leygardagur 21. desember 1991síða 48
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 239 — 21. desember 1991
Gordon: - Eg eri upprun-
aliga útbúgvin verkfrødin-
gur úr Australia. Eg starv-
aðist á eini verkfrødingar-
stovu í London. Mín ætlan
var at ferðast kring um í Eu-
ropu og læra onnur fólk og
aðra mentan at kenna.
EITT LÍVSKALL
Tá vit komu saman, kall-
aði Guð á meg, og eg fór tí
eisini á offiserskúlan i
Frelsunnarherinum.
Hví valdu tit at gera trú-
boðaravirki sum livsstarv?
Gordon: - Vit valdu ikki.
Tað var Guð, sum kallaði á
okkum.
- Eg havi verið glaður fyri
lívið hvønn dag síðani. Tað
hevur verið ein lætti í allar
mátar.
- Sjálvandi kundi eg valt
at virka sum verkfrødingur,
savnað mær matriellar lutir
og pening, men tað hevði
ikki gjørt meg lukkuligari.
- Vit eru ikki múgvandi
peningaliga og materielt,
men lívið hevur verið eitt
satt rikidømi kortini, sigur
Gordon og greiðir frá til-
veru teirra, sum velja at vir-
ka sum trúboðarar í heims-
pørtum, sum vit lítið kenna
til, við so stórum fátækra-
dómi, ið als íkki er til at
skilja.
LOYSUNARORÐIÐ
Ruth: - Fyrstu ferð vit vóru
send út sum trúboðarar,
fóru vit til Brasil.
Í høvudsstadnum Brasi-
lia, så eg fyrsta dagin langar
biddararødir, sum sótu á
gongubreytini.Gamlar kon-
ur, mammur við børnum,
skitin, við opnum sárum,
og tey áttu nærum ikki
klæðir at lata seg í.
- Tá hugsaði eg: - Hvat
kann eg gera her?
- So stórur var skelkurin,
at eg kendi meg sjúka av at
eygleiða so stóra neyð.
- Tá segði eg mær sjálv-
ari, at eg ikki skuldi hugsa
um, hvat eg ikki kundi gera,
men heldur seta mær
spurningin: - Hvat kann eg
gera?
- Tað hevur verið mítt
loysunarorð síðani!
Hvussu kunnu tit bóta um
stóðuna hjá fátækrum í til-
afturskomnum londum?
- Uppgáva okkara er fyrst
og fremst at boða gleði-
boðskapin, og ikki at veita
teimum mat og klæðir. Vit
prædika fyri ríkum og fá-
tækrum, men sjálvandi
kemur tað av sær sjálvum,
at vit eisini royna at hjálpa
og studlaneydstøddum.
- Tá vit komu til Brasil, sum
landid eitur - og ikki Bra-
silia, sum fólk siga, dugdu
bert 25% av fólkinum har at
lesa.
NÆMINGAR ÚR 10
til 80 ÁRA ALDUR
- Okkara uppgáva var at
prædika, og tá síðani fólk
véruumvend, vildu tey æra
at lesa, so 'cy sjålvi kv idu
' »DY 3
ai.
Gordon Cocking hev-
ur eisini undirvist i
klaverspæli. Her
saman vid 8 åra gom-
lu Duritu á Norðasta
Horni
- Vit ein skúla á stovn, har
næmingarnir vóru úr 10 ár
og upp til 80 ár.
- Tað var so torført t.d. at
læraeina 50 ára gamla konu
at stava - bert til Jesus, ti hon
ongantíð hevði lært at lesa
og skriva. Tað kravdi av-
gjørt nógv tolsemi, sigur
Ruth hugagóð.
- Fyri 10 árum síðan
gjórdi myndugleikarnir í
Brasil av , at øll fólk skuldu
læra at Jesa og skriva. Teir
fóru út í hvønn krók i land-
inum, við bussum og lær-
arum, og tá vit fóru heim-
aftur í fjør, dugdu 75% av
íbúgvarunum at '2sa.
