Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-21, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1991síða 32

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

GT Nr. 239 — 21. desember 1991 Síða 47 Min leiklutur sum føroyingur i utlegd | - er at kunna onnur fólkaslóg um Fóroyar og mentan okkara Annika Hoydal, sjónleika- ri, tónasíniður og songkvin- na, er hélst tann persónur í Danmark, sum á besta hátt virkar sum sendiboð, tá tað snýr seg um at upplýsa út- landið um Føroyar og men- tan okkara. Kortini hoyra vit í Føroyum ikki so nógv til kenda, føroyska sjónleik- aran, men tað er ikki ti, hon ikki vil greiða frá sínum persónligu viðurskiftum - fyri okkum, hóast hon held- ur líuð um blaðskriving í donsku vikublødunum, sum nærum "liva" av at skri - va líkt og ólíkt um kend fólk. Annika Hoydal býr í hug- naligari íbúð í Keypmanna- havn, har hon hevur búð semastu 13 árini. Hon er einsamgll, men hevur ver ið gift tvær ferðir. Hon er 46 ára gomul, og eigur eingi børn. Ikki ætlanin - Tað var ikki ætlanin at eg skuldi vera barnleys, si- gur Annika Hoydal í tele- fonini í Keypmannahavn við Sosialin. Av tí at annar maðurin var tónleikari og ferðaðist nógv, og hin var sjónleikari, bleiv tað av on- gum. - Hóast eg hugsaði um at fáa barn, so noyddist eg at ásanna, at eg fór at vera sum einsamøll mamma. Av ti at eg sjálv arbeiði, tå onnur hava fri, helt eg ikki, at tað vóru umstødur, sum eg vildi bjóða einum barni. Fyrimyndirnar vóru heldur ikki góðar, tá hugsað verður um børnini hjá sjónleika- rum. Gerandisdagur teirra er mangan skiftandi, ti foreldrini ikki hava ein tryggan karm at virka i. Heldur jól fyri vinum - Eg haldi hóast alt, at tað ber til at liva uttan mann og børn, og nú havi eg vant meg við mína stóðu. Hvussu eg haldi jól? svarar Annika Hoydal: - Tíverri havi eg ikki hil- did jól heima í Føroyum, í mong ár. Táeg nú eri einsa- møll, plagi eg at bjóða vi- num mínum, sum ikki hava nakran at vera saman við á jólum, heim til mín jólaaf- tan. - Í ár verða vit fimm vak- sin og eitt barn. Hetta er ein samanblanding av ymsum félkasløgum - ein jødi, ein muslimur, ein vinmadur og eineinlig mamma vid barni, sum samstundis er guddót- tur min. Tad verdur hugna- ligt, sigur Annika Hoydal hugagóð. Í summar gav Annika Ho- ydal út plátu, saman við be- iggjanum Gunnar Hoydal, rithøvunda. Plåtan Dulcinea vakti ans. Nógv skriving um hetta, bædi i Føroyum og i Dan- mark, og Annika Hoydal hevur gjørt pråt vid at kalla øll tey stóru dagblødini í Danmark. Annika Hoydal sigur við Sosialin, at hon hevur fin- gid nógvar ymiskar uppgå- vur, eftir at plåtan Dulcinea kom å plåtumarknadin: Plåtufelagid å husa- gang - Tá hon at enda kom út, skuldi eg heldur sagt, greid- ur Annika Hoydal frå:. Tá Dulcinea varð útgivin í summar, var hon nógv at hoyra í danska útvarpinum. Fólk ringdu til mín og spur- du, hvar plátan var at fáa til keyps. Eg stóð sum Kånus, tí sjålvandi var hon at fåa i plátubúðunum. Fólk søgdu mær, at tey høvdu spurteftir plátuni, men antin var hon útseld, ella ikki komin í plá- tubúðirnar. - Tað helt eg vera ógvuli- ga løgid, og spurdi plátuút- gevaran, men tá fekk eg boð ini, at plátufelagið var farið á heysin, júst sum plátan skuldi sendast út. Tey høv- du hildið sum so, at tey ikki vildu órógva meg! - Tað gekst tó alt væl í hond kortini. Eg fekk ken- dan plátuútgevara at senda Dulcineu í plátubúðirnar. Hann hevur m.a. eisini pláturnar hjá Kim Larsen um hendi. Bert spell, at fólk ikki kundu keypa hana bei- nanvegin, tá hon var mest spæld í útvarpinum í Dan- mark. - Nú er so hálvt ár síðani Dulcinea kom út, og tað he- vur ført við sær, at eg havi fingið nógvar uppgávur, sum eg annars ikki hevði fingið. Annika Hoydal hevur Stórsta partin av leiktíð síni virka á smærri leikhúsum, eitt nú Sorte Hest og Café Teatret. Slík leikhús verða ikki so ofta verða umrødd í donsku pressuni. Halda vårrødu