fríggjadagur 4. apríl 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 4. apríl 2003
15
Tað kundi endað
galið, tá ein fløska,
sum eitt barn hevði
funnið, sprongdist
undir einum vogni
stutt eftir, at tað hevði
lagt hana frá sær. Nú
eru tey givin at heinta
fløskur. Vit vitjaðu
børnini hjá
dagrøktarmammuni
Gunnvá Akraberg
Hansen dagin eftir.
FLØSKUBUMBA
Ingi Rasmussen
»Bumm. Bang.«
Tað er dagin eftir hjá
dagrøktini í Miðtúni 5 í
Havn. Børnini Tróndur,
Bára og Guðrið, øll tvey ár,
og Hákun, sum er eitt ár,
royna sum frægast at for-
telja okkum, hvussu tað
ljóðaði, tá tey komu í SMS
um middagsleiti miku-dag-
in.
Ein fløska, sum lá undir
vogninum, vísti seg at inni-
halda evni, sum gjørdi, at
hon brast við eitt øgiligt
buldur, tá tey komu inn í
SMS.
– Vit gingu ein túr gjøgn-
um miðbýin, sum vit eru
von. Onkuntíð plaga vit at
ganga niðan í SMS, og tað
ætlaðu vit eisini hendan
dagin. Tá vit komu til
blómubeðið
uttan
fyri
Vertshúsið, finnur Bára
eina fløsku millum trøini.
Vit stillaðu hana eftir høvd-
inum niður í kurvina undir
vogninum sum vant, og so
hugsaðu vit ikki meira um
tað, sigur Gunnvá Akraberg
Hansen, dagrøktarmamma.
Seinni skuldu tey vera
mint so dyggiliga um hesa
hálvliturs plastfløskuna, ið
ikki var so ósek, sum hon
sá út til.
Av í oyra
Beint, sum tey ganga um
portrið inn í Miklagarð,
hoyrist eitt øgiligt buldur.
– Av í oyra. Fløskan
larmaði á vegin. Fløskan
segði bumm, siga børnini,
tá tey við uppspílaðum eyg-
um við hondum fyri oyruni
greiða frá sínum upplivilsi,
sum gjørdi tey kend um
allar Føroyar.
Gunnvá varð kløkk, men
ikki skelkað.
– Tað var eitt brak, sum
vildi nakað. Eg reageraði
als ikki beinanvegin. Trúði
tað var onkur, sum hevði
blakað okkurt eftir mær,
ella eg hevði koyrt á okk-
urt. So sigur ein kona:
Hygg fløskan! Hon var
sundurskrødd og smeltað,
men eg hevði ikki fantasi til
at hugsa, at buldrið kom frá
fløskuni. Ongin roknar við,
at ein fløska brestur, sigur
Gunnvá.
Í vogninum lá Hákun og
svav. Hann merkti onki til
hendingina, men hini børn-
ini fingu ilt í oyruni. Fólk
komu til, og ein maður tók
fløskuna og ringdi til løg-
regluna.
Skelkur seinni
Gunnvá fór víðari. Hon
hevði fýra børn, hon skuldi
syrgja fyri, so tað brúkti
hon sína orku uppá. Tað var
ikki fyrr enn seinni, um
kvøldið, at hon fór at
hugsa.
– Eg havi hugsað nógv
um, hvat kundi verið hent.
Hvat nú, um onkur hevði
fløskuna í hondini, tá tað
hendi? Kundi eg gjørt nak-
að øðrvísi? Men eg haldi
ikki, at eg kundi gjørt nak-
að, tí hatta var so óskyldigt,
sigur Gunnvá.
Foreldrini vórðu sjálv-
andi skelkað, tá tey hoyrdu
um tilburðin. Serliga tí sagt
varð, at plastpetti høvdu
sett seg uppundir vognin
sum
prosjektilar.
Men
Gunnvá heldur ikki, at tað
var so ógvusligt, tí hon sá
onki stórvegis uppi undir
vogninum. Bara smeltað
plast. Men bresturin var
harður kortini, tí kurvin
bognaði, sum fløskan lá í.
