leygardagur 4. januar 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 2 — 4. januar 1992
46
+
Nú vóru útlitini ring.
Marion og Ernie fullu heilt
í fátt. Men hesuferð søgdu
tey einki fyri Craig.
Morgunin eftir setti
Marion seg at bróta upp
nøkur av brøvunum hjá
Craig til tess at køva sínar
tungu tankar. Upp úr
brævarúgvuni tók Marion
brævið frá Kassel. Tá ið
hon las tað, fóru hendur
hennara upp at ristast. "Eg
tori næstan ikki at trúgva
ti,” græt hon.
Marion ringdi beinan-
vegin til Kassell og segði
honum, hvussu vánalig
læknarnir hildu útlitini
vera. Kassell svaraði, at
hann heldur ikki kundi
lova nakað, men at hans-
ara sjúkrahús kortsíðani
hevði fingið ein "gamma-
knív". Við hesum nýggja
tóli kundu teir senda tættar
geislingar beinliðis inn í
heilasvullir. "Tað kundi
kanska verið ein møgu-
leiki fyri Craig," helt hann.
Tá ið Ernie kom úr arb-
eiði, rætti: Marion honum
brævið. "Eg haldi, Gud
hevur sent okkum eitt
undur," segði hon.
Neal Kassel fór yvir til
ljóskassan at hyggja gjøll-
ari at skannara-myndunum
av heilanum hjá Craig.
Miðskeiðis í heilanum var
ein gráur svullur til stødd-
ar sum eitt egg. Svullurin
kroysti miðheilan saman
og trýsti á heilabulin. Vón-
tíðindablaðið
or SE
irnar hjá Kassell fánaðu.
Svullurin var so stórur, at
hann fekk ikki tikid hann
burtur við gamma-knív-
inum.
Eisini tyktist svullurin at
greina seg sundur og ota
seg inn í vevnaðin, sum
var uttanum. Hetta var
nokk tað, ið fekk læknarn-
ar at halda, at hann var ill-
kynjaður. Um so var, so
var Kassell greiður yvir, at
Craig ongantíð gjørdist
frískur aftur.
Men Kassell hugsaði
eisini um, at um hann
legði Craig undir skurð, so
var vandin fyri, at hann
doyði av skurðinum
kanska 20 %. Og hóast
skurðviðgerðin gekk væl -
hvat mundi Craig so fáa
burtur úr tí? At hann livdi
nakrar fáar mánaðar long-
ur kanska?
Kassell ringdi til Kluge
og greiddi honum frá stød-
uni. "Sumt stendur ikki í
valdi hjá læknunum,"
segði hann.
"Ert tú nú púra vísur í,
at tú einki fært gjørt?"
royndi Kluge at noyða
hann. "Kanst tú ikki hugsa
um tað einaferð afturat?"
Kassell byrjaði at rann-
saka seg sjálvan. Hann átti
tríggjar døtur og spurdi
seg sjálvan, hvat hann
hevði ynskt sær fyri tær í
tílíkum umstødum sum
hesum. Hann mátti við-
- ganga, at hann hevði givið
- hóast vandan.
Kassell tosaði so aftur
við Shergold hjúnini í no-
vember. "Tað kann vera,
at eg fái hjálpt soni tykk-
ara," segði hann. Vandin
við skurðinum var stórur -
tað var at vága nógv. Tað
einasta, hann fekk gjørt,
greiddi Kassell teimum
frá, var at taka so nógv
burtur av svullinum, sum
hann fekk við einum van-
ligum skurði, og so royna
at reinsa afturumaftur við
gamma-knívinum. Tað
kundi kanska hjálpa Craig
eina tíð. Kassell skeyt upp,
at hjúnini hugsaðu seg um
um jólini og søgdu sær frå
hvørja avgerð, tey høvdu
tíkið, beint eftir nýggjár.
Fyri Marion var hetta
ein tung avgerð. Hon vildi
ikki, at Craig skuldi gjøgn-
um fleiri líðingar. At enda
gjørdu hon og Ernie av, at
tey vildu lata Craig sjålvan
råda.
"Mamma," segdi hann,
"tað skal vera ringt, áðr-
enn tað kann blíva gott."
Skurðviðgerðin varð nú
sett til at vera 1.mars
1991, og skuldi hon fara
fram á deildini hjá Neal
Kassel sjálvum. Um
morgunin stóðu Marion
og Ernie við seingina hjá
soninum, og Craig uggaði
tey: "Eg skal nokk klára
tað, bíðið bara."
