Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 239 — 21. desember 1991 =S 3 << ólukka Allir bilar, sum blunka og ýla kundu í Havn, fóru hósdagin um trý tíðina seinnapartin við fúkandi ferð oman á Bursatanga, tí neyðar- kall var komið inn um, atein maður var farin á sjógv. Men hetta vísti seg seinni ikki at vera so. Ein maður og ein kona vóru farin í bili í býnin, og bilurin stóð við bátabrýrnar á eystaru vág. Maðurin fór umborð á bát sín, meðan konan sat eftir í bilinum og bant. Hon sær mannin á veg í land, hyggur niður, og tá hon so hyggur upp aftur, er eingin maður at síggja. Hon hugsar tað ringasta og rópar neyðarróp. Leitað varð eina løtu, eisini við froskmonn- um. Mitt ígllum kemur maðurin spákandi om- an eftir bryggjuni. Hann hevði ikki sagt konuni frá, at hann skuldi onkur smágr- indi. Hann var bilsin, tá hann fekk at vita, at tað var honum, sum leitað varð eftir. h . randi 4 b Storno --tin trygd fyri goðsku! H J. Michelsen Handan á 6, Tórshavn tif. 1.4414 — fax 1.8045 af på; E F 118 JOLINI HJÁ SÓLJU EN ANNE MORTIMER ” 2 Á Síða 3 Tórshaynar fer at bjóða út arbeiðið at leingja eystasta brimgarðin, og út frá tilboðunum verður stóða tikin til, um arbeiðið skal setast í gongd Av tí at virksemið í land- inum er so lítið, er hugs- andi, at eystasti brimgarur í Havn kann leingjast fyri rímiliga upphædd. Málið var fyri á býráðs- fundinum í Havn hós- kvøldid. Har varð samtykt at bjóða arbeiðið út, og tilboðini skuldu vera uppá atgera brimgarðin ávikavist 100, 150 og 200 metrar longri. Tað veldst so um kostn- aðin, um býráðið heldur tað vera rætt at seta arbeiðið í gongd, og hvussu nógv hann skal leingjast. Eitt og hvort byggifelag kann ikki bjóða upp á arbeiðið. Byggifeløgini, sum bjóða, skulu kunna vísa á, at tey hava gjørt líknandi arbeiði áður, og tey skulu prógva, at tey eru fór fyri at gera arbeiðið, m.a. við at hava amboð og roynd fólk. Allir býráðslimirnir at- kvøddu fyri at bjóða arbeið- ið út. Nevnt varð á fund- inum, at eystasti brimgarð- ur bert er 100 metrar langur, og at stóru ferðamannaskip- ini og stórstu farmaskipini eru væl longri. Fyri komm- ununa hevur tað týdning at hava líka góða havn sum aðrar kommunur fyri at standa seg í kappingini. Og tá havnin hjå kommununi er tað einasta, sum gevur inn- løkur, ræður um at gera hana betri, sum onkur bý- ráðslimur tók til. randi Ymiskar Meiningarnar um at geva før- oyingum í útbúgving uttan- lands valrætt til løgtingid vóru ymiskar í Tórshavnar býráð, so ikki bar til á fundinum hós- kvøldið at gera endaligt tilmæli Í áravís hevur serliga Meg- infelag Føroyskra Studenta stridst fyri, at føroyingar i útbúgving uttanlands skulu hava vælrætt til Føroya Løgting. Nú er málið komið so langt, at landsstýrið hevur sent eitt uppskot til um- mælis hjá Føroya Komm- unufelag og hjá Tórshavnu kommunu. Nevnt varð á fundinum, at kommunufel- agið longu hevur svarað, at tað tekur undir við uppskot- inum. Áðrenn álið kom fyri bý- ráðið hóskveldið, hevði figgjarnevndin hjá býráðn- - um havt tað til viðgerðar, og figgjarnevndin mælti frá. Men soleiðis hildu íkki allif byrådslimimir. Tórfinn Smith var tann einasti av teimum, sum segði seg taka undir við at geva føroyingum í útisetu