var tað yngsta hjá Kazem Moham- med. Kann fáa friðskjól Tann umstríddi eysturríkski høgrapolitikarin Jørg Haider er enn einaferð vorðin umrøðuevni. Hesaferð hevur hann boðið irakska uttanríkis- ráðharranum, Naji Sabri, friðskjól í Eysturríki. Í samrøðu við blaðið News sigur Haider, at Naji Sabri er vælkomin at búseta seg í landspartinum Kanten, har Haider sjálvur er guvernørur. -Tað er altíð pláss fyri einum vini í húsi mínum, sigur Jørg Haider bið blaðið. Hann leggur afturat, at vil Naji Sabri heldur verða verandi í Irak, er hann uttan iva ein tann best egnaði at taka við sum irakskur leiðari aftan á kríggið. Útflýggja ikki amerikanarar Eitt land afturat hevur nú játtað ikki at lata nýggja revsidómstólinum í Haag amerikanskar ríkisborg- arar. Stjórnin í afrikanska landinum Sierra Leone hevur nú skrivað undir ein sáttmála við amerikansku stjórnina, har landið bindur seg til ikki at lata revsidómstólinum amerikanarar til rættarsókn. USA hevur nú gjørt slíkar sáttmálar við 27 lond, og talskvinnan hjá uttanríkisráðnum í Washington, Tara Rigler, sigur, at stjórnin strembar eftir at fáa fleiri sáttmálar í lag. USA hevur ikki viðurkent revsidómstólin, hvørs uppgáva er tryggja, at fólk, sum fremja krígsbrotsverk, verða drigin fyri rættin í Haag, um dómsvaldið í heimlandinum hjá viðkom- andi ikki megnar at gera tað. 89 lond hava viðurkent revsidómstólin, teirra millum øll Norðurlond. Ill tubbaksvirki stevna stati Tvey av teimum størstu amerikansku tubbaksvirkj- unum, RJ Reynolds og Lorillard, hava lagt sak ímóti myndugleikunum í statinum Kalifornia. Tey bæði tubbaksvirkini vilja vera við, at mynd- ugleikarnir nýta ein part av avgjaldinum til ólógligan ágang ímóti tubbaksvirkjunum. Eftir reglunum fær staturin umleið tvær krónur av hvørjum sigarettpakka, og pengarnir skulu nýtast til krabbameinskanningar og heilsuátøk. Guvernørurin í Kalifornia, Gray Davis, sigur, at hann ætlar sær ikki at slaka fyri teimum stóru tubbaksvirkjunum. Guvernørurin sigur, at tað kann væl vera, at átøkini hjá myndugleikunum skerja av- lopið hjá tubbaksvirkjunum, men skulu myndug- leikarnir velja millum hetta og heilsuna hjá fólki, er tað greitt, at heilsan verður tikin framum, sigur Gray Davis. Gloymdu 400 ára dagin Í síðstu viku vóru liðin 400 ár, síðani hornasteinurin í bretska ríkinum, The United Kingdom, var veruleiki, men hátíðarhald var einki. Blaðið The Observer skrivar stutt og greitt, at tey, sum hava ábyrgdina av slíkum, gloymdu tað. The United Kingdom var alment skipað í 1603, tá Elizabeth drotning í Onglandi doyði barnleys, og James Sætti kongur í Skotlandi, sum var næsti ættingi hennara, tók við sum enskur kongur. At tær báðar krúnurnar vórðu lagdar saman var byrjanin til The United Kingdom. Umframt tey bæði gomlu kongaríkini umfatar hetta nú eisini gamla fúrstadømið Wales, men tey seks greivadømini í Norðurírlandi eru ikki uppií. Ríkisrættarliga eru oyggjarnar í Ermasundi og oyggin Man heldur ikki partur av The United Kingdom ella Stórabretlandi, sum vit ofta nevna tað. Óttast hópoyðingarvápn gøtubardagar og sjálvmorðsbumbumenn Hann misti alla familjuna Í Sýrialandi eru fólk