Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-01-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. januar 1992síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 3 — 7. januar 1992 Elisabeth og Borgny fóru til Fraklands Arheiðsloysið noyddi okkum av landinum Tær leitaðu dúgliga eftir onkrum arbeiði og skrivaðu umsóknir í hópatali, men alt til fánýtis. At ganga arbeiðsleys í Fóroyum tímdu tær ikki, og fóru tí av landinum Borgny Jacobsen og Elisa- beth Joensen-Næs vóru millum tey mongu ferða- fólkini, sum fóru við flog- farinum sunnumorgunin. Leiðin hjá teimum gekk til Frankaríkis. Elisabeth í húspláss og Borgny gong- ur í skúla. Borgny tók students- prógv í fyrra árið, og hevur í meira at kalla løtum ar- beitt á Bacalao, og nakrar vikur sum sjúkravikarur í skúla, men nakað, sum líktist einum føstum ar- beiði, kundi hon ikki fáa. Hon greiðir frá, at hon hevði onkra vinkonu í Fraklandi, og setti seg í samband við hana. Jú tað eydnaðist at fáa eitt hús- pláss har. -Mær dámar væl, og ikki minst tí at eg havi stóran áhuga í at læra franskt, men fekk eg arbeiði í Før- oyum, var eg neyvan farin, sigur hon. Men alt fær ein enda og tað gjørdi arbeiði í hús- inum, Borgny var í, eisini. -At fara heim aftur eftir bert fýra mánaðum týmdi eg ikki, og líka lítið var nakað at koma heim aftur til. Søkti tí um at koma á ein skúla at læra eitt sindur meira av fronskum, og tað eydnaðist, sigur Borgny og leggur aftrat, at nú fer hon Tal av veitingum, jan. 1990 — nov. 1991 800 nn | 700 + 600 + | 400 + at royna at koma inn å lærdan háskúla har niðri. Um hetta fer at eydnast, velst um hvussu gangast fer við royndini, hon skal til nú í februar. Borgny ætlar sær í fyrsta lagi at læra til korrespondent, og síðani at læra franskt so væl tað letur seg gera. -Hevdi eg so kunna koma heimaftur og gjørt brúk av tí eg havi lært. Kanska til at selja frans- monnum føroyskan fisk!? Harmiligt at noyðast at rýma At koma burtur og uppliva onnur lond er bara gott. Tað ivast Borgny ikki í. Tað er gott at hava møguleika til tess, men at noyðast at fara av land- inum, tí einki er at gera heima, er alt annað enn gott. Høvdu vit so bert havt nakað at komið heim aftur til, sigur hon. Hesum er Elisabeth samd við vinkonu síni í. Hon tók studentsprógv í summar. -At koma til Fraklands hevur verið mítt stóra ynski, men um eg skuldi fara, ivaðist eg alla tíðina í. Hevdi eg fingið nakað arbeiði heima, fór eg ikki, men tað er jú vónleyst, so einki annað var at gera. Borgny hjálpti Elisabeth at fáa húspláss í lítla bý- num Voiron í landsynn- ingspartinum av Fraklandi. Har ansar hon børnum og ger reint. -Ikki serliga spennandi i sjålvum sær, men ein upplivir nógv. Tá ein ikki er so kringur i fremm- andum måli er ikki so galid at vera millum børn. Tey siga tað sama uppaftur og uppaftur og sjálvur kann ein eisini loyva sær at spyrja upp í saman, heldur Elisabeth fyri. Hon verður í hesum húspláss- inum til 1. mars, og kundi tá hugsa sær at hildi fram í skúla. Eitt sindur trupult í byrjanini Bæði Borgny og Elisa- beth halda, at eitt sindur trupult var við fremmanda málinum í fyrstani. Eisini hóast tær frammanundan høvdu studentsprógv, men fólkið er fitt og hjálpsamt. Tær halda ikki, at mál- trupulleikin eigur at vera nøkur forðing fyri, at ungfólk fara av landinum. -Tá tað ber til at fara til Japans uttan at duga málið frammanundan, sum onkur hevur gjørt, ja so eigur alt at bera til, leggur Elisabeth skemtandi aftrat. Arbeiði í summarfrítíðini Heim aftur í summar? Tað velst um so mangt halda tær báðar fyri. -Eg eri í hvussu er longu byrja at leita mær eftir onkrum sumarfrítíðarar- beiði, men tað er ikki lætt. Ég eri neyvan einsamøll sum leiti, sigur Elisabeth. Nú er bussurin til reiðar at koyra vestur á flog- vøllin. Hann er stúgvandi fullur av fólki. Serliga ungfólki, sum fara av landinum í ymiskum grindum og av ymiskum orsgkum. Hjá Borgny og , Kelda: Hagtíðindi Tilsamans jan feb mar mai 1990 apr jun jul aug sep okt nov des jan feb mar apr mai 1991 jun jul aug sep okt nov Elisabeth bíða skúlabókur og blæuvast í lítla hugna- liga býnum í landsynnings- partinum av Fraklandi. tór.- |[|pf. wenzel petersen, tif. 13873 -spyr bert grannan! Borgny og Elisabeth ferðabúnar til Fraklands. Tær halda, at tað er bara gott, at føroysk ungfólk fara av landinum at uppliva eitt og annað, men at tey eru noydd at rýma, er minni gott. Mynd: Kalmar