fríggjadagur 4. apríl 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 4. apríl 2003
23
Umhugsa at fyrireika tvey róðrarøkir
Tað kom ikki sørt
óvart á strandingar
og skálamenn, tá ið
tað leygardagin var
greitt, at teir skulu
verða vertir fyri FM
kappróðri á øðrum
hvørjum ári
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Teir høvdu bjóðað seg
fram, men teir tordu ikki at
rokna við, at tað skuldi
eydnast teimum at vinna
rættin at vera vertir fyri FM
stevnum í kappróðri. Men
hetta var júst tað, sum
strandingar og skálamenn
saman við hinum aðalfund-
ar luttakarunum vóru vitni
til gjørdist veruleiki leygar-
dagin, tá ið Róðrarsam-
bandið hevði aðalfund og
m. a. gjørdi av, hvør skal
verða vertur fyri sjeyndu
FM stevnuni.
– Vit høvdu tosað við
onkur onnur feløg, men vit
roknaðu fyri vist við, at
Eystanstevnan fór at fáa
rættin at skipa fyri FM
róðri á hvørjum ári. Tað
hevði prátið og skrivingin
frammanundan
bent
á,
heldur Anfnn Gærdum,
sum er formaður í róðrar-
felagnum
Stráluni
á
Strondum.
Saman
við
Stranda Ítróttarfelag, Skála
Ítróttarfelag og Skála Róðr-
arfelag
høvdu
Anfinn
Gærdum og Strálan bjóðað
seg fram at skipa fyri FM
kapping, og tað tók aðal-
fundurin undir við, at teir
skulu gera. Fundurin sam-
tykti, at FM kapping skal
annað hvørt ár vera á vest-
ara armi á Skálafjørðinum,
og annað hvørt ár verður
hon í Vestmanna.
Hava tit gjørt tykkum
greitt, hvussu tit fara at
leggja róðurin til rættis?
– Hetta er púra nýtt. Tað
er greitt, at vit hava ikki
nógva tíð at leggja til rættis
í. Kappingin verður hjá
okkum í ár. Upprunaliga
var ætlanin, at hetta skuldi
verða avgjørt undan árs-
skiftinum, og nú eru vit
komin tríggjar mánaðir inn
í nýggja árið. Tí er neyðugt
at fara undir fyrireikingar-
nar beinanvegin. Eitt tað
fyrsta verður at heita á
Matrikulstovuna um at
máta okkum málið upp,
sigur Anfinn Gærdum.
Hvussu ætla tit at leggja
málið?
– Skálamenn og vit hava
hugsað okkum, at enda
málið skal vera á Hulki.
Har er veðurgott, har er gott
at koma hjá trailarnum,
sum koma við bátunum, og
har eru góðar umstøður hjá
áskoðarunum. Vit hava
møguleikar bæði at rógva
inn ímóti Hulki og at rógva
úteftir fjørðinum. Vit hava
tosað um at máta bæði
málini upp. So hava vit
møguleika at rógva tað
málið, sum líkindini eru
betri á, sigur Anfinn Gærd-
um. Hann dugir ikki at siga
neyvt, hvar málini verða,
men hann roknar við, at
uttara 2000 metra málið
verður umleið á ferjuleguni
á Strondum, og at innara
2000 metra málið verður
Innan Glyvur.
Rættulig stevna
Higartil hevur Skála havt
eina bygdastevnu við kapp-
róðri stutt undan norðoyar-
stevnuni, meðan Strendur
hevur havt sína bygdar-
stevnu seinni á sumrinum.
Teir hava roynt at skipa fyri
kappróðri, men áhugin hev-
ur ikki verið serliga stórur at
taka lut. Nú tað er samtykt,
at Skála og Strendur í felag
skulu skipa fyri FM kapp-
róðrarstevnu, verður neyð-
ugt við umskipingum, sum
teir ikki enn hava tosað um.
