Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 4. apríl 2003 25 Stjørnan gav seinastu fátæku vónunum hjá VÍF mønustingin, tá tær vunnu dystin í Vestmanna miku- kvøldið, og góvu sam- stundis sær sjálvum møguleikan fyri bronsuni KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Vónirnar hjá VÍF, nú bert tveir dystir restaðu at spæla, vóru ikki av teimum bestu. Umframt at tær í Vestmanna sjálvar skuldu vinna sínar dystir, kravdust eisini tvey tap frá VB í teirra seinastu dystum, um gullmerkini í kvinnuhond- bólti aftur í ár skuldu hand- ast í Vestmanna. Helst høvdu tey flestu givið upp, tí tað kann so ikki roknast við, at VB fer at missa somikið nógv í seinastu dystunum, men mikukvøldið stóð so greitt, at VÍF heldur ikki megnaði at uppfylla sínar treytir, og so var definitivt liðugt. Verjan avgerandi Stjørnan vann nevnliga dystin í Vestmanna miku- kvøldið. Við eini væl virk- andi verju og ikki minst eini væl spælandi Agne Masenaite aftan fyri hesa, fingu tær fyrst og fremst steðga álopsmaskinuni hjá VÍF, soleiðis at hendan ongan tíð kom til sín rætt. Hetta gjørdi, at gestirnir úr Klaksvík í stóran mun eisini fingu frið yvir spælið hjá sær sjálvum, soleiðis at tær í álopunum dugdu at hava neyðuga tolið, og á tann hátt forða fyri vanda- miklu kontrarenningunum hjá VÍF. Tað var tó ongan tíð so- leiðis, at nakar av pørtun- um setti seg á dystin. Stjørnan hevði at kalla alla tíðina munin, men VÍF slepti ongan tíð endanum. Tvørtur ímóti royndu tær ferð eftir ferð at toga seg inn á Stjørnuna, men tó at tær nakrar ferðir stríddu seg upp á javnt, so var tað bert við fyrsta málinuum í dyst- inum, at tær vóru framman- fyri. Stjørnan svaraði aftur hvørja ferð, og so hvørt sum minuttirnir fækkaðust, kom sigurin alt nærri. Tað var tó um reppið, at tað gekk galið móti dystar- enda. Stjørnan hevði tá annars vunnið seg trý mál framum, men tá VÍF so aftur minkaði niður í eitt mál, stóð heilt nógv á. Við sínum seinasta máli í dystinum fekk ein væl spælandi Una Olsen tó sett punktum fyri uppgerðini, og tó at VÍF enn einaferð minkaði, so var tað ikki nóg mikið. Seinasta vónin um gull var burtur, og næsta silvurmerkið á árinum ístaðin veruleiki. Svongdin Og tá alt kemur til alt, so mugu tær í Vestmanna ásanna, at tær ikki hava havt neyðugu styrkina til gullið í ár. Einki er at ivast í, at missurin av Ioanu við kappingarársbyrjan var dyggur smeitur hjá liðnum, tí við hesum mistu tær eitt hitt týdningarmesta álops- vápnið á liðnum, men aðrar orsøkir eru eisini at finna. Kanska hava hesar fyrst og fremst verið á sálarliga økinum, har ein ávís metta hevur verið galdandi. Í fleiri førum hevur liðið snávað í dystum, sum á pappírinum skuldu givið tvey stig, og tá VB í nógv minni mun hevur gjørt tað sama, so fekk tað neyvan gingið øðrvísi. Við hesum skal tó einki takast frá VB, sum hevur vunnið eitt uppiborið meistaraheitið. Tær hava ígjøgnum árið verið mest stabila liðið, og so hava tær eisini verið nóg svangar til at geva seg tað lítla pettið eyka, sum so ofta kann vera avgerandi. Nakað