farin at óttast fyri, at amerikanararnir hava eina loyniliga ætlan um at broyta stýris- lagið bæði har og í Iran, tá teir hava fingið bilbukt við Saddam Hussein. Ja, sigur sýriska stjórnin, tí USA ger alt, sum hóvar Ísrael USA OG MIÐEYSTUR Árni Joensen Seinastu dagarnar hava skuldsetingar og avsannan- ir flogið millum Washing- ton og Damaskus. Sam- stundis veksur óttin í Sýria- landi. Er nakað í tosinum, spyrja fólk. Hava ameri- kanarar eina loyniliga ætlan um at skifta stýrislagið í øllum Miðeystri? Er Irak bara tað fyrsta, og standa Sýrialand og Iran fyri tørni aftaná? Almenna hugsanin í Damaskus tykist vera, at hetta er ikki tikið úr leysum lofti. Tí Washington dansar eftir ísraelsku pípuni, sigur sýriska uttanríkisráðið. Diplomatar í sýriska høv- uðsstaðnum halda haraftur- ímóti, at tosið um Sýrialand sum eitt møguligt næsta stig er partur av stríðnum millum heykarnar og dúgv- urnar í Washington, og at hetta stig verður neyvan veruleiki nú, um kríggið í Irak dregur út. Skuldsetingarnar og hótt- aninar byrjaðu í síðstu viku. Sýriski forsetin, Bashar al- Assad, segði í samrøðu við eitt blað í Libanon, at USA fór at líða somu lagnu í Irak sum í Vietnam. Samstundis segði hann seg bera ótta fyri, at Sýrialand stóð næst á einum lista, sum hevði sín uppruna í Jerusalem. - Tað er altíð vandi fyri tí. So leingi Ísrael er til, eru vit hótt. So leingi ágangur verður framdur ímóti einum arabiskum landi, ella eitt arabiskt land verður álopið, er vandi á ferð, segði al-Assad við blaðið og legði afturat, at Amerika ætlar at broyta alt Mið- eystur, soleiðis sum tað vil hava tað at síggja út. Stutt eftir at libanska blaðið var komið út, kom amerikanski verjumálaráð- harrin, Donald Rumsfeld, við einari beinleiðis ávar- ing til Sýrialand, sum ikki kundi misskiljast. Rums- feld segði, at irakar høvdu fingið hernaðarútgerð úr Sýrialandi, eitt nú serligar brillur at nýta í myrkri. Hesar brillur hava teir amerikansku og bretsku hermenninir, og tað hevur verið mett sum ein stórur fyrimunur í krígnum. - Vit meta hendan flutn- ingin sum eina fígginda- gerð, og hesum noyðist tann sýriska stjórnin at taka avleiðingarnar av, segði Rumsfeld. Víðka ónda liðið Orðini hjá verjumálaráð- harranum, sum verður roknaður millum heykarnar í amerikansku stjórnini, fingu alt fyri eitt eyg- leiðarar at gita, um USA umhugsar at lima Sýrialand inn í tann ónda liðið hjá George W. Bush saman við Irak, Iran og Norðurkorea. Uttanríkisráðið í Damaskus vísti alt fyri eitt skuldset- ingini aftur. - Rumsfeld roynir at geva veðrinum ella smuglaðum vápnum skyldina av, at amrikanska álopið á Irak er miseydnað, segði sýriska uttanríkisráðið í svarinum. Tríggjar dagar seinni segði amerikanski gene- ralurin Vincent Brooks á høvuðsstøðini í Qatar, at honum kunnugt hava teir iraksku hermenninir ikki tær serligu náttarbrillurnar. Sýrialand er tað einasta arabiska landið, sum í løtuni er limur í ST-trygd- arráðnum. Al-Assad, forseti er harðliga ímóti krígnum við Irak, og tí kom tað óvart á mong, at Sýrialand at- kvøddi fyri samtykt nummar 1441 í november. USA hevur sett Sýrialand á listan við londum, sum sambært