Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-21, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1991síða 39

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 239 — 21. desember 1991 Bobby Driscoll og James Baskett 2. jóladag kl. 19.00: Song of the South Am. filmur eftir Disney frá 1946. Sangur- in »Zip-A-Dee-Doo-Dah« fekk Oscar virðislen. Tíggju ára gamli Johnny gleðir seg til tað hann heldur vera eina feriu saman við foreldrum sínum í viðarlundini hjá omm- uni í Georgia. Men tá ið tey koma til ommuna, uppdagar hann, at foreldrini ætla at fara frá hverjum ødrum, og hann skal búgva hjá ommuni saman við mammu síni. Ólukkuligur ger hann av at rýma til pápan í Atlanta, men trælurin Remus uppdagar hann. Hann er góður við hann og fortelur honum segur um Bror Kanin, Revin og Bror Bjern. 2. jóladag kl. 21.18: Tom Jones Fleiri ferðir Oscar lentur enskur filmur frá 1963, bygdur á kendu skaldseguna hjá Henry Fieldings. Segan fer fram í 1700 talinum, har ein góðseigari tekur sær av einum funnum barni, Tom. Hesin verður góður við Tom, og tað er systir- sonur hansara, Blifils, harmur um, hann er evundsjúkur. Blifil ger sítt besta at slatra um Tom, og tað eydnast honum at styggja Tom frá teimum. Hann fer til London, men Blifil fer aftaná... Fríggjadagin 27. des. kl. 20.03: Poor Little Rich Girl Am. filmur í tveimum pertum frá 1987 bygdur á lívið hjá Barbaru Huttons. Hon Farrah Fawcett vaks upp fyri tað mesta hjá abba sínum, fleiri-milliarderinum og eigaranum av veruhúsunum við sama navni, F. W. Woolworth. Hutton livdi eitt spennandi lív, hon ferðaðist nógv um allan heimin: Europa, Afrika, Asia. Hon gifti seg sjey ferðir, m.a. við sjónleikaranum Cary Grant. Hon doyði í 1979. Fríggjadagin 27. des. kl. 22.30: The wrong Man Am. filmur frá 1957. Tónleikarin Manny Balestrero og kona hansara Rose liva eitt fátækt, men eydnuríkt lív, til tann dag, tá ið Manny noyðist til tryggingarfelagið at læna pening. Har kennir eitt av starvs- fólkunum hann sum tann, sum nýliga rændi tey og aðrar stovnar har á leið. Hetta er byrjanin til marruna hjá honum og konuni... Leikarar: Henry Fonda, Vera Miles, Anthony Quayle, Harold J. Stone. Leygardagin 28. des. kl. 14.00: Dodsworth Am. filmur frá 1936, bygdur á skaldsøgu hjá Sinclair Lewis. Sam Dodsworth er ein góður maður. Hann roynir at gera alt fyri konu sína, Fran, men hon krevur nógv. At gera henni til vildar, selir hann fyri- teku sína fyri at tey kunnu fara eina ferð til Europa. Á ferðini fjasar hon við eðr- um, og at enda sigur hon við Sam, at hon hevur hitt ein barón og nú vil hon skilj- ast. Einsamallur fer Sam til Italiu, har hann á Capri metir tí fráskildu Edith Cortright, sum var við umborð á sama skipi sum hann og Fran. Tey verða góð, men so kemur Fran aftur íaftur. Hon hevur gjørt tað liðugt við hin og vil nú hava mann sín aftur. Leygardagin 28. des. kl. 21.33: See how She runs Am. filmur frá 1978 við Joanne Wood- ward í høvudsleiklutinum. Betty Quinn hugsar um aldur sín, hon er fjøruti, og hon er bangin um at gerast ov tjúkk, og undrast á hvussu lítið hon hevur fingið burtur úr lívinum. Hon heldur at dagar hennara ganga við at vitja gamla pápa sín og lurta eftir hálvvaksnu dóttrunum og teirra kostnaðarmiklu vanum. Betty ger av at halda seg unga, bæði likamliga og sálarliga... Sunnudagin 29. des. kl. 14.00: Wuthering Heights Enskur filmur frá 1939 við Sir Laurence Olivier, Merle Oberon og David Niven í høvudsleiklutunum. Ein sega um kær- leikan millum Heathcliff og hansara elsk- aðu Cathy Earnshaw. Sum ungur kom Heathcliff til pápa Cathy og vaks upp sum ein