av tí sama hevur Stjørnan eisini havt. Liðið sum í heyst hevði kreppu- fund, har avgerð skuldi tak- ast um tilmeldingina til kappingina, hevur stóran part av árinum sýnt ein framúr stríðsvilja. Ein stríðsvilja, sum nú møgu- liga eisini kann bera heið- ursmerki við sær. Enn hev- ur StÍF helst betru kortini á hondini í so máta, men Stjørnan hevur enn møgu- leikan, og eftir sigurin í Vestmanna eigur teirra møguleiki so avgjørt ikki at útilokast. Dysturin í tølum VÍF-Stjørnan 23-24 (7-10) Málskjúttar: VÍF: Sóley Mikkelsen 8(2), Nicoleta Radu 5(3), Jacklin Durhuus 3, Friða Marjunar- dóttir 2, Alis Høghamar 2, Linda Johannesen 1, Niko- lina Eyðbjørnsdóttir 1, Eyðritt Andreasen 1 Stjørnan: Natasha Stamen- kovic 9(2), Danijela Erce- vic 4(1), Una Olsen 4, Jast- rid Gullaksen 2, Bára S. Klakstein 2, Joan M. Joen- sen 2, Gunnvør Isaksen 1 Brotskøst: VÍF 5, Stjørnan 5 Útvísingar: VÍF 4, Stjørnan 3 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. So er tað við matematiskari vissu greitt, at talan verður um sanna finalu, tá strand- ingar vitja í Vest- manna á seinasta leikdegi MANSHOND- BÓLTUR Jákup Mørk Tað hevur leingi verið mest sum greitt, men nú er tað staðfest. Talan verður um sannan fin- aludyst, tá strandingar tann 12. apríl vitja í Vestmanna. Undan dyst- inum hjá StÍF var fram- vegis ein teoretiskur møguleiki fyri, at Kyndil onkursvegna kundi blanda seg í gullstríðið, men eftir sigurin á Tjaldri er hesin møgu- leikin nú útihýstur. Sum skilst, so var ongan tíð nakar serliga ivi um, hvønn vegin tað skuldi fara á Kambsdali, har dysturin mikukvøld- ið varð leiktur. Til tess vóru strandingarnir alt ov vaknir frá dystarbyrj- an, og tá Tjaldur meira ella minni er farið í summarfrí, gjørdist tal- an ongan tíð um nakran spennandi dyst. Tíverri hevur tað ikki eydnast okkum at fáa hendur á hagtølunum fyri dystin. VÍF-Stjørnan 23-24 (7-10): So var liðugt hjá VÍF Eftir sigurin í Vestmanna livir bronsuvónin hjá StÍF framvegis, meðan gullvónin hjá VÍF hinvegin steindoyði við tapinum Tjaldur-StÍF 31-42 So er klárt Kvinnurnar hjá StÍF tóku enn eitt fet móti bronsuni, tá tær vunnu trygt á botnliðinum KVINNUHOND- BÓLTUR Jákup Mørk Eins og hjá monnunum, so hava kvinnurnar hjá Tjaldri ikki tað stóra at spæla fyri, nú lands- kappingin av álvara er farin at halla. Gjøgnum alt árið hevur liðið stað- ið mest sum fast á botn- sessinum, og miku- kvøldið tóktist greitt, at leikararnir nú als ikki hugsa um frammanfyri- standandi uppgávurnar. Eftir eina heldur spaka byrjan, var heilt skjótt, at strandakvinnurnar løgdu sjógv niður til mótstøðuna, og so var tað fyri tað mesta ein- vegis ferðsla. Serliga tær báðar útlendsku hjá StÍF gjørdu nógv um seg, men tá Tjaldur so fór undir mansverju av hes- um, gjørdist støðan bara enn verri. Hetta gav í øllum førum ríkiligt pláss til hinar leikararn- ar hjá StÍF, og ferð eftir ferð kundu tær mest sum renna beint ígjøgnum Tjaldurverjuna, har rumenski málverjin ikki fekk gjørt stórvegis fyri at bjarga einum sømi- ligum úrsliti heim. Og sigurin førdi StÍF