leygardagur 4. januar 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 5
Vit kriggjast
i okkara egna
privata kriggi
-Hvat er tað vit henda seinasta mánaðin hava
gjørt. Hava vit ikki runnið og tuskað hús úr
húsi fyri at fáa alt tað, sum onnur halda, vit
eiga at hava við á jólum? Hava vit ikki skavað
og krámað undir okkum alt tað, evnini hava
verið til og kanska ríkiliga tað? Hava vit ikki
ført eitt eirindaleyst stríð móti okkum
sjálvum, pengapungi, samvitsku og øllum
óðrum, ið nevnast kann, fyri ikki at standa
aftanfyri nakran annan. Jú vit kríggjast í
okkara egna privata kríggi skrivar Edvard í
Skorðini Joensen í eini heldur óvanligari
Jóla- og nýggjársheilsan í teiginum
"Sjónarmið" í dag.
Jólini eru farin aftur
um, og tað nýggja árið
stendur fyri durum.
Tosad, lisið og sungið
hevur verið hesar dagar-
nar um frið á jørå og i
menniskjum góðan
tokka. Sagt hevur verið
frá syni, sum givin er,
hvers navn er ráðgevi
og friðarhevdingi.
Friðarhevdingi.
Hvussu hava vit so
fatað hetta orðið. Ja, tað
kann vera ilt at siga, tá
vit síggja og hugsa um,
hvussu vit bera okkum
at ímóti hverjum eðrum.
Klandur og stríð er
kanska tað, sum mest
hevur eyðkent manna-
ættina síðan dagar
Kains. Og tað bróður-
ella um vit vilja
borgarastríð, hann
byrjaði, stendur bara við
og versnar.
Vit hoyra dagliga, at
nú hava so og so harir
bardagar verið her ella
har. Og í tí ella tí
krígnum hava nú so
mong latið lív. Beint
fyri durum okkara
gongur alt hetta fyri
seg. Fólk drepast. Lond
| detta sundur. Ja, heil
| risaveldi skola gjøgnum
| kloakkina so nær okk-
| um, at vit so at siga sita
mitt í hurlivasanum. Og
| hvat gera vit so sjálvi
| her heima hjá okkum,
nú soleiðis er? Jú, vit
kríggjast víðari í okkara
egna privata kríggi.
Vit hava einki kríggj í
okkara landi, vil lesarin
helst halda, tá hann sær
ein slíkan pástand á
prenti. Men hygg, um
ikki eitt sindur av sann-
leika er í kortini. Hvat
er tað, vit hendan sein-
asta mánaðin hava
gjørt. Hava vit ikki
runnið og tuskað hús úr
húsi fyri at fáa alt tað,
sum onnur halda, vit
eiga at hava við á
jólum? Hava vit ikki
skavað og krámað undir
okkum alt tað, evnini
hava verið til og kanska
ríkiliga tað? Hava vit
ikki ført eitt eirindaleyst
stríð móti okkum sjálv-
um, pengapungi, sam-
vitsku og ellum eðrum,
ið nevnast kann, fyri
ikki at standa aftan fyri
nakran annan? Eg .
spyrji. Og so kann lesar-
in sjålvur svara fyri seg.
Venda vit okkum aft-
ur til tey kriggini, vit
frå søguni kenna, kunnu
vit hyggja eitt sindur
at, hvat kriggjast hevur
verid um. Og orsøkirnar
hava verid ymiskar:
Valdsgirnd, konufólk,
mold og átrúnaður. Og
júst hetta seinasta er
orsekin til okkara heim-
liga kríggj hesa seinastu
tíðina av hverjum ári.
Vit tykjast heilt hava
gloymt, hví vit nú halda
jólini. Renna og leika í |
fyri at náa alt, sum
heimurin nú metir, vit -
eiga, og tá so klokkan er
vorðin fimm seinnapart
jólaaftan, og halga- ella
fødingardagurin — ;
byrjar, erv vit so niður- -
undirkomin, at bara
verður sitið og gapað, tí
eingin orkar at hugsa
um nakað meira, nú
endiliga alt er
yvirstaðið.
So kann ein spyrja seg
sjálvan: >Var hetta nú
meiningin við jólunum?<
Ivaleyst eru fleiri skjót
at svara, at tað var tað
ikki. Ætlanin við jóla-
haldinum var helst ein
heilt onnur, sum vit eis-
ini kenna frá jóla-
evangeliinum, har tosað
verður um frið á jorð og
millum manna góðan
tokka.
Tað kann vera hug-
vekjandi at vita, meðan
vit her eru við at ganga
undir í jólapappíri,
pynti, gávum og mati,
eru fólk, sum bert
búgva einar tríggjar
flogtímar frá okkum,
sum at kalla líða
hungur. Fyri ikki meira
enn tveimum árum síð-
ani var eingin føroying-
ur við eitt sindur av
virðing fyri sær
sjálvum, sum ikki sendi
eitthvert, honum ikki
nýttist, til Pólands,
Rumenia ella aðrastaðni,
har tað var so ógvuliga
synd í fólki, sum einki
átti á jólum. Her ráddi
um at liva upp til tann
kristna jólaandan, og
hava góðan tokka til
SJÓNARMIÐ
síni medmenniskju. Ella
— kanska er ein nú eitt
sindur óreinur — var tað
bara fyri líkasum at
lætta um egna sam-
vitsku. Var tað veruliga
so galið, at hetta bert
var, tí nú sóu vit hvenn
dag, hvussu vánalig
steðan rundan um
okkum var, meðan vit
sjálvi livdu fullkomiliga
Uop til Jesaja 9,20: Teir
skræða í seg til høgru
og eru tó hungurstungn-
ir; teir eta til vinstru og
mettast tó ikki; holdið
eta teir hver av eðrum.
Tað kann tykjast legið
at koma við eini slíkari
jóla- og nýggjársheilsan.
Men ikki man vera
óvist, at ikki onkur
heldur tað sama, sum
skrivað er her. Og tó.
Tað eru fólk, eisini her
okkara millum, sum
veruliga hava livað upp
til jólaboðskapin og
eisini framhaldandi, eftir
at sjónvarpsmyndirnar
úr Rumenia hildu uppat,
hava gjert eitt megnar
hjálpararbeiði eisini í tí
landinum. Lenina fáa
tey fyri tað.
Hevdu vit ell saman
við hesum fólkunum
gjørt, sum tað stendur i
brúðarvísuni: »Kundu
vit øll fingið hetta í lag,
Nr. 2 — 4. januar 1992
Edvard í
Skorðini
Joensen: -Vit
tykjast heilt at
hava gloymt, hví
vit halda jól
hver er hann, sum tá
okkum agar?< Ja, tá
hevði nýggja árið verið
merkt av: „friði á jerð
og í menniskjum góðum
tokka«.
Edvard i Skorðini
Joensen