Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-12-21, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1991síða 50

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

VA oe Nr. 239 — 21. desember 1997 …… ………………r 6 lutum og gerdarmålum, og pøsa seg fyri jól. Fólk stákast so ómetaliga nógv til jóla: Nýggjar gar- dinurskulu fyri vindeyguni, stovan skal málast, nýggj sofa keypast, nýtt gólvteppi 0.s.fr. - Eg plagi at spyrja fólk, hví tílíkt júst skal gerast til jóla? - Jú, siga tey. Tað skal kortini gerast, so jólini eru hóskandi høvi! Hugsa vit um kenda hugtakið j6latrøll, um lutir ið ikki mugu liggja í hálvum gekki fyri jólahátiðina, so er hetta kanska eitt svar.: Alt skal verða liðug til jóla. Halgubók sigur frá tveimum ólíkum systrum, Martu og Mariu: Lukas 10,38-42. Marta gjørdi sær tað strævið við nógvari stákan, mest sum ov mikið og hevði ikki stundir til annað, meðan hin systirin, Maria settist víð fótur meistarans at líða á talu hansara. Tá hevði Jesus at Martu: "Marta, Marta, tú gerst tær ónáðir og stríð av mongum, meðan Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni." - Mær tykir bæði lyndis- eyðkennini vera neyðug hjá menniskjunum, men hvert til sína tíð - og ikki ov nógv av hverjum í senn, sigur Eyðun. TARAR YVIR SOSINI AV MØDI - Hvørjum gagnar tað, um húsmamman kanska stend- ur og tárar niður í sósina jólaaftan, tí hon kanska er so lúgvað, at hon als ikki hevur orku at halda jól? - Her hugsi eg eisini um jólaboðskapin, um frið á HVAÐAN! VEITST TÚ ALT HATTAR ? EG HAVI LISIÐ TAÐ í SOSIALINUM SJALVANDI ! …… » jørd og í mannahjørtum, og um "lambid og leyvan skulu hálsfevnast" o.s.fr.. - Í veruleikanum er tað mangan gðrvísi. Tiverri! Nógvur ófriður og familju- stríð kemur meira fram á jólum, enn vanligar dagar. Løgreglan hevur úr at gera í langa tíð fyri jól - eis- ini um okkara leiðir. Ofta verður av réttum stúrt fyri ófrættatíðindum um jólini. Mangan hendir okkurt harmiligt júst á jólum - ella eisini merkist tað sjónligari, tá ein hevði vónað frið og sælu. Veruligi týdningurin at halda jól, verður burtur í øll- um hesum hurlivasanum. Ikki bert menniskjuni eru ósamd sinamillum, men eisini tjóðir kriggjast, og jólahátíðina i okkara tíð hevur eisini verið merkt av kríggi: - Eitt nú var tað just jóla- dag, at amerikumenn dýktu Vietnam undir í bumbu- regni. Teir kríggjaðust hóast alt í 20 ár, so hví byrja raknar- rokið júst ein jóladag? A jólum í fjør var borgarakrígg í Rumænia, og einaræðisharrin skotin. Hvør minnist ikki myndina jóladag, sum varð víst upp í saman í sjónvarpinum? Nú verður óttast fyri sonnum ruðuleika í gllum Eystur- europa. Hevur tú eini góð ráð, hvussu vit skulu halda jól? - Eg hevði viljað, at fólk kundu hildið jól í friði og náðum - sum hjá mongum eisini er ein framíhjárættur. Tað hevði býtt munandi um jólahugnan, um fólk kundu gjórt seg minni bundnan av vanligu krgvu- num, sum m.a. handilslívið setur til okkara, og vit sjálvi gera - av pátiknum vinsemi. TORA AT FYRIGEVA Tað snýr seg eisini um at veratolin og fyrigeva hvgrj- um gðrum, sum í jóla- stákinum kanska ikki hava livað upp til myndina av t.d. einum góðum, hjálpsomum manni, ella eini tolsamari húsmammu. Eisini at tola, BJÓÐA vir KALT BORÐ Lýsið i Sosialinum Síða 23 Orð: Dagny Myndir: Kalmar at persónligu og familjuligu lýtini gerast meira sjónsk og úlvitað, í ljósinum av jólafyrigyklanini. - Stutt sagt, at sissa seg, og ikki spenna bogan so nógv, at hann brestur. - Tað er høvi til at hugna sær í hesi myrku vetrartid, vera um familjuna og kan- ska eisini fáa eina hvíld burturav. - So ger tað minni, um okkurt slag av smákgkum vanta á jólaborðinum, sigur Eyðun Joensen at enda.