– Hesum fara vit at finna
út av í felag. Á Skála er
ítróttarhøll og fótbóltsvøll-
ur, og vit hava bygdarhús.
Harvið eru góðir karmar
um tiltøk, sum vanliga
plaga at vera á sovornum
stevnum. Takið hjá okkum
verður at finna út av,hvussu
vit skulu fáa bestu nyttuna
burtur úr karmunum, held-
ur Anfinn Gærdum.
Strandingar fara aftur í ár
at luttaka við 6–mannafar-
inum Stráluni, men bara
við monnum. Skálamenn
hava ikki tikið lut í kapp-
róðri tey seinastu árini.
Hvussu tað verður við
Skálabátinum og Bliki í ár
er ikki greitt enn.
Á Skála høvdu tey als ikki
roknað við, at tað skuldi fella
teimuFM finalan fyri pør
Komandi sunnudag,
hin 6. apríl, fer
Fimleikafelagið Støkk
av Glyvrum at hava
framsýning í KÍ-
høllini
FIMLEIKUR
Tíðindaskriv
Støkk hevði í fjør eina sera
væleydnaða framsýning í
Klaksvík, sum varð væl
móttikin av norðoyingum.
Tað er gomul siðvenja at
Støkk fer til Klaksvíkar at
vísa síni kynstur. Henda
siðvenja hevur verið gloymd
í nøkur ár, men nú er ætlanin
at taka leistin uppaftur.
Við á framsýningini verða
umleið 160 fimleikarar hjá
Støkk. Fimleikurin, sum
verður sýndur fram, er sera
fjølbroyttur; frá vanligum
liðum til reiðskapsfimleik á
høgum støði og rútmisk
úrvalslið. Umframt hetta
verða tvey gestalið frá
Klaksvíkar Fimleikafelag
við á framsýningini. Tey eru
3. fl. gentur og 4. fl. gentur.
Meðan framsýningin er,
verður páskareggjatombola
í ítróttarhøllini til frama
fyri Støkk. Framsýningin
byrjar sunnudagin kl. 15:30
og varðar umleið hálvan-
annan tíma.
Fimleikararnir hjá Støkk
eru sera spentir at koma til
Klaksvíkar at gera fimleik,
og vóna tey, at øll fimleika-
áhugað
í
norðoyggjum
møta fjølment til framsýn-
ing í KÍ-høllini komandi
sunnudag kl. 15:30.
Bogi
Simonsen
ger
viðmerkingar til spælið,
sum hann sjálvur var partur
av
S/allir
842
J1086
J104
K85
K97
AJ53
A2
K74
Q862
AK93
A964
J10
Q106
Q953
75
Q732
S
V
N
E
Allan
Bogi
D.
Simon
Christ-
sen
iansen
sen
1kl
pass
1rú
pass
2rú
pass
3hj 1) pass
4kl 2) pass
4sp 3) pass
5rú 4) pass
6rú
pass
pass
pass
1) Trelde, spyr um makk-
arin hevur kontrol í
hjartara, tvs. ess, kong,
renonce ella singleton.
2) Hevur kontrol í hjartara
og 2 ess.
3) Spyr eftir einum ikki
áður vístum kontrolli í
spaðara.
4) Hevur ein ikki vístan
kontrol í spaðara og
trumf frúgv.
Spælið er frá einum lið-
kappingarkvøldi
hjá
Bridgedeild
Kaggans.
Allan opnaði við einum
kleyvara, eg meldaði ein
rútara. Allan meldaði 2
rútarar, eitt frálíkt meld, ið
ikki var meldað av nøkrum
øðrum, standard meldið er
nokk 1ut. Eg kom so at
spæla 6 rútarar, kanska eitt
sindur hart, men so sanni-
liga ikki uttan møguleikar.
