leygardagur 21. desember 1991síða 4
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Atli Dam, formaður javnaðarfloksins:
Luttaki fegin
I orðaskifti
- um ein fær hetta at vita í góðari tíð
Fimmarin í útvarpinum
mikudagin snúði seg um
Egroyar og EF. Í sending-
in luttóku umboð fyri
flestu flokkar, men
javnaðarflokkurin var ikki
við. Tað kom fram í
sendingini, at
javnaðarflokkurin við Atla
Dam á odda vildi ikki
luttaka.
Vit hava spurt formann
javnaðarfloksins og løg-
mann Atla Dam, hvussu
tað ber til, at flokkurin
ikki tekur av eini innbjóð-
ing at vera við í einum
orðaskifti um eitt so ål-
varsligt og týdningarmik-
ið mál.
-Eg var uppringdur av
tíðindamanninum hálvan-
annan dag, áðrenn send-
ingin skuldi út í luftina og
segði honum, at hetta var
ov líuð skotbráð til eina
sending um eitt so týðandi
og álvarsligt evni. Eg bað
hann um at geva lutakar-
unum eina til tvær vikur at
fyrireika seg í, soleiðis at
vit kundu fáa eina serigsa
sending burtur úr. Tá hetta
ikki bar til segði eg frá, at
flokkurin kundi ikki lut-
taka
NÚ er at spenna
BELTINI
Atli Dam sigur víðari,
at hann segði útvarps-
manninum, at hann vildi
fegin luttaka í eini slíkari
sending varð hon gjørd
millum jól og nýggjár ella
eftir árslok.
-Eg haldi tað annars
vera skeivt, at løgtings-
menn og floksleiðarar
skulu blíva innlagdir sum
statistar hjá einum út-
varpsmanni, sum nú hevur
funnið tað fyri gott at gera
eina sending um eitt ávíst
evni.
Tað virkar, sum at
hetta er nakað, ið útvarps-
maðurin knappliga finnur
uppá, soleiðis er tað
oftani, at tú skal mýta upp
í fjølmidlinum sum undir-
haldari heldur enn sum
seriøsur debatørur.
Uppá fyrispurning um
tað kann vera uppgávan
hjá politikarum at leggja
seg út í, hvussu útvarpið
leggur sín
programpolitikk til rættis
sigur Atli Dam, at hann
undir ongum umstødum
vil leggja seg út í arbeiði
hjá útvarpinum.
-Men var tað ikki rætt,
at menn í góðari tíð valdu
út slík álvarslig evni og
boðaðu okkum, sum eisini
hava nógv at takast við,
frá í góðari tíð, soleiðis at
vil kunnu leggja slíkt til
rættis.
-1 heika tikið haldi eg
at útvarpið eigur at hugsa
seg betri um og hava pro-
grammini í høvdinum fyrr
Atli Dam í við-
merkingini.
SIgUr
jan
|
AN sosialurin | —
Stýrið fyri Landssjúkrahúsið:
Byggið nýtt
Ómógulig uppgáva at umbyggja
Bæði starvsfólk og Stýrið fyri Landssjúrkrahúsið mæla landsstýrinum til at fara
undir 1. byggistig heldur enn at umbyggja innan verandi karm
I dag ella mánadagin fær
landsstýrismaðurin í heils-
umálum, Jóannes Eides-
gaard rættiliga rúgvismik-
ið tilfar frá sjúkrahús-
stjóranum at taka stóðu til.
Tað snýr seg um hglis-
tørvin hjá Landssjúkrahús-
inum.
Millum tilfarið eru við-
merkingarnar frá gllum
starvsfólkunum á Lands-
sjúkiahúsinum til ætlanina
at umbyggja heldur enn at
byggja nýtt. Har er so eis-
ini nidurstødan hjá Stýr-
inum fyri Landssjúkra-
húsið.
Omsgulig uppgáva
Stýrið hevði fund miku-
dagin. Tað kom til ta nið-
urstødu, at uppgåvan,
sum bygginevndin hevur
fingið, nevniliga at gera
eina umbygging innan
verandi fermetrar, er
Omøgulig. Stýrið mælti ti
til, at einasta rætta er at
fara undir bygging alt fyri
eitt.
Stýrið metir uppgávuna
at fara undir umbygging
vera so ómgguliga, tí tað
ber rætt og slætt ikki at
tlyta runt uppá veggir og
deildir og harvið loysa
tann aktutta og grund-
leggjandi = tørvin hjá
Landssjúkrahúsinum.
Stýrið mælir til at fara
undir 1. byggistig, tí á
tann hátt fáa vit meira
burtur úr fyri somu peng-
ar, sum ætlaðar eru til um-
bygging.
Hetta er eisini tað, sum
øll starvsfólkini á Lands-
sjúkrahúsinum mæla til í
sínum viðmerkingum til
málið.
Høgni Joensen, sjúkra-
hússtjóri sigur, at nú verð-
ur tað so upp til lands-
stýrið, hvat skal henda í
málinum. Hann leggur tó
aftrat, at hvat landsstýrið
enn kemur til, so hevur
Landssjúrkrahúsið í dag
sera akuttan hølistørv.
Okkurt má gerast.
Steðgaði útbygging-
arætlanini
Tað var annars herfyri, at
landsstýrismaðurin boðaði
frá, at ætlaða útbyggingin
av Landsssjúkrahúsinum
skuldi steðgast. Ístaðin
gjørdi landsstýrið sáttmála
við Arkitektavirkið hjá
Arna Winther um at gera
eina ætlan fyri umskipan
av funktiónunum á Lands-
sjúkrahúsinum innan fyri
verandi bygningskarmar.
Tað er hesa ætlan, sum
bæði starvsfólk og Stýrið
nú hava kolldømt. Svar
teirra til landdstýrið er:
farið undir 1. byggistig og
loysi tann akuttan tørvin á
ein ella annan hátt.
jan
Nr. 239 = 21. desember 1991
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður fær
nú viðmerkingar og
nidurstødur í sam-
bandi við umbygging
av Landssjúkrahúsi-
num við postinum
Am,
Høgni Joensen,
sjúkrahússtjóri: -
Landssjúkrahúsið
hevur akuttan
hølistørv og okkurt må
gerast
Jóanes Dalsgaard, stýrislimur:
Burturvið at
umbyggja
Sosialurin hevur biðið
Jóannes Dalsgaard, ið er
limur í stýrinum fyri
landssjúkrahúsið, um eina
viðmerking til avgerðina
hjá stýrinum hósdagin.
Jóannes Dalsgaard sig-
ur, at ætlanin um at nýta
einar 60-70 milliónir til
broytingar og úllagingar á
landssjúkrahúsinum, alla
tíðina hevur tókst honum
burturvið.
- Tillagingarætlanin, ið
nú er kolldømd, gongur út
uppá at nýta einar 60-70
ul umbyggingar, ið ikki
koma at geva okkum eitt
størri ella betri
landssjúkrahús. Hesa
ætlan hava nú allir
starvsfólkabólkar víst
allur og tað sama hava
samgonguflokkarnir i
sjúkrahússtýrinum gjørt.
- Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður, hevur
herfyri í Dimmalætting
boðað frá, at landsstýrið
fer at fylgja tilmælunum
Framhald á síðu 9