Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1991síða 17

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Nr. 239 — 21. desember 1991 Michael Ende: Skugga- leikhúsið hjá Ofeliu Thorben Johannesen rýddi Í einum lítlum gomlu býr búði ein gomul genta, sum æt Ofelia. Tá ið hon varð borin í heim - og tað eru sanniliga mong ár síðani - søgdu foreldrini: Einaferð skal lítla dóttir okkara vera ein víðagitin sjónleikari. Tí var tað, at tey kallaðu hana upp eftir einum kendum persóni í einum sjónleiki. Tann lítla Ofelia var sum foreldrini ógvuliga hugtikin av teim vøkru skaldaorðunum, men tað var eisini alt. Nakar gitin sjónleikari kundi hon ikki blíva. Tí hon var so ógvu- liga spakmælt. Men onkursvegna vildi hon kortini tæna listini, um tað so bara var við onkrum litillætnum arb- eiði. Í ti lítla gamla býnum høvdu tey eitt fitt lítið leikhús. Heilt frammi við kantin á pallinum var ein kassi, sum var heilur út mót áskoðaraplássunum. Í tí kassanum sat Ofelia hvort kvøld og teskadi tað, sjónleikararnir á pallinum skuldu siga, so at teir ikki mistu burtur. Her hóskaði veika málið hjá Ofeliu jú væl, tí tað var ikki meiningin, at áskoðararnir skuldu hoyra hana. Alt sítt lív hevði Ofelia havt hetta starv, og hon var so fegin um sítt arb- eiði. So við og við kom hon at duga allar teir stóru skemtileikirnar og sorgar- leikirnar í verðini uttanat, so henni ongantíð nýttist at hyggja í bókina. Árini liðu, Ofelia bleiv gomul, og tíðirnar broytt- ust. Nú gingu færri og færri fólk í tað gamla leikhúsið at hyggja at sjónleikum, tí nú høvdu tey eisini films- høll og sjónvarp og annan tidarstytt. Tey flestu åttu eisini bil, og tå ið tey so endiliga onkuntíð fingu hug at fara til sjónleik, so koyrdu tey sær heldur ein túr til onkr- an stórri bý, sum var nær- indis. Har kundu tey síggja nógv kendari sjónleikarar, og har var eisini nógv stuttligari sjálvur at verða sæddur. Soleiðis gekk tað til, at leikhúsið í tí lítla gamla býnum mátti stongja; sjón- leikararnir fóru, og eisini lítla gamla Ofelia fekk sína uppsøgn frá leikhús- inum. Tá ið seinasta sýningin var av, og tjaldið drigið fyri seinastu ferð, varð hon sitandi eina løtu púra einsamøll í tí tóma leik- húsinum. Hon sat í sínum kassa og læt hugan renna aftur gjøgnum liv sítt. So við eitt sær hon ein skugga, ið reikaði aftur og fram eftir leiktjóldunum, og sum skjótt vaks og so skjótt minkaði aftur. Men eingin var har at kasta skuggar. "Halló!" segði Ofelia við síni spakmæltu rgdd, "hver er har?" Tað sást at skuggin hvakk við, tí hann minkaði næstan burtur í einki; so løgid tað var, hevði hann einki rættiligt skap, men skjótt tók hann mót til sín og mentist aft- ur. "Haldið mær til góðar!" segði hann, "eg visti ikki av, at nakar var her longur. Eg hevði ikki ætlað at kløkka tygum. Eg eri bara her, tí eg ikki veit, hvagar eg annars skal leita mær. Gott eigi tygum, koyrið meg ikki út." "Ert tú ein skuggi?" spurdi Ofelia. Skuggin nikkaði. "Júmen ein skuggi plagar at hoyra til onkran," helt hon áfram. "Nei," segði skuggin, "ikki allir. Tað eru nakrir skuggar, ið loypa av her í verðini, teir hoyra ongum til, og eingin vil vita av teimum. Eg eri ein av teimum skuggunum. Eg eiti Skuggaskálkur." "Har skalt tú síggja," segði Ofelia, "men er tað ikki eitt sindur syrgiligt, soleiðis ongan at hava, sum tú hoyrir til?" "Ógv uliga syrgiligt," jåttadi skuggin og suffadi Stillisliga, "men hvat er at gera við ad?” "Hevdi tú íkki viljað komið við mær?" spurdi gamla gentan. "Eg havi