Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1991síða 2

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyr gáarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Dimmi og glottar ÁRIÐ, ið brátt fer aftur um bak, hev- ur verið eitt óvanliga hendingaríkt ár bæði úti og heima. Politiska heims- myndin er fullkomuliga broytt eftir einum ári. Kalda kríggið er heilt has- að av og heimsveldið Sovjetsam- veldið er horvið. Hvgnn veg tær nýggju tjóðirnar fara, vita vit enn lít- ið og einki um — ei heldur vit vita, um verðsins nýggja gongd leiðir til frið ella stríð. Vit vita bert, at ómeta- ligar kreftir, summar positivar aðrar negativar, eru loystar úr fjøtrum. Nýggj fólkaræði hava sæð dagsins ljós. Hetta fegnast vit um, men vit gtast samstundis um tær ódemo- kratisku reddir, ið ótarnaðar og óá- talaðar harðmæltar ljóða í nýbornu demokratiunum. Í triðja heiminum valda hungur, hall og farsóttir, alt meðan tey ríku lond- ini taka seg saman í ráðagerðir móti teimum fåtøku londunum. Í hesari altjóða ráðagerð teirra ríku móti teimum fåtøku gongur búskaparligi risin EF á odda. Í hugmynd og heim- speki EF er savnað saman alt tað ør- grynni av peningagirnd, sjålvsøkni, mannamuni og valdfysni, sum kapi- talisman hevur alt sínar dagar Adams Smith. Loysunarorðini eru hesi, at tey sterku hava óskerdan rætt at mergsúgva tey veiku — at tey, ið hava, skulu fáa meira og at hetta meira, ið teimum verður givið, eigur at verða tikið frá teimum, ið hava lítið og einki frammanundan. Hendan hugmyndin er hornasteinur- in í nýggja heimsveldinum EF. Lagt kann verða afturat, at eitt veldi, ið byggir á slíkan hornastein fyrr ella seinni kemur í stríð við onnur. HÓAST dimm skýggj soleiðis breiða Jústínus Eidesgaard seg á altjóða politisku luftini, er nýggja heimsmyndin hóast alt íkki bara døpur. Fólkaræði hevur sigrað á einaræði víða hvar. Í Miðeystri er fyri fyrstu ferð síðan 1948 verulig og ekta tekin um, at varandi friður er í nánd. Heimurin gerst alt meira varur við teir vandar, ið hótta umhvørvid og altjóðasamfelagið tykist at kunna semjast um itøkilig tiltøk til tess at verja landið, luftina og havið við at forða ídnaði og einstaklingum at eitra okkara felags livsgrundarlag. Hesi góðu tekin á altjóða luftini fegnast vit gil um og biðja til, at tær góðu og uppbyggjandi kreftirnar fara at sigra á teimum óndu og niðurbrótandi kreftunum í altjóða- samfelagnum. HJÁ okkum kundi stødan í árinum, sum fer, verið betur. Tað er torført at síggja nakran glotta í eini støðu við arbeiðsloysi, lítlum fiskiskapi og viknandi inntøkugrundarlagi í sam- felagnum sum heild. Hóast tað sær svart út fyri mongum, eru tekin um, at tað fer at ganga tann rætta vegin aftur. Henda stødan setir ómetalig krøv til hegni og dugnaskap hjá løg- tingi og landsstýri. Tey, ið manna hesar stovnar, og tá serstakliga samgongan, skulu finna eina torføra búskaparliga javnvåg, uttan at hetta slær út í enn minni virksemi og har- við meira arbeiðsloysi. TAÐ verður enntá kravt, at vit skulu fáa hjólini aftur at mala við einum strammum búskaparpolitikki. Spurningurin er, um ikki hetta er eitt émøguligt krav, ið samgongan hev- ur sett sær og spurningurin er, um fólkið stendur aftan fyri hetta krav. Fólkið vil hava virksemi og arbeiði. Tað hjálpir einki at ugga ein arbeiðs- leysan við at handilsjavnvágin er betri enn nakrantíð og at kredittvirð- ið okkara nú aftur er høgt í metum Sosialurin skrivar føroyska bladsøgu! Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Ólavur W. Høgnesen - Hilmar Jan Hansen Við hesum blaðnum, tyg- um sum lesari nú sita við í hondini, kunnu tygum staðfesta, at Sosialurin enn einaferð hevur skrivað føroyska bladsøgu. Fyrst er at nevna, at hetta er fyrsti Sosialurin, ið er prentaðu við heilum 52 síðum í tveimum sekt- tónum. Báðar sektiónirnar fyltar við vanligum tíðind- um, umframt hópin av jólatilfari, so sum søgum, samrødum, jólaprædiku og mongum gðrum góðum. Og so ikki at forgloyma ta fullfíggjaðu útvarps- og sjónvarpsskránna, ið hevur allar neyðugar upplýsingar um útvarp og sjónvarp ár- ið út. Harnæst skrivar Sosial- urin við hesum blaðnum søgu, við tað at einki ann- að føroyskt blað eftir ein- um ári er komið so mangar ferðir út — hetta blaðið er Sosialur nr. 239 í ár! Satt at siga hava vit við hverjum blað í longri tid skrivað føroyska blað- søgu, tí fjør góvu vit 210 blød út, so hvør nýggjur Sosialur eftir nr. 210 í ár hevur verið nýtt føroyskt met. Men hvussu verður so í tí nýggja árinum? Ætlar Sosialurin eisini tá at seta nýtt met í blaðútgávu? Hetta hava vit spurt blaðstjóran á Sosialinum, Jan Miller: »Eg haldi, at royndir okkara við at geva blaðið út fimm ferðir um vikuna, hava eydnast sera væl, so hava vit lív og heilsu, fara vit at halda fram við somu styrki eftir nýggjár.