Útspælið var rútara 7, ið
eg tók heima, síðan spældi
eg kleyvara drong, sum
norðan tók við konginum,
hann spældi trumf aftur. Eg
vann stikkið á borðinum,
spældi hjartara ess og kong
og ein lítlan hjartara til
trumf. Nú tók eg tann síðsta
trumfin hjá mótpartinum
og spældi kleyvara 10, sum
áttu. Síðani tók eg tann
síðsta
trumfin,
sunnan
legði uttan at blunka spað-
ara 6 !!. Eg spældi so spað-
ara til kongin og tók fyri
kleyvara ess, sum staðfesti,
at sunnan helt kleyvaranum
við frúnni. Skuldi eg nú
spæla uppá, at sunnan
eisini hevði spaðara frúgv,
og tískil ikki megnar at
halda bæði kleyvara og
spaðara (skvis), ella skuldi
eg spæla uppá, at spaðara
frúgv sat hjá norðan og
kundi klípast. Eg valdi at
spæla uppá fyrra møgu-
leika og tók fyri spaðara
ess, sum tók frúnna við sær.
12 stikk.
Komandi vikuskifti
verða føroyameist-
ararnir fyri pør í
bridge funnir
BRIDGE
Bogi Simonsen
Hetta hendir, tá ið finalan
verður leikt í Bridgehús-
inum í Havn. Kappingin
byrjar leygarmorgunin kl
10:00. Í finaluni luttaka
20 pør, ið hava tryggjað
sær sæti í finaluni via
hálvfinaluna, sum varð
leikt fyri einum góðum
mánaða síðan.
Í finaluni skulu spælast
76 spøl, 19 umfør á 4
spøl.
Tey 20 pøruni, sum lut-
taka í finaluni eru:
Bogi Simonsen —
Rói á Rógvu Joensen
Carl Mikkelsen —
Egil Helmsdal
Magni Jøkladal —
Robert Langgaard
Oddmar Danielsen —
Einar Ellingsgaard
Jákup Hjaltalin —
Fríðhild Petersen
Petur Annfinn Johanne-
sen —
Eilif Petersen
Atli Hansen —
Jógvan Ranghamar
Eyðun Jakobsen —
Jana Mikkelsen
Per Kallsberg —
Dánjal Pauli Mohr
Eyðun Jensen —
Niels Nielsen
Árni Dam —
Marner Joensen
Salomon Johansen —
Zakaris Joensen
Símin Lassaberg —
Eyðun Anthoniussen
Heðin Mouritsen —
Jóannes Mouritsen
Henriette Svenstrup —
Jóna Grunnveit
Edmund Joensen —
Dia Petersen
Arnbjørn Sivertsen —
Hans Jacob Petersen
Hallberg Arnfríðsson –
Kaj Alstrup —
Helgi Joensen –
Eyðun Joensen
Arnleyg Mikkelsen –
Marjun Restorff
FM finalan
fyri pør
Støkk-framsýning í Klaksvík
Eitt spæl úr Kagganum
23
22
Nr. 66 - 4. apríl 2003
Uttan at spæla, fekk
VB mikukvøldið
meistaraheitið til
høldar, tá Stjørnan
vann á nú fyrrverandi
meistarunum í Vest-
manna
FØROYAMEISTARAR
Jákup Mørk
- Hatta var nemt.
Tað vóru fyrstu orðini frá
Boga Mortensen, sum er
formaður í hondbóltsdeild-
ini hjá VB, tá vit hós-
morgunin ringdu til hansara
við einum tillukku fyri
nýkomna meistaraheitið.
Uttan at spæla hevði VB
soleiðis ognað sær gullið,
men tað var so als ikki
nakað, sum tey í Vági
roknaðu við mikudagin.
- Hvørt mikukvøld hava
vit í hondbóltsnevndini
fund, og soleiðis var eisini
hesaferð. Ta einu ferðina
ringdu vit so líka norður til
Vestmanna fyri at vita,
hvussu støðan var. Sagt
varð, at Stjørnan tá var á
odda við tveimum málum,
og so gjørdist tað av álvara
spennandi.
