leygardagur 21. desember 1991síða 5
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 239 — 21. desember 1991
Grani sendi út neyðarkall
Fekk fleiri sjógvar
Á midnátt kom Tjaldrið á Tvøroyri við línubátinum Grana, sum
heyði fingið fleiri brotasjógvar á Munkagrunninum
Klokkan 13:41 hósdagin
sendi línubáturin Grani,
fyrrverandi Kanqgek, ein
sjógv á Munkagrunninum.
Sjógvurin var so álvars-
ligur, at róðurmaskinan
gekk fyri og skipin lá
tvørtfyri. Grani rak fyri
vág og vind.
--Tá vit fingu boðini, var
Grani staddur einar 70
fjórðingar í ein landsynn-
ing úr Sumbiarendanum..
Tjaldrið var statt á Klaks-
vík og fór beinanvegin
avstað. Beskytteren Be-
skytteren lá á Havnini og
fór eisini avstað. Be-
skytteren gongur eitt
sindur skjótari enn Tjald-
rið og var hjá Grana
klokkan 21:30. Tjaldrið
kom fram klokkan 23:10
og fór beinanvegin undir
at sleipa, sigur vakt-
havandi á Vaktar og
Bjargingartænastuni.
--Meðan Tjaldrið sleip-
aði fylgdi Beskytteren við.
Grani var rikin nakað
áðrenn bjargingarskipini
komu fram, sigur vakt-
havandi.
jústinus
Eirikur Olsen, skipari
heldur, at skip kunnu
lættliga koma í ófóri av
at lurta eftir føroysku
veðurvánunum.
Mynd: Tórfinn
Eirikur Olsen, skipari á Grana
-Veðrið var vánaligt og
bert versnaði tess meira vit
nærkadust Fóroyum. Tá vit
vóru 72 fjórðingar úr
Akrabergi fingu vit tann
=
Stríðast tit við
Álvars-
spurningar
so sum: Hvaðan vit
koma, hvagar vit fara,
lív eftir deyða, um og
hvussu sálirnar ferðast
— vendið tykkum so
til
Universal Life
Dept. 6.40
P.O. Box 5643 - 8700
Wåirzburg - Germany
fyrsta sjógvin. Hann rakti
stýrhúsið, og tók boyður
og vørp á bláman, men
tíbetur fór eingin rútur í
stýrhúsinum. Síðani fingu
vit fleiri sjógvar, og rætti-
liga hættisligt gjørdist, tå
ein sjógvur fór við styri-
maskinuni. Tá lógu vit at
kalla óhjálpnir. Havið sóu
vit ikki. Alt var í einum
roki.
Soleiðis greiðir Eirkur
Olsen, skipari á Grana frá,
tá vit høvdu hann í tele-
fonini í miðdegi í gjár.
Hann sigur seg ikki hava
upplivað tílíkt ódnarveður.
Millum 40 og 50 metrar í
sekundið. Sama sigur hann
eisini frá Sniðálvi Henrik-
sen, sum er elsti maður
umborð, og hevur verið
sjómaður í nærum hálvt-
hundrað ár.
Roknaðu ikki við
at Vinna upp land
-Sjálvur havi eg ongantíð upplivað tílíka ódn áður. Alt stóð í
einum roki uttan um okkum meðan vit lógu óhjálpnir, sigur
Eiríkur heldur fyri, at so
mikið ótespiligt sá út eina
tíðina, at hann roknaði ikki
við at vinna upp land aftur.
-Stýra kundu vit ikki, og
fingu vit ein álvarsligan
sjógv á stýrhúsið aftrat,
bóru vit ikki boð í bý. Vit
royndu tí at halda skipin-
um so frægt uppí við
mesaninum, at sjógvarnir
raktu framman fyri stýr-
húsið, og fyri at slætta
sjógvin, sleptu vit allari
oljuna úr barlasatangunum,
sigur Eirikur Olsen. So-
leiðis lá Grani og rak einar
45 fjórðingar í tíggju tímar
til fyrra verjuskipið kom til
hjálpar.
Veðurvánirnar ikki
eftirfarandi
Tað eru ikki blíð orð,
skiparin á Grana hevur at
siga um føroysku veður-
vánirnar.
-Síðani vit, eftir ólav-
søku, byrjaðu at royna
undir Føroyum, hevur
einki fantilsi verið á veður-
vånunum frá føroyska
vedurmanninum. Tad er
einki óvanligt, at vindmeg-
in er hin dupulta av tí,
veðurvánirnar boða frá, og
ti kunnu vit als ikki líta á
føroysku veðurtíðindini,
sigur Eirikur Olsen. Hann
sigur seg óttast fyri, at
skipa kunnu koma í Oføri
at lurta eftir føroysku
veðurtíðindunum.
tór.-
Síða 5
Gott Bingo
Til frama fyri námsferð verður í B36
húsinum leygardagin 28. desember
kl. 15.00.
2 x í Hoydølum
Frá Havnar
Arbeiðsmannafelag
Skrivstovan verður stongd frá 23. des. -
6. januar.
NEVNDIN
Reingerðarfólk
til
Sparikassan
— at seta í starv skjótast gjørligt
Til deild okkara á Tvøroyri søkja vit eftir
álítandi reingerðarfólki at byrja skjótast
gjørligt.
Arbeiðstíðin er 20 tímar um mánaðin,
t.v.s. hvønn gerandisdag eftir afturlat-
ingartid. Løn eftir avtalu.
Skrivlig umsókn skal sendast til Før
oya Sparikassa, 800 Tvøroyri.
ÆÐ. Føroya Sparikassi
folksins pt
Hall hóast størri
skattaprosent
Vágs Kommuna hevur lagt sína figgjarligu kós fyri
komandi ár. Skattaprosentið er farið úr 17 upp í 18,
barnafrádrátturin verður 1750 krónur, og
kirkjuskatturin 0,25 prosent. Hetta er tað sama sum í
ár.
Men hóast kommunan setur skattaprosentið upp,
fáast endarnir ikki at røkka saman. Til tess er
lánibyrðan ov stór. Av teimum stívliga 20 millión-
unum, sum kommunan roknar við at fáa inn í skatti,
fara millum 11 og 12 milliónir ul rentur og avdrátt.
At kommunan í ár hevur fingið ov nógvan skatt
útgoldnan frá Líkningarráðnum kemur hon at svíða
fyri næsta ár. Tá skulu tær 1,4 milliónirnar rindast
aftur yvir fýra teir fyrstu mánaðirnar.
Tá alt er talt saman og útreiðslurnar tiknar frá fara
1,4 milliGn at resta i, sum myndin sær út í løtuni.
Mannbjørn Tausen, byrådsformadur sigur, at fekk
skipasmiðjan nakað at gera aftur, hevði hetta sjålv-
sagt eisini hjálp kommunukassanum, men teir hava
ikki tikið hesa møguligu inntøku við i metingarnar.
Ætlanin er ikki at taka nýggj lán, og iløgur verða
ikki tær stóru.
tór.-