valræu. Tað helt hann vera bæði rætt og rímiligt Ein grundgevingin var, at tey, sum noyðast av landinum at fáa sær útbúgving, ikki mugu revsast við at missa valrættin. Føroyar eru einasta land um okkara leiðir, sum bróta frá, segði hann og minti á, at upp undir seinasta løgtingsval umrøddu politikarar í øllum flokkum henda spurning, og eingin teirra avvísti nøguleikan. Tørfin Smith helt kortini, at uppskotið var eitt sindur Ógreitt, tí hvat er ein før- oyingur Tað finst eingin onnur definitión enn ein danskur statsborgari við bústaði í Føroyum. Hann mælu tí til at skoyta uppí uppskotið, at fyri at koma undir skipanina, skuldi "fóroyingurin" hava búð tiggju ár fast í Føroyum og kunna varðveita valrættin upp ul seks ár, meðan tey eru í útbúgving uttanlands. Kristianna Rein kom inn áspurningin, um føroyingar í útbúgving uttanlands so bæði skulu hava valrætt til løgtingid og í landinum, har tey eru í útbúgving. At hava valrætt í tveimum londum samstundis helt hon ikki bera til. Katrin Dahl avgjørd Katrin Dahl var meira avgjørd - sum altid. Hon helt ikki, at føroyingar i út- búgving uttanlands skuldu haav valrætt til løgtingið. Fólk eiga at hava valrætt í landinum, tey búgva í. Skulu tey hava valrætt í Føroyum, mugu tey sam- stundis siga frå sær rættin til at velja i bústaðarlandinum. Hon helt ikki, at føroyingar uttanlands skuldu kunna velja:í Føroyum, tí tey hava ikki somu møguleikar at Rúm fyri ólýdni Tað man vera komið væl við hjá samgong- uni í Tórshavnar býráð at hava fingið ein mann aftrat. Ingi Mohr, sum ådur kundi verda av harðastu — måtstødu- monnum, hevur leingi helt seg meira aftrat samgonguni og hevur atkvgtt sum tey - og atkvgtt ímóti uppskot- um frá andstøðuni, sum hann sjálvur annars var limur í. Men herfyri gjørdi Ingi Mohr at spæla opið spælog fór upp í fólkaflokkin. Utt- an at siga Peturi í Gong, sum er hin býráðslim- urin hjá Uttanfokka- listanum, frá. Hetta hevur við sær, at samgongan í býráð- num nú í veruleikanum telur átta fólk, og and- stóðan fimm. Og tað hevu afturvið sær, at nú kunnu samgongufólk- ini upp á skift vera sam- gonguni ólýðin og t.d. ikki atkvøda fyri upp- skotum hjá samgong- uni. Hetta hendi á fund- inum hóskveldið. Páll Petersen hevði sína egnu ulráðing í mål- inum um Eysturskúlan í mentamålanevndini, og hann atkvøddi sam- an vid andstøduni. Hevdi Ingi Mohr ikki verið farin í hin partin, og Páll Petersen ikki atkvøddi fyri, fall uppskotið um at selja landinum ein part av Eysturskúlanum. Men hinvegin, hevði Ingi Mohr ikki verið, varð málið óivað útsett, til samgongan hevði funnið meirluta fyri uppskot sínum. randi fylgja vi, hvat hendir. Tórfinn Smith var kvikur at svara Katrin Dahl, at eftir hansara tykki fylgdu fleiri føroyingar í útlegd minst lika væl við í føroyskum politikki, sum nógv teirra, ið búgva fast í Føroyum. Hann mælti til, at býráðið sendi landsstýrinum upp- skotið aftur við viðmerk- ingum, og at landsstýrið so kom aftur við málinum ul býráðið, tá tað var betur útgreinað. Hesum tók Poul Mich- elsen undir við. Hann helt eisini, at neydugt var at taka upp spurningin, um tey útbúgving í Danmark fáa valræt í Førovum, hvar tey so skulu velja til fólkatungs Framhald á síðu 7