heldur ongan, sum eg hoyri til." "Tað vildi eg fegin," svaraði skuggin, "tað hevði verið frålikt. Men so má eg jú krøkja meg fast- an í tygum, og tygum hava jú ein skugga framman- undan." "Aja, men tit skulu nú nokk fara semjast," segði Ofelia. Hennara egni skuggi nikkaði. So nú hevði Ofelia tveir skuggar. Tey vóru ikki nógv, sum vórðu var við tað, men tey, sum varnað- ust, undraðu seg á tað og hildu tað vera nokk so løg- 10. Ofelia vildi ikki koma fyri fólkatosið, so ti bað hon altíð annan skuggan gera seg lítlan og smúgva sær niður í taskuna hjá henni um dagin. Allastaðni er jú pláss til ein skugga. Ein dagin sat Ofelia í kirkjuni og prátaði eitt sindur við hin góða Gud. Hon vónaði, at hann hoyrdi hana, so spakmælt hon var (men púra vís í tí var hon ikki). Tá sá hon alt í einum ein skugga á tí hvíta kirkjuvegginum. Skuggin sá rakfallin og neyðarsligur út, og hóast hann ikki líktist nøkrum ávísum, rætti hann bidd- andi eina hond fram ímóti henni. "Ert tú eisini ein skuggi, sum ongan góðan hevur?" spurdi hon. "Ja," segði skuggin, "men tað gongur sum róta- súpan millum okkum skuggar, at ein er, ið tekur sær av okkum. Er tað tú?" "Eg havi longu tveir skuggar," svaraði Ofelia. "So kann tað gera sum tað sama, um tú fært ein afturat," segði skuggin bønandi. "Kundi tú ikki tikid meg við? Tad er so tungt og einsamalt ongan góðan at hava." "Kanst tú ikki siga mær, hvussu tú eitur?" spurdi gamla gentan blidliga. "Eg eiti Myrkaræðsla," teskaði skuggin. "Ja, men so kom við meðni," segði Ofelia. Og áðrenn hon visti av, hevdi hon nú fingið triggj- ar skuggar. Frá tí degi komu nýggir harraleysir skuggar afturat k snn einasta dag, tí nógvir eru til av ti slagn- um i hesum heimi. Tann fjórði æt Einok- aleina. Fimti æt Tøtli Náttar- sjúki. Sætti æt Aldriaftur. Hin sjeyndi Kúrikarl. Og soleiðis bleiv tað við. Gamla Ofelia var fá- tæk, men til alla lukku skuldu allir hennara skuggar jú einki hava at eta, og teimum nýttist heldur íkki klæðir at verma seg við. Tað var bara tað við tí, at við hvert var lítla stova hennara rættiliga skýmlig og trong af teimum mongu skuggunum, sum komu til hennara at vera, tí eingin annar skoytti um teir. Ofelia fekk seg ongantíð til at reka nakran burtur. Og allatíðina kom onkur afturat. Ringast var, tá ið skuggarnir ruku saman at berjast. Teir fóru at klandrast um tað besta plássið og ofta fóru teir tá beinleiðis til hendurs. Tá skuldu tit sæð skugga- boksing. Slíkar nætur fekk lítla gamla Ofelia ikki blund í eyguni. Hon lá við opnum eygum og royndi at tosa skuggarnar til sætt- is við sínum spaka málið. Men tað gjørdi lítlan mun. Ofelia torgaði ikki klandur og strid, uttan tå id tad for fram vid skald- anna vøkru orðum á leik- pallinum. Tað var nakað annað. Og tað var soleiðis, at hon ein dagin fekk eitt gott hugskot. "Hoyrið her," segði hon við skuggarnar, "um tit vilja verða verandi her hjá mær, so megu tit nú fara at læra nakað." Skuggarnir bundu frið og stardu bíðandi at henni úr hvgrjum króki í stovuni. So segði hon tey vøkru skaldaorðini fyri teimum; hon dugdi tey jú uttanat øll somul. Hon tók fleiri brot uppaftur heilt spaku- liga og bað so skuggarnar taka setningarnar uppaftur eftir henni. Skuggarnir gjørdu sær nógvan ómak við tí og teir vóru eisini ógvuliga næmir. Soleiðis lærdi lítla gamla Ofelia teir so við og við allar teir stóru skemti- leikir og sorgarleikir, sum eru til í verðini. Tað er sjálvandi, at nú varð eitt annað lív, ti skuggar kunnu jú taka sær tað skap, teir vilja. Teir