amerikanarunum hjálpa yvirgangsmonnum. Tað snýr seg um felags- skapin Hizbollah, sum heldur til á markinum mill- um Ísrael og Libanon, og um felagsskapirnar Hamas og Islamskt Jihad, sum gera um seg í teimum pale- stinsku økjunum, og sum hava skipað fyri teimum flestu sjálvmorðsálopunum í Ísrael. Kortini hava viðurskiftini millum Washington og Damaskus verið góð, tí londini hava arbeitt saman í royndini at gera enda á al- Qaeda. Sýrisku myndug- leikarnir hava tikið fleiri leiðandi limir í felags- skapinum hjá bin Laden, og sambært vælvitandi keld- um hava júst hesar hand- tøkurnar hjálpt myndug- leikunum í Týsklandi og Spania at avdúka fleiri limir í al-Qaeda. Alt fyri Ísrael New York Times vil vera við, at Donald Rumsfeld hevði ikki kunnað Hvítu Húsini, áðrenn hann kom við álopinum á Sýrialand, og tað var kanska orsøkin til, at Colin Powell, uttan- ríkisráðharri hevði eitt heldur linligari orðalag, tá hann helt røðu fyri einum jødiskum felagsskapi sunnudagin. - Sýrialand noyðist at taka eina týðandi avgerð. Landið kann velja at halda fram við at styðja yvir- gangsfelagsskapir og tað doyggjandi stýrið hjá Saddam Hussein, ella tað kann leggja á ein annan og betri bógv. Men landið má átaka sær avleiðingarnar, sama hvat tað velur, segði Powell. Damaskus svaraði aftur alt fyri eitt. Uttanríkisráðið segði, at alt, sum amerikan- arar gera í Miðeystri, er til fyrimunar fyri Ísrael og ísraelsk áhugamál, og utt- anríkisráðharrin legði USA undir at reka ein politikk, sum er stuttskygdur og hástórur mótvegis ment- anini í økinum og søgu tess. Ísrael fylgir við stórum áhuga amerikansku skuld- setingunum ímóti Sýria- landi. Leiðarin á rannsókn- ardeildini hjá hernaðarligu fregnartænastuni í Ísrael, Yossi Kuperwasser, sigur, at kanska hjálpir Sýrialand irakum at fjala rakettir ella ólóglig evnafrøðilig vápn. Ísraelskir fjølmiðlar vilja eisini vera við, at Sýrialand hevur loyvt sjálvbodnum arabarum, eitt nú palestin- um, um markið til Irak, so teir kunnu hjálpa herinum hjá Saddam Hussein. Eisini Iran Iran er heldur ikki sloppið snikkaleyst í seinastuni. Í síðstu viku segði Donald Rumsfeld, at Iran hjálpir shiittiskum mótstøðubólk- um í Irak, og at amerikan- arar meta hesar bólkar sum ein fígginda. Amerikanska stjórnin hevur mælt irakum til at gera uppreistur stýrinum hjá Saddam Hussein, men samstundis hevur hon gjørt greitt, at hetta umfatar bert bólkar, sum geva seg undir leiðsluna hjá Tommy Franks, generali. Gera teir ikki tað, verða teir mettir sum ein møgulig hóttan ímóti teimum amerikansku og bretsku hermonnunum. Eitt nú er talan um ta sonevndu Badr Brigaduna. Hetta er ein shia-mus- limskur felagsskapur, sum hevur fingið venjing í Iran, og sum eisini hevur fingið vápn haðani. USA og fleiri arabisk lond stúra fyri, at Iran kann fáa stóra ávirkan á Irak, eftir at keíggið er liðugt, tí 60 prosent av irakska fólk- inum eru shia-muslimar eins og fólkið í Iran. UTTAN ÚR HEIMI Verður Sýrialand tað næsta? Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri: -Sýrialand noyðist sjálvt at átaka sær avleiðingarnar av, at landið styðjar Saddam Hussein og yvirgangsbólkar C M Y K 13 12