leygardagur 21. desember 1991síða 24
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 239 — 21. desember 1991
Pinligt, men
oyravinarligt|
Pinliga få folk løgdu oyru til frålika hugnaligar
jólatónar í Dómkikrjuni mikukvøldid
So fingu vit enn einaferð ligt at skoða út yvir
staðfest, hvussu stórur »miklu« åhoyrarafjøldina.
tíðarátai = >jólaresið< í Vóru 30 fólk uppmett, so
veruleikanum er. Indikat- var tað alt!
orurin hesaferð var jóla- Pínligt!
konsertin hjá gentukóri-
num Cantabile í Dóm-
kirkjuni mikukveldið.
Skal tað sigast bart út,
so var tað beinleiðis pín-
Oyravinarlig ljóð
Tað, sum vit eisini fingu
staðfest mikukveldið, er
Til minnis um
okkara kæra
starvsfelaga
Sólrun á Heygum
Nú stundar til jóla. Fyrireikingarnar eru
tær flestu gjørdar, og fólk bíða nú spent
eftir sjálvum jólahaldinum.
Mitt í ellum stákinum hava hugsanir
okkara her á barnadeildini leitað aftur til
atventina í fjør, tá ið Sólrun var við.
Stutt eftir noyddist hon vegna sjúku,
sum hon hevði stríðst við tey seinastu ár-
ini, at gevast sum sjúkrasystir á deildini,
og nakrar mánaðir seinni doyði Sólrun frá
manni sínum Ólavi, báðum synunum
Rógva og Hegna, mammu og beiggja, ið
hon var so nær knýtt at.
Sólrun var bert 44 ára gomul. Vit her á
barnadeildini sakna Sólrun nógv, hon var
truføst og álítandi. Tað, ið henni var litið
upp í hendur, varð gjørt til fulnar, henn-
ara partur lá ongantíð eftir, og var hon
sera góð við bernini. Sólrun var opin og
kundi tosa um alt og livdi í vónini um at
gerast frísk aftur, væl stuðlað av manni
sínum og synunum.
Sólrun var eitt vakurt logandi ljós á ar-
beiðsplássinum. Vit drýpa hevur og biðja
til, at Hann, ið ellum valdar, veitir
tykkum, ið stóðu Sólruni næst, ugga og
styrki til at halda jól, hesaferð uttan
hana, og at Hann signar lív tykkara.
Á
Starvsfelagarnir á barnadeildini
á Landssjúkrahúsinum
at tað er ikki talið av
áhoyrarum, ið ger av,
hvert framferslan hepnast
ella ikki. Teir 30 lurtarar-.
nir fingu nevniliga eina
forkunnuga jólagávu frá
gentunum: 70 minuttir
við serliga hugnaligum
ljóðum úr ymsum londum.
Cantabile borðreiddi við
einum væl blandaðum,
sanglistarligum coctaili.
Vit hoyrdu traditionellar,
føroyskar sálmar. Ein frå-
líkan Negro Spirituals.
Eitt spennandi úrval av
týskum, enskum og
donskum jólalegum. Og
sjálvandi var eisini rúm
fyri tí bíbilska jólaboð-
skapinum.
Sum kunnugt eru jólini
barnahátíð burturav. Tí
var konsertin sjálvsagt
eisini kryddað við nøkrum
fittum jólasangum, ið ser-
liga vóru ætlaðir teim
smáu.
Lukkutíð vóru fleiri
børn millum vaksnu
áhoyrararnar!
Solistarnir Gunhild
Andreasen, Arina Bisc-
hoff og fleiri gjørdu sitt
til, at vit fingu ein hugna-
ligan tíma við frálíka
oyravinarligum ljóðum.
Virknir sangfuglar
Cantabile, sum er sett
saman av uml. 20 gentum,
telist millumtey virknu
gentukórini í landinum.
Saman við kórleiðaranum,
Paula í Sandagerði, hava
genturnar ikki bert vant
og framfert heima í Feroy-
um. Í fjør høvdu tær kon-
sertir å grisku oyggjun-
um, Rhodos og Kos. Sung-
ið varð eisini i Danmark. Í
summar tók kórið lut í
tónleikatiltaki í Noregi.
Ungu damurnar hava
verið væl móttiknar og
dámdar. Slíkt stimbrar og
eggjar. Úrslitið er, at
sangfuglarnir enn einaferð
venda nevini suðureftir.
Sum skilst, eru ætlanirnar
um enn eina konsertferð
til Grikkalands rættiliga
greiðar. Tær sangligu fyri-
reikingarnar byrja helst
einaferð í vár. Óivað spyrt
onkur konsertin burturúr,
og tá mugu vit vóna, at
fólk eru komin yvir jóla-
resið.
Vit eru fleiri, ið ynskja
Cantabile alla meguliga
eydnu við virkseminum
komandi ár. Og vit takka
sjálvsagt fyri rummisku
jólagávuna mikukveldið.