heilt nær bronsuni. Kanska var tað ikki heilt eftir teirra høvdi, at Stjørnan skuldi fáa bæði stigini við sær úr Vest- manna, men enn kann StÍF gera alt av sjálvar. Tær eiga heimadyst móti Neistanum, áðrenn tær vitja í Vestmanna, og samanlagt átti hetta at givið betri møguleikar fyri stigum, enn einsa- malli dysturin í Vági, sum Stjørnan hevur til- góðar. Eins og hjá monnun- um var heldur ikki gjør- ligt at fáa dystarhagtøl- ini hjá kvinnunum, áðr- enn blaðið fór til prent- ingar. Tjaldur-StÍF 16-33 25 24 Nr. 66 - 4. apríl 2003 Hóast illfýsið veður enn er gerandis- kostur, so eru kollfirðingarnir longu farnir í summarfrí, og tí hevði Kyndil lætt spæl mikukvøldið MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað er ikki tað stóra at skriva um dystin millum bestu mansliðini hjá KÍF og Kyndli mikukvøldið. Mett eftir úrslitunum millum liðini fyrr í kappingini, so var einki at ivast í, at talan kundi gerast um ein spennandi dyst, men stóri munurin var, at tað var bert annar parturin, sum hevði nakað at spæla fyri. Fyrstu løtuna gekk ann- ars javnt á, men tá Kyndil so fyrst hevði togað seg tvey mál framum, góvust kollfirðingarnir fullkomu- liga at spæla. Summarfrí Og sum dysturin leið, so gjørdist alt meira greitt, at heimaliðið hevði alt annað enn hendan dystin í tonkun- um, soleiðis sum leikararn- ir spákaðu sær runt á vøll- inum. Við eitt sindur størri nær- lagni kundu kollfirðingar annars verið heilt væl við frá byrjan, men teir mis- nýttu fleiri góðar mál- møguleikar, og í verjupart- inum stóð alt annað enn væl til. Serliga fekk Ken Zachariasen gott pláss á høgra veingi hjá Kyndli móti einum óvanliga tom- um Regini Petersen, og vanligi stórskjúttin hjá koll- firðingunum, Damir Oros, kundi fyri tað gott sitið heima hendan dagin. Eitt mál – við brotskasti – var alt, sum talan gjørdist um frá hansara síðu, og eftir standardinum, sum hann sjálvur hevur sett hetta árið, er tað í øllum førum ikki nakað at tosa um. Tað skal so leggjast aftur- at, at skotsterki jugoslavin hóast alt hevði nakrar skot- royndir, men hesar rendu seg allar í sama veggin. Nevnliga Johan Danielsen í Kyndils-málinum, sum enn einaferð vísti, at hann so avgjørt stendur sera ovar- liga, tá besti málverjin í landinum skal kjósast. Eitt skifti í fyrra hálvleiki helt hann málið reint í 12 min- uttir, og tá Kyndil í seinna hálvleiki slakaði upp á verjupartin, var Johan ferð eftir ferð maðurin, sum syrgdi fyri, at munurin á máltalvuni framhaldandi øktist. Frustratiónir Sum sagt, so tóktist tað leingi so, at kollfirðingar vóru farnir í summarfrí. Men tó ikki meira enn so, at vánaliga avrikið so av- gjørt setti síni sálarligu spor. Í løtum vóru frustratiónirnar á liðnum heilt sjónligar, soleiðis at spælið gjørdist beinleiðis ófantaligt og hart. Nakað sum serliga teir hjá Kyndli vórðu revsaðir fyri, tí tendr- aðir, sum teir vóru, so valdu teir at svara ónollunum hjá KÍF aftur. Men hetta er tó ikki nak- að, sum kemur at kosta liðnum nakað undan næsta dystinum. Tey bæði reyðu kortini, sum vórðu givin, komu