– Eg haldi ikki eg reageri
so
ógvusligt,
tá
slíkt
hendur. Men hvat skal man
eisini brúka tað til. Børnini
høvdu ikki havt tað betur
av, at eg skríggjaði, sigur
Gunnvá.
Hetta at savna fløskur
hevur verið ein partur av
gerandisdegnum hjá dag-
røktini. Men nú ivast
Gunnvá í, um tey sleppa at
gera tað longur.
– Vit hava havt tað til
fragd at heinta fløskur.
Børnini hava hildið tað
verið spennandi at savna
pengarnar, sum vit fingu
fyri tær, í eina bússu fyri
seg. Tá vit hava havt nóg
mikið, hava vit keypt okk-
um okkurt serligt fyri peng-
arnar, og tey hava verið
errin. Men eg rokni ikki
við, at eg fari at lata tey
heinta longur. Tað tori eg
ikki, sigur Gunnvá.
Gevandi arbeiði
– Kom á spæliplássið, biður
Bára, meðan hon klórar
pekingkinseranum Pingu,
sum liggur og rullar góðslig
á gólvinum
Børnini eru glað. Skelk-
urin er farin av teimum. Tey
spæla á gólvinum, sum
onki varð hent. Uttanfyri er
gott pláss, og stutt hiðani er
spælipláss, sum tey plaga at
fara á.
– Mær dámar ótrúliga
væl at vera dagrøkt, sigur
Gunnvá, sum hevur roynt
seg í trý ár. – Tað er gevandi
at arbeiða við børnum, og
sjálvt um tey høvdu eitt
traumatiskt upplivilsi í gjár,
so koma tey skjótt yvir tað.
Tey eru longu glað aftur,
sigur Gunnvá.
Tað er kanska ikki av til-
vild, at tað var hon, sum
kom út fyri hesum. Tey eru
úti hvønn dag ínæstan øll-
um veðri, og slíkt elska for-
eldur. Men tá mamma
Tróndur hendan fer út
gjøgnum
hurðina,
fær
Gunnvá eina heilsan, sum
bæði er stuttlig og hugvekj-
andi.
– Sprong ikki børnini í
luftina í dag, góða.
FLØSKUBUMBA
Ingi Rasmussen
Í Miklagarði skilja tey
betur nú, hví tey selja so
nógva saltsýru og staniol.
Tí hetta er einfalda upp-
skriftin til bumbuna, sum
mikudagin um middags-
leitið skelkaði eina dag-
røktarmammu og fýra
børn í SMS.
Sum
skilst
verður
bumban gjørd við salt-
sýru og staniol, sum verð-
ur koyrd í fløskuna, áðr-
enn proppurin verður
skrúvaður á.
– Bumbarn er sera løtt
at gera, og eg havi sæð
hana fyrr her í Klaksvík.
Hon verður gjørd við
frárensl-reinsi og silvur-
pappíri. Hon kann vera
sera vandamikil, tí reinsi-
evnið er etjandi. Kemur
tað í eyguni, kann tað
gera miklan skaða, um
tað ikki verður skolað úr
aftur beinanvegin, sigur
ein sløkkiliðsmaður, sum
hevur vent sær til Sosi-
alin.
Útgerðin fæst í nærum
hvørjum matvøruhandli,
og tí er vert at hava eyg-
uni eftir, hvat børnini
fáast við. Tí hetta er
vandamikið spæl.
– Fløskubumban hevur
tann einleika, at hon ikki
altíð brestur beinanvegin,
kanska als ikki, ella eina
heilt aðra tíð, so hon er
sera vandamikil, sigur
sløkkiliðsmaðurin.
Dagrøktarbørn fingu ein skelk
Bumm segði tað, og vit fingu
ilt í oyruni.
Dagrøktarbørnini fingu ein
skelk, men eru aftur glað.
