týsdagur 7. januar 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 — 7. januar 1992
uv fyri norsk virki
-Varð Fiskasglan eitt
partafelag so meti eg at
nógvar góðar kreftir vórðu
fríviárdar samfelagnum at
gagni leggur Robert
Poulsen aftrat.
Dapurt útlit
Robert er annars rættiliga
dapurskygdur um útlitið
hjá fiskivinnuni. Sjálvur
hevur hann verið uppí í
arbeiði við fiski í
Føroyum i 20 år og sigur
seg ikki minnast, at tad
skal hava staðið so illa til.
Hann heldur, at fleiri av
flakavirkjunum fara ikki
at klåra seg i hesum
árinum og í 1993 og vísir
til, at sum stødan er í dag
so kann helvtin av virkj-
unum arbeiða allan
fiskin, sum kemur uppá
land í løtuni.
Hann heldur annars, at
vit framvegis eiga møgu-
leikar at koma fyri okkum
aftur. Eitt nú vónar hann,
at vit gerast limir í EF og
heldur fyri, at núverandi
avtalan við EF í besta fall
kann fatast sum eitt stig á
leiðini til fullan limaskap.
Japanar
Annars dámar hon væl
avtaluna vit hava gjørt við
japanesarar um at loyva
teimum at veiða
svartkjaft. Ein slík avtala
átti at verið gjørd fyri
langari tíð síðani, og
vónar Robert Poulsen, at
vit við hesum samarbeiði
loksins verða førir fyri at
fáa nakað burtur úr
tíðindablaðið Síða 13
svartkjaftinum. Hann
heldur, at vit hava ikki
dugað at hugsað nýtt á
svartkjaftaøkinum men
aftur og aftur koyrt í tí
sama. Kanska japanarar
við síni teknologi og ikki
minst við sínum etivanum
kunnu seta hol á, soleiðis
at svartkjafturin verður
tann glotti, sum so mong
hava tosað um.
Tey ungu
Robert Poulsen heldur
annars lyklaorðið í fram-
tíðar fiskivinnuni her á
landi vera unga ættarliðið.
Hann heldur, at vit hava
verið alt ov uck til at geva
pláss fyri teimum ungu.
-Tað er veruliga tørvur
á at fáa yngri kreftir til.
Vit hava sum er alt ov
nógvar leiðarar, sum hava
verið í starvinum í upp til
30 ár. Tí kann tað vera
gott við eini saltvatnsinn-
spræning, har nýggjar
kreftir koma til sigur ein
av veteranunum i føroysk-
ari fisksølu i mong år
Robert Poulsen, sum takk-
ar fyri seg hjå Faroe
Waters og fer at halda
fram vid søluarbeidinum
einsamallur.
Jan
Drunnsvarti
Brúsi og Túgvu-Karin 79,00
Baldur i Berjariki 79,00
Sólareggið 79,00
Tongui 52,00
Amanda! (160 s.) 110,00
Dagur i viku 69,00
Albin djóraverður 69,00
Silpus er åstarsjåkur 79,00
Bernini i Vættrabyrgi 69,00
Hatt-húsið 70,00
Flekk-bekur 48,00 og 75,00
100 tey fyrstu ordini 48,00
Min fyrsta djórabók 52,00
Drylurin hjå Viggo 59,00
Svenskar stuttsøgur 2 78,00
Stóra orðabókin 86,00
NYLENDI
ég
i