Síða 25
Bakari fyllir sjeyti
Í gjár fylti Eigil Joen-
sen, fyrrverandi bakara-
meistari hjá Frants Res-
torff í Havn, 70 ár.
Aldurin ber hann væl.
Lættur á fótum og kvik-
ligur at sjá, tá ið hann
titar aftur og fram mill-
um Bókbindaragetu og
miðbý.
Eigil er vágbingur.
Vaks upp hjá abbanum
og ommuni, Jógvani í
Líðini og Trinu, men fór
18 ára gamal í bakara-
læru hjá Frants og hjá
Frants hevur hann
starvast síðani.
Hetta sýnir stórt trú-
festi. Eitt fyribrigdi tey
eldru settu æru í. Sam-
stundis sigur hetta eis-
ini, at Frants Restorff
má vera eitt gott ar-
beiðspláss. Fleiri eru
tey, sum hava starvast
eini hálvthundrað ár í
hesum stersta bakarí-
num í Feroyum — ví fir-
manum«, sum Eigil
plagar at taka til.
Trúliga hevur hann
bakað okkum havnar-
fólki morgunbreyð. Ja,
so tidliga hava tey ligiå í
trogunum, at hanin hev-
ur ikki galið. Vit hava
notið tey, men ikki man
tað altíð hava verið
hugaliga at fara upp á
hálvari nátt og til gongu
oman gjøgnum Króka-
brekkuna, Kilarakanal-
ina, Amtmansbrekkuna
ella onnur myrk skot í
Havnini.
Tó, fáir munnu frå-
verudagarnir hjá Eigili
vera, og heilsuna hevur
hann havt góða.
Ofta verður sagt, at
hetta ella hatta arbeiði
krevur sín mann. Og tað
kann óivað eisini sigast
um bakarar. Men, at
hava ein bakara í húsi-
num, ja, tað krevur
sanniliga »sina konu«
ella »sina familju«.
Ikki man tað altíð
hava verið stuttligt at
hava ein mann ella pápa,
sum skuldi til koys sam-
an við henunum. Og tey,
sum eru komin á gátt í
Bókbindaragetu, munnu
helst minnast orðini hjá
Maju, >Eigil svevur, ikki
larma«!
Men væl stuðlaður
hevur tú, Eigil, rekt
hetta ikki heilt vanliga
starvið, og tað kunnu vit
havnarfólk bara takka
fyri.
Breyðini hjá tykkum
smæðast ikki burturúr.
Tverturímóti. Nú eru
slegini so mong, men
einaferð var tað >heima-
bakaða< tað populerasta
og mundi Eigil ikki vera
upphavsmaðurin?
Arbeiðið er ikki alt.
Hóast tað hevur havt sín
rúmliga bróðurpart í
dagligu tilveruni hjá
Eigili. Hann hevur eisini
dugað at stytt sær
stundir í frítíðini og
hevur havt fragd í tí sum
livir og grer í náttúruni.
Væl hevur honum
dámað at farið við tráðu-
ni, og mangar munnu
løturnar vera, tá hann
hevur staðið á seiðabergi
á Skarvheliu, áðrenn bý-
arinnar frárensl varð
lagt eystur um Skansa-
tanga. Væl hevur honum
dámað at verið á floti og
mangar eru leturnar
millum runnar, blómur
og annan vekstur í urta-
garðinum.
Ein fragd var at vera í
haganum saman við Eig-
ili. Sinnið yngdist og
hann gleddist um vakur-
leikan, fugl og blómur.
Tað lætta sinnið hevur
eisini eyðkent bakaran í
vertskapi, tá hann við
vekru og mildu song-
redd síni hevur sett dám
á.
Um skeiðið ikki var so
drúgvt, so gleddi hann
tey sanghugaðu, tá hann
var við at manna Kristi-
liga Sangkórið í tíðini, tá
Alfred Dahl stjórnaði.
Tú hevur ikki viljað
ligið eðrum til byrðu. Tú
fekst tær útbúgving. Tú
ætlaði at nema tær stor!
kunnleika á flatlondum
men til alla ólukku
handa mjerkadagin í jul:
mánaða í 1946 fór Tjald
rið á Mjóvanes og ætt, tú
átti, endaði á havsins
botni.
So var einki anmað at
gera, enn at bróta upp
um ermar, giftast og
seta føtur undir egið
borð. Í huganum e-r
myndin, tá tú greiddi
frá, hvussu tú boraði hoi
í hellurnar við hemdbori
og sleggju. Ja, tað var
tann tíðin.
Smáligt var, men hús-
ini komu upp, og tað
hevur verið karmurin
um lív tykkara í góðum
sum ringum. Dúgiga
hevur tú putlast og
hjálpt uppá, og hugna
hava tit dugað at
skapað. Mangur í bý og
mangur av bygd hevur
notið manga góða letuna
í heimi tykkara.
Góði Eigil. Nógv við
mær ynskja tær hjarta-
liga tillukku við teimum:
sjeyti og ynskja tær
mong góð ár afturat,
samstundis sum vit
takka fyri letur saman.
jóhann