Mynd: Finnur Justinussen.
Einføld og vandamikil
Løgreglan kannar fløskubumbuna
Mynd. Jens K. Vang
15
14
Nr. 66 - 4. apríl 2003
Løgreglan á skeið um arbeiðsumhvørvi
Løgreglan í Føroyum
hevur seinastu tíðina
verið á skeið hjá Ar-
beiðseftirlitinum og
donskum serfrøðing-
um um arbeiðsum-
hvørvi
SKEIÐ
Heri á Rògvi
Heldur fyrivarin enn eftir-
snarin.
Tugda orðafellið kann
væl nýtast í hesum saman-
hanginum. Føroyska løg-
reglan, sum vanliga hevur
eftirlit við øllum okkum,
hevur seinastu tíðina hugt
meira at sær sjálvum.
Evnið
er
arbeiðsum-
hvørvi. 23 fólk frá løgregl-
uni í Føroyum hava verið á
skeið. Við á skeiðinum eru
fólk frá Arbeiðseftirlitinum
og tveir lærarar av Politi
skúlanum í Danmark.
Luttakararnir á skeiðnum
eru bæði løgreglufólk og
skrivstovufólk hjá løgregl-
uni.
Skeiðið er í trimum
pørtum. Tann fyrsti parturin
er eitt innleiðandi skeið,
har skeiðsluttakararnir fáa
frálæru um arbeiðsum-
hvørvi.
Í tí næsta partinum gera
luttakararnir nakrar upp-
gávur um evnið, sum teir
seinni leggja fram. Upp-
gávurnar verða loystar í
bólkum, og tær eru ymisk-
ar, men hava allar okkurt
við arbeiðsumhvørvi at
gera.
Síðsti parturin av av
skeiðinum
hevur
verið
hildin hesa seinastu vikuna.
Her verða uppgávurnar
lagdar fram og tikið verður
saman um.
Strongt arbeiðspláss
Uni Vestureið, politiin-
spektørur, sigur, at arbeiðið
sum
løgreglufólk
kann
stundum vera rættiliga hart
og ógvusligt, og hetta kann
merkja starvsfólkini.
– At vit halda hetta skeið-
ið skal ikki skiljast sum
um, at vit hava trupulleikar
við arbeiðsumhvørvinum
hjá løgregluni, men vit
royna allatíðina at betra
arbeiðsumhvørvið,
sigur
Uni Vestureið.
Hann sigur, at skeiðið er
fyribyrging fram um annað.
Teir 23 luttakararnir hjá
løgregluni eru øll fólk, sum
hava við trygdarskipanina
hjá løgregluni at gera.
Góðar umstøður
Bæði Uni Vestureið og Karl
Joensen, stjóri á Arbeiðs-
eftirlitinum, eru samdir um,
at arbeiðsumstøðurnar hjá
løgregluni í Føroyum eru
góðar.
– Tað er bert trupulleikar
við hølisviðurskiftunum á
støðini í Havn, sigur Uni
Vestureið.
Karl Joensen fegnast eis-
ini um, at løgreglan hevur
tikið hetta stigið.
– Vanliga tá vit hava
skeið, so eru tað nøkur frá
ymsum arbeiðsplássum. Vit
hesum fáa vit samband við
alt arbeiðsplássið, og hetta
lættir um hjá okkum, tí vit
kunnu ikki vera allastaðni,
sigur Fanny Kruse, sum
starvast við kunning og
undirvísing hjá Arbeiðs-
eftirlitinum.
Í 2002 hevði løgreglan í
Føroyum seksi mál undir
hond, sum høvdu við ar-
beiðsumhvørvi at gera.
Hesi málini endaðu øll við
bót.
Men
hóast
eftirlitið
stendur við, so síggja
skeiðsluttakararnir fegnir,
at størri dentur verður lagd-
ur á tað fyribyrgjandi.
Trygdaruppgávurnar hjá
einum arbeiðsplássið skal
liggja hjá arbeiðsplássun-
um, sigur Karl Joensen.