bæði eftir tríggjar útvísingar, so tær viðføra ikki leikbann. Eftir silvurinum Meðan kollfirðingar soleið- is eru farnir í summarfrí, hóast teir enn hava ein dyst eftir at spæla, so stendur heilt øðrvísi til hjá Kyndli. Liðið liggur nú somikið væl fyri, at tað væl kann henda seg, at teir ogna sær silvurmerkini á seinasta leikdegi. Hetta um Kyndil vinnur sínar dystir, sam- stundis sum StÍF gerst meistari við einum sigri í Vestmanna. Eftir vána úrtøkuna í grundspælinum er einki at ivast í, at hetta er ein støða, sum tey í Kyndli fegnast um, men samstundis er lítið at ivast í, at menn munnu iðra seg nakað um grund- spælið. Støðan eftir sein- asta umfar kann gerast hon, at Kyndil fær bronsu við 26 stigum, meðan VÍF og StÍF við 27 stigum fáa ávíkavist gull og silvur. Hendir tað, so er einki at ivast í, at teir grønu kunnu peika á nógv- ar dystir, har írestandi stig- ið kundi verið fingið til høldar. Tað er tó ikki so nógv, sum gerast kann við tað, men tað sýnir kanska eisini, hvussu stór broytingin hjá Kyndli hevur verið. Ikki minst tykist setanin av Kára Nielsen á venjarabeinkin- um at hava havt stóra ávirk- an á liðið. Hetta hevur givið Jacob Jónsson nógv leysari teymar á vøllinum, har hann ikki skal hugsa um alt annað enn sítt egna spæl, eins og tað aloftast er ein fyrimunur at síggja spælið frá síðulinjuni, heldur enn inni á vøllinum, tá taktiskar avgerðir skulu takast. Ikki minst tá hondbóltshøvdið á síðulinjuni er av slíkum kalibri sum tað hjá Kára. Dysturin í tølum KÍF-Kyndil 18-31 (9-17) Málskjúttar: KÍF: Vagnur Johannesen 5(5), Mirko Milinkovic 3, Petur Martin Poulsen 3, Regin Petersen 2, Kristian Madsen 2, Gert Hansen 2, Damir Oros 1(1) Kyndil: Finnur Hansson 6, Jacob Jónsson 5, Ken Zachariasen 5, Høgni Klein 5, Hans Áki Dal-Christian- sen 5, Janus Einar Sørensen 2, Rúni Mohr 1(1), Birgir Hansen 1, Josef Abraham- sen 1 Brotskøst: KÍF 8, Kyndil 2 Útvísingar: KÍF 2, Kyndil 7 Diskvalifikatiónir: Kyndil 2 (3X2 minuttir í báðum førum) Dómarar úr H71: Hallur Danielsen & Bárður Brim- vík. Kundu kanska verið meira avgjørdir í nøkrum førum, men hinvegin var dysturin ikki av slíkum slag, har dómararnir alla tíðina vórðu hildnir á tærn- um. KÍF-Kyndil 18-31 (9-17): Summarið er ávegis Hondbóltsstøður – 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 10 9 - 1 - 0 575 459 116 28 2 VÍF 11 7 - 2 - 2 538 448 90 24 3 Stjørnan 11 4 - 1 - 6 506 505 1 17 4 StÍF 10 5 - 1 - 4 522 533 -11 17 5 Kyndil 10 3 - 1 - 6 533 549 -16 13 6 Neistin 10 4 - 0 - 6 455 487 -32 13 7 Tjaldur 10 1 - 0 - 9 416 564 -148 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 11 8 - 0 - 3 722 608 114 25 2 StÍF 10 7 - 2 - 1 646 559 87 25 3 Kyndil 10 7 - 2 - 1 614 571 43 22 4 Neistin 10 4 - 1 - 5 619 593 26 18 5 KÍF 11 2 - 2 - 7 617 657 -40 11 6 H71 10 4 - 0 - 6 563 652 -89 11 7 Tjaldur 10 0 - 1 - 9 554 695 -141 4 Kyndil slepti ongan tíð takinum, sum teir fingu á KÍF, og tá kollfirðingar so fóru í summarfrí, var ikki stórvegis av spenningi í dystinum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24