30 ÁR BURTUR
TáRuth, Gordon og Ester
komu heim í januar mánaða
í ár, vóru liðin 30 ár, síðani
Ruth var farin heimanífrá.
Tí hildu tey, at stundir vóru
= at steðga á eina tíð frá
trúboðaravirkinum.
Ruth: - Stundin var kom-
in, tá vit hildu, at vit skuldu
koma heim til Føroya at
læra fólk, mentan og mál í
heimlandi mínum.
Vit hava virkað í 15 ár í
Australia, heimlandinum
hjá Gordon.
- Jú, broytingin er stór her
á landi. Serliga málið, sum
egnógv broytt, tey ungu eru
nógv fríari, býurin, ferðslan
- alt er nógv gðrvísi enn á
mínum ungum døgum.
- Vit hava verið so fegin
um at vera her, í umstødum,
sum eru so nógv ødrvisi enn
tær, sum vit kenna í okkara
arbeiði.
KREVJANDI
ARBEIÐI
Gordon er nøgdur, at hann
fekk arbeiði á Bacalao,ti
hetta arbeiði er so nógv gðr-
vísi enn tað, sum hann hev-
ur gjørt higartil.
- At arbeiða fisk er krevj-
andi kroppsligt arbeiði,
meðan tað at virka sum trú-
boðari er meira sálarliga og
andaligakravmikið.
- Tí hevur tíðin í Føroyum
verið ein hvíld, sum gevur
okkum megi at fara aftur í
trúboðaravirkið.
Í Sydney skulu Ruth og
Gordon virka sum sam-
komuleiðarar í Frelsun-
narher deild, sum telur 300
limir.
Í Sydney búgva umleið 4
- 5 mió. fólk. Har eru eini 30
- 40 deildir av Frelsunnar-
herinum, og stórsta sam-
koman telur eini 800 limir,
og tann minsta 20 limir.
STÓBÝURIN
OG EINSEMI
- Slíkur stórbýur hevur
bæði góðar og ringar um-
støður at bjóða fólki. Har er
stórt arbeidsloysi, rús-
drekka- og narkotikatrupl-
leikar, sum krevur, at vit
leita upp medmenniskju, ið
havaokkara hjálp fyri neyð-
ini.
- Í Australia ganga fólk van-
liga ikki í kirkju, ella eru
limir í átrúnaligum felags-
Síða 21
3 fi br
KFEVJANGI í
x Kon IV
1Devt, meðan tað al
x
1 Sum IruDOoOoari
er meira sálarliga og
indaliga kravmikid
Tad hevur verið
áhugavert at arbeitt
á Bacalao
skapum.
Bert 5% av fólkinum
hoyrir til kirkju clla annn
kristiligan felagskap.
Stórur partur av tíð okkara
gongur tí við húsavitjan,
sjúkravitjan, umframt at vit
halda metir og gera væl-
gerðararbeiði.
ØLL BRUK
FYRIKÆRLEIKA
Vit vitjaeisini tey sum eru
í neyð, bera sorg og veita
teimum Guðs orð og sýna
teimum kærleika.
- Øll fólk hava brúk fyri
kærleika, og at onkur hugs-
ar um ein.
- Serliga torført er tað hjá
fólki í stórbýnum, sum eru
einsamøll.
- Vit fara nú styrkt og rí-
kað undir næstu uppgávu-
na, at boða gleðisboðskapin
í Sydney, siga Ruth og Gor-
don, samstundis sum tey
halda, at tað eisini verður
tungt at fara avstað aftur úr
Føroyum.
- Hetta er okkara livskall
og vit hava havt eitt ríkt liv,
og tað eru vit takksom fyri,
siga tey bæði Ruth og Gor-
don Cocking við orðunum
úr Matt. 29.19., sum tey
gera til síni:
"Og hver tann sum er farin
frá húsum, bróðrum, syst-
kum, faðir móðir, børnum,
konu ella jórðum, fyri navn
Míns skuld, skal fáa tað
mangar ferðir aftur, og
arva ævigt lív."
Orð: Dagny
Myndir: Kalmar