Uppringirnar
norðureftir gjørdust alt
títtari, og hóast tað var
javnt, so var støðan alla
tíðina tann rætta, og tú
kanst ætla, at tíðindini
ferðaðust skjótt, sigur Bogi.
Fólk komu vestur í høll-
ina, og tá alt so var leyst og
liðugt, var klárt til gull-
haldið. Leikararnir á lið-
num vóru sjálvandi eisini
komnar vestur, og hesar
vórðu lempaðar upp í ein
lastbil, sum við floytuni í
botn koyrdi bygdina á
tamb, meðan long bilarøð
koyrdi aftanfyri. Meistara-
heitið skuldi markerast, og
eftir at tað soleiðis mundi
vera allari bygdini greitt, at
gulið var komið til høldar,
varð farið út aftur til høll-
ina, har borð í skundi vórðu
riggað til, soleiðis at ein
litil veitsla kundi haldast
fyri leikarunum, sum nú
loksins høvdu nátt máli
sínum.
Og tað er neyvan at taka
munnin ov fullan, tá sagt
verður, at júst Bogi Mort-
ensen mundi vera ein hin
fegnasti av øllum, nú alt var
greitt.
Sum formaður í hond-
bóltsdeildini hjá VB hevur
hann í skjótt fleiri ár stríðst
fyri at fáa liðið upp á ovastu
rók, og sum venjari hevur
hann eisini verið heilt nær
við. Ikki minst ta ferðina, tá
tríggir
finaludystir
og
brotskastkapping máttu til,
áðrenn Neistin ognaði sær
gullið.
Og tá vit spurdu hann um
hetta, duldi Bogi heldur
ikki yvir, at kenslan var
stór.
- Hetta er heilt fantast-
iskt. Sum tú sjálvur sigur,
so havi eg verið við sum
bæði venjari, formaður og
ikki minst sum pápi, maður
og svágur nú í nógv ár.
Vónirnar hava ofta verið
stórar, og onkun tíð hevur
verið heilt tætt, men tað er
so ikki fyrr enn nú, at tað er
eydnast, og tað er ein ótrú-
lig kensla. Og ikki minst
unni eg konuni hetta. Hon
hevur nú spælt á besta
liðnum í 22 ár, so hetta
eigur hon so væl og virði-
liga uppiborið.
Og at tað skuldi eydnast
júst í ár, kann eisini tykjast
heldur løgið. Undan kapp-
ingini vóru boðini, at VB
nóg illa fekk mannað lið.
Burtur vóru Sólrun Kross-
lá, Guðrunli Lágabø, Gurið
Mortensen,
Christina
Holm, og Rannvá Au-
gustinussen, og tí var málið
í fyrstu atløgu sett nakað
væl lægri, enn tað annars
hevur verið seinnu árini.
Seinni eru Gurið og Rann-
vá so komnar afturí aftur,
men tað sá ikki serliga ljóst
út.
- Tað hevur tú rætt í,
heldur Bogi.
- Her stóð ikki alt ov væl
til við fólki, men tað hevur
kortini rigga alla tíðina.
Kanska var tað eisini ein
fyrimunur, at tað gekk long
tíð, áðrenn vit vórðu rokn-
aði millum favorittarnar.
Einki trýst av nøkrum slag
varð lagt á leikararnar,
soleiðis at tær kundu spæla
púrasta frítt og bara taka
ein dyst í senn. Tað er so
avgjørt nakað, sum hevur
hjálpt til.
- Til stuttleikar kann eg
nevna, at tá vit í oktober
mánaði
vunnu
fyrsta
heimadystin á VÍF, vóru
einastu viðmerkingarnar úr
Vestmanna, at nú máttu vit
njóta hesa løtuna, sum vit
vóru á odda. Tey vóru vís í,
at hetta bara var upplop hjá
okkum, men hevur so víst
seg at verða nakað væl
meira enn tað, sigur ein
ikki sørt errin formaður.
