Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-21, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1991síða 38

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagin kl. 19.00: Murder she wrote Ungi borgarstjórin í Comstock, Jim Stevens, verður myrdur eftir at hava byrjað kanningar sínar um valsvik, tí onkur hevur brúkt nevn á deyðum per- sónum. Jessica metir mótsteðu bæði frá politikarum og legregluni. Sunnudagin kl. 18.00: Por i hjórtum Jólini eru í hondum, og heima hjá Jonathan og Jennifer eru jólasangir at hoyra. Brádliga ringir, og tey frætta, at Lisa Kerrigan endiliga er vaknað eftir at hava ligið í coma í sjey long ár. Enn minnist Lisa lítið og einki, og heldur ikki at foreldrini doyðu. Læknarnir halda tað vera ráðiligt at senda hana heim til Hart og tey Sunnudagin kl. 19.00: Pete's Dragon UU 5 Am. Disney-musical fyri alla familjuna — frá 1977. Segan fer fram í New Eng- land um aldarskiftið. Níggju ára gamli Peter er foreldraleysur og vinur hansara, tann ósjónligi drekin Elliot, flýggja frá fosturfamiljuni hjá Peter. Peter finnur eitt nýtt heim hjá Lampie og dóttir hans- ara Noru Men ein dreki kann gera nógv um seg. Sunnudagin kl. 21.00: Kojak Mán 19.00: adagin ki Neon - Bright Lights, Big City Am. filmur frá 1988 við Michael J. Fox í hevuðsleiklutinum. Jamie Conway er ein ungur maður, sum fegin vil verða rit- hevundur. Um dagarnar arbeiðir hann við research á Gotham Magazine, um næturnar gongur hann í dansiklubbar í Manhattan. Á náttklubbunum er hann ofta saman við tónaskaldinum Tad Alla- gash og næstan altíð ávirkaður av kokain. Konan er farin frá honum, og hann hevur ilt við at liva einsamallur. Jólaaftan kl. 9.35: Cinderella Am. musical frá 1964. Ein litfegur sega um Øskufiu. Lesley Ann Warren spælir Øskufia. Stuart Damon spælir prinsurin, og Walter Pidgeon og Ginger Rogers David Niven og Teresa Wright Jólaaftan kl. 14.00: Enchantment Am. filmur frå 1949. Hetta er lysing av i tveimum kærleikssøgum, sum báðar fara fram í somu ætt, men við einum millum- bili uppá 50 ár. David Niven spælir ein tilkomin bretskur herovasti, sum lítur aftur um bak og hugsar um kærleika sín fyri fimti árum síðani, syrgiligt men vak- urt. Samstundis síggja vit bróðirdóttir hansara og drongin hjá henni, og segur- nar líkjast nógv. Jólaaftan kl. 19.00: A Cristmas Carol Så George C. Scott Am. filmur frå 1984 bygdur å Charles Dickens bók. Søgan fer fram i London í viktoriansku tíðini. Ebeneezer Scrooge er ein gamal, gírigur maður, sum roynir at snýta øll — eisini jólini. Men so metir hann spøkilsinum Marley og eðrum and- um úr fortíðini og framtíðini, og hetta broytir hann. Tá ið filmurin endar, er maðurin vorðin ein gávumildur maður. Jólaaftan kl. 21.03: Smokey and the Bandit lll Am. actionfilmur frá 1983. Jackie Gleas- on er aftur sum sheriffu Buford T. Just- Nr. 239 — 21. desember 1991 ice, legreglumaðurin, sum tvær ferðir noyðist at bíta í grasið í síni roynd at fáa fatur í fígginda sínum >The Bandit«. Men nú fer Justice frá fyri aldur, og sleppur undan at hugsa um brotsmenn. Men so verður hann biðin at koyra við í einari kappkoyring. Kappingin gongur út upp á at koyra eina fiskamongd frá Miami til Texas upp á minni enn 24 tím- ar Jóladag kl. 10.00: Kavadrotningin Am. sjónvarpsfilmur frá 1982 eftir H. C. Andersens ævintýrið við Lee Remick í hevuðsleiklutinum sum kavadrotningin. Søgan byrjar, tá ið eitt gamalt troll fer at kanna jørdina. Trellið brýtur ein gand- aðan spegil og spegilspetti detta alla- staðni. Eitt fer inn í hjartað á einum ung- um drongi, Kaj Jóladag kl. 14.00: 1 -— Alec Guiness og John Howard Davies Klassiskur enskur filmur frá 1948 eftir Charles Dickens bókini. Oliver Twist er ein foreldraleysur smádrongur, sum rým- ir frá arbeiðshúsunum, hann er koyrdur í, tí hann verður illa viðfarin av mr. Bumble. Heimleysur og svangur metir hann nøkrum eðrum dreingjum, sum liva í getunum og hann fer saman við teim- um. Jóladagur kl. 19.00: Pavarotti í Hyde Park Luciano Pavarotti Tann 30. juli 1991 skrivaði heimskendi italski tenorurin Luciano Pavarotti tón- leikasøgu, tá ið hann saman við The Phil- harmonia Orchestra hevði ókeypis uttan- durakonsert í Hyde Park mitt í London. Jóladagur kl. 21.03: Guys and Dolls Am. filmur frá 1955, bygdur á klassiska Broadwayuppseting. Spælihávurin Nathan Detroit er í penganeyð. Tí veddar hann 1000 dollarar við Sky Masterson, um at hesin skal bjóða eini gentu, sum Nathan velur, eitt vikuskifti í Havanna, ella missa pengarnar. Nathan er vísur í at vinna — gentan, hann hevur valt, er Sarah Brown frá Frelsunarherinum, og hon er ein moralsk ung genta. Men Sarah tekur av... 2. jóladag kl. 14.00: Bedknobs and Broomsticks Angela Lansbury Am. Disneyfilmur fyri alla familjuna frá 1971. Segan fer fram í Onglandi um heystið 1940. Undir krígnum verða trý bern foreldraleys og send til eina bygd, Pepperringe Eye, har tey sleppa at búgva hjá Eglantine Price. Hetta er ikki so gott, ti Charlie, Paul og Carrie kunnu ikki torga hana. Men Eglantine Price er ikki sum tey halda. Bernini uppdaga at hon er ganda-næmingur, og hon tekur brævskeið at læra til heks. Eglantine Price hevur eitt endamál, hon ætlar at finna eitt gandaorð, sum kann fáa krígg- ið at halda uppat. Hon gevur børnunum ein knett at seta á songina, og tá ið trýst verður á hann, kunnu tey flúgva har tey vilja, og so byrjar ævintýrið. ..