“ Blaðstjórin leggur dent á, at Sosialurin ikki minst Útgevari: PÆ Sosialurin Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Telefon: uttanlands. Hesum verður eingin mettur av og við hesum ugga verða hvorki rentur ella avdráttir rindaðir. SPURNINGURIN er tí, um ikki sam- gongan skuldi nýtt jólafrítíðina og jólafriðin til at umhugsa tann bú- skaparpolitikk, ið skal verða rikin í framtíðini. Javnadarflokkurin må umhugsa, um tann konservativi bú- skaparpolitikkur, ið hevur verið rik- in í 1991 og sum eftir fíggjarlógini fyri 1992 at døma eisini skal rekast í 1992, er nýtiligt amboð í politikki javnaðarflokksins, sum er at fáa gongd á aftur. Higartil hevur einki samfelag fingið gongd á samfelags- hjólini við konservativum búskapar- politikki. FÍGGJARLÓGIN fyri 1992, viðmerk- ingarnar til hennara og ikki minst álitið frá figgjarnevndini eru á trem- ur av tí trongskygni, afturhaldi, hug- flogloysi og máttloysi, ið eyðkennir allan konservativan politikk — eis- ini figgjar- og búskaparpolitikk. Fíggjarlógin er okkara týdningar- mesta og sterkasta amboð í bú- skaparpolitikkinum. Tann einasta leiðin burtur úr búskaparliga ófgri- num er at nýta hetta amboð við dirvi, hugflogi og trúgv á, at tað ber til at fáa gongd aftur á hetta samfel- ag. Hetta merkir, at skapast má eitt fruktbart samstarv millum alment og privat, at almenn arbeiði mugu setast í verk, at tað almenna virkið má fara inn í útflutningsvinnuna og menna hesa vinnu, har privata vinn- an ikki megnar uppgávuna. Hetta merkir, at vit mugu satsa nógv meira upp á gransking, útbúgvingar og eftirútbúgvingar, at vit mugu gera tiltøk móti ungdómsarbeiðs- loysinum og tiltøk at bóta um um- hvørvid og náttúruna. Hetta merkir, at vit mugu síggja í eyguni, at tað, sum skal til er at almennur pening- má takka gllum sínum trúgvu lesarum fyri, at tað hevur latið seg gera at koma so ofta út. >At kanningin í sjón- varpinum herfyri undir- strikadi okkara greiðu stóðu sum klárt næstmest lisna blað aftaná Dimma- lætting, eiga lesarar okk- ara æruna av, og tað skulu teir eisini fáa at vita,< sigur Jan Miller. >Tí kunnu vit ikki annað enn halda fram á sama hátt og vóna, at vit í komandi árinum kunnu rgkka enn einum føroyskum meti í føroyskari blaðútgávu. Vit fara frá okkara síðu at gera alt vit kunnu, so Sosialurin framvegis verður eitt gott blað, og har okkurt er, ið kanska treingir til ein bata, fara vit eisini at taka eina hond í, fyri at tryggja lesaranum góðsku, hverja Sosial.< Bústaður: Argjavegur 26 Bingotølini: Postadressa: Pøstsmoge 76 110 Tórshavn 14720 Argir 11820 Teletax: ur verður brúktur — at vit lika so lítið sum nakað annað samfelag — kunnu spara okkum burtur úr kreppuni. BRUK er fyri øllum tílíkum og øllum øðrum góðum tiltøkum, men mest av øllum hava vit brúk fyri at hugsa og planleggja ødrvisi enn gjørt hev- ur verið higartil í samgonguni. Hetta merkir, at vit mugu burtur frá tí trongskygda, hálumonetaristiska og stokkonservativa hugsunarhátti í eyðkennir fíggjarpolitikkin hjá samgonguni og í staðin fyri fara undir at reka ein dynamiskan, virk- nan og hugfloygdan búskapar, menningar, vinnu- og útbúgvingar- politikk. Vit skulu fyri at siga tað eitt sindur fýrakantað fylgja bú- skaparligu linjuni hjá Tummasi Ara- bo og Javnaðarflokkinum og ikki linjuni hjá Jógvani Sundstein og Fólkaflokkinum. Vit kunnu so íkki sum nú fylgja báðum linjum. Tað er ikki ov seint at venda og vendast má, meðan tað enn er vendandi. Vit eiga fólk í landsstýri, fyrisiting og vinnulívi við dirvi og hugflogi. Vit hava framúr vælskúlað, rakst og ar- beiðssamt fólk á sjógvi og landi. Vit eiga ein sera vælútbúnan ungdóm, ið stendur til reiðar at fara til verka. Tað skal tí verða okkara vón, at samgongan leggur til brots í nýggja árinum við einum nógv meira virkn- um politikki á øllum gkjum. Hetta krevur, at ein ikki er bangin fyri at leggja fleiri byrðar á tær herðar, ið orka at bera meira, ella við ødrum orðum, at ein ikki himprast við at fara út til borgaran eftir peningi. Hetta vilja øll góðtaka og skilja, um úrslitið verður, at fólk aftur sleppur til arbeiðis. já ferð hann ognar sær ein hj. 1152