í kirkju M.a. fekk eg áheitan frá Danmarks Radio um at gera fimm sendingar, har eg seg- di frá ymiskum, sum per- sónliga hevur mín áhuga. Eg havi eisini skipað fyri upplestarakvøldi um Willi- am Heinesen, sála, bæði í Danmark og Noregi. Annað er at eitt kvinnufe- lag heitti á meg um at skipa fyri uppletsrarkvøldi, og eitt prestadømi á Sælandi hevur biðið meg halda vár- talu í kirkjuni. Á skránni fy- ri framman er eisini at seta ein sjónleik á pall á Sælan- di. Sum nakað spildurnýtt skal Annika Hoydal við í Mogenstrup Revy næsta summar. Hetta hevur hon ongantíð roynt áður. Mo- genstrup Revy'in er ógvuli- ga væl umtókt í Danmark, har kendir sjónleikarar lut- taka, eitt nú Allan Olsen, Helmer og John Mar- tinus. Seinni er uppgåvan at vera við i sjónleikinum "Melo- dien der blev væk," eftir kenda, danska leikritahg- vundan Kjeld Abel, sum ve- rdur framførdur á Hvidovre leikhúsinum. Hornasteinar Tú hevur verið sjónleikari í Danmark í nógv ár, men kortini gevur tú út plátur um føroysku náttúruna og fólkið, ið her býr. Er tað ikki torført at varð- veita før-oysku sjálvsímyn- dina, tá tú livir og virkar í Danmark? - Tad havi eg mangan tosa við aðrar útlendingar um, sum búgva í Danmark. Ve- ruleikin er tann, at hóast tú livir í útlegd, gloymir tú ikki tað, sum tú lærdi í barna- og ungdémsdøgunum. Taðeru hornasteinarnar í lívinum. Restin av lívinum er bert endurtøka. Nógv listafólk nýta tí eisi- ni barna- og ungdómsdagar sum keldu í listaliga arbeiði sínum. Hugsa bert um Ing- mar Bergmann, filmslista- mann í Svgríki. Hann hevur Annika Hoydal, sjónleikari: - Eg kundi saktans hugsa mær at fingið leiklut á foroyskum palli, men tað hevur ongantíð verið aktuelt. Talan hevur verið um, at eg skildi seta leik upp í Føroyum, men higartil er einki spurt burturúr at kalla alt lívið nýtt barna- dagarnar sum keldu í lista- arbeiði sínum. Danir kenna tað ikki - Fyri at venda aftur til mín uppruna, so vil eg siga, at føroyska náttúran, landið og fólkið ið har búleikast, hevur so sterka ávirkan á meg, at tað setur dám á ge- randisdag mín, hóasteg ikki búgvi í Føroyum. Tað er sum ein so sterk kensla - ja, nærum religiøs, hóasteg ik- Annika Hoydal hevur ikki verid ofta at siggja å ki gangi i kirkju hvønn sun- nudag. Hesa kenslu havi eg man- gan tosa við fólk í Danmark um, men munurin er tann, at danir hava ikki hesa kenslu. - Sjálvandi skulu vit sum útlendingar, laga okkum eftir teimum umstødum sum eru galdandi í Dan- mark, men harfyri nýtist tær ikki at skifta persónlei- ka ella sjálvsímynd. Tá tú hevur so sterkar kenslur av at vera føro- yingur, hvi flytir tå ikki heimaftur? - Tað er ein góður spur- ningur, men eg eri so 6to- lin, at eg ikki hevdi verid før fyri at arbeitt sum sjón- leikari, undir teimum trey- tum, sum leikarar hava í Føroyum. føroyskum palli. Her sæst hon undir liðuni á Eyðun Johannesen, leikstjóra, tá sjónleikurin "Skipið," eftir Steinbjørn. B. Jacobsen varð settur upp Vil ikki troðka seg fram - Tú mást ikki misskilja meg. Eg havi stóran virð- ing fyri teimum, sum fáast við sjónleik í Føroyum, og sum noyðast at berjast fyri at fáa leikir á pall. Hóast viðurskiftini í Danmark ik- ki eru góð, so eru tey kor- tini frægari enn í Føroy- um. Kundi tú ikki hugsað tær at fingið ein leiklut á føro- yskum palli av og á? - Jú, tað kundi eg sak- tans hugsa mær, men tað hevur ongantíð verið aktu- elt. Talan hevur verið um at eg skuldi seta leik á pall í Føroyum, men higartil er einki spurt burturúr. - Tað er eisini ein spur- ningur um at troðka seg inn á øki hjá føroyskum sjónleikarum, sum fram- manundan eru í arbeiði. Eg vil ikki taka frá øðrum. - Ístaðin havi eg av mí- num einingum átikið mær at virka sum eitt slag av sendiboði fyri Føroyar ut- tanlanda. Eg royni at gera Føroyar og mentan okkara kenda í grannalondum ok- kara. - Tað er mín leiklutur sum føroyingur í útlegd, sigur Annika Hoydal at enda. Dagny