leygardagur 21. desember 1991síða 23
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Lagt til rættis:
Oddbjørg
Poulsen
Vit ynskja øllum børnum eini gledilig
jól og eitt vælsignað nýttár.
LEÐILIC
„ JÓL
æ
Klipp ut og lita.
Vit ynskja limum okk-
ara og viðskiftafólki eini
| gledilig jól og eitt eydnu-
| berandi nýggjár.
Havnar
Nr. 239 — 21. desember 1991
Arbeiðsmannafelag
z
OLAPRÆDIKAN
Ævintyr og Evangelium
Eftir
Henning Bøgesvang
Luk. 2, 1-14
Tá vit hava lisið jólaev-
angeliið, kunnu vit
halda, at tað er okkurt
ævintýrkent yvirti — bæði
spennandi og trúligt,
samstundis sum vit
uppliva, at tað hevur
nakað við okkara egna
lív at gera.
Í ævintýrum hoyra vit
ofta um trøll, sum hava
tikid eina prinsessu, og
so eru tað ein ella fleiri
prinsar, ið royna at fría
hana. Men hetta er ikki
lætt, tí trøll duga gand!
Tann av prinsunum, ið
hevði Guð við og
signaði seg, fekk vald á
trøllinum, og hann fekk
prinsessuna og hålvt
kongaríkið.
Kanska kenna tit
>Tornurósu<. Tað var jú
prinsessan, ið tøllkonan
hevði gandað, so at hon
skuldi sova í 100 ár, og
saman við prinsessuni
skuldu øll á slottinum
sova í 100 ár, meðan ein
stór girðing av torna-
runnum vaks upp rundan
um slottið. Prinsar i
hópatali, sum hildu, tað
hevði verið deiligt at
fingið eina vakra prin-
sessu og hálvt kongarík-
ið og kanska nógvar
pengar, royndu at
treingja igjøgnum runna-
girdingina. Men so eiða-
sørt, at tað bar til. Um-
síður kom ein prinsur, ið
vildi vága lívið fyri at
vekja prinsessuna. Hann
gjørdi tað av kærleika og
kom igjøgnum girding-
ina, og tå id hann kysti
prinsessuna, vaknaði
hon, og so blivu tey gift
og livdu lukkuliga sam-
an.
Tann, ið hevur skrivað
hetta ævintýrið, vil
kanska ikki bara siga frá
nøkrum spennandi, men
eisini siga eitt sindur
um, hvussu gongst
summum menniskjum,
10 halda, at lívið er als
einki vert Tað er
líkasum tey og gll uttan
um tey eru sovnað. tey
merkja als ikki, at tey
liva. Tað er, sum um ein
ónd heks hevur gandað
tey. Bert um tey — líka-
sum >Tornurósa< —
varnast og merkja, at tað
bara er ein, ið veruliga
elskar tey og vil vága
lívið fyri tey, kunnu tey
vakna og fáa hug at liva.
Hetta var tað, Jesus
gjørdi, tá ið hann kom til
jarðar jólanátt í einum
fjósi í Betlehem.
Eitt annað ævintýr er
>Klods-Hans<. Hann og
beiggjar hansara vildu
fríggja til prinsessuna.
Beiggjarnir vóru so
ógvuliga fínir, høvdu
frálíkar hestar og vóru
sera klókir. Teir vildu
báðir fegnir hava prin-
sessuna, ti tað var so fínt
at vera giftur við eini
prinsessu. Men sjálvt um
teir vóru so klókir, so
kundu teir ikki svara
prinsessuni við einum
einasta orði.
>Klods-Hans< hugsaði
ikki um, hvort tað var
klókt ella fínt. Men hann
mátti fáa prinsessuna, og
ti segði hann tað, ið hann
merku, hann mátti siga,
hóast tað kanska ljóðaði
tápuligt og býtt. Hann
fekk prinsessuna, tí hon
merkti, at hann var ær-
ligur og var góður við
hana.
Øll vilja vit vera so fín
og klók sum beiggjarnir.
Eingin vil vera sum
>Klods-Hans<, og kort-
ini er tað hann, ið fær
prinsessuna.
Vit hava hoyrt um
Jesu føding. Tað er
næstan sum eitt ævintýr,
har eitt fátækt barn
verður føtt í einum fjósi
og kortini er
kongasonur.
Einglarnir siga hirðun-
um tað: >Tykkum er í
dag ein frelsari føddur,«
og tá teir koma inn til
Betlehem og finna eitt
barn í eini krubbu, so
Skulu teir vita, at tað er
frelsari teirra, sjálvt um
"hann sær fátækur út. At
hann sær so fátækur út,
er eitt tekin um, at Guð
er góður við sjálvt tey
fátækastu, sum eingin
annar brýggjar seg um.
Á tann hátt skuldu
hirðarnir — ið vóru bæði
fátækir og hildnir at vera
nakrir yvirgangskroppar,
ið hvørki Guð ella menn-
iskju vildu hava nakað
við at gera — vita, at Guð
eisini var teirra Guð.
Teir vóru sum >Klods-
Hans< ikki serliga fínir,
men sum >Klods-Hans<
vildi finna prinsessuna,
soleiðis máttu hirðarnir
finna »prinsin«, so teir
kundu síggja, at tað var
satt, ið eingilin hevði
sagt, at Guð eisini hevði
tokka til teirra. — Teir
funnu hann og fingu at
hoyra, at teir — ikki
høvdu fingið hálvt
kongaríkið — men eitt
pláss í Guðs ríki saman
við Guðs einglum.
Tey fínu halda tað ikki
vera nóg fínt við einum
barni í eini krubbu, ið
seinni sum maður skuldi
verða krossfestur. -
>Klods-Hans< skundaði
sær-avstad, alt tað hann
orkaði, á geitabukki sín-
um — hann mátti fáa
prinsessuna, hann hevði
so nógv um at vera, at
hann ikki hugsaði um,
hvørt hann var nóg fínur.
— Nú er tað jú eingin av
okkum, ið koma ríðandi
á geitabukki í kirkju í
hesum tíðum, men vit
koma, ikki tí vit halda
okkum vera serliga fín,
men ti at vit hava hoyrt,
at Jesus er her, og Hann
vilja vit finna og hoyra,
at Guð hevur tokka til
okkum og eisini sendir
einglar sínar til okkara
fyri at ansa eftir okkum,
so at ikki trøll og heksir
— tað er jú alt tað illa —
skal gera okkum fortreð.
Jú, Jesus er her, og
Guðs einglar flúgva mitt
ímillum okkum, og mill-
um greinarnar og ljósini.
Hetta er gott at vita sær,
tá ið tað er myrkt og
kalt. Tá ið vit hava sæð
Jesus og einglar hansara
í kirkjuni í dag, so
kanska vit gerast so glað,
at vit taka eitt sindur av
gleði heim við; so vit eru
við at gera cini gledilig
jól — ti at Jesus er her.
Amen.