Kravt er, at hvørt arbeiðs-
pláss hevur trygdarumboð.
Er arbeiðsplássið størri enn
tjúgu starvsfólk krevst ein
trygdarskipan.
Karl
Joensen
eggjar
staðiliga øllum arbeiðs-
plássum at tryggja sær síni
viðurskifti við arbeiðs-
umhvørvi.
Men rákið er tann rætta
vegin, haldi bæði Karl
Joensen og donsku undir-
vísararnir, Bjarne Gosvig
og Jørn Bertelsen.
Løgreglan í Føroyum eru
farið at kanna seg sjálvt. Ì
hesi vikuni vóru tey á síðsta
parti av einum skeiði um
arbeiðsumhvørvi.
Mynd: Jens Kristian Vang.
– Hvør arbeiðsskaði
kostar í minstalagi
100.000 kr. fyri ar-
beiðsgevaran og enn
meira fyri samfelagið,
sigur Bjarne Gosvig,
lærari í arbeiðsum-
hvørvi á Politiskúlan-
um í Keypmannahavn
ARBEIÐSUMHVØRVI
Heri á Rógvi
Arbeiðsskaðar
eiga
og
skulu vit sleppa undan.
Hetta haldi Bjarne Gos-
vig, kriminalassistent, og
Jørn Bertelsen, vicepoliti-
kommissør.
Teir báðir undirvísa um
arbeiðsumhvørvi á Politi
skúlanum í Keypmanna-
havn.
Seinastu tíðina hava teir
undirvíst føroyskum løg-
reglufólkum um arbeiðs-
umhvørvi.
Teir fegnast eisini um, at
løgreglan í Føroyum tekur
hetta evnið álvarsliga.
– Tað er gott, at løgreglan
í Føroyum tekur hetta stigið
samlað. Tað er eisini stutt-
ligt fyri okkum at sleppa at
undirvísa her í Føroyum,
sum vit gera í Danmark,
sigur Jørn Bertelsen.
Uni Vestureið, politiin-
spektørur, sigur, at fyri løg-
regluna er arbeiðsumhvørvi
kanska mest av øllum ein
spurningur um trivnað.
– Alt snýr seg ikki bara
um løn hjá starvsfólkum.
Fólk vilja trívast og kenna
seg væl í teirra størvum, og
har er neyðugt at arbeiða
við arbeiðsumhvørvi, sigur
Uni Vestureið.
Hann leggur afturat, at
arbeiðsumhvørvi kann vera
so nógv – alt frá fysiskum
rammum til happing.
Kostar
Sambært teimum báðum
donsku undirvísarunum er
arbeiðsumhvørvi
nakað,
sum lønar seg hjá øllum at
gera nakað við.
Tí arbeiðsskaðar kosta
nógv – bæði hjá arbeiðs-
gevara, starvsfólki og sam-
felagnum.
– Ein álvarsamur arbeiðs-
skaði kann kosta nógv fyri
arbeiðsplássini, tá hugsað
verður um, hvat hetta inni-
ber við fráveru og øðrum,
sigur Bjarne Gosvig.
Hann vísir á, at kanning-
ar gjørdar í Danmark vísa,
at ein skaði kostar minst
100.000 kr. samlað, og oft-
ani verða hesar upphæddir-
nar til bæði eina hálva og
eina heila millión. Tískil
kann tað loysa seg at gera
nakað
við
arbeiðsum-
hvørvi, meta teir.
– Danska fyritøkan Dan-
foss hevur roknað út, at
hvør arbeiðsskaði kostaði
teimum 90.000 kr. So koma
útreiðslurnar hjá starvs-
fólkinum og tí almenna aft-
urat, sigur Bjarne Gosvig.
Dýrir skaðar
F.v. Jørn Bertelsen, Uni
Vestureið og Bjarne Gosvig.
Jørn og Bjarne hava
undirvíst føroyskum
løgreglufólkum um
arbeiðsumhvørvi.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
14