Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. januar 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i Nr. 1 — 3. januar 1992 tidindabladid Friggjadagin kl. 21.00: Kvinnur fyri framtidina Í Kina skal líkarættur vera millum menn og kvinnur. Tað gjørdi Mao av longu í fimtiárunum. Men er tað nú soleiðis? Fríggjadagin kl. 21.30: Jarlurin í Hollywood Jarl Friis- Mikkelsen og Michael McDonald »Hollywood stinkar< hevur amerikanski sangarin og sjónleikarin Cher sagt. Tað er hon úr »Heksene fra Eastwick«, »Lunefuld måne« og »Skønne sild«. Hon hevur leingi sett sin dåm å amerikanskt undirhald. Og nú hevur Jarl Friis- Mikkelsen hitt hana... Fríggjadagin kl. 22.00: Dreingirnir úr Norður Dallas Nick Nolte Hetta er am. filmur frá 1979 bygdur á eina skaldsegu. Nick Nolte er væl dámd- ur sum Phil, prof. stjórna í amerikonsk- um fótbólti. Tá gongur hin vegin hjá hon- um, tá ið kann kemur saman við Char- lotte, men hon roynir at fáa hann á rætt kjel aftur. Men tá ið aldurin bilar, hvat er so at gera? Leygardagin kl. 21.55: Birdy — am. filmur »Hugsar tt ongantíð um, hvussu okkara lív her niðri sær út hjá einum fugli?< spyr »Birdy« vinin hjá sær. Flest øll ung hava sínar dreymar og vónir um framtíðina, men so við og við gongur veruleikin upp fyri teimum. Fugl- Matthew Modine spælir Birdy ar og flúgving er eitt tekin um frælsi og rering. Al Columbato, sum er um at koma fyri seg aftur eftir at hava verið særdur í Vietnam-krígnum, verður sendur til eitt hernaðarsinnissjúkrahús, har gamli vin- maður hansara er innlagdur. Birdy held- ur at hann er ein fuglur. Og fuglar eru ikki fremmandir fyri honum. Hann hevur altíð sum smádrongur havt fuglar og bygt flogfer. Alan Parker hevur leikstjórnað hesum filminum. Sunnudagin kl. 15.15: Rennarin Hetta er italsur filmur. Drongurin Mimi býr í Italiu. Foreldur hansara eru fátæk, men tey vóna fyri sonin, at hann skal fáa eina góða útbúgving og aðrar meguleik- ar, enn tey høvdu. Tí verður pápin óður, tá ið hann uppdagar, at Mimi rennur í staðin fyri at lesa. Men sonurin er eitt »renni-talent« og kanska endar hann sum ítróttarstjerna. Sunnudagin kl. 18.05: EBU - solistakapping Martin Qvist Hansen frå Virum 10 lond umboða ein solist, sum er undir 16 år. Hetta gongur fyri seg i Radio- húsinum í Keypmannahavn, har Radio- ens Symfoniorkester verður stjórnað av Michael Schønwandt. = Týsdagin kl. 20.30: Síða 9 Kroystur Feroysk sending um avleiðingarnar av eini ferðsluvanlukku, sum hendi í 1987. Tað ar Kaj Jørgensen, Miðvági, sum í februar 1987 var fyri álarsligari ferðslu- vanlukku. Hvat ferdi henda vanlukka við sær? Jú, maðurin varð kroystur — bæði so og so. Sigmar Bláberg hevur lagt hesa send- ingina til rættis og lýsir sakina frá ym- iskum síðum. Hann tosar vid Kaj Jørgen- sen sjálvan, við læknar, við Almanna- stovuna, við Tryggingarsambandið 0.0. Týsdagin kl. 23.00: Bíða eftir deyðanum Ein fronsk sending um fýra kvinnur, sum bíða eftir at deyðadómurin verður framdur fyri jalousi-morð. Týsdagin kl. 23.25: Gomul minnast Hetta er stuttfilmur frá 1969, har nekur gomul, 100 ára gomul, fólk úr Litavia greiða frá. Hósdagin kl. 19.00: Advokatarnir Arnold tekur sær av hjúnaskilnaðinum hjá Roxanne og Meyer upp á sín máta, og Rollins tekur sær av tí hjá Dianu og Lenny upp á sín máta. Victor Sifuentes hevur eina sak um øl, sum kann fáa øll at halda uppat at drekka eitt ávíst slag av øli. Og Kuzak hevur eina sak um ósemju millum ein eldri og ein yngri rockbólk. . Hósdagin kl. 21.10: Morgindagsins genta — 2:6 Hevuðspersónurin er 13 ára gamla gent- an Alana, ein genta frá ár 3000, sum knappliga stendur í eini primitivari verð, tí ein roynd við eini tíðsmaskinu mis- eydnast. Hon verður rænd av Silver- thorn, einum flýggjandi krígsmanni, og send aftur í tíðina og neyðlendir á einum ruskplássi í árinum 1990. Tað eydnast Alanu at sleppa úr tíðar- hylkinum. Hon letur Silverthorn vit- Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist á tif. 156 16 leysan eftir og flýggjar út í tað fremm- anda umhvervið við teldu síni P.J., sum hon hevur um armin. Jenny finnur hana, kalda og svanga, tá ið hon fylgist við beiggja sínum, Pete, sum er sera hugtikin av science-fiction. Alana sigur teimum sína segu og fer saman við teimum aftur til ruskplássið at vísa teimum hylkið, men tá er einki at finna. Tað liggur undir øllum ruskinum. Og hvussu skal Alana nú sleppa aftur til sína tíð. Men so uppdagar hon, at Silver- thorn er á lívi og hevur tikið tíðsmaskin- una. Genturnar gerast vinkonur og tær royna at fáa fatur í hylkinum. Hetta hev- ur skund Hósdagin kl. 21.55: Tað endar við brúdleypi Á eini tíggju daga pakkaferð til Filippin- urnar kunnu ungir, japanskir landsmenn hitta ungar kvinnur. Gisting, flogferð og brúdleypsútreiðslur kosta tilsamans uml. 80.000 kr. Eitt BBC-lið hevur fylgt við tveimum ungum monnum ein slíkan túr. Hósdagin kl. 22.45: Bygdin — 3:6 Ingeborg Andersen kennir seg hótta, nú Eva er komin aftur til Østerby. Hon ætl- ar sær at gera sítt til, at Eva rýmir aftur. Men Ejnar harafturímóti roynir at fáa Evu at verða verandi og sekja arbeiði í Keypssamtekuni. Ejnar kendi væl for- eldur hennara, tá ið Eva var barn — pápi Evu arbeiddi alla sína tíð á verkstaðnum hjá Ejnar. Tá ið Ingeborg frættir, at Eva ætlar at sekja arbeiði í Keypssamtekuni, ger hon alt at forða hesum. Frank og Karan hava brúk fyri Inge- borg — men Ingeborg vil bert hjápa, um hon fær tað afturfyri, sum hon vil hava. Aksel sær so við og við, at tað er ikki rætt altíð at lata Ingeborg fáa tað, sum hon vil — og fyri fyrstu ferð ger hann nakað móti hennara vilja. Chili Turell spælir Eva, Kirsten Rolffes spælir Ingeborg og Niels Skousen spælir Aksel.