teirra. Beinanvegin gjerdust tey bæði góð og tey hildu, at soleiðis fór tað altíð at verða. Men mongum brestur ætl- an Sunnudagin 29. des. kl. 20.03: Brewster Millions Am. filmur frá 1985. Montgomery Brewster er ein miseydnaður kurvabólt- spælari, sum í fimtan ár til fánýtis hevur John Candy og Richard Pryor roynt at verið tann besti spælarin. Saman við besta vini sínum, Spike Nolan, kemur hann ofta illa fyri. Tað nýggjasta var, at báðir endaðu í gegl- inum eftir ein bardaga á einari ølstovu. Venjarin hevur fingið nóg mikið av teim- um og letur teir bara sita. Men ein fremmandur rindar loysigjald og fær teir leyslatnar. Hann fer til New York við teimum, og Brewster fær at vita, at hann hevur arvað 300 mill. dollarar frá far- bróðuri sínum. Men ein treyt fylgir við. Hann skal brúka 30 mill. dollarar upp á ein mánað — og tá uppdagar hann, at tað er líka trupult at eiga ov nógv, sum ov lítið. Mánadagin 30. des. kl. 20.48: In the Heat of the Night Nýggj fólk eru komin í býin. Tað eru Soames. prestur og konan Beverly. Tey skulu stovna eina nýggja kirkju, og alt gongur væl til Maybelle flytur horuhúsið hjá sær beint yvir av kirkjuni. Tá kennir Soames sítt moralska kall, skekjulevn- aðurin skal burtur, men sjálvandi skal sópast fyri egnum durum fyrst. Nýggjársaftan kl. 20.48: Walk, don't run Am. filmur frá 1966 við Cary Grant í sín- um seinasta leikluti. Segan fer fram í Tokyo undir teimum olympisku leikun- um. Sir William Rutland er móður at leita sær eftir eini íbúð. Men hin vakra og blíða Christine bjóðar honum at búgva í hennara íbúð til hann hevur funnið nakað annað Nýggjársaftan kl. 23.05: What's new, Pussycat? Fransk/am. leikur frá 1965 við m.a. Peter Sellers, Peter O'Toole og Woody Allen í hevuðsleiklutunum. Stóri trupulleikin hjá Mike er, at hann ikki kann halda seg til eina kvinnu. Hann fer til ein sålarfrød- ing, men tess meira læknin hoyrir um all- ar kvinnurnar, Mike hevur havt, veit hann ikki síni livandi ráð. Mike er bangin um, at genta hansara, Carol, skal gera Peter Sellers og Peter O'Toole tað liðugt við hann, men hann kann ikki halda seg frá eðrum. Góði vinur hansara, Victor, hevur beint evugtan trupulleika Hann fær onga gentu. Nýggjársdag kl. 19.00: Stardust Memories % Woody Allen Am. filmur frå 1980 við Woody Allen. Leikstjórin, Sandy Bates, er heimskend- ur og væl umtóktur fyri sínar leikir, men kortini ætlar hann at royna nýggjar leið- ir. Framleiðarum dáma tað einki, men hann ætlar nú at gera ein »seriøsan« film. Hann so ger, men hetta gongst illa, eing- in skilir hann, og hann uggar seg hjá trimum kvinnum, hann kennir. Bates verður boðin at vera hjástaddur, tá ið nakrir av filmum hansara skulu vísast á einum festivali á Stardust Hotelli uttan- fyri New York. Og tá renna dreymar og veruleiki saman hjá honum. Nýggjársdag kl. 20.48: Raintree Country Am. filmur frå 1958. Ein fráseg! Amerika undan og aftan å borgarak ið. Filmurin byrjar, tá ið Lincolm v« valdur til forseta. Johnny Shawness (Montgomery Cliff) er hevuðspersónur og báðar kvinnurnar í lívi hansara er Elizabeth Taylor og Eva Marie Saint. Hósdagin 2. jan. kl. 22.03: McCall Sandra Stahl hevur ein dreym — hon vil verða løgreglukvinna, men henni dámar einki, at drongur hennara ger alt fyri at órógva hana. Hósdagin 2. jan. kl. 20.03 Alien Nation Tá ið barnið hjá George og Susan kemur er tað George, sum skal bera tað á búkin um, og hetta skal geva honum somu kenslur, sum Susan hevur havt, meðan hon var við barn. Men arbeiði hansara kevur eisini nógv av honum. Hann ska arbeiða við selu av harmoni, sum fólk brúka fyri at fáa somu styrki sum hini