leygardagur 21. desember 1991síða 31
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Nr. 239 — 21. desember 1991
Síða 3
Halda jól á deild
Í summar stóð grein í
Sosialinum um Ingeborg
Rubbeksen í Havn, sum
fekk nýrasjúku í summar-
frítíðini í 1990, tá hon var
stødd í Danmark.
Ingeborg Rubbeksen, sum
er 64 ára gomul, hevur verið
í Danmark síðani.
Fyrsta árið var hon innløgd
á 13. hædd á Ríkishospi-
talinum, men er síðani flutt
til Odense, har hon býr á
røktardeild fyri ellisbrekað.
Ejler Rubbeksen, maður
Ingeborg, greiðir Sosiali-
num frá, hvussu viðurskift-
ini eru hjá Ingeborg í dag.
- Hon býr á rgktardeild,
har bert gomul fólk búgva,
sum eru i barndómi.
Hon kann als ikki tosa við
nakran, tí øll eru so brekað.
BERT SONIN
AT TOSA VIÐ
- Tá Ingeborg skuldi fly-
tast av Ríkishospitalinum,
valdi hon at fara til Odense,
av tí at ein sonur okkara býr
har.
Sonurin vitjar mammuna
at kalla hvønn dag, og fer
eisini við henni av ogá, tá
hon triggjar ferðir um vik-
una fær dialysuviðgerð á
sjúkrahúsinum.
- Annars hevur Ingeborg
ongan at tosa við í gerandis-
degnum, og hon trívist ikki
væl á røktarheiminum, sig-
ur Ejler Rubbeksen.
Hvussu vit fara at halda
jól?
- Jú, er fari niður til Dan-
markar at vitja Ingeborg og
børnini.
Ein dóttir býr á stovni í
Næstved, ein sonur í Ålborg
og ein i Odense.
- Sonurin og eg fara til
Fredericia at halda jól, men
Ingeborg sleppur ikki við, tí
tað er ov langt at fara frá
sjúkrahúsinum, um okkurt
skuldi verið áfatt.
Ein vinkona okkara í
Fredericia, sum hevur ansa
dóttur okkara í mong ár,
- um Hjalmar og eg skulu
skiftast at geva dialysu?
Ivamålini eru nógv og
umfevnandi hjá Hjalmar og
Elsu Mariu, og tey duga ikki
at skilja, at tað ikki er sam-
felagsliga bíligari, um
Landssjúkrahúsið = kundi
veitt påpanum dialysuvid-
gerð, sum eisini kundi gag-
nað meira enn bert einum
sjúklingi.
ORÐ: Dagny
MYND: Kalmar
fyri ellisbrekað
Ejler Rubbeksen: - Tað hevði verið ólíka lættari fyri allar partar, um
Ingeborg slapp heimaftur. Hóast hon ikki kann búgva heima, so høvdu
vit fingið betur umstødur. Tað hevði bøtt um lívsvirðið hjá Ingeborg
hevur bjóðað okkum at
halda jól hjá teimum.
Sonurin í Odense lesur og
býr á einum kamara, so har
eru eins og ikki umstødur
hjá okkum at vera.
JÓLAAFTAN
FYRRAPART
Kunnu tit als ikki vera
saman við Ingeborg jóla-
aftan?
- Jú, men bert fyrrapart, tí
vit skulu við seinastu tok-
rutuni til Fredericia seinna-
partin.
Ejler Rubbeksen: - Tad eru
okkara umstødur at halda
jól, tað verður ikki ØOrvisi,
men hugaligt er tað ikki!
Ejler Rubbeksen hevur
roynt alt hann er mentur at
fáa konuna heimaftur. Hann
hevur tosa við myndug-
leikar og onnur, sum hava
ávirkan á heilsuverkið, og
hann hevur ikki mist mótið.
Eg veit at umsókn er farin
á Lágargarð, har Ingeborg
noyðist at búgva, um hon
sleppur heimaftur.
Eg havi eisini fingið bræv
frá myndugleikunum, sum
sigur, at Ingeborgmøguliga
kann sleppa heimaftur, tá
yvirlækni í nýrasjúkum
verður settur.
- Tað hevði verið ólíka
lættari fyri allar partar, um
Ingeborg sleppur heimaft-
ur. Hóast hon ikki kann
búgva heima, so høvdu vit
fingið betri umstødur. Eitt
nú kundi eg koyrt ein biltúr
við henni, eins og hon kundi
vitjað heima hjá okkum av
og á
Tað hevði bøtt um
lívsvirði hjá Ingeborg.
Sum nú er, hevur hon ikki
góðar umstødur, sigur Ejler
Rubbeksen og heldur, attað
hóast alt var betur, tá Inge-
borg lá á Ríkishospitali-
num, tí har vóru fólk um
hana, sum hon kundi tosa
við.
FELLUR IKKI
I FATT
Ingeborg Rubbeksen var
bert 50 ára gomul, tá hon
bleiv sjúk og noyddist í
koyristól, har hon hevur
sid í sløk 15 ár.
Øll hesi árini hevur Ejler
verið um konuna einsa-
mallur, hildið húsini og
gjørtalt vanligt húsarbeiði.
Uppå fyrispurning, um
hann ongantid hevur mist
mótið, sigur Ejler Rubbek-
sen:
- Nei, tað havi eg tibetur
ikki. Eg havi lætt sinnalag,
so tað skal nógv til at fáa
meg at falla í fátt.
- Ben Ingeborg kundi
sloppið heimaftur, so hevði
eg verið nøgdur.
Dagny
Skrivstovan verður
STONGD
frá mánadegi 23. des. til
6. januar 1992.
Føroya Arbeidarafelag
Bergmenn
eru altid til reidar at spæla til veitslur og
annað.
Njál — Tlf. 19890
Jólagávan
ið fløvar
— íkki minst vinir og
kenningar uttanlands
4 5
11 12
18 19
25 26
FOROYA MYNDAK
Myndakalendarin fæst um alt landið
fyri einans kr. 65.