leygardagur 21. desember 1991síða 13
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 239 — 21. desember 1991
Kontrastir í
Listaskálanum
— »Kontrast« eitur framsyningin í Listaskála-
num har níggju meir ella minni kend listarfólk
sýna myndir sínar fram. Endamálið við framsýn-
ingini er, at tey, sum gera ødrvisi list eisini skulu
hava møguleika, at visa fram verk síni
Hugskotið til hesa fram-
sýningina eigur Ole Wich í
Havn. Hann tók stig til
framsýning, tí hann held-
ur, at tað er torført hjá
listarfólki, at sleppa fram-
at — serliga tá tey gera
eitt sindur eðrvísi myndir.
— Nógvar av teimum
stóru framsýningunum
vit síggja í dag, eru sensu-
reraðar, sigur Ole Wich.
Og hetta haldi eg er
skeivt. Øll hava rætt til at
syna fram myndir sinar,
eisini um tær ikki hóska at
hanga á vegginum uppi
yvir sofuni í stovuni.
Ødrvisi
Vid å hesi framsyningini
eru akvarellir, pastellir,
fotomyndir, oljumyndir,
skulpturar og keramikk.
Men um framsyningin, tå
saman um kemur, er so
nógv eðrvísi enn allar
aðrar, er ilt at siga.
— Í hvussu so er, eru
ongar av myndunum, sum
hj
tíðindablaðið
fólk eru komin við sensu-
reraðar. Øll hava fingið
tað við, sum tey sjálvi
ynskja, sigur Ole Wich.
Vanligt við skúla
Alt fleiri ung listafólk í
Feroyum fara nú á skúla.
Og tilboðini eru nógv.
Nærum øll, sum eru við á
hesi framsýningini ganga
ella hava gingið á onkrum
háskúla fyri list.
Og sjálvt um nógvir
skúlar eru privatir, halda
fólk seg ikki aftur. Fólk
fáa stuðul úr ymiskum
grunnum, og liva av at
selja onkra mynd av og á.
Við á framsýningini í
Listaskálanum eru:
Asgerð Asgeirsdóttir,
Vígdis Petersen, Tumm-
ast Jåkup Th
ur Johannesen,
Macdonald, (
omsen, Øss-
Astrid
judrid Poul-
Mortensen.
sen, Ole Wich og Anker
Hugtikin av konufólki
— Mær dámar væl at mála nakin konufólk, men
eg tori ikki rættuliga at sláa meg leysan á hesum
økinum enn
Hetta sigur Astrid Mac-
donald úr Havn. Hon er
26 ára gomul, og gongur í
letuni á Kunstakademi-
num í Árhus. Hon hevur
teknað og málað alt tað
hon minnist, men gjerdist
rættuliga hugtikin av hes-
um, aftaná at hava gingið
á kunstháskúla í Holbæk í
Danmark.
— At mála og tekna er
eitt handvrk, sum kann
lærast. Og fyri meg var
tað neyðugt at sleppa á
skúla, millum annað fyri
at læra at blanda litir,
gera kompositiónir og
tekna skuggar, sigur
Astrid.
Hetta fyrsta árið hon
hevur gingið á Akademi-
num, hevur hon fingist við
at tekna og modelera.
— Fyri tað mesta tekna
vit kassar í ollum hugsan-
di steddum og vinklum.
Vit læra at síggja, og síð-
ani at tekna tað, sum vit
síggja rætt.
Konufólk
Eitt sum í letuni hugtekur
Astrid nógv, er at tekna
og mála konufólk. Og sum
tann einasta á hesari
framsýningini, hevur hon
gjørt myndir av naknum
konufólki. Hetta er ikki
óvanligt aðrastaðni, og
undrast Astrid á, at so fá
foroysk listarfólk gera
hetta.
— Tað er deiligt at
tekna og mála konufólka-
kroppin. Formarnir eru
rundir og mjúkir. Tað
mest spennandi við krop-
pinum er, at konufólk
kunna fáa bern, sigur hon.
Kemur av sær sjálv-
um
Astrid hevur eina rúgvu
av hugskotum um, hvat
hon kann mála. Men tá
hon stendur frammanfyri
leriftinum, og skal seta
fyrstu strikurnar á, hevur
hon sum oftast ikki ánilsi
av, hvat hetta skal blíva
til.
— Eg byrji bara, og so
kemur restin av sær sjálv-
um. Sjálv hugsi eg ikki so
nógv um, hvat eg leggi í
myndina. Men eg ivist
ikki í, at fólk, sum hyggja
eftir henni, kunnu
okkurt um meg í myndini,
sigur Astrid.
lesa