Um orsøkirnar til gullið í
aðrar mátar heldur Bogi, at
tær hava verið fleiri. Tað er
tó einki at ivast í, at
sálarliga hevur liðið verið
nógv sterkari í ár, soleiðis
at tær alla tíðina hava
klárað at koppa teimum
jøvnu dystunum til egnan
fyrimun. Ein eginleiki, sum
liðið í stóran mun hevur
saknað seinnu árini.
- Tað er í øllum førum ein
týðandi orsøk, og partvíst
hongur tað eisini saman
við, at vónirnar vóru so
lítlar undan árinum. Men
eg haldi eisini, at leikar-
arnir eiga stóran rós uppi-
borið fyri hetta. Tær hava
alla tíðina tikið ein dyst í
senn og hava hvørja ferð
trúð upp á møguleikan fyri
sigrinum, og so hvørt sum
hesir eru blivnir fleiri í tali,
er støðan bara batnað.
- Og so er tað eisini so, at
kemi’in á liðnum skal vera
hin rætta. Ikki minst her hjá
okkum, har vit hava tríggjar
útlendskar leikarar, tríggjar
leikarar búsitandi í Havn og
so restina her suðuri, skal
nakað serligt til. Tað hevur
bara víst seg, at samanset-
ingin av leikarum hevur
verið júst tann rætta,
- Skal eg taka nakran
framum, so má tað tó vera
venjarin hjá okkum, Aiva-
ras Daugis. Hann hevur
verið ein fantastiskur per-
sónur at arbeiða saman við.
Nú hava vit bæði í hond- og
fótbólti havt nógvar leik-
arar her suðuri, og tó at vit
hava havt góðar royndir av
teimum
flestu,
so
er
Aivaras nakað fyri seg.
Óvanliga avbalanseraður
sum persónur, og so er
hann eisini ein knallandi
dugnaligur venjari, sum
hevur verið sera miðvísur í
bæði venjing og dystum.
Hann hevur alla tíðina lagt
dent á at fáa spælið at
ganga skjótt, og nú í seinnu
helvt hevur hetta so avgjørt
verið avgerandi. Eg haldi
ikki, at nakað av hinum lið-
unum í dag megnar at
spæla eins skjótt, sum vit
gera.
Og áðrenn vit heilt enda
samrøðuna, so vil Bogi
eisini lata eina heilsan til
trúgvu áskoðararnar hjá
vágbingum.
- Teir hava verið eina-
standandi. Eitt er, at vit
hava havt góðan stuðul til
heimadystirnar hjá okkum,
men teir hava so sanniliga
eisini stuðla aðrastaðni, tá
tørvurin hevur verið størst-
ur. Har vóru nógvir vág-
bingar í Havn, tá vit leiktu
steypafinaluna, og bæði í
Vestmanna og Klaksvík
vóru nógv fólk við okkum.
Tað haldi eg sigur nakað
um stuðulin, sum tey hava
givið okkum, og hetta eiga
tey stóra tøkk fyri.
- So er bara at vóna, at
tað kann bera til at fáa
gullið handað nú komandi
sunnudag, tá vit spæla
seinasta heimadystin, held-
ur enn at fáa tað í Runavík
á seinasta leikdegi. Tað
haldi eg í øllum førum, at
áskoðararnir hava uppi-
borið, men vit so vita, hvat
HSF sigur til tað, sigur
Bogi Mortensen at enda,
áðrenn hann av álvara fór
undir dagin, sum uttan iva
man vera ein hin huga-
ligasti í tíðarskeiðinum sum
formaður fyri hondbóltin í
Vági.
VB eru meistarar
Fagnaðurin var stórur, tá VB fyrr í ár varð steypavinnari, og nú greipan er komin til høldar, er lagið ikki minni gott. Eisini hóast hetta seinasta varð staðfest,
uttan at VB yvir høvur spældi
C
M
Y
K
22