Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. januar 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1 — 3. januar 1992 "Hf Henrik Old, tingmaður: Útvarpið skal senda vid fullari megi |-annars er eingin meining h ið teirri iløgu, sum gjørd er Vi nýggja millumbylgjasend- laran, sigur javnaðarting- | madurin | Vildi ikki hava - tollararnar umborð Eirikur Olsen, skipari á Grana, vildi ikki vita av tollarunum úr Havn Hann hevði tó einki teimum á Tvøroyri Mynd: Tórfinn Teir tríggir tollararnir úr Havn, sum stóðu fyri Grana tá hann, beint fyri jól kom á Tvøroyri, vórðu hóttir við bæði einum og óðrum, sigur yvirtollarin. Tá Grani kom á Tvøroyr friggjakvøldid beint fyr jól, eftir ein sera baldrutar túr úr Scrabster, stóð eit valmannað tollvald fyr teimum. Umframt tollarar- nir av Tvøroyri, vóru eisini triggir tollarar komnir úr Havn. Teir vóru komnir suður bert í teimum grind- um, at kanna bátin. Men so langt komu teir kortini ikki. Skiparin, Ei- rikur Olsen, sýtti tollarun- um úr Havn at koma umborð. Hann hevði tó einki ímóti, at loyva toll- arunum av Tvøroyri um- borð at kanna tað teir høvdu hug ul. Kjartan Joensen, yvir- tollari sigur, at tollararnir år Havn vóru sera illa måttiknir bæði av skipara og manning. Hann sigur, at tollararnir vórðu hóttir við bæði einum og ødrum. So mikið hart leikaði á, at yvirtollarin gjørdi av, at taka sinar menn aftur. Hann tosadi eisini vid skiparan hetta kvøldid, og frå honum fekk yvirtollarin eisini at vita, at hansara menn skuldu ikki umborð. Skal kannast til botns -Skiparin hevur sýtt em- bætismonnum at gera sítt arbeiði, og tað hevur hann als ikki loyvi tl, sigur Kjartan Joensen. Hann er ikki enn greiður yvir hvgrj- ar avleiðingar hetta fær men vil kanna málið til botns. Yvirtollarin sigur, at sjálvur hevur hann ikki verið vitni til tílíka hend- ing fyrr, og tað høvdu teir tollarar, sum vóru sendir suður, heldur ikki. I lagi Kjartan Joensen sigur, at teir gera tílíkar kanningar av og á. Orsøkin til, at teir fóru suður at kanna Grana hendan dagin var ikki ti, at teir høvdu serligan ill- gruna. Og tað tykist heldur ikki at vera nøkur orsøk til. Tollararnir av Tvøroyri, sum vóru umborð, funnu i hvussu er einki. tór.- Neyðugt at umvæla fyri tiggjutals milliónir Lærararáðið á Studentaskúlanum í Hoydølum fer at lata lands- stýrinum uppskot um hvussu skúlin best kann umvælast Studentaskúlin í Hoydgl- um er í sera ringum standi og neyðugt verður við um- vælingum fyri tíggjutals milliénir. Snorri Fjalsbak, skúlastjóri roknar við, at neyðugt verður at brúka millum 30 og 40 milliónir ul umvælingarnar. Skúlastjórin sigur, at á fíggjarlógini fyri í ár eru avsettar tvær milliónir, sum fara til at umvæla køkin. Hann roknar ikki við at hesar báðar milli- ónirnar røkka til annað. Snorri Fjalsbak sigur, at tað er so mangt á skúlan- um, sum krevur åbølur. Lærararáðið á skúlanum ger nú eina heildarætlan at leggja fyri landsstýrið. Í heildarætlanini skal lærara- ráðið vísa á hvat er mest átrokandi og harvið eisini í hvørji rød tey ymisku arbeiðini skulu gerast. Skúlastórin heldur, at umvælingararbeiðini fara at ganga yvir fleiri ár. tor.- Studentaskúlin í Hoydølum er í sera ringum standi Henrik Old, løgtingsmadur hevur biðið landsstýtrið um fund um millumbylgjusendaran Henrik Old, løgtingsmadur er alt annað enn nøgdur við, at útvarpið hevur gjørt av at millumbylgju- sendarin bert skal senda við hálvari megi, og hevur ti bidid um fund við landsstýrið um hetta mál. -Sjálvandi kann útvarpið ikki annað enn at royna at húsast við teimum pengum, sum komna í kassan, og ti siga eg ikki nakað ilt um útvarpið í samband við skerjingarnar av senditíðini og orkuni við nýggja millumbylgjusendaranum, sigur Henrik Old. Hann heldur, at hetta er ein beinleiðis politiskur spurning- ur, sum hann hevur hug at tosa við landsstýriuð um. Tingmaðurin hevur avtalað við landsstýriskvinnuna í útvarpsmálum, Maritu Petersen, fund millum lands- stýrið og útvarpið. Henrik Old vísir á, at tað fer at kosta slaka hálva fjórðu millión, at senda við fullari megi alla tíðina. Hetta er ein millión meira enn um sent verður við hálvari megi, t.v.s. 100 KW. Men tað er eisini ein annar møguleiki,- tað teir kalla DCC. Við sonevndu DCC skipanini hevði tað kosta eina millión minni at senda við fullari megi í mun til kostnaðin nú, men fyri at hetta skal lata seg gera er neyðugt, at leggja kaðal úr elverkinum í Vági og suður til sendaran í Akrabyrgi, helst gjógnum bergholið. Eisini hendan møguleikan fer Henrik Old at tosa við landsstýriskvinnuna um. Henrik Old sigur, at fundurin við landsstýrið verður fyrsta dagin, og vón hansara er at finna eina loysn sum ger tað møguligt eisini hjá skipum á fjarleiðum, at hoyra útvarpið væl og virðiliga. Fiskimannafelagið mótmælir Eisini Fiskimannafelagið hevur boðað landsstýr- inum frá síni misnøgd við, at millumbylgjusendarin ikki fer at senda við fullari megi. I einum mótmælisskrivi til landstyrid og útvarpið sigur felagið, at tað er ovboðið, at landsins myndug- leikar skulu fáa seg til at bjóða fiskimonnum tílíkar kostir. Tað eru bert fiskimenn, sum koma at kenna sviðan av hesum skerjingunum, sigur felagið sum krevur, at landsstýrið fær til vega neyðugan pening, soleiðis, at millubylgjusendarin kann senda við fullari megi. tór.-