Tá ið portgrarnir løtu
teimum ein kjans og roynt seinni koyrdu hann oman
Síða 13
eftir gongini, rópti hann,
meðan hann kroysti toy-
elefantin hjá sær: "Eg eri
so góður við tykkum,
mamma og pápi!" So skar
hann útúr at syngja "I Just
Called To Say I Love
You."
Kassell setti eitt 5 cm
avlangt hol á skallan hjá
Craig. Hann loysti varis-
liga tær báðar heilahálv-
urnar og skildi tær tægr-
urnar, ið knýta tær saman.
Næstan miðskeiðis í heil-
anum fann hann tann grá-
liga svullin. Hann var um-
gyrdur av eini hinnu, ið
ikki sást týðulig á skann-
ara-myndunum. Gott,
hugsaði Kassell. Svullurin
er meira avmarkadur, enn
eg hevði torað at vónað.
Kassell setti hol á hinn-
una og fór undir at klippa
og súgva svullin út. Sum
løturnar liðu gjørdist hann
alt meira vóngóður. Hesin
svullurin líktist ikki einum
illkynjaðum. Mundi hann
onkursvegna hava broytt
seg, síðani bretsku lækn-
arnir høvdu kannað hann
fyri tveimum árum síðani?
Jú meira hann skar burtur,
jú vísari varð hann í, at
Craig fór at koma seg.
Tá ið Kassell hevði
skorið í wíggjar tímar, helt
ein av hjálparlæknunum,
at nú skar hann ov djúpt
inn í heilan á Craig. "Tú
skuldi ikki farið so langt
inn," ávaraði hjálparlækn-
im.
Craig Shergold gevur John Kluge ein serstaka gåvu
Kassell steðgaði á eina
løtu. Skurðviðgerðin hevði
av fyrstan tíð verið váða-
verk. Nú hann hugdi at
seinastu leivdunum av
svullinum í skurðsjóneyk-
uni, skilti hann, at hann
måtti våga uppaftur meir.
Hann skar djúpari.
Kassell læt bara eitt lítið
sindur, ið mest var arr-
vevnaður í einum vanda-
miklum øki, sita eftir.
Vevnaðurin tyktist vera
deyður og mundi ikki fara
at vaksa aftur.
Skurðviðgerðin hevði
vart í meir enn fimm tím-
ar. Kassell fekk ikki brúk
fyri gamma-knívinum.
Lúgvaður, men væl hyrdur
fór hann av skurðstovuni
ul at siga foreldrum Craigs
tey góðu tíðindini. Marion
leyp upp og kysti hann.
A sjúkrastovuni bendi
Marion seg niður yvir
Craig og teskaði: "Craig,
krabbavøksturin er burtur.
Heilt burtur."
Craig gloppaði eygna-
lokunum og brosaði.
Craig kom óvanliga skjótt
fyri seg aftur. Hann fór
beinanvegin at tosa týði-
ligari og kvikari. Nú kundi
hann siga orð, sum høvdu
verið honum heilt ógjørlig
undan skurðviðgerðini. Tá
ið Kassell tveir dagar etur
skurðviðgerðina kom inn á
stovuna hjá Craig, rópti
tann ungi sjúklingurin:
"Doktarin, tygum eru ein
knassi,"
flenna.
A laboratoriinum funnu
tey ongan farveg eftir
krabbakyknum í svull-
vevnaðinum. Eingin fór
nakrantíð at kunna siga
við vissu, hvussu tað bar
til, at tær vóru horvnar.
Tað besta var bara, at
svullurin hjá Craig var ikki
illkynjaður.
Nakrar vikur eftir stakk
John Kluge inn á gólvið á
sjúkrahúsinum at vitja
Shergold fólkini. Tá ið
hann kom inn í sjúkrastov-
una, tók Marion í hondina
á honum og takkaði hon-
um. "Tygum eru okkara
frelsueingil," segði hon.
Kluge gav Craig ein
penga, ið hevði krónu á
báðum síðum. "Við hesum
tapir tú ongantíð," segði
hann og brosaði.
So rætti Craig Kluge
eina gávu: eina fotomynd
av sær sjálvum í ramma,
myndin var tíkin nógvar
mánaðar frammanundan.
A myndini er Craig í stutt-
um buksum og boksi-
handskum og við báðum
hondum omar høvd av
ovfarakæti. Aftanfyri
hongur eitt amerikanskt
flagg. Tvørtur um mynd-
ina hevði Craig skrivað:
"Takk fyri, at tygum
hjålptu mær at vinna tann
harðasta dystin av øllum "
og brast útúr at
tj týddi